Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 140 - 26. juli 2003 Nr. 140 - 26. juli 2003 3 TÍÐINDASKRIV Størsta listaframsýningin í Danmark uttan fyri Keyp- mannahavn er tann árliga Vrå-framsýningin, sum í ár letur upp nú sunnudagin 27. juli. Tað eru fólk við tilknýti til sonevnda Lista- bygningin í Vrå, sum skipa fyri og eru við á framsýn- ingunum. Í ár hava tey m.o. boðið J.P. Gregoriussen arkitekti at vera við á framsýningini, sum er opin til 24. august. Á framsýn- ingini vísir Palli byggilist, skrásetingar av føroyskum kirkjubygningum og tekn- ingar úr Havnini. Hann hevur fingið tillutað 9 met- rar av framsýningarveggi í Kunstbygningen. Kunstbygningen er felags framsýningarhøli hjá teim- um gott og væl fjøruti lim- unum. Teirra millum teljast fólk, ið m.a. eru kend fyri listarligu avrik síni, eitt nú listamálarin Svend Enge- lund, arkitektarnir Inger og Johannes Exner, sum m.a. eru kend frá endurbygging- ini av Koldinghus, John Olsen, Erik Heide, Jette Vohlert, Peter Hentze, Bent Exner og Poul Winther, bert fyri at nevna nøkur teirra. Gestaframsýnararnir í ár eru seks í tali. Umframt Palla Gregoriussen eru Karin Birgitte Lund, Lars Pedersen, Poul Schöbel, Torben Schønherr og Anna Brix Studsholt. Kunstbygningen liggur í Vrå í Norðurjútlandi og virkar sum framsýningar- høli hjá teimm mongu, ið hava sýnt fram listaverk á Vrå-framsýningunum. Í ár eru 60 ár síðan Svend Engelund tók stig til Vrå- framsýningina, sum hevur verið hildin í listahølunum hjá háskúlanum í Vrå á hvørjum ári síðan. Sjálvur bygningurin er bygdur í 1992. Vanliga verða einar fimm framsýningar hildnar um árið, og tær fevna um umsar greinir innan mynd- listina; málningalist, stand- myndir, listahandverk og arkitektur, fotolist og gra- fikk. Í løtuni verður arbeitt við at víðka Kunstbygn- ingen, sum er 320 fer- metrar, til 800 fermetrar. P/F Jógvan Weihe hevur fingið pulvur úr Danmark at loysa trupulleikan við svartspillu í eplunum EPLIR Heini í Skorini Meðan sólin hevur skinið oman og niðan á summum plássum í Føroyum, hevur talan í stórum pørtum av landinum verið um sera váttligt veður, ikki minst í høvuðsstaðnum. Hetta hevur nú fingið keðiligar avleiðingar fyri eplini, tí í fleiri eplaveltum eru eplini rakt av svart- spillu. Partafelagið Jógvan Weihe, sum í fleiri ár hevur selt epli, hevur nú roynt at loyst trupulleikan við inn- fluttari vøru úr Danmark. Pulvur er loysnin Eftir at hava fingið fleiri fyrispurningar um, hvussu trupulleikin við svartspillu skal loysast, hevur Jógvan Weihe vent sær til Dan- markar, og fríggjadagin 25. juli kemur eitt slag av pulvuri (Dithane) til Før- oya. Við at blanda pulvurið við vatni og síðani koyra tað útyvir slokkarnar, skuldi ein fingið bilbukt við trupulleikan. Við tað at talan er um ein útbreiddan trupulleika, kemur pulvurið í tøkum tíma til Partafelagið Jógvan Weihe, sum sostatt fæst til keyps. Selir korn móti morsniglinum P/F Jógvan Weihe hevur eisini korn móti nógv um- talaðu landapláguni, mor- sniglinum. Kornið, sum verður lagt í urtagarðarnar, lammar snigilin, og er hetta eitt hent amboð í stríðnum at basa skaðiliga snigilin. Avleiðingar av váta veðrinum: Svartspilla í eplunum Palli gestur á árligu Vrå- framsýningini C M Y K 3 2