týsdagur 22. juli 2003síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 123 - 3. juli 2003
Nr. 123 - 3. juli 2003
41
Á ólavsøku verður árliga framsýningin
við tekningum hjá Óla Petersen í
Smiðjuni í Lítluvík. Hendan framsýn-
ing hevur verið verið afturvendandi
táttur í meira enn tíggju ár.
Óli Petersen er víðagitin fyri sínar
beinreiknu og skemtiligu tekningar,
sum hann hevur á baksíðuni í Sosiali-
num. Teknarin úr Klaksvík hevur við
sínum strikum gjørt viðmerkingar til
ymisk mál, sum hava verið frammi,
og hann er ein sannur meistari til at
venda tingini á høvdið, tá ið tað er
neyðugt.
Óli Petersen býr á Skála, og haðani
sendir hann sínar tekningar til
høvuðsdeildina hjá Sosialinum á Argj-
um. Tær eiga síðani sítt fasta pláss á
baksíðuni á Sosialinum, og tað er til-
tikið, at fólk ofta hyggja eftir hesum
tekningum, áðrenn tey lesa nakað í
blaðnum.
Framsýningin hjá Óla Petersen letur
upp fríggjadagin 25. juli og hevur eis-
ini opið alla ólavsøkuna.
Óli teknar
í Smiðjuni
C
M
Y
K
41
40
DANSUR
Eyðun Klakstein
Eyðun og Terji fara í ár at spæla til dans í
Tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum. Bæði
ólavsøkuaftan og ólavsøkudag fara teir á pallin,
og á programminum standa sangir, sum hvørt
mansbarn í Føroyum kennir.
Eyðun og Terji hava samstarvað nógv um
tónleik, síðani teir hittust ein dag á Konditarínum
fyri næstan 20 árum síðani. Eyðun hevur øll árini
verið ein av høvuðsmonnunum í Frændum, og
Terji var eisini við í bólkinum nógv av
áttatiárunum.
Tá áttatiárini vóru av, hevði Terji fingið sær sín
egna bólk – Føstufressar – og síðani hevur hann
bara verið gestur til onkrar framførslur hjá
Frændum. Seinni var hann millum annað
sangari í bólkinum Moirae.
Men Eyðun og Terji hava seinastu fimm árini
samstarvað nógv um tónleik, og teir hava eisini
givið tvær fløgur út í felag.
Teir hava hvør sær og saman skrivað ein
ørgrynnu av sangum, sum eru vorðnir
landskendir.
Tað verða hesir sangir, sum teir fara at spæla
saman við bólkinum hjá sær á ólavsøku.
Eyðun og Terji
í tjaldi
Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen fara at spæla í
Tjaldinum á ólavsøku. Á skránni verða fyrst og fremst
sangir frá teirra útgávum gjøgnum árini
Eyðun og Terji hava samstarvað nógv um tónleik, síðani teir hittust ein dag á Konditarínum fyri
næstan 20 árum síðani