Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 139 - 25. juli 2003 Nr. 139 - 25. juli 2003 25 UTTAN ÚR HEIMI Prestar misnýtt 800 børn Næstan 800 fólk í amerikanska býnum Boston hava greitt ákæruvaldinum frá, at prestar og onnur starvs- fólk í katólsku kirkjuni í býnum misnýttu tey kyns- liga, og at hetta skal hava staðið við líka síðani 1940. Tað sigur statsadvokaturin í statinum Massa- chusetts, sum hevur kannað viðurskiftini. Sambært skjølum hjá katólsku kirkjuni í Boston hava umleið 250 prestar og onnur starvsfólk hjá kirkjuni misnýtt 789 fólk hesi seksti árini. Gølan um kynsliga misnýtslu í katólsku kirkjuni í USA byrjaði í januar í fjør, tá tað varð avdúkað, at kirkjan í Boston hevði sett prestar í starv, sjálvt um kirkjuleiðslan visti, at teir vóru undir illgruna fyri at hava misnýtt børn og ung kynsliga. Málið endaði eisini í Vatikaninum í Rom, og Jóhannes Páll pávi gjørdi av at lata amerikanska kardinalin, Bernhard Law, fara úr embætinum. Kardinalurin kemur tó neyvan fyri rættin, tí tann lógin, sum nú er galdandi á økinum, kom ikki í gildi fyrr enn í fjør. Nei til evruna Sviar fara eftir øllum at døma at vraka felags evrope- iska gjaldoyrað, evruna, tá fólkaatkvøða verður um spurningin í september. Sambært einari kanning, sum danski bankin Danske Bank hevur skipað fyri, taka 43 prosent undir við, at evran skal koma ístaðin fyri svensku krónuna, men 52 prosent siga, at tey vilja heldur varðveita krónuna. Verður hetta úrslitið borið saman við eina kanning í juni sæst, at meirilutin ímóti evruni er vaksin fýra prosentstig hendan seinasta mánaðin. Svenska stjórnin roynir at sannføra sviar um, at teir eiga at landið eigur at fara upp í felags gjaldoyra- samstarvið. Í Danmark og Bretlandi bíða politikarar og onnur spent eftir svensku avgerðini. Svøríki, Danmark og Bretland eru tey einastu ES-londini, sum ikki hava sett evruna í gildi. Nógvar stjørnur At nógvar stjørnur eru á himmalhválvinum, hava fólk altíð vitað, men nú hava avstralskir stjørnufrøðingar roynt at kanna, hvussu mangar stjørnurnar í rúmdini veruliga eru. Teir eru komnir eftir, at talið er 70.000.000.000.000.000.000.000 ella 70 trilliardir, og sambært amerikonsku sjónvarpsstøðini CNN merkir tað, at tað eru meiri enn tíggju ferðir fleiri stjørnur í rúmdini enn sandkorn á Jørðini. Tað er ivaleyst óneyðugt at siga, at teir avstralsku granskararnir hava ikki talt stjørnurnar. Simon Diver, sum er ein av granskarunum, sigur, at teir hava tikið eina ávísa ál út ígjøgnum alla rúmdina, talt ella rættari sagt mett um stjørnurnar í henni og síðani faldað talið. Diver sigur, at tað er væl hugsandi, at uppaftur fleiri stjørnur eru í rúmdini, men við teirri útgerð, sum er til í dag, kann staðfestast, at talið er um 70 trilliardir. Mótmæla OL- skøkjuhúsum Sjey norðurlendskir og baltiskir ráðharrar í javnstøðu- málum hava skrivað griksku myndugleikunum bræv, har teir mótmæla einari ætlan um at loyva fleiri skøkjuhúsum í sambandi við olympisku summar- leikirnar í Athen næsta ár. Brævið er sent borgarstjóranum í Athen, og javnstøðuráðharrarnir í Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Estlandi, Letlandi og Litava hava skrivað undir tað. Danski ráðharrin varð eisini biðin um at skriva undir brævið, men gjørdi tað ikki. Skøkjulevnaður er lógligur í Grikkalandi, og grikkar vænta, at eftirspurningurin eftir kynsligum tænastum fer at veksa nógv undir olympisku leikunum, og tí ætla teir at loyva fleiri skøkjuhúsum í Athen. Tað halda norðurlendsku og baltisku javnstøðuráðharrarnir vera púra burturvið. Nú teir báðir synir Saddams Hussein eru deyðir, eru amerikan- arar av álvara farnir at leita eftir Saddam sjálvum. Ein loynilig deild hevur fingið uppgávuna at finna hann. IRAK Árni Joensen: Amerikanska fregnartæn- astan heldur, at gamli irak- ski einaræðisharrin fjalir seg einastaðni í Irak. Higartil hevur hann ikki verið at finna nakrastaðni, men nú hava amerikanarar sett eina serliga deild at leita eftir honum. Taske Force 20, sum deildin eitur, var eisini við, tá Uday og Qusay vórðu funnir í einum húsum í Mosul mánadagin. Nú skal deildin bara finna Saddam Hussein sjálvan. – Okkara stóra mál er at finna Saddam, og vit fara eisini at finna hann, sigur amerikanski ovastin í Irak, generalurin Ricardo Sanchez. Seinastu vikurnar hava amerikanararnir fingið fleiri ábendingar um, hvar Saddam Hussein og synir hansara hava fjalt seg. Nú synirnir eru deyðir, vóna amerikanararnir, at fleiri irakar fara at tora at avdúka gamla leiðaran. Tí hevur herleiðslan góðar vónir um, at hann verður funnin. Sama dag sum amerikan- ararnir søktu at húsunum í Mosul, har Uday og Qusay fjaldu seg, leyp Taske Force 20 á eini stór hús nærhendis ánni Tigris einar 50 kilo- metrar norðan fyri Bagdad. Ein iraki hevði greitt amerikanarunum frá, at Saddam Hussein var stadd- ur í húsunum. Fleiri hern- aðarakfør vórðu send á staðið, og menn úr Taske Force 20 tóku seg inn í húsini. Men har var eingin Saddam Hussein at finna. Sum skilst gongst tað illa hjá amerikanarunum at fáa nakra álítandi ábending um, hvar gamli einaræðis- harrin er, sjálvt um USA hevur lovað finnaranum einar 170 milliónir krónur í finningarløn. Loynilig deild leitar eftir Saddam Hussein Hermenn úr Taske Force 20 á einum húsarhorni í Mosul, har synir Saddams vórðu funnir. Um ein mánað sleppa tangaskip við einkult- um skrokki ikki at sigla ímillum ES- havnir, men tað fer ikki at tálma sigling- ini ígjøgnum tey donsku sundini. OLJUFLUTNINGUR Árni Joensen: ES hevur gjørt av, at í fram- tíðini sleppa tangaskip, sum bert hava einkultan skrokk, ikki at sigla millum havnir í ES-londunum. Hesi tangaskipini verða mett sum umhvørvisbumb- ur, og tey hava verið orsøk til fleiri umfatandi olju- dálkingar tey seinastu árini. Men nýggja ES-reglan loysir minni enn so allar trupulleikarnar hjá dønum, tí reglan umfatar ikki tey nógvu russisku tangaskip- ini, sum flyta olju til og úr havnunum við Eystrasalt ígjøgnum tey donsku sund- ini. Tað heldur danska sjóferðslustýrið vera ein stóran trupulleika. Í 2000 fóru 3.861 tanga- skip ígjøgnum Stórabelti, í 2001 vóru tey 3.961 í tali og í fjør 4.202. Sambært sjóferðslustýrinum er fjórð- ingurin av skipunum, sum fara ígjøgnum Stórabelti, líka stór ella størri enn "Prestige", sum sakk úti fyri sponsku strondini. Umhvørvisbumbur ígjøgnum donsku sundini UTTAN ÚR HEIMI Gro Harlem Brundtland hevur sett síni spor - ikki bert í Noregi, men eisini í heimsins heilsustovni WHO, fjølmiðlunum og millum sjúk og fátæk, rík og ráðandi. Mánadagin legði hon frá sær sum aðal- skrivari í WHO. BRUNDTLAND Árni Joensen: Tað varð lagt til merkis, tá tann mynduga norska kvinnan, sum hvørki tolir tubbaksroyk ella fartele- fonir, fór frá sum aðalskriv- ari í heimsins heilsustovni mánadagin. Nógvir fjøl- miðlar kring heimin um- røddu tilburðin og ikki minst kvinnuna og hennara avrik. Bretska Financial Times gjørdi nógv burtur úr fráfarna aðalskrivaranum og vísti á, hvat WHO var, áðrenn hon tók við, og hvat stovnurin er, nú hon hevur lagt frá sær. Gro Harlem Brundtland, sum er útbúgvin lækni, gjørdist aðalskrivari í ein- um ST-stovni, sum ikki var serliga høgt í metum. Stovnurin hevði vunnið sær eitt ávíst umdømi eftir bar- daga ímóti fleiri vanda- miklum umfarssjúkum, men avbjóðingarnar vóru eisini nógvar. Lívshóttandi sjúkur so sum krabbamein, hjartasjúkur og sukursjúka høvdu eisini breitt seg til tey fátæku londini, og her gekst illa hjá WHO at megna sína uppgávu. Har- afturat kom bardagin ímóti AIDS. Hetta gjørdist ov mikið fyri WHO, og úrslitið varð eisini, at ST skipaði ein serligan stovn, sum skuldi átaka sær at virka ímóti AIDS. Tubbak og fartelefon Men so kom kvinnan, sum í trý skifti hevði verið for- sætisráðharri í Noregi, til Genéve. Hon hevði áræði, dirvi, ídni og ógvuliga treisk, siga tey, sum lærdu hana at kenna. Sjálvt tey, sum tá høvdu hug at finnast at henni, siga nú, at hon hevur gjørt eitt gott arbeiði. Longu í byrjanini hevði hon sett sær eitt greitt mál: Nú skuldu heilsumál upp á hægsta politiska stig, so forsetar, forsætisráðharrar og ikki minst fíggjarmála- ráðharrar skuldu tosa um heilsumál. Úrslitið er, at tað nú verður sagt um hana, at hon hevur fingið heilsu- og umhvørvismál inn á altjóða politiska pallin, og at tað hevur eydnast henni at fáa heimsins leiðarar at játta meiri pengar til heilsuna hjá heimsins borgarum. Mong hava illneitast inn á hana, tí tey halda, at hon hevur havt ov gott samband við ídnaðarfyritøkur fyri at fáa pengar burtur úr teim- um, men tað merkir ikki, at hon hevur verið hjarta- barnið hjá øllum altjóða ídnaði. Tvørturímóti hevur tubbaksídnaðurin havt ilt eyga á henni. Tí Gro Harlem Brundt- land hevur lagt stóran dent á at kunna fólk kring heim- in um, hvussu vandamikið tað er at roykja. Úrslitið av hesum var eisini tann fyrsti altjóða heilsusáttmálin, har øll tey 192 londini í WHO bundu seg til at banna allari tubbaksreklamu og at tálma tubbaksnýtsluni, sum á hvørjum ári kostar umleið fimm milliónir mannalív. Í Vesturheiminum valdu mong at leggja av at roykja, og tá tubbaksídnaðurin ístaðin fyri vendi sær ímóti teimum fátæku londunum, valdi Brundtland alt fyri eitt at hevja sína ávarandi rødd har eisini. Tað var eisini hon, sum segði, at tað er vandamikið at tosa í fartelefon, og hon bannaði fólki at nýta far- telefon, har hon var stødd. Hetta fekk sum vera mann øði í fartelefonídnaðin, men forboð kom tó einki. Malaria og SARS Sum leiðari í WHO hevur Gro Harlem Brundtland lagt stóran dent á at fáa tamarhald á malaria-sjúk- uni. Hon hevur roynt at vísa á, at sjúkan rakar ikki bert einstaklingar ella heil húski, men at hon eisini hevur stóra ávirkan á bú- skapin í fleiri londum, og at tað tí er umráðandi at fáa tamarhald á henni. Men hóast WHO hevur gjørt nógv fyri at basa malaria- sjúkuni, breiðir hon seg framvegis. Sjálv heldur Gro Harlem Brundtland, at tað væleydn- aða heimsátakið ímóti lungnasjúkuni SARS hevur prógvað, at WHO hevur endurvunnið sína støðu sum ein álitisfullur og virdur stovnur. Hon gjørdi ikki so nógv burtur úr sær sjálvari, tá sjúkan herjaði, men kortini eydnaðist tað WHO at fáa myndugleikar- nar í teimum einstøku lond- unum at gera eftir teimum tilráðingum, sum stovnurin kom við. Úrslitið er, at SARS er bart niður. Summir granskarar vænta, at sjúkan fer at taka seg uppaftur seinni í ár, men takkað verði tilráðingunum frá WHO eru heimsins heilsuverk munandi betur fyrireikað, kemur sjúkan aftur. Nú hon hevur lagt frá sær eftir fimm ár í leiðarastarv- inum í WHO, flytir tann 64 ára gamli læknin til Fraklands at búgva. (Kelda: Aftenposten) Heimsins yvirlækni farin frá C M Y K 25 24