Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 139 - 25. juli 2003 Nr. 139 - 25. juli 2003 3 Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði sonur og beiggi HØGNI TRAÐARÁ Fuglafjørður andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkið á B8.Tøkk til Una Næs, prest, fyri troystarrík orð á kapellinum, til jarðarferðina og fyri alla ta hjálp, hann veitti okkum. Tøkk til sangarar, kór og solistar í kirkjuni.Tøkk til Mentanarhúsið, tykkum sum stóðu fyri og tykkum, sum bakaðu og á annan hátt hjálptu til. Tøkk fyri kransar, blómur, fjarrit og brøv og tøkk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Sunrid,Tórmóð, Urd & Tóri og Sjúrður v/familju Tøkk Hjartans takk fyri sýnda samkenslu, tá elskaða kona, systir, svigarinna, mostir og ommedidd okkara SÓLGERÐ JOHANNA DJURHUUS andaðist og varð jarðað. Takk fyri blómur og kransar og tøkk til øll tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini. Vegna tey avvarðandi Palle Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, ið mintust meg á sjeyti ára degnum 15. mai. Tøkk til familju, vinfólk og bygdarfólk, ið vóru við til at gera dagin góðan og hugnaligan. Blíðar heilsanir Óla Jákup Hentze Skúvoy Kunngjørt verður, at kæra móðir, vermóðir, omma og langomma okkara MARIN ELISABETH ANDREASEN Strendur andaðist mikudagin 23. juli í Umlættingarheiminum í Gøtu, 86 ára gomul. Jarðarferðin verður leygardagin 26. juli kl. 14.00 úr Sjóvar kirkju. Familjunnar vegna Anna, Niklas, Sunnvá og Sofus Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæru foreldur okkara, omma, abbi, langomma og langabbi ELISABETH MARIA og OLE H.P. HANSEN Svínoy doyðu og vóru jarðað. Familjunnar vegna Amalia og Símun C M Y K 3 2 Starvsfólk søkist Føroya Egg søkir eftir fólki at arbeiða hálva tíð frá 1. august og árið út. Viðkomandi skal hava koyri- kort. Ert tú álítandi og hevur hug at royna nakað ørvísi, so royn hettar. Arbeiðið fevnir fyri ein stóran part um at pakka egg, koyra tey út til handlarnar, og hava eftirlit við at alt virkar sum tað eigur. P/F Føroya Egg FO-176 Velbastað Lastbilurin koppaði Týsdagin um fimm tíðina koppaði hesin lastbilurin, sum koyrdi tilfar til nýggja ringvegin úti við kirkjugarðin við Velbastaðvegin í Havn. Av tí at bilurin var bakkaður niðan í brekkuna, skuldi lastin vippast langt upp, áðrenn tilfarið, sum var í lastini, fór úr. Tað sum síðan hendi, var tað, at tyngdarpunktið kom so langt upp, at bilurin koppaði. Tíbetur fekk ongin skaða av hendingini Mynd: Formula