Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mai 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 91 - 12. mai 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 91 - 12. mai 2000 út at koyra Magnus Gunnarsson Nissan Almera er teknaður og framleiddur í Europa. Málið hjá Nissan viðvíkj- andi Almera, var at bilurin skuldi hava eins góðar koyr- ieginleikar, sum Peugeot 306. Hetta hevur eyðnast væl, og bilurin hevur gott vegtak og koyrir sum ein dreymur. Sum at koyra ein franskan bil Bilurin er faktist nýggjur, og lítið ella einki er eftir av tí gamla bilinum við sama navni. Alt er eisini gjørt fyri, at Almera skal fáa størri part av bilmarknað- inum. At kvaliteturin er á Almera, ein gjøgnumførdur bilur frá Nissan Nissan Almera 1.8 Elegance Motorurin 1.8 l 4 syl. 16V 114 hk 0-100 km/t 11.1 sek. Bensinnýtsla 13.3 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 185/65-15 Stødd og vekt Longd 418.4 cm Breidd 170.6 cm Hædd 144.2 cm Eginvekt 1225 kg Lastar 500 kg Viðførisrúm 355 litrar Prísur 168.000 Aðrar útgávur 5 Comfort 5/h 149.000 1.5 Elegance 5/h 158.000 1.8 Comfort 5/h 158.000 2.2 TD Comfort 5/h 185.000 Søluumboð P/F Meinhardt Arge Falkavegur FO-110 Tórshavn høgum støði merkist við at seta seg inn í bilin og á ljóð- inum, tá ið hurðarnar verða lætnar aftur. Eitt lið av verkfrøðingum og testkoyrarum hava ar- beitt intenst við at fínstilla koyrieginleikarnar á Almera við serligum atliti til róður- greiðir og fjaðraskipan. Hetta hevur eisini givið úr- slit, tí bilurin koyrir sera væl í allar mátar og er sum ein franskur bilur at koyra. Nógv gjørt við trygdina Tvær útgávur eru at velja í, hvat útgerð viðvíkur, Com- fort og Elegance, og tríggir motorar eru at velja ímill- um, 1.5 l og 1.8 l bensin- motorar og 2,2 turbo diesel við beinleiðis innspræning, sum er størsti dieselmotor- urin í hesum klassanum. Tað at Almera vigar næst- an tað sama sum tann størri Primera kemst av, at tað er gjørt so nógv burturúr ak- tivu og passivu trygdini. Setrini eru góð, og lætt er at seta seg tilrættis við fleiri møguleikum at stilla rættið og setrið. Instrumentborðið er væl gjørt og lætt at lesa av. Kemur seinni sum MPV Nissan Almera er vælút- gjørdur við nógvari stand- ardútgerð, so sum servo- stýring, 4 airbag, aktivar nakkapútur, ABS bremsur við EBD og NBA skipan, hátrýstspulara til forlyktir- nar, sentrallás, pollenfiltur, el-síðurútar, el-síðuspegl við hita og stereoradio við 4 hátalarum. Bilurin fæst einans við 5 hurðum í løtuni, men seinni í ár kemur hann við 3 hurð- um og sum sedan. Eisini kemur Almera Tino, ið er ein MPV útgáva. Almera verður fram- leiddur á Nissanbilaverk- smiðjuni í Sunderland í Onglandi — á somu verk- smiðju sum Micra og Prim- era. Tvær útgávur eru at velja í, hvat útgerð viðvíkur, Comfort og Elegance, og tríggir motorar eru at velja ímillum, 1.5 l og 1.8 l bensinmotorar og 2,2 turbo diesel við beinleiðis innspræning Mynd: Jens Kristian VAng út at koyra Chrysler er nú ein part- ur av Daimler-Chrysler, eins og bilmerkini Dodge, Jeep og Plym- outh. Dodge og Plym- outh býta plattformar og komponentar. Kelda: Bilen Motor & Sport Daimler- Chrysler Ætlar ikki utt- anlands Leiðslan hjá Opel í Týsklandi hevur sissa starvsfólkini, og boðar frá at teir ikki hava ætl- anir um at flyta partar av framleiðsluni uttan- lands, í samband við GM og Fiat samstarvið. Kelda: Motor Magasinet Óttast GM og Fiat sam- starv Samstarvið millum GM og Fiat hóvar ikki starvsfólkunum hjá Op- el í Týsklandi. Tey ótt- ast, at bilarnir koma at brúka felags plattform- ar, og tey harvið koma at missa arbeiðspláss. Kelda: Motor Magasinet BMW 700, ið er ein væl umtøktur ráðharrabilur. kemur í nýggjari útgávu í 2001 ella 2002. Hetta verður ein stórur bilur við øðrvísi og aggress- ivum linjum. Magnus Gunnarsson MAN er ein gomul maskin- verksmiðja, sum varð sett á stovn í tveimum støðum um somu tíð, í Augsburg í 1840 MAN Trucknology Generation, TG-A og í Nürnberg í 1841. Harav kemur navnið MAN, ið stendur fyri Maschinenfa- brik Augsburg-Nürnberg. MAN framleiðir maskin- ur til prentsmiðjur, elevat- orar, stálkonstruktiónir og stóru skipsmotorarnar MAN-B&W. Fyrsti MAN lastbilur varð framleiddur í 1915, og um- framt lastbilar gera teir bussar og aðrar specialbilar. Skivubremsur á øllum hjólunum Síðst í mars mánaði kom tann nýggjasti MAN TG-A á markanðin. Bilurin fæst við tveimum motorum við 410 og 460 hk, seinni koma tveir minni við 310 og 360 hk. Um ein bilur hevur t. d. 460 hk eitur hann TG 460A. Bilurin hevur elegant de- sign, og komforturin er í toppklassa. Førarahúsið og foraksulin eru luftavfjaðrað. Hann hevur ABS bremsur við EBS og EDS og skivu- bremsur á øllum hjólunum. Við nýggja 16 trins Com- fortShift gearkassanum ber til at skifta gear uttan at brúka koblingina ella sleppa speedaranum. Eisini fæst hann við einum automatisk- um 12 trins MAN TipMatic gearkassa, ið er gjørdur til at avlasta bilføraran og betr- ar um oljunýtsluna. Umboð fyri MAN bilar- nar í Føroyum er Kjartan Simonsen, Jørundsgøta 39 í Klaksvík. BMW nýggjan ráðharrabil Motorarnir verða teir somu sum í núverðandi mo dellum. Prísin vita vit av góðum grundum onki um. Kelda: FDM / Motor Nýggja ferðslu- lógin í Løgtingið Fríggjadagin 25. február varð nýggja ferðslulógin endaliga avgreidd úr lands- stýrinum til løgtingið, aft- aná drúgva viðgerð í Vinn- umálastýrinum. Nýggja ferðslulógin umfatar 8 størri broytingar í mun til gald- andi ferðslulóg, harundir nýggjar ásetingar um pro- millu- og rúsdrekkakoyring og revsimarkið í hesum sambandi, og eitt nú broyt- ingar í lógini um trygdar- belti og nýtslu av fartele- fonum í bili. Løgreglan í Føroyum á Alnótina Eftir at arbeitt hevur verið við málinum í langa tíð hev- ur Føroya landfúti nú lagt eina heimasíðu fyri løgregl- una í Føroyum út á Alnóti- na. Síðan, www.politi.fo , inniheldur upplýsingar um politistøðirnar í Føroyum, upplýsingar um pass, koyr- ikort, skjótiloyvi og ferðsl- ulógina m.a., eins og upp- lýsingar eru, um hvussu ein kann gerast løgreglumaður/ kvinna. Harafturat er ársfrá- greiðingini hjá løgregluni við, umframt galdandi ferðslulóg. Allar upplýsing- ar á síðuni eru á donskum. Minnist til reyða kortið Longu seinast í február mánaði hevði danska løg- reglan steðgað hópinum av leigubilum við markið mill- um Týskaland og Danmark. Hetta vóru bilar, sum trygg- ingarfeløg høvdu útvegað sum umbýtisbilar, men sum ikki høvdu loyvi at koyra í Danmark. Mælt verður øll- um føroyingum, sum fara uttanlands at koyra við skrokktryggjaðum bili, at útvega sær reyða SOS-kort- ið, sum fæst ókeypis. Henda trygging tryggjar, at ein fær ein umbýtisbil, sum ein kann koyra líka til hús aftur við. Av praktiskum orsøk- um verður tó mælt til at seta bilin í t.d. Hanstholm, so svarar tryggingin fyri teim- um eykaútreiðslum, ein annars hevur av at koma sær til hús. Tryggingin tekur við, um bilurin verður stol- in, ella so illa skaddur, at tað tekur meira enn 3 dagar at umvæla hann. Endurskin møguliga kravt við lóg Fólk til gongu gera ofta tað mistak at halda, at tá tey síggja bilarnar, so síggja bil- førararnir eisini tey. Men serliga á vetrartíð kann tað vera ógjørligt hjá bilførar- um at síggja fólk til gongu, um hesi ikki nýta endurskin. Hinvegin síggjast endurskin umleið 140 metrar, um før- arin bara hevur nærljósini tendraði, og upp til 400 metrar, um fjarljósini eru tendraði. 18 koyra ávirkaði í Føroyum hvønn dag Norðurlendsk kanning vísir, at av hvørjum 1000 bil- førarum koyra 3 við meira enn 0.5 promillu í blóði- num. Umleið 18-19.000 bil- ar eru í Føroyum. Lat okk- um siga, at umleið ein trið- ingur er á vegunum sam- stundis ein vanligan ar- beiðsdag, ella á leið 6.000. Hetta svarar til, at ein van- ligan gerandisdag í Føroyum eru 18 bilførarar í ferðsluni, sum hava meira enn 0,5 alkoholpromillu í blóðinum. Býta vit hetta eftir samlaða bilatalinum í mun til fólkatalið, vildu seks koyrt í Havn, tveir í Klaksvík, fýra í Eysturoy, ein til tveir í Norðurstreym- oy, ein í Vágum, ein í Sand- oy og ein til tveir í Suðuroy. Fjórða hvør álvarsliga vanlukka orsakað av rúsdrekka At 3 av 1000 bilførarum koyra ávirkaðir ljóðar kanska ikki av tí nógva, men verður hugt at teimum vanlukkum, sum føra við sær deyða ella álvarsligan løst, so er fjórða ella fimta hvør vanlukka orsakað av rúsdrekka. Sereyðkenni fyri ferðsluvanlukkur, sum henda av rúsdrekka eru: at tær henda um náttina, at tær henda í vikuskiftinum, at talan er um álvarsamar van- lukkur, at bara ein bilur er uppi í, t.e. bilurin hjá tí drukna bilføraranum, at ser- liga ungir menn hava skuld- ina, og at bilførarin ikki nýt- ir bilbelti. Í Norðurlondum hevur meira enn 3. hvør, sum er mistonktur fyri rús- drekkakoyring, brúkt onnur rúsandi evni ella heiluvág einsamalt ella saman við rúsdrekka. Stutt tíðindi frá Ferðslutrygd: