leygardagur 26. juli 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 140 - 26. juli 2003
Nr. 140 - 26. juli 2003
5
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, hevur ongar
viðmerkingar til
sjálvar skuldseting-
arnar frá Heina O.
Heinesen til Bjarna
Djurholm, men sam-
gonguleiðarin vísir á,
at slíkar ósemjur
skulu loysast innan-
hýsis og ikki í fjøl-
miðlunum. - Um
Heini O. Heinesen er
ónøgdur, hevur hann
havt ríkiligt av tíð at
venda sær til Vinnu-
málaráðið ella mín,
áðrenn hann fer til
fjølmiðlarnar
SAMGONGUSTRÍÐ
Heini í Skorini
Í gjár vendi formaðurin í
tingbólkinum hjá Tjóð-
veldisflokkinum, Heini O.
Heinesen, sær til Sosialin
við grovum skuldsetingum
og atfinningum mótvegis
Bjarna Djurholm, Vinnu-
málaráðharra. Kunoyingur-
in er ónøgdur við, at ar-
beiðið við Norðoya-tunlin-
um ikki er komið nakran
veg, og leggur hann Bjarna
Djurholm undir at royna at
seinka og oyðileggja verk-
ætlanina.
Løgmaður ynskti hós-
dagin ikki at gera nakra
viðmerking til sjálva ó-
semjuna millum Heina og
Bjarna, tí hann ikki ikki
visti um nakað stríð, men
hann vísti tó á, at Heini O.
Heinesen í øllum førum
hevur borið seg skeivt at.
Brotið avtalu
Løgmaður vísir á, at slíkar
ósemjur ikki skulu loysast í
fjølmiðlunum men innan-
hýsis.
- Vit hava ferð eftir ferð
avtala at loysa slíkar ósemj-
ur í einrúmi og ikki í fjøl-
miðlunum, og tískil hevur
Heini O. Heinesen borið
seg skeivt at. Hann hevur
havt ríkiligt av tíð at venda
sær til bæði Vinnumála-
stýrið og løgmann, og tískil
hevur hann brotið avtaluna,
vit hava gjørt, sigur Anfinn
Kallsberg.
Eingin vilji til innan-
hýsis samarbeiði
Løgmaður vísir á, at or-
søkin til fleiri av ósemjun-
um í samgonguni hava ver-
ið, at eingin vilji hevur ver-
ið til innanhýsis samar-
beiði.
- Júst hesin framferð-ar-
háttur er orsøkin til fleiri av
ósemjunum í samgonguni
seinastu tíðina, tí tað tykist
ikki vera nakar vilji at sam-
arbeiða innanhýsis. Í staðin
verður farið til fjølmiðl-
arnar, og tað loysir so ong-
an trupulleika, sigur ein
avgjørdur løgmaður. Hann
heldur tað vera einki minni
enn vánaligt, at ein sam-
gongufelagi ikki vendir sær
til viðkomandi persónar,
áðrenn hann fer í fjølmiðl-
arnar við tí, hann hevur
uppá hjarta. Sum sam-
gonguleiðari vísir Anfinn
Kallsberg á, at hetta bert
tykist vera eitt gleps innan
ólavsøkuna.
Spurdur, hvørjar við-
merkingar hann hevur til
sjálvar ákærurnar frá Heina
O. Heinesen til Bjarna
Djurholm, hevur løgmaður
ongar viðmerkingar.
- Eg veit einki um hetta,
og kann tí ikki úttala meg.
Men hetta er ikki ein rættur
háttur at samskifta uppá,
slær løgmaður fast.
Móti at hótta
samgonguna?
Ein kann spyrja seg sjálvan,
um tað er ein nýggjur móti
millum løgtingsmenn at
hótta samgonguna orsakað
av onkrum máli. Ferð eftir
ferð hava løgtingsmenn
verið frammi við hóttanum
um
samgonguslit,
og
spurningurin er, um man
kann liva við slíkum hótt-
anum, sum tá avtornar ikki
tykjast vera annað enn
kávalótir og orð.
Hesaferð er talan sostatt
um Heina O. Heinesen,
sum er ónøgdur við fram-
ferðarhátt Bjarna Djur-
holms, og so verður at
síggja, um Heini O. Heine-
sen ger álvara av hóttanum
sínum, so tær fáa avleið-
ingar fyri samgonguna.
Heini O. Heinesen
hevur brotið
avtalu
Løgmaður heldur lítið um
framferðarháttin hjá Heina
O. Heinesen. – Slík mál
skulu ornast innanhýsis og
ikki í fjølmiðlunum
Reiðarin
hóttir
við
endur-
gjaldi
Jógvan Lützen,
reiðari, umhugsar
at reisa endur-
gjaldskrav ímóti
landsstýrinum, um
fiskiloyvið, sum
hann fekk til
Jógvan S dagin
áðrenn valið,
verður tikið aftur
FISKILOYVI
Ingi Rasmussen
Eftir ólavsøku tekur
Jacob
Vestergaard
landsstýrismaður
við
fiskivinnumálum støðu
til, um fiskiloyvi til
línuskipið Jógvan S
verður tikið aftur.
Reiðarin á Jógvani S
heldur tað vera ein
»utopiskan tanka«, at
fiskiloyvið verður tikið
aftur. Og hendir tað
kortini, kann talan ger-
ast um eitt stórt endur-
gjaldskrav, segði hann
við Útvarp Føroya hós-
dagin.
– Skuldi tað hent seg,
at farið verður eftir
loyvinum, so mugu vit
viðgera spurningin um
endurgjald. Og tá skal
hædd takast fyri fiski-
loyvinum, vit hava fing-
ið tillutað í tíggju ár, og
hvørjar
inntøkurnar
kundu verið av tí. Hædd
skal takst fyri útreiðsl-
unum, vit hava havt av
at gera Jógvan S kláran
til fiskiskap, og tað er
ikki einki, sigur Jógvan
Lútsen, sum ikki vil seta
tal á enn.
Skøran og Barið vóru
eisini lagdir, so Jógvan
S kundi fara til fiski-
skap, og tað skal eisini
havast í huga, tá eitt
møguligt endurgjalds-
krav skal gerast upp,
sigur reiðarin við Út-
varpið.
Kostirnir hjá lands-
stýrismanninum
eru
sostatt tvinnir og lítið
mjúkir.
Letur
hann
standa til, rýkur hann
helst sjálvur. Tekur
hann loyvið aftur, so fær
hann endurgjaldskrav.
Avgerðin um um-
strídda fiskiloyvi hjá
línuskipinum Jógvani
S fellur ikki fyrr enn
eftir ólavsøku, sigur
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður við
fiskivinnumálum.
Hann hevur í grund-
ini einki val, um hann
vil halda fram, tí
Tjóðveldisflokkurin
hevur gjørt honum
greitt, at fiskiloyvi
skal takast aftur, um
flokkurin framvegis
skal stuðla honum
JÓGVAN S
Ingi Rasmussen
Skal samgonguni vera lív
lagað eftir ólavsøku, hevur
Jacob Vestergaard í grund-
ini einki val. Hann noyðist
at taka fiskiloyvi til línu-
skipið Jógvan S aftur.
Á landsstýrisfundi miku-
dagin gjørdi Tjóðveldis-
flokkurin bart. Sambært
upplýsingum hjá Sosialin-
um boðaði formaður floks-
ins Høgni Hoydal frá, at
Tjóðveldisflokkurin stend-
ur fult og heilt aftan fyri
tað, sum framsøgumaðurin
í
fiskivinnumálum
hjá
flokkinum, Tórbjørn Jacob-
sen, hevur ført fram í Sosi-
alinum.
Tað vil siga, at um fiski-
málaráðharrin ikki tekur
fiskiloyvið
aftur,
sum
sambært landsstýrismála-
nevndini varð givið línu-
skipinum Jógvani S í heim-
ildarloysi, so noyðist Tjóð-
veldisflokkurin
at
taka
undir við einum misáliti á
Jacob Vestergaard.
Hetta líkist málinum við
Jørgen Niclasen nágreini-
liga. Tað er prinsippið fram
um politikkin. Landsstýris-
málanevndin er einmælt
komin til ta niðurstøðu, at
viðgerðin í Fiskimálaráðn-
um, tá Jógvan S fekk fiski-
loyvi, var ólóglig og atlit-
ini, sum lógu til grund fyri
avgerðini, vóru ósaklig.
Verður niðurstøðan ikki
fylgd, er eftirlitsnevndin
hjá løgtinginum avhøvdað,
og tað kann løgtingið ikki
góðtaka.
Fær avleiðingar
Høgni Hoydal váttar í dag
fyri Sosialinum, at lands-
stýrismaðurin og samgong-
an hava fingið støðuna hjá
flokkinum at vita.
– Støðan hjá okkum er
júst hon, sum framsøgu-
fólkini hjá flokkinum (Tór-
bjørn Jacobsen, blðm.)
hava ført fram. Tað hava vit
boðað Jacob Vestergaard
frá, sigur Høgni Hoydal.
Vil tað siga, at tað ein-
asta, sum tit kunnu góðtaka
í hesum málinum, er at
fiskiloyvið verður tikið
aftur?
– Tað er tað, sum fram-
søgufólkini hava úttalað
seg um, so tað er eingin ivi
um, sigur Høgni Hoydal.
Hvat nú, um avgerðin
verður ein onnur?
– So sigur tað seg sjálvt,
at tað fær avleiðingar. Tað
er eingin ivi um tað. Tað er
fyri at varðveita álitið á
skipanina og landsstýris-
málanevndina. Og tað er
eisini fyri at fáa ruddað upp
í fiskivinnulóggávuni og
–umsitingini, so hesi iv-
amálini ikki alla tíð stinga
seg upp, sigur Høgni Hoy-
dal.
Hava tit soleiðis givið
Jacob Vestergaard knívin á
barkan?
– Nei, tað haldi eg ikki, at
tú kanst siga. Vit hava ikki
viljað buldrað stórvegis al-
ment. Vit hava sagt Jacob
Vestergaard okkara støðu
og vit hava álit á, at tað
verður eingin trupulleiki av
hesum, sigur Høgni Hoy-
dal, sum leggur dent á, at
hetta ikki snýr seg um lívið
hjá samgonguni.
Avgerðin tikin
Jacob Vestergaard sigur seg
langt síðan vera komnan til
eina niðurstøðu í málinum,
men hann bíðar við at al-
mannakunngera sína støðu.
– Eg vildi fyrst viðgera ta
avgerð, sum eg ætli at taka,
politiskt við mín flokk,
men tað hevur ikki eydnast,
og tí fari eg bíða til eftir
ólavsøku at siga, hvør nið-
urstøðan er, sigur Jacob
Vestergaard.
Hann viðgongur, at málið
var uppi at venda á lands-
stýrisfundinum mikudagin,
men hann kennir tað ikki,
sum Tjóðveldisflokkurin
hevur lagt trýst á hann.
– Eg havi ikki følt meg
undir nøkrum sum helst
trýsti, og eg taki mína av-
gerð út frá míni bestu sann-
føring. Hetta er eitt kompli-
serað mál, sum eg vil tosa
við flokkin um, og tí dregur
tað út. Hóttanir og annað
kann eg ikki brúka til nakað
sum helst. Eg kenni málið,
og eg havi fingið avleiðing-
arnar at vita frá mínum em-
bætisfólkum, og tað havi eg
at halda meg til, sigur
Jacob Vestergaard.
Illgruni um mutur
Sosialurin skilir, at Jacob
Vestergaard hellir mest til
at taka fiskiloyvið aftur og
taka tær avleiðingar, sum
kunnu standast av tí, men
tað vil hann hvørki vátta
ella avsanna. Trupulleikin
skal vera, at aðrir í flokkin-
um vilja halda fast við
avgerðina at geva loyvi.
Hvussu er og ikki. Róð
hevur verið framundir, at
tað var ein rein politisk av-
gerð at geva Jógvani S
fiskiloyvi. Umsóknin varð
avgreidd eftir rekordtíð, og
loyvið varð givið einum
partamanni í Fólkaflokkin-
um dagin áðrenn løgtings-
valið.
– Eg eri so ikki partur av
nøkrum rossahandli, og tað
kjakið ætli at mær als ikki
inn í. Eg var ikki lands-
stýrismaður, tá tilsøgn varð
givin til fiskiloyvið, og eg
kenni einki til nakran hand-
il. Eg havi embætismenn at
halda meg til, og tað vóru
teir, sum avgreiddu málið.
Eg haldi meg eina og aleina
til fakta í málinum, sigur
Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaður undir trýsti
Jacob Vestergaard tekur avgerð um fiskiloyvi hjá línuskipinum Jógvan S eftir ólavsøku, men
longu frammanundan hevur Høgni Hoydal gjørt sína støðu greiða. Verður tað ikki tikið aftur,
fær tað avleiðingar.
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
5
4