fríggjadagur 25. juli 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 139 - 25. juli 2003
Nr. 139 - 25. juli 2003
23
Take Off er helst mest
virkni føroyski tón-
leikabólkurin í før-
oyska summarlands-
lagnum. Teir skulu
spæla til nógv ymisk
tiltøk, og sunnudagin
standa teir fyri fyrstu
ferð á pallinum á
ólavsøkukonsertini
TAKE OFF
Eyðun Klakstein
Tað verður svingandi før-
oyskur popptónleikur á
skránni, tá ið Take Off fer at
spæla á ólavsøkukonsertini.
Bólkurin, sum er mann-
aður
við
føroysku
og
donskum
tónleikarum,
heldur vanliga til í Århus,
men
hendan
mánaðin
munnu teir verða mest
virkni føroyski tónleika-
bólkurin í landinum.
– Telja vit allar fram-
førslur við, so skulu vit
spæla 17 ferðir í 25 dagar,
so tað er full ferð á hjá
okkum, sigur Hans Petur í
Brekkunum, sangari og
tónasmiður í bólkinum.
Hans Petur er kendur
sum dugnaligur saxofon-
spælari og gav fyri meira
enn einum ári síðan út eina
jazzfløgu, men hann hevur
øll árini eisini fingist við at
spæla popp- og rocktón-
leik.
Tónleikararnir
Saman við honum spæla
tveir føroyskir tónleikarar –
Charlie og Ólavur – við í
bólkinum, og harafturat
koma so teir donsku tón-
leikararnir,
Jønne
og
Morten. Á ólavsøku fara
teir eisini at hava blásaran
Mortan Zachariasen við og
trummuspælaran Trygva í
Brekkunum, sum fer at
spæla ymisk slagverk.
Hetta eru alt dugnaligir
tónleikarar, og allir teirra
hava gingið á einumhvørj-
um tónleikaskúla uttan-
lands.
Blandað bomm
Um mánaðarskiftið kom
Take Off við síni fyrstu
fløgu, sum teir kallaðu
Blandað Bomm Fyri Rest.
Fløgan varð tikin upp í
studio í Århus, men hon er
á føroyskum og er ætlað
føroyskum lurtarum.
Sosialurin hevur umrøðu
av fløguni, tá ið hon kom
út, og har skrivaði blaðið
millum annað soleiðis:
– Men her er tað óbind-
andi poppur, njót og syng
við! Ikki hugsa ov nógv,
ikki seta teg í djúpa stólin
við kaffikoppi og lesibrill-
um. Her er tað søta lívið, ið
smakkar. Lívsgleðin, rútm-
urnar, funk- ella discokent,
so fingrar og tær liva við,
áðrenn restin dansar við
fyri rest.
Egið og cover
Take Off hevur mannað seg
upp við tveimum gestatón-
leikarum til framførsluna á
ólavsøku, og teir verða ein-
asti bólkurin, sum fer at
hava ein veruligan blásara-
part í teirra tónleiki.
Teir fara at spæla sangir,
sum eru við á fløguni hjá
bólkinum, og teir hava helst
eini tvey coverløg á skránni
eisini.
Take Off bjóðar blandað
bomm, og tey sigast at
smakka sera væl.
Take Off
Hans Petur í Brekkunum - sang og
horn
Ólavur Olsen - ljómborð og horn
Charlie Simonsen - trummur
Jønne - gittar
Morten Vestergaard - bass
Trygvi í Brekkunum - slagverk
Mortan Zachariasen - horn
Bólkurin heldur til í Århus, men hevur
seinasta árið verið tvær ferðir í Føroy-
um og spælt. Tríggir av tónleikarunum
eru føroyingar, meðan tveir danir eisini
eru við.
Fyri nøkrum vikum síðani kom fløga
frá bólkinum. Teir kalla hana Blandað
Bomm Fyri Rest, og á hesi eru før-
oyskir poppsangir, har eisini blásiljóð-
føri verða nógv brúkt.
Manningin í bólkinum skrivar sjálv
sangirnar, sum teir spæla, men teir
plaga eisini at tríva í onkur svingandi
coverløg – milum annað onkur
discoløg frá sjeytiárunum.
Ólavsøkukonsertin
27. juli verður árliga ólavsøkukonsertin í Kommunu-
skúlagarðinum í Havn. Bólkarnir, sum fara at spæla,
eru: Terji og Føstufressar, Frændur, MC Hár, Take
Off, roWan, Déjá Vu, Monkey Mongolia, Troels
Skovgaard, Headache Blues Treo og All That Rain. Í
komandi bløðunum fara vit at hava greinar um bólk-
arnar, sum eru við á konsertini.
Blandað bomm
frá Take Off
Take Off frá vinstru: Ólavur Olsen, Charlie Simonsen, Morten Vestergaard, Jønne og Hans Petur í Brekkunum
Junior ljóðblandar
FUT hevur sent boð eftir einum útlendskum tøkningi at standa fyri ljóðinum á
ólavsøkukonsertini.
Talan er um sama mannin, sum ljóðblandaði konsertina í fjør, og hann er eitt kent
navn í donsku tónleikavinnuni.
Teir kalla hann Junior, men fulla navnið er Flemming Hansson. Hann hevur
fingist við hópin av kendum nøvnum, bæði í studio og á konsertum.
Hann hevur millum annað ljóðblandað kend nøvn sum Kim Larsen, Sebastian,
Will Smith, Ace of Base og Cliff Richard.
Umframt Junior eru góðir føroyskir tøkningar sum Jóhannes Steingrund og aðrir
eisini uppi í leikinum, tá ið ljóðið á konsertini skal tryggjast.
Frændur hava klárað
at spælt seg inn í
hjørtuni á ungfólki
við somu sangum,
sum foreldur teirra
tóku til sín fyri næst-
an 20 árum síðani.
Sangskatturin er
stórur, og á ólavsøku
ætla teir at spæla
onkrar sangir, sum
hava ikki hava verið
spældir í nógv ár
FRÆNDUR
Eyðun Klakstein
Tað er nakað serligt við
Frændum.
Bólkurin úr Klaksvík,
sum í áttatiárunum gav
tríggjar plátur út, og sum í
nítiárunum staðfesti sína
støðu fremsti konsertbólk-
urin í landinum, kann fram-
vegis verða við millum tey
størstu føroysku nøvnini.
Og tað kunnu teir uttan at
smæðast.
Teir eru aftur í ár eitt av
høvuðsnøvnunum til ólav-
søkukonsertina, og við síni
paradu av hittum kunnu teir
spæla sangir í ein tíma, har
fólk syngja við allatíðina.
– Fólk fáa Frændur, svar-
ar Rani Nolsøe, tá ið hann
verður spurdur um, hvat
fólk kunnu vænta sær frá
bólkinum á ólavsøku.
Fáa lív í sangir aftur
Frændur hava ikki givið
nakað nýtt tilfar út í meira
enn fimm ár, og tí verða tað
teir gomlu sangirnar, sum
teir fara at tríva í.
– Men vit hava nógvar
sangir, sum vit ikki hava
spælt live í nógv ár, og vit
ætla at tríva í onkran av
teimum. Tað verður ikki
bara tey stóru hittini, men
eisini aðrir góðir sangir hjá
Frændum, sum vit fara at
spæla, sigur Rani Nolsøe,
sum spælir gittar í bólkin-
um.
Tá ið Frændur spældi á
G! festivalinum farna viku-
skiftið, spældu teir onkran
av teimum minni spældu
sangunum frá fyrstu útgáv-
uni hjá bólkinum í 1984, og
soleiðis verður helst eisini á
konsertini á ólavsøku.
Pallurin er sakin
Tað var í áttatiárunum, at
Frændur løgdu grundarlag-
ið undir bólkinum við trim-
um minniligum útgávum. Í
nítíárunum koma meira
nýtt tilfar frá bólkinum,
men tað var serliga tá, at
teir fóru at gera um seg á
stórum konsertum kring
landið.
– Sum tónleikari venur tú
nógv, og tú fært nakrar
førleikar, men tað er ikki
fyrr enn at tú stendur á pall-
inum, at tú kanst kenna teg
heilan sum tónleikari. Eitt
er at vera í studio og spæla
sangir inn, nakað heilt ann-
að er at standa framman
fyri fólki og spæla, sigur
Rani Nolsøe.
–
Ólavsøkukonsertin
hevur verið eitt gott uppliv-
ilsi seinastu árini. Har er
nógv fólk, og vit hava kent
okkum sera væl á hesi kon-
sert. FUT hevur sanniliga
tøkk uppiborið fyri hetta
tiltak.
Nýggjar lurtarar
Lurtaraskarin hjá Frændum
er framvegis stórur, men
tað eru ikki bara tey somu
fólkini, sum hava lurtað
eftir bólkinunum øll árini.
– Vit hava upplivað tað,
at okkara áhoyrarafjøld er
endurnýggjað. Tað eru so
nógv dømi um, at tað
framvegis eru ungfólk, sum
lurta eftir okkara tónleiki
og kenna hann, sigur Rani
Nolsøe.
– Tað er hvørki nakað
uppfinnsamt image ella
nøkur serstøk pallfram-
førsla, sum hevur givið
okkum nýggjar lurtarar.
Tað er tónleikurin sjálvur,
sum hevur syrgt fyri tí. Vit
mugu bara viðurkenna, at
vit hava havt eina hepna
hond við at gera og inn-
spæla sangir.
Sunnudagin
standa
Frændur aftur á pallinum á
ólavsøku, og eingin skal
vera í iva um, hvat teir fara
at geva fólki.
Fólk fáa Frændur.
Fólk fáa Frændur
Frændur
Eyðun Nolsøe - sang og gittar
Steintór Rasmussen - sang
Rani Nolsøe - sang og gittar
Agnar Lamhauge - bass
Høgni Klakstein - trummur
Pætur við Keldu - ljómborð
Bólkurin hevði sína fyrstu framførslu
fyri 20 árum síðani, og í 1984 kom
fyrsta plátan frá bólkinum. Hendan
útgáva gjørdi alt fyri eitt bólkin væl
umtóktan millum føroyskan ungdóm.
Síðani gav bólkurin tríggjar plátur
afturat út, og í nítiárunum kom ein
tvífald savnsfløga út. Á hesi fløgu eru
eisini nakrir nýggir sangir.
Eyðun, Rani og Steintór hava øll árini
verið høvuðsmenn í bólkinum, og teir
hava skrivað allar teir kendu sangirnar
hjá bólkinum.
Frændur hava spælt allastaðni kring
landið, og teir teljast framvegis millum
størstu tónleikanøvnini í landinum.
– Tað er hvørki nakað
uppfinnsamt image ella
nøkur serstøk
pallframførsla, sum hevur
givið okkum nýggjar
lurtarar. Tað er
tónleikurin sjálvur, sum
hevur syrgt fyri tí, sigur
Rani Nolsøe
Eyðun Nolsøe hevur saman við Rana Nolsøe og Steintór
Rasmussen verið høvuðsmaður í Frændum øll árini
C
M
Y
K
23
22