Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2003síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 123 - 3. juli 2003 Nr. 123 - 3. juli 2003 49 ALTJÓÐA STUDENTUR Jan Müller Fram til fyrst í sjeyti árunum var tað heilt vanligt at síggja studentshúgvur á Ólavsøku. Soleiðis er tað ikki longur. Nú eru studentarnir fleiri ferðir so nógvir, sum teir vóru inntil fyri einum tredivu árum síðani, men siðurin við eyðkendu húgvunum á Ólavsøku datt næstan niður fyri, tá ið tað hjá nógv- um í ættarliðnum aftaná 1968 kendist við síðuna av yvir høvur at keypa húgvuna eftir lokið prógv. Tíbetur kom siðurin væl og virðiliga afturí- aftur. Síðst í juni og á Jóansøku síggj- ast nógvir næmingar í føroyskum klæðum og við studentshúgvu. Tað er ein sera vøkur sjón, og Ólavsøkan hevði ikki verið minni litrík, um stu- dentarnir gingu oman og niðan undir húgvuni. Nú tað stundar til Ólavsøkuna hava vit hitt ein av teimum, sum í summar leyk studentsprógv. Ein vanligan stu- dent at síggja til, men ein student, sum undan tíðini á Kambsdali hevði eina søgu, sum víkti frá henni hjá skúlafeløgunum, og sum hóast øðr- vísi fyritreytir kortini stóð seg so ógvuliga væl. Tamara í Túni á Toftum, sum er dóttur Daniu og Símin í Túni, er ímyndin av globaliseraða unga menn- iskjanum. Foreldrini eru føroysk. Hon er fødd í USA, uppvaksin í frumskógi- num í Venesuela fyrst og fremst sam- an við amerikanarum, hon hevur tikið studentsprógv á Kambsdali, og hon hevur eina rúgvu av vinfólkum – úr USA og Kanada – sum hon dagliga samskiftir við. Um hon kennir seg sum føroying? – Um tú hevði spurt meg fyri trim- um árum síðani, so hevði eg ikki vitað rættuliga, hvat eg skuldi havt svarað. Fyrsta málið, sum eg tosaði, var spanskt. Pápi mín dugdi spanskt, men mamma skuldi læra spanskt, og tí búðu vit í einum býi í Venesuela. Tá ið eg var tvey ára gomul, fluttu vit í frumskógin, har pápi mín framman- undan hevði verið trúboðari í tíggju ár. Eg var trý ára gomul, og tað var skjótt, at eg gloymdi tað spanska. Heima við hús tosaðu vit føroyskt. Øll hini, sum vit vóru saman við, inntil eg kom til Føroya at ganga í studentaskúla, tos- aðu eingilskt, so tað var leingi fyrsta málið hjá mær. Men eftir trý ár í studentaskúlanum eri eg ikki í iva um, at eg eri føroyingur. Úr frumskóginum og til besta prógvið Samrøða við 18 ára gamla gentu, sum er fødd í USA, uppvaksin í Venesuela, har mamma hennara hevur undirvíst henni, og ið sum 15 ára gomul fór á Kambsdal, haðani hon í summar var yngsti studenturin og fekk besta prógvið Tamara var fegin, tá hon hevði fingið studentsprógvið – Um eg fari at búgva í Føroyum, dugi eg ikki at siga nakað um. Mær leingist eftir at búgva onkra aðra staðni. Eg havi búð í stórbýum í USA og Venesuela og í frumskóginum í Venesuela og so á Toftum. Í fjør vóru vit lestrarferð í Keypmannahavn í eina viku. Tað dámdi mær væl, og eg hevði einki havt ímóti at lært tann býin og møguleikarnar har at kenna í nakrar mánaðir, greiðir Tamara frá. Tað hoyrist ikki, at hon ikki er innføddur føroyingur, men ofta trívur hon í eingilskar ella amerikanskar vending- ar og orðingar fyri at lýsa tað, sum hon vil siga. – Teir hava so nógv fleiri orð, orða- tøk og orðaspæl. Mær dámar væl amerikanarar, og eg sakni ameri- kanska humorin. At eg ikki eri upp- vaksin í Føroyum hevur havt við sær, at eg ofta havi kent tað á mínum skúlafeløgum og vinfólkum annars, at tey hava sæð tað komiska, tá ið eg als ikki havi dugað at sæð tað, og so hevur tað eisini verið hinvegin. Før- oyski humorin er í mínari verð undar- ligur. Heilt ymiskar skipanir Tá ið prógvini síðst í juni vórðu hand- að á Kambsdali viðmerkti rektarin, áðrenn Tamara í Túni fekk sítt prógv, at hetta var besta pappírið í ár. 10,4 í miðal og trettan tøl í eingilskum, fronskum og heimsspeki. Hon var yngsti studenturin av øllum. Hon fylti 18 5. oktober í fjør. Skúlasøgan hjá Tamaru er øðrvísi, enn hon er hjá øllum hinum. Vit geva henni orðið: – Í frumskóginum vóru viðhvørt tvær og viðhvørt ein amerikonsk familja saman við okkum. Eg spældi við børnini, sum vóru umleið mín aldur, og vit vóru í kinder garden – barnagarði, eg og tvey onnur. Mamma helt skúla við mær frá tí, eg var seks ár, og inntil eg skuldi í 9. flokk, tá flutti eg heimaní frá og til trúboðaraskúla, har eg gekk í high school, sum tað eitur í amerikonsku skipanini. Vit vóru umleið tredivu trú- boðarabørn á hesum kostskúlanum. Í mínum flokki vóru vit níggju. Hvussu var at hava mammu sína sum lærara? – Eg visti so lítið um nakað annað. Í 2. flokki og aftur í 5. flokki gekk eg í skúla á Toftum. Tað var øðrvísi enn gerandisdagurin, sum eg var von við, men eg gekk í føroyskum skúla í Parima, sum staðið í frumskóginum eitur, har vit búðu. Mamma fekk tilfar úr Føroyum, og so gjøgnumgingu vit. Søljan, Summardáin, Smæran og hinar bøkurnar í føroyskum hava vit arbeitt við í Parima, har eg lærdi støddfrøði í Sigmu bókunum og landalæru í donskum bókum. Tá ið eg varð eitt sindur størri, fingu vit eisini tilfar úr USA, har tey hava ørgrynnu av tilfari, eitt nú til home school. Tað var sera mennandi, eitt nú í heimssøgu, biologi og samfelagsfrøði. Vit byrjaðu um átta tíðina, og so varð hildið á inntil á døgurða. Eftir døgurða var so heitt, at vit hildu siesta. Um eg var nærløgd og íðin og skundaði mær, so fekk eg summarfrí, áðrenn ásettu tíðina. Home school tilfarið var upp- bygt við lærarabók við fasittlista, næmingaheftum og royndarbløðum. Eg brúkti fyri tað mesta lærarabókina og testaði meg sjálva. Tú gekk eitt ár í amerikanskan skúla. Hvat var stóri munurin millum tað og so føroyska skúlan? – Eg kann ikki sammeta so nógv við barnaskúlan í Føroyum. Men ein munur millum 9. skúlaárið í Tama- tama, har skúlin fyri trúboðarabørn var, og studentaskúlan á Kambsdali eru royndirnar. Í USA skipanini testa tey alla tíðina. Hvørja ferð ein kapitul ella eitt evni er liðugt, so er test á skránni, og so verður alt testað aftur, tá ið árið er liðugt. Eg skilti ikki, at tað í studentaskúlanum var so langt millum royndirnar, og í fyrstu atløgu hevði eg eitt sindur ilt við at fata royndarskipanina. Í USA skipanini terpaði eg alt uttanat, meðan eg í studentaskúlanum skuldi fyrihalda meg til spurningar og sjálv taka støðu. Hvat dámdi tær betri? – Eg havi havt gagn av báðum skip- anunum. Um eg hevði hildið fram í high school, so høvdu krøvini um sjálvstøðug avrik vaksið. At eg hevði lært so nógv uttan at har yviri, var mær at gagni eitt nú í alisfrøði og evnafrøði, tí vit í 9. í basic science høvdu nógv um periodiska systemið, og stórur dentur varð lagdur á at minnast. Og so hevur tað verið ein sera stórur fyrimunur at duga eingilskt og spanskt. Tað spanska lærdi eg orduliga í 9. flokki. Har vóru lærararnir – akkurát sum í studenta- skúlanum – ymiskir og nýttu ymiskar frálæruhættir. Tann, sum vit høvdu í sponskum, var framúr hugflogsrík og kreativ. Tað var eitt spæl at læra spanskt hjá henni. Eg ætlaði at velja russiskt í studentaskúlanum, men tað bar ikki til. So valdi eg franskt. Tey orðini í fronskum, sum ikki líkjast sponskum, eru at finna í eingilskum, so tað var fínt. Hvussu hevur tú lært føroyskt og danskt? – Mamma lærdi meg føroyskt, og tað var nátúrligt heima hjá okkum. Tað danska havi eg fyri tað nógva lært við at lesa Anders And. Tá ið eg gekk í 5. flokki í Tofta skúla, høvdu vit ein danskan lærara. Hon var nærløgd og lærdi meg úttalu og grammatikk, og á bókasavninum fann eg út av, at flestu áhugaverdu bøkurnar vóru á donsk- um. Hevur saknað tað kreativa Tá ið vit spyrja Tamaru, hvat hon er mest glað fyri og havt hon hevur saknað mest hesi trý árini á Kambs- dali, so svarar hon soleiðis: – Eg havi verið sera fegin um at læra so nógvar ungar føroyingar at kenna. Samanhaldið í flokkinum og skúlanum og millum tey ungu, sum eg eri komin saman við í samkomun- um í Eysturoy, hevur verið og er fram- úr gott. Eg havi verið fegin um flestu lærugreinarnar. Mær hevur altíð dámt so sera væl skaldskap, og tað er fantastiskt at hava atgongd til alnetið. Tann vegin havi eg fingið mesta tilfarið, sum eg havi nýtt til stílar og uppgávur, og tað hevur sjálvandi verið stórur fyrimunur, at tað ikki hevur bilað, hvørjum málið tað hevur verið á. Viðhvørt hevur føroyskt lærarin sagt við meg, at soleiðis ber tað ikki til at orða seg á føroyskum. Eg veit tað væl, men eg haldi, at tað ber ikki altíð so væl til at siga tað sama á føroysk- um og eingilskum. Hvat eg havi saknað mest? – At skúlin ikki hevur havt fleiri kreativar lærugreinar at velja ímillum. Eg havi havt tónleik á hástigi, og tað hevur dámt mær framúr væl, eisini tá ið restin av skúlanum onkuntíð kend- ist keðiligur. At eg fekk møguleika at halda fram at spæla saxofon, sum eg fyrstu ferð royndi í high school, var deiligt. Eg var eisini fegin um at kunna velja heimsspeki og sálarfrøði, men eg saknaði at hava møguleika at velja kreativar lærugreinir. At mamma er kreativ ávirkaði meg í barnaárunum í frumskóginum. Eg vildi fegin velja leiklist, men tað var ikki undirtøka fyri tí, og skúlin á Kambsdali hevur ikki evning. Tað er spell. Fert tú í føroysk klæði og húgvuna á Ólavsøku? Who knows? Og so? – At arbeiða í nakrar mánaðir, og so kanska til Danmarkar ella onkra aðra staðni at royna flogið. Um eg fari at lesa, hvat og hvar, tað veit eg ikki enn. Eg veit, at føroyingurin í mær er styrknaður seinastu trý árini, men eg gleði meg at samskifta og síggja vin- fólkini alla staðni frá. Dania í Túni undirvísti Tamaru tey fyrstu nógvu árini í frumskóginum í Venesuela Tamara við einum av kortunum, sum hon lærdi alfabetið eftir Sangin og tónleikin í studentaskúlanum dámdi Tamaru væl. Her framføra hon og floksfelagarnir í tónleikaliðnum í sambandi við prógvhandanina C M Y K 49 48