Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-02-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 1995síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 21. FEBRUAR 1995 - Rist eisini I toskatrol Norski fiskivinnustjórin er sinnaður at krevja rist eisini í toskatrol á ver ndarleiðini við Svalbard og annars norðanfyri 64 stig. Málið verður tikið upp á næsta fundinum í norsk/russisku sam starvsnevndini, har æt lanin er at fáa hetta samtykt Norðmenn hava gjørt royndir við rist í pos annum á toskatrolið og royndimar em væl- eydnaðar. Tað hevur eydnast at:skilja minni fisk frá stórri. Roynd imar hava verið gjørdar í eitt fimm ára tíðarskeið og samanlagt er ymisk sløg av skiljiristum roynt í 250 tógdegn Semjast russar og norðmenn um skiljirist í toskatrolum, á sama hátt sum vid rækjutrolum, so merkir hetta at føroyskir trolarar í Barenishavi num eisini skulu nýta slíka jústinus | Brasilia: Storkeypari av klippfiski Brasilia er aftur vorðið størsta keypara- landi av fiski hjá Noregi Fiskaútflutningurin hjá Noregi ul Brasiliu øktist í januar í ár við 50 milliónum krónum í mun til januar í fjør. Orsøkin ul økingina er serliga, at meir at brasilu- menn hava keypt meira av klippfiski, men Brasilia er eisini farið at keypa onur fiskasløg frá Noregi. Sambært tølum frá norsku útflutningsneyndini øktist virðið av útflutning- inum ul Brasiliu úr 131 milliónum í januar í fjør til 180 milliónir í januar í ár Taðer fyrst og fremst klipp fiskurin, sum eigur partin í økingini, men eisini útflutn- ingurin av livralysi, roykt- um laksi og rognum er øktur. Men hugaligastu tølini stava frá klippfiski her er prísurin hækkaður við heilum 24 prosentum í mun ul januar í fjør. Í januar í fjør var prisurin 32,31 krónur í meðal fyri kiloið av klippfiski. fyrsta mánaðin í ár var prísurin í meðal 40,22 krónur fyri kiloið, ski.var Fiskaren jústinus Somu kvotu við Svalbard Avmarkingarnar í toska- veiðuni á verndarleiðini við Svalbard, verða skipaðar eftir somu regl- um sum í fjør. Reglurnar vóru endaliga samtyktar fríggjaðagin í norsku stjórnini. Norsk og russisk skip kunnu veiða innan kvot- urnar, sum er fastsettar í samráðingum landanna millum. Skipini úr triðja londum kunnu veiða innan tær kvotur tey hava fingið innan norskt artiskan tosk, tey kunnu veiða 28.000 tons á av toski í ár. Her er talan um ES-lond, Polen og Før- oyar, sum hava søgu- ligan rætt av veiða við Svalbard jústinus Je + Sandoyggin og bygdin Skopun er eitt av teimum økjum í landinum, sum Bjarti Mohr, sambært Jógvan Adolf Johannesen tingmann hungrar. »Hetia kann eg ikki stilltigandi sita og hyggja at« sígur hann Jógvan Adolf Johannesen, tingmaður Bjarti Mohr hungrar åvis økir í landinum - Bert at hava nøkur fá virkir opin á midstadarøkinum minnir ikki nógv um lands- politikk og eg kann sum valdur fyri eitt oki, Bjarti Mohr hungrar, ikki sita stilltigandi og hyggja at, sigur annar sandoyartingmaðurin I leygardagsdimmuni finst stjórin i Førova Fiskavirk ing, Bjaru Mohr, hvassliga at nøkrum løgungslimum, sum hava vent sær móti Fiskavirking Hetta eru lokalar kreftir í løgunginum, sum í staðin fyri atloysa landsbúskapar ligar trupulleikar flyta bólt in burtur frá sínum egnu, sigur Bjarti Mohr. og Ingeborg Winter fyri annað hvert at vera í Ørviti, ella vita vit ikki hvat vit tosa um. Men eg dugi ikki vid mín besta vilja at síggja, at tað er landspolitikkur, sum Fiskavirking ella Bjarti Mohr rekur. Bjaru Mohr hevur konsentrerað seg um nøkur fá virkir á midøki- num og tað kann eg ikki kalla fyri at vera nakran Jógvan Adolf Johannesen, tingmaður Í greinini verða løgtings limirnir Ingeborg Winther og Jógvan Adolf Johanne sen nevndir. Hesir hava boðað frá, at kemur ikki gongd í Fiskavirking og virkini lata uppaftur, so fær tey av sínum einingum, at leggja uppskot fyri ungið Í ørviti ella ikki Bjarti Mohr skýrir meg landspolitikk. Skal talan vera um landspolitikk;, sum má hetta fara um landið alt, sigur Jógvan Adolf Jo hannesen Bjarti Mohr sigur, at á teimum sJey virkjunum sum vóru opin var í fjør bert 50 prosent av fram leiðsluorkuni utmyttað Tað kann møguliga vera, at:tað er soleiðis. Tað kann eisini vera, at maskin orkan á virkjunum, sum eru opin, nú er so ovurhonds stór. Men tað hevur altíð verið. Tað var altíð soleiðis innan flakavinnuna, at tað var ongantíð samanhang- andi arbeiði. Tað ber næst- an ikki til at fåa flakaarbeiði at vera samanhangandi. Tað velstum veður og fiskiskap, sigur Jógvan Adolf Jo- hannesen Bjarti Mohr sigur, at let- ur virkið upp í Vági (ella Sandoynni, blåm.) so koma trupulleikar at verda i Fuglafirði? Tað dugi eg als ikki at skilja, tí Bjarti Morh segði frammanundan, at í minsta lagi eitt virki skuldi vera opið í hvørjari sýslu. Talan var eisini um eitt tvísiffrað tal av virkjum sum skuldu vera opin, sigur Jógvan Adolf Johannesen. Vit vita, at føroyingar liva ikki av, at 70.000 tons av fiski koma uppá land. Tí má fiskur flytastinn til virk ini, sigur Jógvan Adolf Jo hannesen Bjarti Mohr vísir á, at ein tridingur av lønini Fiska- virking rindar fer til virk ing av tridjalandsfiski Tað kann væl verða, men hetta er í hvussu er ov líuð ul at skaffa arbeiði í hesum landinum. Júst at skaffa arbeiði hevur hendan samgonga sett sær fyri. Vit skulu fáa meira aktivitet í samfelagið, sigur Jógvan Adolf Johannesen Vit liva ikki at at ein triðingur av fólkinum gong ur arbeidsleyst. Tað livir einki land av. Vit liva held- ur ikki av at undirhalda einum stødugum arbeiðs loysi uppá einar 300-350 milliónir um árið, sigur Jógvan Adolf Johannesen Hungrar' åvisar syslur Eg haldi, at Bjarti Mohr skal eiga hasi orðini um lokalpoliukk fyri seg sjálv- an. Hetta er landspolitikkur talan er um. At poliukkarar- nir í teimum økjum, sum hann hungrar, skulu tiga, so tekur hann feil, tí tað er ikki nakar landspoliukkur. Poli- tikkarar eru valdir í sínum valdømi og teir síggja best hvussu vidurskifuni eru í teirra valdømi. Tíber ikki til hjá politikkarum at sita still- utgandi og hyggja at meðan alt verður sundurskrætt í teirra valdømi, meðan bert nøkur fá pláss í landinum skulu hava alt sum kemur uppá land. Politikkara mugu virka fyri landið alt, men teir kunnu ikki sita og drepa nøkur pláss, sigur Jógvan Adolf Johannesen justinus Bjarti Mohr, stjóri