Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 139 - 25. juli 2003 Nr. 139 - 25. juli 2003 5 - Lítið skal til, at alt lessið koppar og vit eru í trongum skóm. Landsbúskaparliga er ILA-rakta alivinnan ein óheppin støða, metir Bjarni Djur- holm, sum á lands- stýrisfundi týsdagin hevur viðgjørt støð- una og uppskot er gjørt um at frítaka tøku av sjúkum fiski fyri verkfallsárin. - Tað kemur væntandi ein strukturbroyting innan alivinnuna. Støðan er ring og broyting og tillaging er neyðug, sigur Bjarni Djurholm ALING Dagfinn Olsen Bjørn Harlou, landsdjóra- lækni, førdi í blaðnum í gjár fram, at koppseting ímóti ILA-sjúkuni bert er eitt amboð, ikki endalig loysn, og at fleiri vansar eru. Onnur tiltøk skulu til, t.d. "alt út, alt inn" hug- burðurin og at koppsetingin bert verður ein royndarætl- an, tí onki koppingarevni finst. Eisini kann hetta føra við sær, at alarar á okkara leiðum, sum ikki koppseta, nýta møguleikan at sleppa sær av við okkum sum kappingarneyta. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við vinnumál- um, er samdur við lands- djóralæknan. - Eg eri samdur í hansara sjónarmiðum. Fyrimunirnir uppvigast av vansunum, men vit eru komin so langt, at okkurt má gerast.Nú mugu vit taka stig, eisini ótradtitionell stig. Eg eri samdur við Harlou, men hvat er alternativið, spyr Bjarni Djurholm. - Tá ILA-sjúka er, so eru skipaðar mannagongdir. Norksa skipanin og skotska skipanin. Norska skipanin- er meira stigvís og skotska meira radikal, har alt verð- ur tikið. Vit hava hildið okkum til norskað háttin, men staðfestast kann, at handfaringin hevur so ikki steðgað ILA-sjúkuni, sigur Bjarni Djurholm. - Men støðan er álvarslig innan alivinnuna og tað er kanska ivasamt, um ali- vinnan megnar at seta smolt út komandi ár, sigur Bjarni Djurholm. Frítaka tøku fyri verkfall Bjarni Djurholm ásannar, at skal alivinnan yvirliva, so skulu munagóð stig tak- ast og koppsetingin er bert eitt amboð og eitt stig á leiðini. - Millum annað skal munagott koppingarevni finnast. Nú sær út til, at ES við vælvild fer at taka støðu til okkara umsókn um at koppseta, sigur Bjarni Djurholm, sum tó viðgong- ur, at tað, at vit hava útflutt sjálvdeyðan fisk til ES, ikki setur okkum í besta ljósið í hesum málinum. - Á landsstýrisfundi týs- dagin var eitt punkt á skránni lógarbroyting við- víkjandi djórasjúkum. - Har var millum annað frammi, at tá landsdjóra- læknin ásetur, at djór skulu takast - eisini fiskur - vegna sjúku, so skal hetta frítakast fyri verkfall. Hetta kemst av støðuni fyri tveimum ár- um síðani og eisini undir verkfallinum í ár, sigur Bjarni Djurholm. Lessið koppar Bjarni Djurholm ásannar, at innan alivinuna, og har- við landsbúskaparliga, er støðan álvarslig. - Lítið skal til, at alt less- ið koppar og vit eru í trong- um skóm, sigur landsstýris- maðurin. - Hvussu nógv aling er eftir í Føroyum komandi vár, tá koppseting kanska gerst veruleiki? - Tað er ilt at meta um og sum ein bankastjóri førdi fram, so er neyvasta vísind- in bakklókskapur. Men inn- an alinvinnuna eru fleiri støður, eg síggi fyri mær. Sjúkan er eitt. Annað er, at prísurin er undir fram- leiðslukostnaðin, og tað drenar alibrúkini fyri egin- pening. Ringasta støðan er, um alivinnan ikki megnar at seta út smolt komandi ár og tí er hetta ein støða mill- um lánveitarar og vinnu, sigur Bjarni Djurholm, sum staðfestir, at í landsins leiðslu verður peningaligur stuðul als ikki umrøddur. - Tað kemur væntandi ein strukturbroyting innan ali- vinnuna. Støðan er ring og broyting og tillaging er neyðug, sigur Bjarni Djur- holm. Landsdjórlæknin førur fram, at neyðugu stigini við t.d. at leggja brakk eru trupul at gera til veruleika, tí alibrúkini liggja sera tætt og fleiri eigarar eru, sum ikki altíð ganga í takt. - Vit hava ofta heitt á al- arar um at samstarva, men tað hevur ikki gingið so væl, men vit koma fram- eftir at krevja, at ein ár- gangur er á hvørjum stað. - Alivinnan vaks við ferð uppá stutta tíð. Firðirnir eru smáir og fáir og umhvørv- isárinini tí stór. Alt hetta býtur seg sjálvan í halan nú, metir Bjarni Djurholm um hættisligu støðuna í ILA raktu alivinnuni. - Hóast stuðul til alivinn- una ikki kemur uppá tal, so verður tað tað almenna, sum kemur at gjalda kostn- aðin av royndarætlanini við koppseting ímóti ILA- sjúkuni. Hetta snýr seg um einar 2 til 3 milliónir krón- ur árliga. Men alarar skulu sjálvir gjalda koppingar- evni pr. smolt, sigur lands- stýrismaðurin í vinnumál- um, Bjarni Djurholm. Djurholm um alivinnuna: - Eru í trongum skóm Rættleiðing Í samrøðuni við landsdjórlækna Bjørn Harlou í blaðn- um í gjar, er eitt brot, ið kann misskiljast: Harlou varð spurdur, um tað, at vit hava flutt sjálv- deyðan fisk til ES, kann fáa ávirkan á teirra viðgerð um umsókn føroyinga um at sleppa at koppseta ímóti ILA sjúkuni. Svar hansara var í greinini, at: Teir ið taka avgerðinar eru helst somikið at sær komnir, at teir gera tað á sak- ligum grundarlag, men eg vil siga tað soleiðis, at hetta fremur ikki okkara søk" Her kann tað ljóða, sum staðfestir landsdjóralæknin, at deyður fiskur er útfluttur, men málið er enn á kann- ingarstøði og rætta svar hansara var eisini: "Teir ið taka avgerðinar eru helst somikið at sær komnir, at teir gera tað á sakligum grundarlag, men eg vil siga tað soleiðis, at illgruni um hetta fremur ikki okkara søk." -blðm- Eins og vanligt er aðrastaðni, so verður tiltakið Open by night nú eisini í Vági HANDILSLÍV Dagfinn Olsen Fríggjkvøldið verður til- takið Open by night í Vági. Hetta at hava opið á nátt, ella seint á kvøldi, er alt vanligari at síggja á størru plássunum. Fríggjakvøldið hava handlarnir í Vági opið til klokkan 22 og teir hava ymisk góð tilboð at bjóða viðskiftafólkunum. Eisini eru ymisk tiltøk í býnum. Skótaliðið Royndin hevur sølubúð við kaffi, kakao og pyslum við Stat- oilstøðina miðskeiðis í býnum og í Stóra Pakk- húsið verður eisini skipað fyri ymsum tiltøkum.Eisini fer Kirkjukórið Ljómur at syngja í býnum. Tað er Kunningarstovan í Vági, ið samskipar tiltakið. Open by night í Vági Støðan í alivinnuni er álvarslig og lessið kann koppa. Vit eru í trongum skóm, sigur Bjarni Djurholm Savnsmynd Søgan um sjúkravið- gerð uttanlands fer helst at endurtaka seg í ár. Hóast játtanin varð hækkað við 10 milliónum, so verður tepurt, viðgongur Bill Justinussen. Hann hevur sett sær fyri at fáa viðgerðir heim, og ein kunngerð er áveg- is, sum skal gera, at størri partur fer til sjálva viðgerðina og minni verður brúkt til ferða- og fylgiút- reiðslur SJÚKRAVIÐGERÐ Ingi Rasmusssen Nú verður fyrsta stigið tikið til at minka um útreiðslur- nar at viðgera sjúklingar uttanlands. Bill Justinus- sen, landsstýrismaður við familju- og heilsumálum, hevur gjørt uppskot til kunngerð, sum skal geva læknum greiðari reglur at ávísa eftir. Tað elvdi til mikið rok og rumbul, tá kontan til við- gerð av sjúklingum uttan- lands brádliga varð tóm í fjør. Settar vóru 60 millión- ir krónur av til ferðing og viðgerð uttanlands, men út ímóti heysti sást, at játtanin fór ikki at halda. Neyðugt bleiv við eykajáttan, men samstundis heitti lands- stýrismaðurin á læknar um at tátta í, so óneyðugar við- gerðir ikki fóru fram uttan- lands, tað sum eftir var av árinum. Tá saman um kom vóru 82 milliónir krónur brúktar til endamálið. Í ár eru 70 milliónir krón- ur settar av, og spurningurin er, um tað fer at halda. Landsstýrismaðurin ivast. – Tað verður øgiliga tep- urt, duga vit at síggja longu nú, men eg havi boðað frá, at tað skal halda, tí eg vil ikki biða um fleiri pengar til økið við eykajáttan, sig- ur Bill Justinussen. Læknar tulka Bill Justinussen hevur sett ein fulltrúa, sum burturav arbeiðir við at stýra útreiðsl- unum til viðgerð uttanlands betri. – Tað eru læknanir, sum ávísa, hvør skal til viðgerð uttanlands – ikki vit – og soleiðis skal tað sjálvandi vera. Trupulleikin er, at teir hava tulkað reglurnar ógvu- liga ymiskt, og tí er ójavnt, hvussu nógv ferðandi eru við, tá sjúklingar verða ávístir til viðgerð uttan- lands. Vit hava ikki møgu- leika at grípa inn og skulu heldur ikki gera tað. Men eg havi ábyrgdina av játtan- ini, sum løgtingið hevur givið, og kann reglur fyri, hvussu hon verður brúkt, sigur Bill Justinussen. Mikudagin legði hann eitt uppskot til kunngerð fyri landsstýrið, sum skal gera reglurnar greiðari og so lætt skiljandi sum gjør- ligt. Endamálið er, at so stórur partur av játtanini fer til viðgerð og minni fer til fylgifólk – tað vil siga fólk, sum fylgja við tí sjúka. – Vit mugu seta eitt mark. Og tess minni verður brúkt til ferðing, tess meiri verð- ur brúkt til viðgerð, sigur Bill Justinussen. Útgreinað kunngerð Nýggja kunngerðin brýtir ikki so øgiliga nógv frá tí gomlu. Talan er um nakrar tillagingar og dagføringar. Høvuðsreglan er enn sum áður, at sjúklingurin fer sjálvur til viðgerð uttan- lands. Tað hevur bara ikki verið praktiserað, sigur Bill Justinussen. Í undantaks- førum kunnu avvarðandi sleppa við, men tað hevur verið meiri reglan enn undantakið, at ein, tvey og ofta fleiri eru farin við til viðgerðar uttanlands. Og tað kostar. – Nú skulu undantøkini sundurgreinast, so einstaki læknin hevur greiðari regl- ur at ganga eftir. Endamálið er, at øll vera viðgjørd eins, so at fólk við somu sjúku ikki hava ymiskt tal av fylgjarum við, tí tað skapar ónøgd og gevur óneyðugar útreiðslur, sigur Bill Justinus- sen. Eitt nú verður staðfest, at børn undir 18 kunnu hava ein fylgjara við – áðrenn stóð børn undir 16. Áður stóð eisini, at brekað kundu hava foreldur við, nú verður sagt, at tað kunnu vera avvarðandi, so tað eisini er galdandi fyri stuðlar. Harafturat verður heimildin hjá leiðaranum fyri sjúklingahotellið í Keypmannhavn víðkað til at stýra útreiðslunum. Viðgerðir heim Kunngerðin í sær sjálvum sparir ikki nógvan pening. Men tað er handfaringin av reglunum, sum skal stramm- ast upp. Bill Justinussen sigur, at arbeitt verður intenst við at minka um útreiðslurnar til viðgerðir uttanlands. Fyrst og fremst við at taka við- gerðir, sum eins væl kunnu gerast í Føroyum, heim. – Vit skulu hava fleiri viðgerðir í Føroyum og færri uttanlands, tí tað er nógv dýrari. Eg havi fingið eitt tilmæli um, hvørjar við- gerðir kunnu takast heim, sigur Bill Justinussen. Hann vil kortini ikki siga enn, hvørjar viðgerðir verða tiknar heim, tí tað eru so »heilt ótrúliga nógvar við- gerðir uttanlands«, sum hann málber seg. – Talan er kanska serliga um skurðøkið. Vit eru sera væl fyri við skurðlæknum, og viðvíkjandi útbúnaði vera vit eisini væl fyri, tá nýggi bygningurin hjá landssjúkrahúsinum verður klárur. Tá verða nógvir møguleikar, sigur Bill Justinussen at enda. Strangari reglur fyri viðgerðir uttanlands Nú skal alt sjúkrahús- verkið hava somu telduskipan. Bill Justinussen fer at seta fólk, sum skulu kanna, hvør elektron- isk sjúklingajournal hóskar best til før- oysk viðurskifti SJÚKRAHÚS Ingi Rasmussen Føroyska sjúkrahúsverkið hevur onga elektroniska sjúklingajournal. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum Bill Justinussen lands- stýrismaður hevur sett sær fyri at gera nakað við. Á landsstýrisfundi mikudagin fekk hann grønt ljós frá landsstýrinum at fara undir arbeiðið. Nú verða fólk sett at kanna, hvørja skipan lands- sjúkrahúsið skal hava. Sum Sosialurin skilir, er hetta ikki løtuverk, tí sera ymisk- ar áskoðanir eru um, hvør skipan er tann rætta. Løg- tingið hevur sett 1,6 milli- ónir krónur av til at finna eina skipan, sum hóskar seg til føroyska sjúkrahús- verkið. Í fjør vóru 2,6 milli- ónir settar av, men tær vóru ongantíð brúktar. Sum er, eru manna- gongdirnar sera ymiskar í føroyska sjúkrahúsverki- num. Ymsu skipanirnar samskifta illa saman, og meginparturin av skráset- ingini av sjúklingum gong- ur fyri seg við hond. Sam- skifti millum eitt nú komm- unulæknar og sjúkrahús er við brævaskifti, og yvir- høvur er føroyska sjúkra- húsverkið afturútsiglt, tá tað kemur til skráseting av sjúklingum. Tað fer helst at kosta upp í 10 milliónir krónur at fáa alt sjúkrahúsverkið at tosa sama mál. Ætlanin er at nýggja elektroniska skip- anin skal fevna um so stóran part av sjúkrahúsverkinum sum gjørligt. Næstan helming- urin av øllum bókum, sum koma út í Føroy- um, verður prent- aður uttanlands. Tað vísir eitt yvir- lit, sum Lands- bókasavnið hevur gjørt í sínari Árs- frágreiðing fyri 2002 BØKUR Ingi Rasmussen Í 2002 komu 137 bøk- ur út í Føroyum. Hetta er nakað fleiri enn í 2001, tá 117 bøkur komu út. Heilar 79 bøkur vóru uppruna- verk, í 2001 varð hetta talið 69. Stóru forløgini í Føroyum eru Bóka- deild Føroya Lærara- felags, sum gav 46 bøkur út í 2002, og Føroya skúlabóka- grunnur, sum gav 26 bøkur út. Heili 42,3 prosent av øllum bókum vórðu prentaðar uttanlands, vísir eitt yvirlit, sum Føroya landsbókasavn hevur gjørt. Talið var eitt vet hægri í 2001, men nakað lægri í 2000. Líkt er til, at prentingin er komin í eina fasta legu, tí fyri tíggju árum síðan í 1993 varð talið av bók- um, sum vórðu prent- aðar uttanlands, eisini 42,3 prosent. Nógv flestu bøkur- nar, sum komu út, vóru barna- og ungdóms- bøkur í fjør. 53 bøkur vóru barnabøkur, 25 skúlabøkur komu út og yrkisbøkurnar taldu 47. Fimm skaldsøgur, eitt stuttsøgusavn og seks yrkingasøvn komu út í 2002. Flestu bøkurnar komu út, tá tað nærkaðist jól- um, men nakað fræg- ari var tað við barna- bókum. – Av teimum seks upprunaligu føroysku barnabókunum vórðu fimm útgivnar á vári – og ikki beint fyri jól, soleiðis sum nú tykist alt meiri vanligt. Hes- um áttu fleiri at lært av, heldur Martin Næs, landsbókavørður. Síðan tann fyrsta bókin kom út í 1822 eru 4306 bøkur út- komnar í Føroyum. Helvtin prentað uttanlands Sjúklingar í dátugrunn Viðgerðir skulu takast heim til Føroya, og læknar skulu hava greiðari reglur at ávísa eftir, sigur Bill Justinussen, landsstýrismaður C M Y K 5 4