týsdagur 22. juli 2003síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 123 - 3. juli 2003
Nr. 123 - 3. juli 2003
51
C
M
Y
K
51
50
FØSTUFRESSAR
Eyðun Klakstein
Tað er einki at ivast í, hvat mest for-
vitnisliga navnið á ólavsøkukonsertini
hesaferð er.
Terji og Føstufressar hava ikki spælt
saman í nógv ár, og teir hava bara giv-
ið eina plátu út, men talan er um
kanska mest virdu føroysku plátuna
nakrantíð.
Tað var í 1990, at plátan við Terja
og Føstufressum kom út, og hóast
móttøkan í byrjanini ikki var nakað
serligt, so vaks hendan plátan seg
stóra og sterka í árunum, sum komu.
– Hetta er tann fløgan, sum hevur
havt størst týdning fyri meg, og sum
eg havi verið mest nøgdur við, sigur
sangarin Terji Rasmussen um útgáv-
una, sum hann kallar sítt høvuðsverk.
Teir frálíku sangirnir á hesi útgávu
hava staðið ímóti tíðarinnar tonn, og
teir standa eins sterkir í dag, sum teir
gjørdu fyri 10 árum síðani og meira.
Ongantíð ligið fyri
Tað verður gamla manningin í Føstu-
fressum, sum fer at spæla á ólavsøku-
konsertini, og teir ælta sær at spæla
sangirnir av útgávuni frá 1990
– Vit gleða okkum sjálvsagt sera
nógv til at spæla saman aftur. Tað
hevur í veruleikanum ongantíð ligið
fyri hjá okkum at spæla saman, tí at
bassspælarin hjá okkum, Arnold Lud-
vig, hevur búð uttanlands síðani
1991, og aðrir hava eisini verið nógv
uttanlands, sigur Terji Rasmussen.
– Vit skulu bara uppfríska tónleikin,
og fleiri av okkum hava eisini spælt
sangirnar frá fløguni við øðrum bólk-
um gjøgnum árini. Tað verður eingin
trupulleiki, tí at tónleikararnir í hesum
bólkinum eru teir bestu í Føroyum.
Manningin í Føstufressum er: Terji
Rasmussen, Rógvi á Rógvu, Arnold
Ludvig, Magnus Johannesen, Leivur
Thomsen og Eyðun Nolsøe.
Fressarnir syngja aftur
Høvuðsnavnið á ólavsøkukonsertini er
Terji og Føstufressar, sum standa fyri eini
tí bestu føroysku tónleikaútgávuni
nakrantíð. Teir fara at spæla við
upprunaligu manningini
Leivur Thomsen spælir gittar í Føstufressum
Mynd: Jens Kristian Vang