Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 123 - 3. juli 2003 Nr. 123 - 3. juli 2003 29 BÝRÁÐSFORMAÐUR Eyðun Klakstein Jan Christiansen var føddur á einum kamari á Tróndargøtu 6 mitt í høvuðs- staðnum, og hann blunkar ikki við, tá ið hann kallar seg havnamann – altso við einum stórum H. – Eg hevði ein deiligan uppvøkstur. Eg hevði tveir eldri beiggjar, og eg var kanska eitt sindur forkelaður, tí eg var tann yngsti. – Eg havi so so nógvir aðrir dreingir gingið og mæli í Havnini, og eg hevði tað gott sum barn, sigur borgarstjór- in. Hann flutti í sekstiárunum saman við foreldrunum úr Tróndargøtu og út á Grønlandsvegin, og har var gott grannalag við trimum stórum arbeiðs- plássum – snikkaraverkstaður, Rest- orffs Bryggjarí og reinsarí. – Mær dámdi væl, at tað var so nógv virksemi har, sigur Jan Christ- iansen. Hann gekk í fólkaskúla og fór eftir real á HF. Eftir eitt ár sum vikar gjørdi hann av at fara á Læraraskúla. Lærara- prógvið fekk hann heim í 1982, og hann fór beinan vegin í starv í Skúla- num á Trøðni, har hann starvaðist líka fram til, at hann gjørdist borgarstjóri í Havn fyri sløkum tveimum árum síð- ani. Politikkur í blóðinum Tað var kanska ikki óvæntað, at Jan Christiansen skuldi gerast politikari, hóast teir báðir eldru beiggjarnir ikki sýndu sama áhuga fyri tí politiska lív- inum, sum hann fór at gera. Abbi Jan var tiltikni sambandsmað- urin Johan Poulsen, sum í nógv ár var ein eyðsýntur politikari í Føroyum. Hann var løgtingsmaður í fimmti ár út í eitt, og tað hevur eingin annar føroy- ingar verið. Johan Poulsen sat eisini á Fólkatingi í nógv ár. Pápin Petur C. Christiansen var bý- ráðslimur og býráðformaður í Havn í 10 ár, til Poul Michelsen loysti hann av í 1980. Petur sat eisini á tingi fyri Fólkaflokkin nøkur ár. – Eg eri vaksin upp við politikki, og tað var mangt eitt nátturðaborðið, har tað varð tosað um politikk. Eg minn- ist, at eg sum smádongur í Havn bara var sonur borgarstjóran, og eg fekk eisini tíðliga áhuga fyri politikki. Eg meldaði meg inn í ungdómsfelagið hjá Fólkaflokkin og var rættiliga virkin í tí felagnum í nógv ár. Telefon í Oslo Í 1983 var Jan í Oslo og tók eina út- búgving sum serlærari, og tá varð hann ringdur upp av Viljanum, sum vildi vita, um hann kundi stilla upp fyri Fólkaflokkin til býráðsvalið í 1984. – Viljin kundi fáa tvey umboð á list- an, og eg segði bara ja. Tá ið eg so hevði sagt ja, og eg hevði verið virkin í felagnum, so vildi eg eisini hjálpa til í valstríðnum, men tað kom fullkomi- liga óvæntað á meg, at eg skuldi verða valdur í býráðið, greiðir Jan frá. Hann tók sæti sum býráðslimur í januar 1985, og hann hevur verið í bý- ráðnum síðani. Av teimum, sum nú sita í býráðnum í Havn, er tað bara Heðin Mortensen, sum hevur sitið longri. Fyrstu átta árini var Fólkaflokkurin í meirilutanum, og Poul Michelsen var borgarstjóri í Havn. – Hetta var ein sera lærurík tíð. Eg kendi tað á mær, sum fekk eg eina stóra ábyrgd. Vit eru jú vald at umsita ein stóran bý, og tað er ein týdningar- mikil uppgáva. At tú vendir tummilin uppeftir ella niðureftir fyri einum upp- skoti, kann ávirka býin í langa tíðir framyvir. – Tí hugsaði eg nógv um tær av- gerðir, sum eg skuldi taka. Ivaleyst havi eg tikið nógvar skeivar avgerðir, tað vil altíð vera soleiðis, men tað, sum eg havi gjørt, hevur verið rætti- liga væl umhugsað, og eg havi roynt at taka avgerðir, sum hava verið bý- num at gagni, sigur Jan Christiansen. Betri enn nú enn fyrr Tað er munur á politiska virkseminum hjá Jan Christiansen í dag og fyrstu árini, tá ið hann kom í býráðið. – Í 1985 var eg ungur og nýggjur í politikki, og tí var nógv at læra. Í dag kemur tað næstan ikki fyri, at eitt mál stingur seg upp, har eg ikki kenni okk- urt til bakgrundina, og tað ger tað nógv lættari at taka avgerðir nú. Eg eri rímiliga vísur í, at tær avgerðir, sum eg taki í dag, eru betur enn tær, sum eg tók, tá eg byrjaði í politikki. – Eg eri góður við Havnina og kundi ikki hugsað mær at búð nakra aðra- staðni, og tí vil eg eisini taka avgerðir, sum eg haldi verða rættar fyri býin – antin í morgin ella um 10 ár. Við seinasta býráðsval gjørdust Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin greitt teir størstu flokkarnir í Havnar kommunu, og teir tóku seg eisini saman í eitt nýtt samstarv. – Fólkaflokkurin var eitt vet størri, og tí var tað rætt, at vit fingu býráðs- formannin. Tað samdust vit so eisini um, og vit vóru í tí støðu, at tveir aðrir býráðslimir á fólkaflokslistanum høvdu fleiri atkvøður enn eg. Men teir vóru báðir nýggir í býráðspolitikki, og teir hildu tað vera rættast, at eg gjørd- ist býráðsformaður. Og tá tað stóð mær í boði, so ivaðist eg ikki í at taka av, sigur Jan Christiansen. – At verða býráðsformaður er eitt óvist arbeiðið, tí kampurin um sessin er harður, og sannlíkið fyri, at tú kem- ur at sita her í nógv ár, er lítið. So tað ræður um at fáa sum mest burtur úr, meðan tú ert býráðsformaður, og gera tær greitt beinanvegin, at tú ikki kanst verða sitandi fyri alla tíð. Tá ið tú ert liðugur í hesum starvi, so mást tú ikki gerast beiskur, men heldur taka tað við røttum ryggi, og tað havi eg lovað mær sjálvum at gera. Ikki landspolitikkari At tað gjørdist býráðspolitikkur og ikki landspolitikkur, sum Jan Christiansen skuldi gerast virkin í, var einki tilvitað val av fyrstan tíð. – Tað var tilvildarligt. Um onkur hevði ringt til mín og spurt meg, um eg vildi stilla upp til løgtingsvalið, so hevði eg ivaleyst eisini gjørt tað. So hevði eg kanska ikki verið valdur inn og onkantíð blivið politikari. Lívið er fult av tilvild, og um eg onkan morgun hevði gingið til vinstru í staðin fyri til høgru, so var eg kanska endaður sum lækni ella okkurt heilt annað. – Tí er tað tilvildarligt, at eg siti sum býráðsformaður í dag. Og eg havði fleiri ferðir hugsa um, at tá ið vit flutt út á Grønlandsvegin í 1965, tá hevði pápi mín tvey grundstykki at velja í. Hitt var við Nonnuskúlan, og hevði hann tikið av tí tilboðnum, so hevði eg sjálvsagt havt ein heilt annan upp- vøkstur, hitt heilt onnur menniskju og kanska gjørt okkurt heilt annað í dag. So tilvildarligt er lívið í grundini. Jan Christiansen hevur ongar ætlanir um at royna seg í landspoli- tikki. – Í løtuni havi eg ongan hug til tað, og eg haldi heldur ikki, at tað er rætt, at ein býráðspolitikkari eisini er løg- tingsmaður. Tað er góð barlast at hava verið býráðspolitikkari, tá ið tú fert upp í landspolitikk, men so skalt tú gevast í býráðspolitikkinum áðrenn. – Tá ið tú ert landspolitikkari og bý- ráðspolitikkari, so koma tað mál og støður, har tú kemur í eina óhepna tví- støðu, og tí skalt tú ikki verða bæði samstundis, heldur Jan Christiansen. Strævin ár Jan Christiansen hevur nú verið bý- ráðsformaður í Havn í hálvttriðja ár, og tað hevur verið nógv á skráni hesa tíðina. – Eg visti, at tað fóru at verða nøkur strævin ár, men at tað eisini fór at verða spennandi. Og soleiðis hevur tað eisini verið. Tú hevur ymiskar dag- ar, tað eru eisini keðiligar løtur, har tú ynskti, at tú vart lærari aftur, men eg angri ikki, at eg tók hesa uppgávuna á meg. – Tað er stórur munur á at vera van- ligur býráðspolitikkari og at vera bý- ráðsformaður. Mótvegis øðrum lond- um, so er tað býráðið, sum velir borg- arstjóran í kommuni, og tað vil siga, at eg komi sum skúlalærari og eftir ein- um degi verði eg stjóri í eini »fyri- tøku« við 100 starvsfólkum undir mær og við einum umsetningi upp á næstan hálva milliard. Tað hendir frá degi til dags. – Sjálvandi havi eg nakrar sera dugnaligar embætismenn og eina skipan at halda meg til, men tað eri eg, sum alt í einum fái ábyrgdina av einum av teimum størstu »fyritøk- unum« í landinum. Jan Christiansen heldur, at sum bý- ráðsformaður hevur hann nógv størri skyldur mótvegis býráðslimunum, og tað er hann, sum skal fáa samstarvið í meirilutanum at ganga. – Eg havi øll málsøki undir mær, og eg skal fáa eina kabal at ganga upp. Sum vanligur býráðslimur hevur tú tíni málsøki at taka tær av, og tað hev- ur kanska ikki somu ábyrgd fyri at fáa samstarvið at ganga væl. Borgarar mótmæla Tíðin hjá Jan Christiansen sum borg- arstjóri í Havn hevur millum annað verið merkt av fleiri málum, har borg- arar hava tikið seg saman í stríði ímóti kommununi, men hetta sær hann ikki sum nakran stóran vansa. – Summir dagar eru lættari enn aðrir, og tú mást læra teg at tveita trupulleikarnar av tær, tá ið tú kemur heim. Mín uppgáva er at vera profes- sionellur sum býráðsformaður og taka tær avgerðir, sum eru rættar fyri býin. – Vit hava fleiri ferðir upplivað, at vit hava fingið mótmæli frá býráðnum, men í prinsippinum er tað ikki nakað negativt. Tað er hinvegin positivt, at tú hevur virknar borgarar í kommununi, sum gera vart við nøkur ting. Tú mást ikki gloyma borgararnar, tá ið tú kem- ur at sita á hesi skrivstovuni, tí tú ert valdur av borgararunum, og tað er teir, sum tað heila snýr seg um. – Men eg vil siga, at rættiliga ofta mótmæla borgarar nakað, sum er lokalt hjá teimum. Eitt grannalag kann mótmæla einum vegi ella einari bygg- ing, og tað kemur ofta av óttanum fyri tí ókenda. Tey vita ikki, hvørjar avleið- ingar tað nýggja fær fyri grannalagið, og so er tað onkur virkin persónur, sum tekur stig til okkurt. – Men tíbetur vísir tað seg øgiliga ofta, at mótmælini, sum koma til okk- ara, eru ræðsla fyri tí ókenda, og tá ið ein tíð er fráliðin, so halda fólk ofta, at tað var ikki so galið hóast alt. Ein kjans sum pápi Starvið sum borgarstjóri er krevjandi, og tað hevur Jan Christiansen eisini merkt seinastu sløku trý árini. – Eg sá ongantíð í halaferðina á pápa mínum, tí hann var altíð til ar- beiðis, og eg føli, at tað sama hevur verið við mær seinastu trý árini. Sum býráðsformaður kemur tú tíverri at forsøma familjuna hjá tær. Tú hevur nógvar skyldur sum býráðsformaður, tú skalt vera andlitið hjá býnum til móttøkur, døgurðar og annað, sum mong fólk ikki meta sum arbeiði. Men hjá einum býráðsformanni er tað arbeiði, og tað ger, at tú ert sera nógv heimanífrá. – Eg skal ikki reypa mær av at hava verið tað stóra familjumenniskjað, men eg veit væl, at eg havi tvær døtur upp á lænta tíð, og sum býráðsfor- maður komi eg at missa nakað av dagliga nærleikanum við míni børn og tey við pápa sín. Tað er ikki sum ein fótbóltsdystur, at tú fært ein nýggjan kjans, tá ið tú hevur tapt ein dyst. Her hevur tú bara ein kjans sum pápi, og um nøkur ár eru børnini vaksin, og so kanst tú einki gera uttan at angra. – Tí haldi eg, at tað er umráðandi, at tá ið tú ert saman við familjuni, so ert tú hundrað prosent saman við teim- um og ikki hálvur allatíðina. Tað royni eg sum frægast, og í tí dagliga kann eg fegnast um at hava heimsins bestu konu, og at børnini eisini hava tvær fittar ommur. Jan Christiansen heldur, at hetta er viðvirkandi til, at tað er ein yvirvág av monnum í politikki. Hann heldur, at teir hava kanska eitt sindur lættari við at fara frá teimum heimligu viðurskift- inum, meðan kvinnurnar ofta taka heim og familju fram um. Ólavsøkan nakað serligt Havnin er vertur, tá ið føroyingar halda tjóðarhátíðina – ólavsøkuna – og borgarstjórin í Havn heldur nógv av ólavsøkuni. – Ólavsøkan hevur altíð verið nakað serligt. Mær hevur altíð dámt hana sera væl bæði sum barn, ungur og vaksin. Í ár verður ólavsøkan eitt sind- ur serlig, tí pápi mín verður 80 ólav- søkuaftan. – Ein vansi við mínari ólavsøku er, at eg búgvi uppi í Hoyvík, og tað er ikki tað sama, sum tá ið eg búði mitt í býnum. Tað er eingin, sum kemur at vitja teg, og tú kanst ikki renna ímill- um heimið og tað, sum fer fram í býnum. Jan Christiansen heldur ikki, at hansara persónliga ólavsøka er nógv broytt, síðani hann gjørdist borgar- stjóri. – Eg havi ikki so nógvar skyldur á ólavsøku. Tað er meira í fyrireikingini, og vit seta eina æru í, at býurin er rein- ur og vakur á ólavsøku. – Men sjálvandi ert tað ikki heilt tað sama, tí tá tú ert borgarstjóri, so mást tú ansa eitt sindur eftir, hvat tú gert. Um tú vilt tað ella ikki, so hyggja fólk eitt sindur meira eftir tær, tá ið tú ert ein slíkur almennur persónur. Men eg havi ikki trupulleikar av tí, og fólk duga væl at geva mær frið. Hetta verður triðja ólavsøkan hjá Jan Christiansen sum borgarstjóri í Havn, og hóast hann ikki kennir seg tryggan í starvinum, so eigur hann uttan iva ið hvussu so er eina ólav- søku eftir afturat sum ovasti fyri høvuðsstaðin. Starvið á tindinum kostar – Í hesum starvinum kemur tú tíverri at forsøma familjuna hjá tær, tí tú ert so nógv heimanífrá. Eg veit væl, at eg havi tvær døtur upp á lænta tíð, og sum býráðsformaður komi eg at missa nakað av dagliga nærleikanum við míni børn, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn – Tað er ikki sum ein fótbóltsdystur, at tú fært ein nýggjan kjans, tá ið tú hevur tapt ein dyst. Her hevur tú bara ein kjans sum pápi, og um nøkur ár eru børnini vaksin, og so kanst tú einki gera uttan at angra, sigur Jan Christiansen. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 29 28