mikudagur 1. februar 1995síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
Vanlig sjón í Nólsovarfirði
síðan. Mynd: Kalmar
Russisku svartkjaftatrolararnir:
tíðindablaðið I 53.”
Myndamaður okkara tók hesa myndina fyri nøkrum døgum
Umskipa dagliga
í Nólsoyarfirði
- Svartkjafturin verður næstan allur fluttur til heimamarknaðin
í Ruslandi. í Ruslandi er svartkjaftur dýrari enn toskur, sigur
Arni Dam umboðsmaður
Seinastu vikurnar hevur tað
verið daglig sjón at sæð
russisk skip liggja upp at
hverjum ødrum og um
skipa. Talan er um russiskar
svartkjaftatrolarar og onnur
russisk fiskiskip sum royna
her um leiðir, sum seta kós á
Havnina, fyri at sleppa av
við veiðuna
Fleiri trolarar koma
afturat um månadskiftid
fyri at umskipa. Trolararnir
undir Føroyum heilfrysta
svartkjafun i 30 kg. Kar-
tengur. Triggir blokkar eru i
hvørjari. Svartkjafturin
verdur so gott sum allur
fluttur til heimmarknaðin i
Russlandi, sigur Ami Dam,
umboðsmaður
Svartkjaftur er sera væl
umtóktur í Ruslandi, hann
er sera proteimríkur. I Mur
mansk, har eg havi vitjað
var svartkjaftur dýrari enn
toskur, sigur Arni Dam
Fleiri ferða
mannaskip
Eg rokni við, at nógv
útlendsk ferðamannaskip
fara at síggjast í Føroyum i
ár. Fleiri skip hava sett seg í
samband við okkum og
boðað frá, at tey koma
hendanvegin. Tey fyrstu
koma fyrst í juni, sigur Árni
Dam
Tað hevur stóran týd-
Trød í Skopun
til sølu
Tlf. 61 148
ning at fåa so nógv útlendsk
skip hendanvegin sum
møguligt. Tað dryppar av
nógvastaðn í samfelag
num, at utlendsk skip fáa
tænastur i Føroyum, sigur
Ami Dam
Í løtuni royna niggju
russiskir svartk jaftatrolarar
i Føroyakum sjógvi. Mána
dagin iógu triggir stillir,
meðan seks royndu. Teir
fingu í meðal 23 tons uppá
skipið. Teir royna suður
móu markinum vestur av
Munkagrunninum, verður
upplýst av Vaktar og Bjarg-
Ingartænastuni
justinus
VISTI TU
UW Nr. 22 - 1. FEBRUAR 1995
VISTI TU HETTA
— um koyring og rusdrekka?
at tå id talan er um »promille«, verður meint við hvussu nógv alkohol er í
blóðinum?
at tá ið talan er um »alkoholprosent«, verður meint við nøgdina av reinum
alkoholi í rúsdrekkanum? (t.d. 42% alkohol, restin vatn og smakkievni)
at verður tú tíkin at koyra bil vid 0,8 til 1,2 promille av alkoholi i blóðinum.
missir tu koyrikortid og fært bót? (promillukoyring)
at verður tú tíkin at koyra bil við 1,2 promille av alkoholi í blóðinum. missir
tú koyrikortid, fært bót og skalt inn at síta? (rúsdrekkakoyring)
at koyrir tú bil og kemur tær í óhapp, kanst tú fáa revsing, hevur tú bert lítla
nøgd av alkoholi í blóðinum?
at livurin, ið altíð arbeiðir við somu ferð, niðurbrýtur alkoholið. sum er
komið inn í kroppin?
at livurin hjá miðalfólki (70 kg) megnar at beina fyri uml. 7 g av alkoholi um
tíman?
at livurin hjá fólki í miðal megnar at minka um alkoholinnihaldid i
kroppinum við 0,15 promille um tíman? (Hetta kann tó vera sera ymiskt
millum fólk, úr 0,1 til 0,25 promille)
at tað tekur 1'/2 tíma at beina fyri alkoholinnihaldinum í einum
føroyskum »litlum«, sum inniheldur uml. 10 g av alkoholi?
at ein føroyskur »litil« er uml: 25 mi av snapsi — ein fløska av td
»Vedri«/»Silvur«, — ella eitt glas av vini?
at tu verður bert edrúur av at lata tíðina ganga og bíða, meðan livurin ger
arbeiði sítt?
at tú verður ikki skjótari eðrúur av at renna, fara í sauna ella brúsubað,
drekka nógv kaffi, tiansheldur bert vid at fáa sær ein blund?
at lítil og løtt fólk verða lættari åvirkad av núsdrekka enn stór og tung fólk,
hóast sama nøgd verður drukkin. Hetta tí at alkoholinnihaldið verður
størri í mun til kroppin
at konufólk verða lættari ávirkað av rúsdrekka enn mannfólk. hóast tey
vita tað sama. Orsøkin er, at konufólk hava meiri feitt í kroppinum enn
mannfólk og alkohol loysist íkki so væl upp í fiti?
at alkoholpromillan i blóðinum hjá einum, sum drekkur nidur í tóman
maga, verður størri, enn tann hjá einum, sum drekkur og hevur etið ella
samstundis etur, hóast sama negd verður drukkin?
at alkohol minkar um evnini at síggja í náttarmyrkri?
at alkohol minkar um evnini at síggja til síðurnar?
at alkohol minkar um evnini at reagera skjótt, t d. at bremsa?
at alkohol ger. at fólk fáa trupulleikar av at Skilja millum grønt og reytt?
at sambært kanning hava 17% av føroyingum onkuntíð koyrt bil åvirkad
av rúsdrekka? (Sama kanning í Finnlandi, Noregi og Svøriki gav urslitid
6-7%)
at meginparturin av teimum ålvarsligu ferðsluvanlukkunum eru
orsakaðar av rúsdrekka?
at Meginparturin av teimum. sum verða handtikin fyri at koyra ávirkað av
rusdrekka, verða tíkin um næturnar í vikuskittunum?
KELDUR:
HD. Joensen -Rúseitur. turvelvandi dregg= 1987
Jørgen Green: »Hvad ved vi om alkohol?» 1992
Føroya Legting. »Ferdslulégin« 1988
Kanning hjá Narkotika- og Rúsdrekkaráðnum
Ææ
Ráðið fyri Ferðslutrygd