Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2003síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 123 - 3. juli 2003 Nr. 123 - 3. juli 2003 43 Stórskjúttarnir dystast KVINNUFÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Í 1999 spældu KÍ og HB fyri fyrstu ferð finalu í steypakappingini hjá kvinnum, men síðani er eingin annar sloppin fram at, tí somu feløg hava spælt á hvørjum ári síðani. Á ólavsøku hittast feløgini fyri fimtu ferð á rað í steypafinaluni, og meðan HB fyrsta árið var favorittur, er tað nú KÍ, sum má metast sum greiður favorittur til dystin. HB verður helst styrkt við onkrum útiseta, men spurningur er, um tað kann beina fyri stóra muninum, sum hevur verið millum KÍ og hini liðini higartil í ár. Tað skal tó sigast, at hóast KÍ vann stórsigur á HB í landskappingin fyrr í ár, var KÍ í løtum undir trýsti av HB- liðnum, sum tó einki fekk burtur úr sínari yvirvág. HB hevur í ár ein kvinnu úr Suðuroy í front, og hon dugir at gera mál. Hall- tóra Joensen gjørdist toppskjútti í kappingini á Oyggjaleikunum, og hon hevur eisini verið dúglig at skjóta mál fyri HB í ár. Hjá KÍ spælir toppskjúttin í føroysku kappingini fleiri av seinastu árunum, og hon gjørdi eisini fleiri mál á Oyggjaleikunum í ár. Rannvá B. Andreasen spælir á miðvøllinum hjá KÍ, men hon hevur till uppgávu at søkja fram á vøllin og gera mál. Sterkt KÍ-lið KÍ-kvinnurnar hava verið so at siga einaráðandi í føroyskum fótbólti sein- astu árini, men tað var ikki fyrr enn í 1997, at fyrsta gullmerkið í kvinnufót- bólti kom til Klaksvíkar. Tá høvdu kvinnurnar spælt fótbólt í meira enn 10 ár, men tað vóru fyri tað mesta havnafeløgini, sum vunnu landskappingina. Í 1997 gjørdist KÍ meistari fyri fyrstu ferð, og síðani hevur liðið ment seg nógv og verður í dag mett sum nógv tað sterkasta kvinnuliðið í Føroy- um. Kvinnurnar hava spælt saman í nógv ár, manningin hevur verið rími- liga støðug, og liðið hevur fingið royndir og førleikar, sum føroysk kvinnulið áður ikki hava verið í nánd av. Liðið hevur spælt í Europa Cup tvær ferðir, og í summar vóru sjey av kvinnunum við á landsliðnum, sum vann Oyggjaleikirnar í stórum stíli. Í august eru tær aftur við í Europa Cup. Seinastu trý árini hevur KÍ vunnið landskappingina í fótbólti, og síðani 2000 er tað vorið til tvey steypagull HB vunnið mest HB er framvegis mest vinnandi liðið í føroyskum kvinnufótbólti, hóast tað eru liðin fýra ár síðani seinasta meist- araheitið. HB hevur vunnið sjey meistaraskap, meðan B36 og KÍ kunnu reypa sær av fýra meistaraheitum. HB-liðið hevur í ár fingið góð úrslit, men tær hava ikki klárað at vunnið ímóti KÍ, sum tí liggur á odda í lands- kappingini. Nú fær HB so møguleikan at arga KÍ í steypafinaluni, og við einum væl uppløgdum Oyggjaleika-toppskjútta á odda, veit eingin, hvat tað kann enda við á ólavsøku. Tættar uppgerðir Fyrsta árið, KÍ og HB hittust í finaluni, var tað havnafelagið, sum var við yvir- lutan. Í spennandi og tøttum dysti, sum endaði við við umdysti, vann HB 4-3 Árið eftir, í 2000, eydnaðist tað so KÍ-kvinnunum at vinna steypakapp- ingina fyri fyrstu ferð. HB var mót- støðuliðið, og KÍ vann 2-0. Í 2001 var meistaraliðið úr Klaksvík favorittur at vinna steypakappingina, men HB snýtti favorittarnar í tøttu finaluni, sum ta ferðina endaði við brotssparkskapping og 8-7 sigri til HB. Í fjør var eingin ivi um úrslitið, og KÍ vann størsta finalusigurin nakrantíð, tá ið liðið vann 6-1 á HB. KÍ skoraði beinanvegin, og tær vóru fullkomiliga við yvirlutan gjøgnum allan dystin. Nú hittast feløgini so fyri fimtu ferð á rað, og eftir úrslitini í kappingini higartil í ár, so má KÍ metast at vera favorittur. Men stríputa havnaliðið hevur fyrr argað KÍ-liðið í finaluni. Finalan hjá kvinnum verður spæld á ovara vølli í Gundadali ólavsøkudag. Rannvá B. Andreassen skoraði tvey mál í steypafinaluni í fjør. Nú far hon aftur møguleikan at gera mál á ólavsøku Mynd: Álvur Haraldsen Halltóra Joensen var toppskjútti á føroyska landsliðnum á Oyggjaleikunum. Nú skal hon royna at gera mál ímóti sterka KÍ-liðnum Mynd: Álvur Haraldsen Finalan í steypakappingini hjá kvinnum er ein endurtøka av uppgerðunum frá seinastu fimm árunum. Stóru mál- skjúttarnir á kvinnulandslið- num og í landskappingini skulu dystast í hesi finalu C M Y K 43 42