fríggjadagur 12. mai 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 91 - 12. mai 2000
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 91 - 12. mai 2000
JÁKUP MØRK/
ÁLVUR HARALDSEN
Tá Jákup Mikkelsen í 1994
fór til Danmarkar at royna
seg, hevði hann helst ikki
roknað við, at hann seks ár
seinni skuldi verða aftasti
skansin hjá oddaliðnum í
donskum fótbólti. Hvussu
bar tað tó til, at tað júst
gjørdist Herfølge, sum fekk
gleði av føroyska málver-
janum, og hví er lítla fe-
lagið brádliga at finna ovast
í donskum fótbólti? Hetta
vóru nakrir av spurningu-
num, sum vit settu Jákupi
Mikkelsen, tá vit herfyri
hittu hann á máli.
Nærum av tilvild
Jákup greiður sjálvur frá, at
hann og gentan í 1994 gjør-
di av at fara til Danmarkar
í lestrarørindum, eftir at
hann, orsakað av sparing-
um, varð uppsagdur á Post-
verkinum. Í fyrsta umfari
var talan bert um HF, men
tá hann eftir tvey ár hevði
fingið møguleika at spæla í
superliguni, broyttist støð-
an, og ístaðin fór hann á
læraraskúla.
- At tað júst gjørdist Her-
følge, sum gjørdist felagið
hjá mær, var eitt sindur til-
vildarligt. Allan Simonsen
hevði gjørt mær greitt, at
um eg framhaldandi skuldi
spæla á landsliðnum, mátti
eg finna mær eitt felag, á
rímuliga høgum støði. Eg
setti meg so í sambandi við
fyrrverandi KÍ-venjaran,
Jens Hvidemose, sum býr í
Haslev, fyri at vita, um
hann kundi hjálpa mær.
Hann tosaði so við Næst-
ved, uttan at nakað tó kom
burtur úr hesum, men brád-
liga fekk eg boð frá Allani
Simonsen aftur. Hann hevði
tosað við Ole Mørch, sum
tá var venjari hjá Herfølge.
Triði málverji teirra var tá
júst seldur til Hollands, og
sostatt kom eg til Herflølge
sum triði málverji, greiður
Jákup frá.
Herfølge var tá statt í so-
nevndu superkval. røðini,
sum varð røðin har upp-
flytingin til bestu deildina
tá varð avgjørd, og væl
gekst. Árið eftir var Her-
følge at finna í superliguni,
har teir hava havt fastan
sess síðani.
Altíð undirtippaðir
Spurdur um tey málini, sum
hann tá setti sær fyri, sam-
svara við støðuna í dag,
svarar Jákup, at tað gera tey
í stóran mun.
- Eg hevði sett mær fyri,
at eg skuldi spæla superliga
fótbólt. Tá vóru vit tríggir
málverjar, og meðan eg Kai
Larsen vera tann besta av
okkum, helt eg meg sjálvan
vera fult so góðan sum tá-
verandi annar málverjin.
Leiðin upp á besta liðið var
tó styttri enn eg hevði vænt-
að, og longu í august mán-
aði í ’95 spældi eg mín fyr-
sta superliga dyst. Eg varð-
veitti so sessin í eitt hálvt
ár, áðrenn eg varð skaddur,
og síðani eg tá vann fyrsta
málverjasessin aftur, havi
eg spælt tá eg havi verið
klárur.
Undan kappingini í ár
vóru nógv á einum máli
um, at Herfølge taldist mill-
um dumpikandidatarnar í
røðini, men støðan í dag er
jú ein heilt onnur. Hvørja
hugsan hevur málverjin um
hetta?
Vit vóru undirtippaðir í
ár, og tað hava vit satt at
siga verið hvørt ár. At fólk
soleiðis rokna við, at vit
skulu flyta niður, passar
okkum bara heilt væl, tí tá
verður tað nógv lættari hjá
okkum at spæla. Hóast
oddastøðuna, sum vit hava
í løtuni, so verið eg ikki
kløkkur, um bløðini aftur
hava okkum sum niðurflyt-
ingarevni komandi ár, men
sjálvur eri eg ikki bangin
fyri hesum. Eg haldi hin-
vegin, at vit hava eitt ó-
trúliga gott lið. Vit hava
kanska ikki nakrar profilar,
men spælararnir eru javnt
góðir, og vit hava ein hamp-
uliga breiðan hóp, soleiðis
at liðið kann bera, at nakrir
spælarar eru skaddir v.m.
Hini feløgini hava kanska
størri profilar, men hetta
merkir eisini, at missurin er
størri, tá hesir ikki kunnu
vera við. Eisini haldi eg, at
samanhladi hjá okkum er
ein ótrúlig styrki, sum við-
førir at viljin til at stríðast
altíð er til staðar.
Faxe stóran týdning
Undan hesum kappingar-
árinum varð fyrrverandi
Droymur um at sleppa út
um kongaríkið at spæla
Um 17 dagar kann Jákup Mikkelsen vera við til at skriva føroyska fótbóltssøgu. Hetta um hann sum fyrsti føroying-
urin verður við til at vinna eitt danskt meistaraheiti. Fyri stuttum fingu vit okkum eitt prát við landsliðsmálverjan
landsliðsleikarin,
John
Faxe Jensen, settur sum
venjari hjá Herfølge, og
sambært Jákupi hevur hann
havt eina stóra ávirkan á
avrikini hjá liðnum.
- Fyrst og fremst merkist
tað sera væl, at tað er stutt
síðani, at hann hevur spælt
fótbólt á hægsta støði. Ja,
hann spælir faktist enn, og
hetta merkja vit sum leik-
arar rættuliga væl. Eitt nú
eru venjingarnar rættuliga
nógv rættaðar móti støðum,
sum íkoma í dystum. Har-
umframt gevur hann nógv,
bara við at vera til staðar.
Navnið sjálvt, og tað, sum
hann stendur fyri, er sjálv-
sagt við til skapa virðing
fyri honum, tí hann hevur í
fleiri ár prógvað, at hann
ikki er bangin fyri at taka
ábyrgd ella ganga á odda,
og hetta er eitt avgjørt pluss
fyri hansara viðkomandi.
Eisini hevur hann gjørt
ymiskt, sum vit ikki vanliga
verður tengt at venjing.
Undan kappingin vóru vit
t.d. á sonevndari yvirlivil-
sisferð, og eisini hava vit
vera felags um onnur ting,
so sum úti í báti at fiska,
koyrt go-cart. Hetta hevur
avgjørt styrkt um saman-
haldið á liðnum, eins og
hetta eisini gevur møgu-
leika fyri at gloyma fótbólt-
in fyri ein dag.
Av prátinum hjá teimum
liðfeløgunum, sum eru hjá-
staddir undir práti okkara,
skilst eisini, at Føroyaferðin
í summar avgjørt eisin var
við til at styrkja saman-
haldið. Jákup ásannar eis-
ini, at hetta er ein ferð, sum
teir framvegis tosað um, og
Jákup avmyndaður á hugnaliga leikvøllinum hjá Herfølge. Ætlandi skal hetta skiftast út við størri karmar í framtíðini, men her og nú ræður um at
verja borg í superliguni, har Herfølge framhaldandi heldur fast um oddasessin
At Jákup er væl dámdur millum viðhaldsfólkið hjá Herfølge er eingin loyna, og í fe-
lagshúsinum hongur sjónliga prógvið um, at hann í 1998 varð kosin ársins leikari
JÁKUP MØRK/ÁLVUR
HARALDSEN
Venjari hjá Herfølge er
sum kunnugt fyrrverandi
danski landsliðsleikarin,
John Faxe Jensen. Skal
nøkur stjørna finnast á
liðnum, er helst eisini
nærliggjandi at peika á
venjaran, sum onkuntíð
eisini er leikandi venjari.
Eru ein eind
Men hvussu ber tað so til,
at Herfølge kortini hevur
snýtt øll liðini. Sum
nevnt, telur liðið so at siga
ongar stjørnur, og undan
kappingarárinum hildu
flestu serfrøðingarnir, at
liðið fór at verða skeivu
megin
niðurflytingar-
strikuna.
- Orsøkin er fyrst og
fremst tann, at vit eru eitt
lið. Talan er ikki einstak-
lingar, har alt avhongur av
tveimum ella trimum
stjørnuleikarum. Fótbólt-
urin er jú eitt liðspæl, og
til hetta hava vit ein leik-
arahóp, har allir eru javnt
góðir. Nevnliga hetta at
allir eru so javnt góðir, er
kanska størsta orsøkin til
at vit liggja fremstir,
greiður venjarin frá.
- Sostatt haldi eg als
ikki, at talan er um tilvild
av nøkrum slag.
Nógvir serfrøðingar hava
alla tíðina roknað við, at
oddastøðan hjá Herfølge
bert var eitt upplop, og at
liðið fór at dett niður ímill-
um fyrr ella seinni.
- Ja, tað havi eg hoyrt
fleiri ferðir, og tað kunnu
vit framvegis gera. Vit hava
eisini havt eina ógvuliga
laka periodu síðani vetrar-
steðgin, men tá hini liðini
samstundis hava mist stig,
eru vit framvegis at síggja í
toppinum.
Jákup skal rópa meira
Sæð við føroyskum eygum,
hevur týdningurin hjá Já-
kupi Mikkelsen ivaleyst
størsta áhugan, og vit spur-
du eisini Faxe, hvat hann
helt um føroyingin í felag-
num.
- Jú, Jákup er sjálvandi
ein góður málverji, og hann
hevur eisini stóran týdning
fyri lið okkara. Tað hevur
ein málverji so at siga altíð,
tí hann er jú okkara seinasti
skansi. At hann er góður,
er ikki bara nakað, sum eg
sigi, tí hesum hevur hann
langt síðani prógvað. Hóast
hann hevur framt nøkur
mistøk nakrar av undanfar-
nu dystunum, so er hann
Millum teir
bestu í Danmark
Orðini eigur venjarin hjá Herfølge, sum kortini heldur,
at Jákup Mikkelsen kann betra seg á onkrum økjum
framvegis millum bestu
málverjarnar í donsku
kappingini.
Hvørjir lutir heldur
venjarin so vera ávíkavíst
styrkin og veikleikin hjá
føroyska landsliðsmál-
verjanum.
- Hansara størsta styrki
er uttan iva ein móti ein-
um støður, kvikleikin
inni á strikuni og so eisini
góði bóltførleiki hansara,
tá bólturin skal spælast
við beinunum.
- Annars hevði eg verið
øgiliga fegin, um hann
rópti meira, soleiðis at
verjuleikararnir vistu, at
ein svakur maður stóð
aftan fyri teir og rópti.
Júst sum Schmeichel er
kendur fyri at gera. Tað
er so nakað, sum vit royn-
a at arbeiða við, men hin-
vegin veit eg væl, at tú
ikki bara kanst broyta ein
persón uttan víðari.
- Eisini haldi eg, at
hann kundi brúkt kroppin
meira, tá hann fer eftir
innleggum frá síðunum.
Hann er ikki serliga stór-
ur av vøkstri, og tí hevur
hann ein náttúrligan veik-
leika í hesum, men tað
mugu vit so eisini royna
at betra um.
Vinna heiðursmerki
Hvussu stóran møguleika
heldur bossurin í Her-
følge so, at lið hansara
hevur at gerast danskir
meistarar.
- Fáa vit tað málsøokna
spælið fram, sum vit hava
sýnt í nøkrum av und-
anfarnu dystunum, so
haldi eg okkum hava
góðar møguleikar. Í øll-
um førum rokni eg tá við,
at vit fáa okkurt slag av
heiðursmerkjum,
men
júst hvat slag hesi verða,
er ilt at siga.
serliga er tað ólavsøkan,
sum av ymsum ávum hevur
fest seg í minnini hjá lið-
feløgunum.
Góðar vónir
Tá vit tosaðu við Jákup,
hevði Herfølge bert vunnið
tveir av undanfarnu seks
dystunum, men kortini hev-
ði málverjin góðar vónir
um eina endastøðu í odd-
inum.
- Vit hava spælt góðan
fótbólt, men vit hava kortini
ikki megnað at gjørt neyð-
ugu málini, og uttan hesi
ber altso ikki til at vinna
ein fótbóltsdyst. Megna vit
at fáa gongd á hendan part-
in eisini, so rokni eg við at
vit kunnu standa okkum
heilt væl.
- Vit eru eisini farnir at
merkja, at fók nú eru farin
at rokna meira við okkum.
Hini liðini hava eisini sett
stig til alla tíðina, og tí eru
kanska fleiri, sum halda, at
tað eins væl kunnu gerast
vit sum nakar annar. Vit
skulu tó ikki taka nakað
sum givið, og heldur ikki
fara at rona okkum sjálvar
sum favorittar, bara tí Tips-
tjenesten ella onkur annar
ger tað. Vit skulu hinvegin
út at spæla okkara spæl, har
stríðsviljin stendur ovast á
skránni.
- Hetta er eisin nakað,
sum Faxe leggur stóran
dent á undan dystunum. Tá
vit hava taktikfund, skrivar
hann altíð »fight« ovast á
talvuni, og so kemur restin.
Tað vísur seg eisini aloftast,
at um so er, at liðið er fyrst
á flestu bóltunum og vinnur
nærdystirnar, so kemur
restin eisini av sær sjálvum.
Spurdur um leikararnir
eisini merkja, at fólkið á
stðanum er um at fáa fót-
bóltsfepur, svara Jákup, at
tað heldur hann ikki.
- Tað er so lítið av fólki í
Herfølge. Bara eini 5.000
fólk, og tí er áhugin um
liðið eisini tað minni. Tey,
sum búgva í býum nær-
hendis halda aloftast við
Brøndby ella FCK, so í so
máta er tað ógvuliga róligt
her á staðnum.
Framtíðin
Um framtíðina sigur Jákup,
at vón hansara heilt klárt er
at koma uttanlands at royna
seg. Royndarvenjingin í
Leeds fyri hálvum ári síðani
gav ikki nakað úrslit, og
sjálvur hevur Jákup bert
valt at taka hetta sum eina
uppliving.
- Eg royni bara at gera
mítt besta her á staðnum,
og so vóna tað besta. Faxe
hevur eisin tosað við onkrar
umboðsmenn í Onglandi,
men hetta er ikki nakað,
sum eg hugsi um í geran-
disdegnum. Seinastu tíðina
havi eg eisini gjørt fleiri
óneyðugar feilir, og tí ræður
fyrst og fremst um at fáa
hetta í rættlag aftur, áðrenn
eg kann hugsa um útlendsk
feløg.
- Eisini er tað av stórum
týdningi í so máta, at vit
megna at halda okkum í
oddinum av stigatalvuni.
Verða vit meistarar verður
áhugin um liðið sjálvsagt
nógv størri. Alt hongur
saman í so máta.
- Málið er tó framvegis
at koma víðari. Eg valdi at
leingja sáttmála mín við
einum ári, soleiðis at hesin
nú gongur fram til summ-
arið 2001. Hetta varð sjálv-
andi gjørt við tí fyri eyga,
at tað tá kann verða lættari
at koma til okkurt útlendskt
felag. Gongur dreymurin út
til tað tíð, átti eg framvegis
at havt eini fimm góð ár
eftir í mær.
- Tað týdningarmesta er
tó, at eg fái gongd á spælið
hjá mær aftur. Sjálvur haldi
eg, at eg stóð rættuliga væl
í heyst, har eg gjørdi fáar
feilir. Tá vit so spældu móti
AGF, gjørdi eg tvey stór
mistøk, og hóast man kan-
ska ikki hugsar um tað, so
ávirkar slíkt kortini sjálvs-
álitið.
Hóast
hann
sostatt
droymir um tað stóra æv-
intýrið uttanfyri kongarík-
ið, so er danska kappingin
tað málið, sum er mest í-
tøkjuligt. Vit spurdu tískil
at enda, hvat lið verður dan-
skur meistari, og hesum
svaraði føroyski málverjin
avgjørdur.
- Sjálvur trúgvi eg uppá,
at vit fara at megna tað.
Kanska hava vit eisini ein
fyrimun við, at vit á sein-
asta leikdegi skulu spæla á
heimavølli móti FCK. Um
teir tá ikki hava nakað at
spæla fyri, fara teir ikki at
geva alt tað teir megna, fyri
at gera Brøndby til danskan
meistara, og laga umstøð-
urnar seg soleiðis, eiga vit
at fáa fyrimun av hesum.
Um Todi Jónsson og lið-
felagarnir eru samdir í hes-
um, sigur søgan einki um,
men tað vildi kortini verið
stuttligt, um teir fyrrverandi
liðfelagin kundi verið fyrsti
mótstøðumaðurin, sum yn-
skti Jákupi tillukku við
meistaraheitinum, um tað
nú kemur so langt.
Faxe við eini Faxe
Ein av sterku síðunum hjá Jákupi, er sambært venjaranum, kvikleikin á strikuni. Her
verjur hann fyri skotið frá Allan Gaarde (Aab), úr stuttari fjarstøðu