Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-03-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 1995síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Abyrgdarbladsgon Jan Múller Fyrtaksstjór. Krisjan Dahl Ljósmyndar Kalmar Lindenskov Undan lands- fundinum Oddagrein Um ein mánað hevur Føroya Javnaðarflokkur landsfund á Skála. Hetta er tann árligi fund urin, sum viðger flest allar hugsandi spurn- ingar, sum hava tilknýti til og áhuga fyri flokkin og teir mongu luttakararnar IKKI kann sigast, at flokkurin hevur vind í seg unum í løtuni, nú fyrst valúrslit og síðani velj- arakanningar geva flokkinum ein frammanå fyri og annan eftir. Tá hugsað verður um , at flokkurin fyri ikki so langari tíð síðani átti heilar 10 tingmenn, ein fólkatingsmann og haraftrat trý umboð í landsstýrinum við sjálvum løg manni á odda - og so havandi núverandi støðu í huga- so kann ikki sigast annað enn, at tað hevur gingið niður á bakka - og enn er einki, sum bendir á, at henda niðurgongdin er steðg að ella við at venda HETTA er tunga "barlastin“, sum javnaðarfólk skulu hava við sær á komandi landsfund Orðatakið sigur, at tað nyttar ikki at gráta yvir spilta mjólk, og hetta eiga javnaðarfólk helst eisini á ásanna, tí skal nakað byggjast upp aftur, er neyðugt at fara til verka við fullum huga. Men hvussu, nær og hvar kann verða spurt! Hetta er tað, sum landstundurin skal taka stæðu til. Sjálvandi fer hann eisini at við- gera tað farna og finna fram til, hví nú alt gekk galið. Neyðugt er við sjálvrannsakan sum ong antíð áður. Og fyri at fáa hana og fyri at stinga út í kortið eina nýggja kós, er tað sjálvandi ein fortreyt, at tosað og kjakast kann vera við opnum sinni. Einki má krógvast av Ótta fyri at sára og skapa ónggd. Eitt opið og ærligt orða skifti í javnaðarflokkinum um fortid, nutid og framtid er tann avgjørda fortreytin fyri, at flokk urin kann finna seg sjálvan aftur og tåa ta vidgongd, sum ein sosialdemokratiskur flokk urin eigur og skal hava í einum framkomnum demokratiskum samfelag NETTUP eitt opið og heilhjartað orðaskifti er fyri okkum grundarsteinurin undir einum fram tíðar javnaðarflokki. Og hetta ordakifid eigur kki at verða krógvað burtur frá almenning num til bert at fevna um limafundir, floks ðslufundir og aðrar fundir. Tað eigur eftir okkara hugsan ikki minst at fara fram alment eitt nú her í blaðnum. Endamálið má vera at fáa eitt orðaskifti, sum eisini røkkur út til tey ungu og tey mongu, sum í dag kenna seg ørkymlad og tilhoyrandi í politiskum onga mannalandi - til teirra, sum hava mist trunna upp á politiskar flokkar í heila tíkið. Sosialurin kennir tað sum sína fremstu uppgávu at hýsa almennum orðaskifti um allar samfel Og tí halda vit tað eisini vera eitt avbera gott havi hjá javnaðarfólki og ødrum at brúka blaðið til eitt orðaskifti um flokkin og framtíðina. Vit bjóða hervið lesarum okkara til eitt slíkt orðaskifti le einum r agsspurningar Sssíalurin Gloymið ikki hovuðsmálið Nú er brådhiga vorðið lætt at vera samdur Øll eygu, allir tankar, oll politisk orka vendir ein veg Fíggindin er funnin, og nú skal hann avdúkast og hava sína straff. Vit lesa í blað- unum og hoyra á getum »Danir hava alla skyldina« Fyri einum ári síðani var heilt ødrvisi. Fólksins ødi var vend móti 80'ara polit- ikarunum og smartum vinnulivsmonnum, sum høvdu ført landið út í Gføri Hetta er mestsum gloymt nå. Hvi? Men lat tað vera sagt, tað hevði kanska verið tað besta, at fingið eina dóm arakanning beinavegin, so allur illgrundi um in-sider vitan, snýt og bedrag kundi verið dngin fram í ljósið Har er nakað mistonkiligt T.d. í tí, sum báðir bankar nir settu av móti tapi, tá ið á stóð. Hevdi fíggjarefurliuð reint mjøl í posanum? Tað sýnist ikki so. Men hví ikki leggja sak beinanvegin, um nú málið er so einfalt? Fær onkur meira burturúr við at draga málið út. so um ul ber Og, hví gingu umleið tvey ár uttan nakað serligt hendi í hesum máli? Har eru tvey ung hend + Løgtingsval hevur verið og nýtt landsstýri er sett * Tann gamla vinnulívs klíkan og flokku teirra hev ur mist alt tað gamla valdið Tak tað seinna fyrst. Øll vita, at sera tætt samband var millum flakavirkini, Fiskasøluna og serliga Sjó- vinnubankan. Á hesum skansa í vinnulívinum høvdu nakrir fáir menn alt valdið, og ulknýuð til Fólkaflokkin var tætt So kunnu vit spyrja: Hver hev ur mist nakað í hesi kreppu og í teir umkalfatring av vinnulívinum, sum er farin fram? Har meini eg, at svarið er rættiliga einfalt. Tað er fólkafloks-klikan Teir hava mist allar sínar makt skansar í vinnulívinum, og blivu harafturat bukaðir í lagungsvalinum. Sjálvandi høvdu teir væntað og ætlað nakað heilt annað tá talan var um sanering fyri 2-3 árum síðani Men í dag gongur eingin maður, sum umboðar banka, fiskasølu og fiska framleiðslu, út og inn í landsstýrinum, og sigur, at so og so skal tað vera, og leingt harafturat mugu vit hava meiri stuðul ul hetta og hatta Lat okkum royna at kalla tingini tað tey eru: Tann gamli kapitalista-klassin fekk sparkið. Tí roynir hann við øllum snildum — sjålv- andi — at fáa eitt come-back Teir høvdu sjálvandi væntað, at saneringin bert gjørdi teir skuldarfríar, og so varð hildið fram sum í gomlum døgum Men so varð ikki. Fígg ingargrunnurin og Fiska virking komu í staðin Landið var longu tá, orsak að av poliukarum og vinnu livsmonnum, sett »undir administration Og tað vil siga, at før oyskir poliukarar sluppu ikki longur at:leika í sum fyrr. Milliardalánini, sum staturin gav, fóru ikki beint í Landskassan og at kalla treytaleyst víðari ul vinn una, men í Figgingar- grunnin, har lángevarin, sum hevur landið »undir administratión<, hevur for mannin. Tíleika fólkafloks menn í sum óðir um henda góða formann Helst hava teir eisini følt tað sum svik, tå ið teirra ný liga head-huntaði stjóri í Fiskasøluni læt seg lokka av Fiskavirking. Hatta var at sammeta við landasvik Ti purra teir uppundir, væl hjálpur av einum sandoy- arungmanni og hansara lík um, allastaðir har gomul flakavirkir liggja still, nú bert tann hålva råfiskanøgd in kemur upp á land. Men hvussu var tað í teim góðu gomlu døgunum, vid nógv um fiski og fleiri flakavirk) um? Jú, einki bar seg Tad sigst at Danske Bank hevur snýtt okkum fyri eima milliard. Kanska kann tað sigast so. Men hetta er so bert ein milliard millum nógvar. Hví skyldar lands kassin í dag 6-7 milliardir? Millum 1988 og 1992 misti landskassin eisim eina milliard, effektiv veðhald ti kapitalistarnir ikki sjålvir vóru førir at betala Í teim 10 árunum upp til 1992 fóru 3 1/2 millard beinleiðis í stuðli ul eina in effektiva, ódugnaliga kapitalismu, sum hevði snápilin í landskassanum Maðurin var í Tinganesi fleiri ferðir um vikuna, fyri at tryggja sær, at snápilin lá nóg djúpt, og at:sogið ikki var typt Ein einstakur stórur trol- ari, bygdur í Italia, fór fallit fleiri ferðir og varð so seld ur av landinum. Hetta eina »super-projekuid« kostaði skattaborgarunum eina fimting milliard. Eitt skip!!! Og hver segði so Heyga- drangur ella Skálafjall ella Lat tað verða sagt eima ferð afturat, besinnið tykk- um. Ein dómarakanning av málinum loysir ikki teir trupulleikarnar, sum hava ført landið út í ófari. Og, er ein dómarakanning nóg mikið? Í poliuska hurlivasanum, sum ávísar krefur hava ført landið út í beint nú, er nógv ur politiskur sjónleikur uppii, bæði í Føroyum og í Danmark. Men tað eru ser liga tveir flokkar, sum hava áhuga í hesum Fólkaflokkurin hevur funnið ein »fremmandan« fígginda og svíkjara. Teir vilja endurreisa gomlu snáplakapitalismuna (Radikalt) Sjálvstýri skal brúkast ul at sleppa undan uppíblanding, — fríar hend ur til at leika í, í Føroyum Tjóðveldisflokkurin hev ur nå mediterad so leingi um loysing, at tei eru loysnaðir frá undirlendin um. Turrisligir lærarar og surkutir akademikarar hava nú funnið argumenuið fyri loysing: Jú, tað finnast lond í verðini, sum eru minni enn Føroyar, bæði í vídd og fólkatali. Ja, her nyttar einki mótargument. Tað stendur í Lademanns Leksikon. Fólkafloks-loysingin í 1946 bleiv tíbetur av ong- um. Landið fekk sjálvstýri í 1948. Stýrt varð, og í 1951 fór vinnulívið av knóranum. Landið fekk ræði á øllum fiskigrunnum í 1977. Stýrt varð — beint móti avgrund- ini, og longu í 82 var ein yvirkapasitetur uppá 30- 40%. Tá endiliga var komið á mál í fiskimarksmálinum, sótu politikarar hendur í favn, ongar hugsjónir um húk ella trol ella regulering- ar, ongan samanhangandi politikk. Men snápilin redd- aði kapitalismuna. Men sjálvt landskassin tømdist, somuleiðis lummarnir hjá skartaborgarunum. Og tá fór snáplakapitalisman hjá Fólkaflokkinum fallit. Nú hava teir bert ein lang- an snápil, men ongan kassa 1979 Loysing nú Rolf Guttesen 24. februar 1995 MERGURY LEYSAMOTORAR Eykal. & Umvæling BRUKTIR MOTORAR å goymslu 4,5-5-6-7,5 25 & 40 HK Vit útvega eisini eykalutir til AÐRAR leysamotorar 2-takt olja - ym. sløg. SMIÐJAN Í GØTU TIL41089 Fax. 41691 BLÅDYPI bjóðar einstaklingum og bólkum gott og bíligt innivist - á sumri og á vetri! Dr. Jako 14-16 Tel: 11951 Fax: 19451