Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2003síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 123 - 3. juli 2003 Nr. 123 - 3. juli 2003 39 EYKAVINNINGURIN Jóannes Hansen Í tveimum kappingum er tað púra av- gjørt. 8–mannafarið Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag og 6–mannafarið við kvinnum, Gongurólvur, eisini hjá Havnar Róðrarfelag, hava ognað sær so mikið nógv stig, at eingin kann røkka teimum. Hesir bátarnir eru sannførandi FM vinnarar. Men í fleiri øðrum kappingum er spenningur í. Serliga spennandi er kappingin millum 5–mannaførini við gentum. Blikur av Argjum hevur 31 stig, og teir báðir bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag, Drekin og Sílið, eru honum á baki við ávikavíst 30 og 28 stigum. 10–mannaførini eru bara fýra í tali, og har er greitt, at tað hvørki verða vestmenningar ella havnarmenn, sum fara at vinna FM. Vestmenningurin og Havnarbáturin hava annars ofta kappast um meistaraskapin, men tað hevur ikki hilnast væl hjá teimum í ár. Havnarbáturin vann á Norðoyastevnu, og tað kundi boðað frá, at teir fóru at vera frammarlaga, men síðani hevur tað ikki gingið eftir vild. Vestmenning- ur hevur ongantíð í ár megnað at bjóða av í kappingini um fremsta plássið, og tað er longu greitt, at hann verður aftastur í FM kappingini. Stríðið stendur millum Eysturoying- in og Nólsoyingin. Eysturoyingur, sum var fyrstur á Fjarðastevnuni, á Sundalagsstevnuni og á Varmakeldu- stevnuni, er best fyri í FM stríðnum. Hann hevur 36 stig. Um tað skal eydn- ast Nólsoyinginum, sum var fremstur á Jóansøku og aftur á Vestanstevnuni at vinna, so skulu teir vinna á Ólav- søku, og so skal Eysturoyingur ikki verða nummar tvey. Nólsoyingurin hevur 33 stig. At Havnarbáturin og Vestmenningurin á Ólavsøku fara at vísa vilja at gera um seg og harvið at røkka úrsliti, sum kann bera betri eftirmæli um hetta róðrarárið, enn tað higartil er lagt upp til, sigur seg sjálvt. Í kappingini millum dreingjamann- ingarnar er FM heitið ikki heilt avgjørt, men tað skal vilja heilt illa til hja Sílinum, sum var avgjørdur vinnari í Sandavági, um tað ikki skal eydnast teimum at endurvinna meistaraheitið. Sílið er fremst við 38 stigum, meðan vestmannadreingir umborð á Hav- frúnni hava 33. Eingin annar kann røkka Sílinum, og tað skal nógv til hjá Havfrúnni. Undanfarnu ferðirnar hava hesir báðir bátarnir kappast um fremsta plássið, og tað er eingin vandi fyri meistaraheitinum hjá Sílinum, um teir ikki skuldu vunnið. Sílið verður meistari, sjálvt um Havfrúgvin vinnur, og Sílið ikki verður meiri enn nummar fýra. Smyril úr Vági hevur 36 stig, og hann er nógv best fyri í FM kappingini. Jarnbardur, sum vann á Jóansøku og aftur á Vestanstevnuni, er fýra stig aftanfyri. Eingin annar hevur møgu- leika at gerast meistari. Men í Sanda- vági vóru ábendingar um, at fleiri aðrar manningar kunnu bjóða av í kappingini um sigurin á Ólavsøku. Her verður hugsað um Páll Fanga, sum vann á Fjarðastevnuni, og sum var bara eitt evarska lítið sindur aftanfyri Smyril í Sandavági og kanska eisini um Stráluna og Sølmund, sum leingi vóru væl við í Sandavági. Stórt plástur Róðrarárið er rættuliga farið at líða. Sum omanfyri nevnt er FM kappingin Ólavsøkuróðurin skal bjarga róðrarárinum Kappróður: Hóast spenningurin ikki er so stórur í øllum FM kappingunum, so legði Vestanstevnan upp til sera spennandi kappingar í flestu róðrunum á Ólavsøku Kappingin hjá gentunum er sera tøtt Mynd: Álvur Haraldsen so at siga avgjørd í fýra kappingum. Fleiri manningar, ið høvdu roknað við, at nógva venjingin, sum síðani tíðliga í ár er løgd í, skuldi bera fyrstu pláss, steyp, stig og FM heiti við sær, hava onkra ferðina kent seg vónbrotnar. Tað vil so vera. Men tíbetur er tað soleiðis, at ólav- søkan bíðar. Eitt gott úrslit og sigur í ólavsøkuróðrinum hjálpir væl. Róð- rarfólk siga, at einki er sum at vinna á Ólavsøku. Tað er sum at vinna eitt eyka FM heiti. Fólk sæst og hoyrist framvið øllum róðrarteininum. Tað ber eyka motivatión við sær. At vinna FM og ikki at vinna ólavsøkuróðurin ber ikki somu FM kensluna við sær, sum tað ger, um bæði FM og ólav- søkusigurin koma til høldar, sigur rógvarar. Tað er ikki so sjáldan komið fyri, at bátar hava vunnið, sum hava ligið dygst undir Molanum. Har rógva ikki teir bestu bátarnir – teir liggja í miðj- uni – men tey eru fleiri, sum hava sagt, at tað er ákoyringarnar frá áskoðarunum, sum geva eyka megi og úthaldni. Róðrarteinurin á Ólavsøku er styttri, enn hann er í øllum hinum kapping- unum. Tí ræður um at venja start- spurtin serliga væl. Lunnaróðurin er lítil og eingin, á Molanum verða føtur- nir aftur settir í bekk, og so er talan um ein veldugan endaspurt á ólav- søkuróðrinum og kappróðrarárinum sum heild. Rúm fyri øllum Fasti starturin á ólavsøku rúmar fimt- an bátum. Um luttøkutalið í einari kapping fer upp um hetta talið, verður neyðugt við innleiðandi róðrum, men hetta verður ikki aktuelt á Ólavsøku í ár. Íalt vóru 90 bátsmanningar meld- aðar til FM kappróðurin í ár. Men í fyrstu FM kappingunum var talið niðanfyri hálvt hundrað. So við og við eru onkrar manningar komnar afturat. Eitt nú hava útisetar, sum eru heima í summarfrí, mannað onkrar bátar. Tað er ikki nógv avlopspláss, tá ið tað verður róð kapp á Ólavsøku, men um róðursmenninir røkja sína upp- gávu til fulnar, so eigur tað at ganga. Tá fimtan bátar kappast, verður roknað við, at hvør báturin hevur ein geira upp á fimtan metrar, og har- afturat eru seks metrar hvørju megin samlaða róðrarøkið. Á Vestanstevnuni var størsta kappingin tann millum 5–mannaførini við gentum. Har luttóku trettan maningar. Sambært kappingarskipanini boð- aðu 22 gentumanningar frá luttøku í hesum róðrarárinum. Men tað er eingin vandi fyri ovurluttøku á Ólav- søku. Reglurnar siga, treytin fyri lut- tøku í ólavsøkuróðrinum er, at báturin skal hava luttikið í minst trimum av undanfarnu seks FM róðrunum. Teir umborð á Smyrli eru útlúgvaðir, tá teir koma á mál Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 39 38