Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-01-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 1995síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 — 27. JANUAR 1995 tíðindablaðið 11 FIYgG % FOYr Lagt til rættis: Ella Smith Clementsen, hittist á ti. 15616 Sjonvarp Føroya Astrid Breckman og Jens Kristian Norðberg Fríggjakveldið kl. 19.00: Barnaløtan Í kvøld skulu vit í sjónleik. Vit síggja børn úr Sankta Frans skúla spæla ein leik um tvær gentur, Stinu og Louisu, og eina dukku. Louisa er tann ríka gentan, sum eig ur nógvar fínar dukkur. Stina og tey eru få tæk, og hon eigur onga dukku Friggiakvøldid kl. 19.25: Morgindagsins genta — 11:12 (ft) Um stutta úð fer kjarnorkubumban at sprongjast, og ikki fyrr enn nú varnast skålkamir, at heimurin verðurlagdur í oyði Tiverri er ikki longur møguligt at forða ti Víða gitin og illa gitin 4. Stjørnuhetjurnar Ensk sendirød um væl og illa lýdd fólk í 20 øld Annar heimsbardagi var avgjørt eitt kríggj ímillum stóru statsleiðararnar Chur chill, Hitler, Stalin og Roosevelt, og teir brúktu allir ulvitad fjølmiðlarnar at fåa sín boðskap út Harafturímóti brúktu Bing Crosby, Humphrey Bogart, Vera Lynn, Betty Grable og Rita Hayworth sín stjørnu status at stuðla og eggja teimum sameindu Vera Lynn Friggjakvøldid kl. 22.15: Morð á gøtuni Amerikanskur knminalfilmur frå 1990 Mike Gallagher er staddur hjå gentu sini, tá onkur verður dripin á gøtuni beint uttan fyri. Løgreglan kemur beinanvegin, og Mike fær at vita frá hægri staði, at hetta hevur hann einki við at gera. Tá fær hann rættiliga hug at fara í gongd Fríggjakveldið kl. 23.50; Glenn Miller 3 Tann 19. desember vóru $0 ár liðin, síðani majorur í vápnaðu herlidum USA Glenn Miller læt lív í einum flogfari, sum datt niður í Ermasundi Fyri ta tíð var hann víðakendur sum big band-leiðarin, sum hevði sín heilt serliga stíl. Nógv minnast ót vað filmin >The Glenn Miller Story< við James Stewart og June Allyson í høvudsleiklutunum, men henda sendingin sigur frá tí veruligu søguni um Glenn Miller Leygardagin kl. 16.45; Tonleikaportrettid — C. V. Jørgensen Hann gav út fyrstu plátuna í 1974 og tey seinastu 20 árini hevur hann sett sín dám á danska tónleikaheimin. Nú hevur hann skift stíl aftur og hevur júst givið út eina nýggja plátu vid heitinum »Sjælland«, eitt heiti, ið ikki bara sipar til oynna Leygarkvøldid kl. 18.00; Disney teknifilmar Hesaferð skulu vit síggja teknifilmamar Dunnu Dánjal og flúgvandi ikornin Dólgamúli í Wild West. Pluto á legutúri Biltúrurin hjá Dunnu Dánjali Leygarkvøldid kl. 19.00: Beveriy Hills 90210 Brandon verdur forelskadur — aftur. Hesa ferð er tað ein nýggjur fæmingur, sum er úr tí fátæka partinum í Los Angeles. Hon er friðarlig og varin at koma Brandon ov nær, men tað ger hann bara enn meira altráan at kenna hana. Brenda roynir at sissa hann, og tað vísir seg eisini, at gentan hevur eina neilt aðra bakgrund enn tey hava hildið Tjóvur eftir tjóvi Am. sjónvarpsfilmur frá 1988 Freddie kemur til Antibes, har hon ikki bert hevur arvað eini stór hús eftir pápa sín, men eisini hjálparmann hansara, Flanagan Virksemi pápans var ikki heilt vanligt, og skjótt verður Freddie drigin upp í eitt ævin týr fyri og annað eftir Leygarkvøldid kl. 22.45: Tann svarti ringurin -4:5 Johan krógvar seg. Poliuid leitar eftir hon um, tí hann verður hildin vera samsekur í at hava verið við ul at friaa tveir týskar vinstra vongsterroristar. Johan vissar Evu um, at hann onki veit um hetta mál Leygarkvøldid kl. 23.45: Naomi Campbell Portrett av einari av heimsins vakrastu og dýrastu modellum Jørgen de Mylius hevur hitt hana Sunnudagin kl. 14.00: Kalda hjartað í heimshovunum - (e) Havið um okkara leiðir verður hildið at hava ein hin størsta týdningin fyri hav- streymarnar — og harvið eisini veðurlagið kring allan knøttin. Tí vórðu eisini Føroyar valdar sum eitt av økjunum, har teir herfyri fóru undir at gera týdningarmiklar og spennandi kanningar av streymi og veður- lag! Ein stórur partur av sendingini, sum er gjørd í samarbeiði við SvF, fer fram í Før- oyum. Vit hitta eisini m.o. Boga Hansen á Fiskiransóknarstovuni, sum er ein av odda- monnunum í hesi kanningini, sum kann hava stóran týdning í royndunum at skilja veðurlagið kring heimin Nýggjasta granskingin vísir m.a., at vil kanska kunnu vænta, at alt Norðureuropa fer at frysta í botn. Kanska ber vakstrar húsávirkanin soleiðis eina nýggja istid við sær — so legið tað enn ljóðar SUNNU dagin ki. 14.50: Sjórænarakongurin Enskur familjufilmur frá 1991 um sjó rænaran Jack Prince Vit eru í árinum 1795. A tí vøkru karib- isku oynni Bacarez ráða fransmenn við tí óreina guverngrinum Rochefort á odda Fransmenn jagstra nakrar rýmdar tælir, sum liva í einum lítum paradísi á oynni undir leiðslu av tí gamla frælsissuíðsmann- inum Thomas Newton. Ein dagin finnur abbadóttur Newton, tann vakra Becky, ein illa á holdum komnan mann — Jack Prince á strondini, og hon hjálpir honum. Men létu seinni koma fransmenn, og Becky og Jack noyðast at rýma Sunnudagin kl. 17.35: Tú stóri heimur — Søgan um genini — livsins byrjan Britta Christensen Danmark er tað landið í heiminum, har flest kvinnur fáa kannað barnið í móðurlívi genetiskt. Danskir granskarar arbeiða í løt- uni upp á nýggjar og sera framkomnar mátar til fosturdiagnostikk. Í sendingini verður hugt at møguleikunum fyri at kanna fostrið, longu tá tað er 6 kyknur stórt n Idi Leni Fiefenstahl — 1:2 Fotografur og kvinnuideal hjá Hitler El partur a portrettsending um týska filmstjóran Leni Riefenstahl, sum varð kallað filmsgudinnan hjá triðja ríkinum Hon gjørdi eitt nú filmin > Viljans sigur« um flokkskongressina í Nuernberg i 1935 og filmin um olympisku leikimar i Berlin í 1936 Filmurin er eitt persónligt og naskt por ett av einum kunstnara og ævintýrara, sum kann síggjast sum bæði avsporað flogvit, naivt listafólk og nazisuskt propagandafólk Sunnukvøldid kl. 19.40; Litli lækni å preriuni Ein kona, sum Michaela hevur í viðgerð, er forelskad í Sully, og tá tað sær út til at Sully eisini er forelskadur i henni, fryktar Michaela fyri, at tad fer at åvirka tað góða sambandið millum hana og Sully y