Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 139 - 25. juli 2003 Nr. 139 - 25. juli 2003 21 Mikukvøldið fór nýggi Skálaberg fyrsta túrin til fiski- skap. Leiðin gongur í Irmingarhavið, har teir skulu royna eftir kongafiski FISKISKAPUR Orð og myndir: Rúna Sivertsen Klaksvík: Um tíggjutíðina mikukvøldið loysti Skála- berg frá bryggju á Kósini. Manningin telur 35 mans. Sum vera man, er nógv at fáa í rættlag, tá farast skal til fiskarí við nýggjum skipi. Og nakrir av teimum, sum gera skipið út, sluppu tí ikki í land, men máttu fylgja við til Íslands, so teir kunnu gera seg lidnar og skipið kann verða fiski- klárt. Í Íslandi skal Skála- berg taka trol og pakning. Við strúkandi ferð Stjórin hjá JFK-Trol, Han- us Hansen, er eisini við um- borð. Hann skal tó ikki við til fiskiskap, men fer av í Íslandi. Hósmorgunin høvdu vit 1. stýrimann, Jógvan Sam- son, í telefonini. Hann segði, at trolarin gekk við strúkandi ferð, um 16 míl, hóast teir ikki sigldu við fullari megi. Jógvan er 44 ára gamal og nógv er broytt, síðani hann fór við síðutrolara- num, Skálabergi frá 1956, bert 13 ára gamal. Hann segði okkum í tele- fonini, at tá teir komu til morgunmat henda fyrsta morgunin, var borðreiðing- in sum á hotelli. Teir eru tveir umborð, sum við hesum Skálabergi fara við fjórða skipinum við sama navni. Hin er, Jógvan Lervik úr Leirvík, sum í mong ár hevur siglt við reiðarínum hjá Kjølbro. Stuttur túrur Tað eru brøðurnir, Róin og Ólavur Biskopstø, sum fara at skiftast at føra Skálaberg, men fyrsta túrin eru báðir við. Eftir hvat skilst, er ikki nógv eftir av kvotuni í Irm- ingarhavinum í ár. Skipini, sum fiska har í løtuni, fáa nakað av kongafiski, frætta vit. Fyrsti túrurin hjá nýggja trolaranum, verður ikki av teimum longu; teir verða væntandi aftur um ein mán- aða, ella so. Heimafturkomnir úr Irm- ingarhavinum, fer Skála- berg í Barentshavið at royna eftir toski og hýsu. Skálaberg fyrsta túrin Og so er tíð at mynstra fyrsta túrin við Skálabergi. Richard Klakstein (t.v.) og skiparin, Róin Biskupstø Tað er spennandi at fara til skips fyrstu ferð. Sekstan ára gamli, Sofus Mikkelsen, ger sær ómak at reiða upp Teir eru tveir umborð, sum við hesum Skálabergi fara við fjórða skipinum við sama navni. Jógvan Samson úr Havn (t.v.) og Jógvan Leirvik úr Leirvík Teir smílast, men man ikki klumpur vera í hálsinum kortini, nú skilnaðarstundin er komin. Tormund (t.v.) og Helgi siga babba farvæl C M Y K 21 20