Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mai 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 91 - 12. mai 2000 24 tíðindablaðið sosialurin Nr. 91 - 12. mai 2000 ENDURUPPSLAG Fulltrúi Vegna ov fáar umsóknir, verður starvið sum fíggjarfulltrúi í Almanna- og heilsu- málastýrinum lýst leyst av nýggjum. Uppgávan er í høvuðsheitum: • at hava eftirlit við fíggjarligu gongdini á játtanunum innan § 8 í fíggjarlógini • at ráðgeva og vegleiða teim ymisku stovnunum viðvíkjandi gerð av fíggjar- ætlanum og uppfylging av hesum, so- leiðis at fíggjarliga tilfeingi verður nýtt sum ætlað og í mun til aktivitet og kap- acitet. • at skipa data og gera fráboðanir á øllum stigum • at tryggja nøktandi leiðslukunning • saman við roknskaparøkinum at tryggja eitt vælskipað datagrundarlag Førleikakrøv: Viðkomandi útbúgving innan fíggjarliga økið frá hægri læristovni, sum t.d. cand. merc., cand oceon ella líknandi. Fólk við royndum/kunnleika innan arbeiði við fíggjarstýring hevur fyrimun. Ert tú í ferð við at gera teg lidnan við lesna, hevur tú eisini møguleika at søkja. Vit bjóða: Sjálvstøðugt starv, til tíðir strævið, men eisini áhugavert, við fjølbroyttum upp- gávum. Skeið og eftirútbúgvingarmøguleikar. Samstarv við aðrar fíggjarfulltrúar. Løn- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála ímill- um Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkis- felag. Setanarøki er alt Almanna- og heilsumála- stýrið við tilhoyrandi stovnum, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovan. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mary í Garði, fíggjarstjóra, tlf. 35 40 43 Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum skal sendast til: Almanna -og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 26. mai 2000, kl. 14. Almanna- og Heilsumálastýrið Sølan av trøum og runnum er byrjað á Gróðurstøðini, Hvítanesvegi 3, Hoyvík. Í mai og juni mánaða verður opið soleiðis: Mánadag–fríggjadag: Kl. 12–17 Leygardag: Kl. 10–14 Sunnu- og halgidagar: Stongt Norðoya Fornminnasavn Frá 15. mai til 15. september er framsýningin á savninum opin hvønn dag kl. 14–16. Norðoya Fornminnasavn Á Toll- og Skattstovu Føroya, Streymoyar øki, eru 2 størv leys at søkja til setan 1. juni 2000 ella so skjótt til ber og 1 avloysarastarv/hjálparastarv við kassan til setan frá nú og til ársenda 2000. 2 føst størv umframt 1 avloysarastarv Arbeiðsuppgávur: Málsviðgerð innan skatt, mvg, toll og innheinting. Førleikakrøv: Fyrimun hava umsøkjarar, ið hava lokið HH-prógv, merkonom e.l., ella hava aðra viðkomandi útbúgv- ing og royndir innan almenna ella privata umsiting. Viðkomandi, ið settur verður, skal helst hava kunn- leika til teldu á brúkarastøði, og hava góð evnir at orða seg bæði skrivliga og munnliga. Harumframt skal viðkomandi kunna arbeiða sjálvstøðugt, hava góð samstarvsevni og vera arbeiðssamur. Útbúgvingar- og eftirútbúgvingarmøguleikar: Toll- og skattstovan bjóðar starvsfólkunum ymsar innanhýsis útbúgvingar. Møguleiki er eisini at út- búgva seg uttanhýsis við ávísum stuðli frá stovnin- um. Kravt verður at viðkomandi, ið settur verður, luttekur í øllum viðkomandi innanhýsis útbúgving- um, og helst eisini í viðkomandi uttanhýsis útbúgv- ingum. Lønar- og setanartreytir: Løn og setanarviðurskiftir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Lønin verður ásett eftir útbúgving og starvsroynd- um frá øðrum starvi/størvum. Setanarøkið fevnir um aðalstýrini, løgmansskrivstovuna og deildir hennara. Tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. 1 avloysari/hjálparfólk til kassan Arbeiðsuppgávur: Vanligt kassaarbeiði, inn- og út- gjøld umframt annað arbeiði í sambandi við kassan. Førleikakrøv: Umsøkjarar við kunnleika til kassa/ avgreiðsluarbeiði hava fyrimun. Viðkomandi verður harumframt upplærdur á staðnum. Lønar- og setanartreytir: Setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvs- mannafelagið, og lønin eftir 15. lønarflokki í sama sáttmála. Umsóknir: Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, møguligum ummælum og upplýsing um starvs- royndir skulu sendast innan 26. mai 2000 til: Toll- og Skattstovu Føroya Streymoyar Øki Postboks 3139 Smyrilsvegur 7 FO 110 Tórshavn Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Streymoyar øki, Eyðfinn Hansen, økisstjóra á tlf. 310260. ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Um Stovnin Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrin- um, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, avgjalds-, mvg-, inn- tøkuskattalógina og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovn- urin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær 6 økisskrivstov- urnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Saltangará, Klaks- vík og Tórshavn, røkja raksturin. Í Streymoyar øki, har viðkomandi kemur at starvast, starvast í løtuni 55 fólk. Toll- og Skattstova Føroya, Streymoyar Øki 4 størv á Toll- og Skattstovu Føroya Streymoyar øki Lýsing Viðv. upptøku til búpláss á Eldrasambýlinum Við tað at heimið verður tikið í brúk, ætlandi 1. sept., fáast umsóknarbløð til búpláss við at venda sær til: Býráðsskrivstovuna í Vági Tlf. 37 30 24 Last- og kranavognskoyring Øll last- og kranavognskoyring við grabba. Last 3 m3. Krani 1800 kg. Tlf. 312779 & 281478 Í fjórðu royndini eydn- aðist tað hjá Sogndal við Juliani Johnsson og Kurt Mørkøre á liðnum at vinna fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum. Frammanundan hevði Sogndal spælt tvær ferð- ir javnt og tapt eina ferð. Mikukvøldið var Sogndal á útivølli móti Eik–Tønsberg, sum hev- ur havt eina syndarliga byrjan. Sogndal vann 5– 3, og tey trý málini vóru tey fyrstu yvirhøvur, sum framvegis stigaleys- a Eik–Tønsberg hevur fingið í hesum kapping- arárinum. Kurt Mørkøre skoraði eitt av málunum hjá Sogndal. Í 66. minutti økti hann leiðsluna til 5– 1. At leiðslan 25 minuttir undan leikloki var so trygg tóktist bera við sær, at teir í Sogndal síð- stu løtuna ikki tóku upp- gávuna í so stórum álv- ara, sum teir høvdu gjørt frammanundan. Hetta hevði við sær, at Eik–Sogndal fekk tvey mál afturat. Teir mink- aðu um munin til 2–5 og 3–5 í ávikavíst 83. og 87. minutti. Sogndal, sum er á átt- anda plássi, hevur fimm stig. Teir hava skorað níggju mál, og níggju mál eru farin ígjøgnum. Sunnudagin fær føroy- ska liðið í norskum fót- bólti vitjan av Tromsdal- en, sum er á triðja plássi við níggju stigum. JH JÁKUP MØRK Undanfarna kappingarár hevði Tjaldur ivasama heiðurin av at vera nið- asta liðið í bestu mans- deildini, men stendur tað til leiðsluna í felagnum, verður hetta broytt kom- andi kappingarár. Jacob skal venja Andreas Jacobsen, for- maður í Tjaldrinum, vátt- ar fyri Sosialinum, at teir væntandi skriva undir sáttmála við Jacob Jóns- son. Jacob Jónsson hevur sum kunnugt spælt við Kyndli tey bæði seinastu árini, har hann fyrsta árið var leikandi venjari. Umframt at felagið verður styrkt við íslend- inginum, sum nú á triðja ári skal royna seg í Før- oyum, er eisini ætlanin at styrkja liðið við øðrum leikarum. Andreas Jacobsen vátt- ar, at teir í løtuni arbeiða við at fáa aðrar spælarar til felagið, men enn er ein- ki konkret komið burtur úr hesum arbeiði. Tó leggur hann afturat, at ein møguleiki er, at Jens Mar- tin Knudsen verður at síggja á liðnum komandi vetur. Í fjør spældi hann onk- rar einstakar dystir, men tá Íslendska fótbóltskapp- ingin endar áðrenn før- oyski hondbólturin fer í gongd, skuldi verið møg- uleiki fyri, at hann fer at roynast nakað drúgvar hjá Tjaldrinum í ár. Hetta er tó eisini tengt at, um Jens Martin møguliga fer at spæla fótbólt aðrastaðni í vetrarhálvuni. Jónleif til Kyndil Sostatt er líkt til, at Kynd- il missur ein av lyklaleik- arunum á liðnum, men aloftast kemur maður í mans stað, og soleiðis verður eisini hesu ferð. Jónleif Sólsker, sum annars hevur verið leik- andi venjari hjá StÍF, vendir nevnliga aftur til barndómsfelagið, og ein- ki er at taka seg aftur í, at hetta skuldi viga ímóti missinum av Jacob. Plássið teir báðir spæl- a, er nevnliga hitt sama, og tá Jónleif framman- undan er kendur í felag- num, skuldu ikki staðist nakrir serligir trupulleik- ar av at finna seg til rættis í felagnum. Við tilgongdini av hes- um, hevur Kyndil helst fingið ein hin besta spæl- skiparan í landinum aftur, og spurningurin er so, um hetta verður nóg mikið til at tryggja felagnum meistaraheitið, sum teir nú hava sæð onnur feløg fara avstað við fleiri ár ár rað. Í øllum førum er sann- líkt, at fjórða plássið frá í fjør skal betrast, og at Jónleif hevur hagtølini við sær í so máta er einki at ivast í. Níggju ferðir hevur hann verið føroy- ameistari, harav sjey ferðir við Kyndli, og kann hann nú fáa tíggj- unda gullmerkið kann ringrásin á ein hátt sigast at vera endað. Jacob Jónsson til Tjaldur Líkt er til, at Jacob Jónsson komandi ár skal venja runavíkingar. Í hansara stað fær Kyndil Jónleif Sólsker Kurt slerdi fast Norskur fótbóltur: Fyrsti sigurin í hes- um kappingarári- num kundi verið heilt sannførandi, men síðstu løtuna tóku teir í Sogndal sær av løttum Ein av heimsins mest krev- jandi ítróttakappingum. So- leiðis verður ofta tikið til, tá tosað verður um væl- kendu iron-man kappingina á Hawaii, sum er størsta og kendasta kappingin innan triatlon. Á hesi svimja luttakarar- nir 3,8 km, súkkla síðani 180 km, fyri síðani at enda við eini marathon renning, sum er góðar 42 km. Sanniliga nakað, sum kann fáa flestu okkara at missa ondina, bert við hug- sa um tað, men triatlon er eisini ein ítróttagrein, sum kappast verður í her heima. Sprint Tað er tó ikki í fullari út- gávu at kappast verður í Gunnar vann Triatlon Farna vikuskiftið varð kappast í sprint-tritatlon, og gjørdist úrslitið, at Gunn- ar Dahl Olsen gjørdist greiður vinnari Føroyum, men hinvegin er ivaleyst eisini nóg strævið at luttaka í sonevndu sprint- triatlon kappingini, sum varð skipað undanfarna vikuskiftið. Teinarnir eru her nakað væl styttri, men fyri at full- føra svimjingina (750 m), súkklingina (22 km) og renningina (5,5 km), er púra greitt, at tú noyðist at vera í góðari venjing. Sum tað framgongur av úrslitunum niðanfyri, so gjørdist Gunnar Dahl Olsen ein rættuliga greiður vinn- ari, meðan Tony Ditlevsen og Kári Brattaberg eisini vóru sannførandi sum ávík- avist nr. 2 og 3. Ikki heilt óvæntað var tað serliga í súkklingini, at Gunnar legði sjógv millum seg og mótstøðumenninar, men umframt at vinna greitt í hesi greinini, so megnaði hann eisini at gerast næst- bestur í bæði svimjing og renning, so samanumtikið var einki at ivast í, at talan varð um rætta vinnaran Úrslitið av kappingini: 1 Gunnar Dahl Olsen 1.14,43 2 Tony Ditlevsen 1.17,00 3 Kári Brattaberg1.19,04 4 Evald Rasmussen 1.23,26 5 Beinir Rasmussen 1.24,22 6 Høgni Øster 1.26,23 7 Rókur í Jákupsstovu 1.26,24 8 Kári Simonsen 1.36,37 JÁKUP MØRK Valencia vann nevnliga í fyrru hálvfinaluni heili 4- 1á sponsku meistarunum, og við samlaða úrsltinum 4-3, hevur Valencia sostatt leikt seg í finaluna í Champions League, fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Høvdu tamarhald á Tað var ongantíð líkt til, at Barcelon skuldi megna at Valencia í finaluna Barcelona vann seinnu hálvfinaluna á Valencia 2-1, men eins og hjá Bayern München var hetta ov lítið til at vinna samanlagt venda gongdini í dystinum mikukvøldið. Valencia hev- ði so at siga alla tíðina tam- arhald á støðuni, og satt at siga tóktist mótstøðuliðið alt ov stirvið, tá teir royndu at bróta ígjøgnum vælskip- aðu valencia verjuni. Esini var líkt til, at Bar- celona tóktist vera bangnir fyri mótálopum frá Valen- cia, og tískil hevði útliðið meginpartin av dystinum gott tak á miðvøllinum, har teir vóru í yvirtali í mun til mótstøðuliðið. Tá so liðskiparin, Men- dieta, í seinna hálvleiki langaði bóltin í netið til 1-0 leiðslu til Valencia, tóktist samlaði sigurin at vera vís- ur, og hóast Frank De Boer og Philip Cocu skoraðu hvør sítt mál móti endanum av dystinum, so kom sam- laði sigurin ongantíð í vanda. vunnin tapt mál- d v - j - t mál málmunur stig 1 KÍ 6 4 - 0 - 2 17 8 9 12 2 VB 6 4 - 0 - 2 15 10 5 12 3 NSÍ 6 3 - 0 - 3 10 6 4 9 4 Sumba 6 1 - 0 - 5 5 23 -18 3 Bólkaspælið avgreitt Seinasti dysturin í bólkaspælinum í kappingini um løg- manssteypið varð leiktur mikukvøldið, so nú er greitt, hvørji lið hittast í fjórðingsfinaluni JÁKUP MØRK Mikukvøldið hittustt VB og Sumba í seinasta dystinum í bólkaspælinum í kapping- ini um løgmanssteypið. Hvíldu leikarar Dysturin var nógv merktur av, at bæði liðini ikki løgdu tað stóra í úrslitið. VB nýtti høvið til at hvíla fleiri av leikarunum, sum dagliga eru fastir á besta liðnum, og sumbingar máttu vera allar leikararnar, sum búleikast í Havn fyri uttan. Úrslitið av dystinum gjørdist, at vágbingar fingu fýra mál, meðan Sumba fekk tvey, og við sigrinum tryggjaði VB sær annað plássið í bólkinum. Sum skilst úr Vági, so var VB gjøgnumgangandi betra liðið, og tað eydnaðist teim- um eisin at leggja seg á odda við málið, sum Tórður Holm skeyt. Í seinna hálvleiki javnaði Hallur Dam Joensen fyri Støðan í bólki 1 sumbingar, tá hann fór ein solotúr gjøgnum verjuna hjá VB. Vágbingar svaraðu tó aft- ur, og Petur Óli Samuelsen, Birgir Nielsen og Niklas Ludvig broyttu støðuna til 4-1, áðrenn Bergur Vinther minkaði um munin móti endanum. VB-Sumba 4-2 (1-0) 1-0 Tórður Holm 1-1 Hallur Dam Joensen 2-1 Petur Óli Samuelsen 3-1 Birgir Nielsen 4-1 Niklas Ludvig 4-2 Bergur Vinther Fjórðingsfinalurnar verða leiktar soleiðis: 21.05 B36-HB Jens Petur Brattalíð 21.05 B68-VB Petur Reinert 21.05 GÍ-NSÍ Oddmar Andreasen 21.05 KÍ-FS Vágar Birgir Sondum