týsdagur 22. juli 2003síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 3. juli 2003
53
53
52
Nr. 123 - 3. juli 2003
BØRN
Eyðun Klakstein
Børnini hava eisini okkurt at fara til á
ólavsøku. Í Tjaldinum, sum fer at
standa í Kommunuskúlagarðinum,
fara Niels og Peter Plys.
Hóast teir líkjast, so eru teir ikki í
familju, men teir brúka hóast alt sama
eftirnavn.
Niels Plys hevur áður vitjað í Føroy-
um við sínum undirhaldi, og tá var
hann væl umtóktur millum børnini.
Hann dugir gandakynstur, kann fáa
ballónir at líkjast øðrum enn ballón-
um, og so hevur hann góðgæti við í
skjáttuni.
Tá eru vánirnar fyri at verða popu-
lerur millum børnini á góðari leið.
Undirhaldið Plyssunum verður í
Tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum
bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.
Báðar dagarnar klokkan 17.00.
Plys
til børnini
Niels og Peter Plys fara at undirhalda børnunum í
Tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum. Áskránni eru
gandur, ballónir og annað undirhald
– Eg skal arbeiða ein part av Ólavsøkuni.
Seinnapartin Ólavsøkudag skal eg til ar-
beiðis, so tann dagin verður ikki tann
nógvi hugnin. Annars plagar Ólavsøkan
at vera tað vanliga. Ein túr í býin at práta
við fólk, ganga oman og niðan, tað er
tað vanliga. Kanska man so støkkur inn
á gólvið at vitja onkran eisini.
Eg plagi eisini at hyggja eftir kapp-
róðri, og í ár er tað rættuliga spennandi,
tí Havnar Róðrarfelag hevur møguleika
til at ogna sær fýra FM heiti, og tað er
mær vitandi fyrstu ferð í søguni. So tað
hevði verið stuttligt, og um so Havnar-
báturin eisini vinnur, so hevði Ólavsøk-
an verið bjargað.
Veðrið hevur eisini nógv at siga – um
ikki alt. So um vit sjálvi gera okkara til,
at Ólavsøkan verður góð, og tað ikki
regnar, so verður hon uttan iva góð.
Bara tað ikki regnar
Hvussu heldur tú ólavsøku?
Leivur Hansen,
sjónvarpsmaður
– Eg ælti mær fyrst og fremst at halda frí
frá arbeiðnum á ólavsøku. Eg fái vitjan
úr Grønlandi, og tað fer sjálvsagt at
merkja ólavsøkuna. Tey hava hoyrt nógv
um ólavsøkuna, so í ár hava tey lagt sær
feriuna soleiðis, at tey kunnu uppliva
hana.
Eg havi búð nógv ár í Grønlandi, men
eg havi næstan altíð verið heima á ólav-
søku, tí tað er tá, at tú kanst hitta flest
fólk.
Eg ælti at lata gestirnar hjá mær upp-
liva ólavsøkuna, og eg fari ivaleyst til
setanina, kappróður og til felagssangin
– tað eru tey stóru tiltøkini, sum mann
altíð fer til.
Fái vitjan úr Grønlandi
Hvussu heldur tú ólavsøku?
Sólja í Ólavsstovu,
aðalstjóri í Almannaráðnum
C
M
Y
K
52