týsdagur 22. juli 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 123 - 3. juli 2003
Nr. 123 - 3. juli 2003
31
SKEMT
Eyðun Klakstein
Ólavsøkukabarettin er fastur táttur av
ólavsøkuni, og har verður ikki spart
upp á krútið.
Fólk, sum hava gjørt vart við seg í
árinum sum fór, skulu ikki kenna seg
trygg, tá ið tað ræður um Ólavsøku-
kabarettina. Í ár hótta fólkini, sum
gera kabarettina við, at tey eisini fara
at skjóta eftir fólki, sum hava gjørt ov
lítið til nyttu farna árið.
– Vit byrjaðu upp á fyrireikingarnar
í november mánaði, men tað er ser-
liga tær seinastu vikurnar áðrenn
ólavsøku, at vit stríðast við at fáa alt
upp á pláss, sigur Gutti Winther, sum
er ein av teimum seks leikarunum,
sum eru við í ár.
Leikarar hava allir royndir frá sjón-
leiki, og summir teirra hava gingið á
skúla uttanlands. Harafturat fáa tey
eisini hjálp frá øðrum persónum, sum
hava innlit í sjónleik.
Strævin fyrireiking
Fyrsta sýningin av ólavsøkukabarettini
verður leygarkvøldið 26. juli, og síðani
verður spælt alla ólavsøkuna.
Í ár verður skotið eftir bæði fólkum
og hugtøkum. Onkur gina verður helst
við í kabarettini, Burger King stendur
eisini á matarlepanum, og hvør veit,
um ikki Jenis og Pipar & Salt ikki eis-
ini sleppa við.
Seinastu vikurnar hava fólkini ar-
beitt dúgliga við at fáa alt upp á pláss
til frumsýningina.
– Hendan tíðin er nógv strævnari,
enn tá ið vit spæla á sjálvari ólavsøk-
uni. Hesa tíðina eru tað langir dagar í
Sjónleikarhúsinum, og sjálvandi ert tú
framvegis góður við mammu tína,
men tú hevur ikki stundir at vísa tað,
sigur Gutti.
Hann hevur áður roynt at spælt í
Ólavsøkukabarettini, og hóast hon fer
við nógvari tíð á ólavsøku, so er tað
ikki ein súrur maður, sum aftur í ár fer
í holt við sjónleikin.
– Tað er fantastiskt at spæla við í
Ólavsøkukabarettini. Tíðin áðrenn er
sera strævin, men tá ið vit fara at
spæla, so er tað sera stuttligt. Vit eru
mitt í býnum, so vit sleppa eisini út til
nógv av tiltøkunum, sigur Gutti Win-
ther.
Ólavsøkukabarettin varðar slakan
hálvanannan tíma, og leikararnir lova,
at tað verður ferð á alla tíðina.
Tónleikur spælir ein týðandi leiklut í
kabarettini, og í ár hava tey savna eitt
sterkt lið av tónleikarum at spæla
undir. Teir, sum fara at spæla, eru
Tróndur Bogason, Mikael Blak, Heðin
Ziska Davidsen og Høgni Lisberg.
Eingin skal kenna
seg tryggan
Fólkini, sum standa fyri ólavsøkukabarettini, ætla sær at arga fólk, sum hava
verið frammi seinasta árið, og tey hótta eisini við at skjóta eftir teimum, sum
ikki hava gjørt so nógv um seg hesa tíðina
Leikarar í ársins
ólavsøkukabarett
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
31
30