Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 140 - 26. juli 2003 Nr. 140 - 26. juli 2003 7 Upprunaliga var ætlanin, at nýggja løgtingshúsið skuldi standa klárt til ólavsøku í fjør, men arbeiðið hevur verið nógv seinkað, og tað verður heldur ikki heilt liðugt til setanina í ár. Av ymiskum orsøkum eru umvælingarnar vorðnar tvífalt so kostnaðarmiklar sum ætlað LØGTINGSHÚSIÐ Marjun Dalsgaard Umstøðurnar at byggja nýggju løgtingshúsini hava ikki verið av teimum bestu. Arbeiðsgongdin hevur ver- ið nógv tarnað, millum annað av at tað hevur verið trupult at sleppa framat byggiplássinum í miðbý- num í Havn. Upprunaliga var ætlanin, at nýumvældu hølini hjá landsins kosnu myndug- leikum skuldu standa klár til Ólavsøku í fjør, men enn restaði nógv í, og heldur ikki í ár verða húsini klárt til setanina á ólavsøku. Arbeiði er tó væl fráliðið, sigur Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskrivstov- uni, og eingin trupulleiki verður hjá ólavsøkugestum at vitja hølini. Tað eru smáting sum mangla, sigur hon, til dømis WC niðri- undir. Súsanna Danielsen væntar, at arbeiðið er heilt liðugt 15. september í ár. Dupult so dýrt Arkitekturin aftan fyri verkætlanina, Heidi Poulsen, dylir ikki fyri, at arbeiðið er vorðið munandi dýrari vegna trupulleikar- nar, men vil ikki siga nakað um upphæddina. - Tað vil eg helst ikki úttala meg um, so kemur politikkur upp í, sigur hon. Edmund Joensen løgtings- formaður veit ikki at siga, hvat upphæddin er komin upp á og vísir til Súsonnu Danielsen. Heldur ikki hon kann siga nakað um hvussu nógv tann longda tíðarætl- anin hevur kostað, men samlaða upphæddin av umvælingunum er 47 milli- ónir móti umleið 20 milli- ónum, sum fyrst varð rokn- að við. Súsanna Danielsen legg- ur tó dent á, at ikki alt varð íroknað í kostnaðin av fyrstan tíð, millum annað innbúgv og flyting av Før- oya Tele. Nógvir ymiskir trupul- leikar hava verið í við ar- beiðinum á Tinghúsveg- num, og umstøðurnar førdu beinanvegin við sær, at arbeiðið varð seinkað tveir til tríggjar mánaðir. Trupleikar arbeiðsgongdini Ein av teimum fyrstu trupulleikunum við umvæl- ingini av gomlu tinghúsun- um og Telefonverkinum var, at býráðið sýtti fyri at stongja Tinghúsivegin fyri ferðslu. Millum annað av tí, at Tryggingin um sama mundi umvældið sín bygning á Kongabrúnni, og ferðslan í miðbýnum varð nógv órógvað. Handlarnir í miðbýnum vóru í øðini tí viðskiftafólk teirra sluppu ikki til miðbýnum við bili, og at stongja Tinghúsvegin eisini kundi ikki koma uppá tal. Tískil varð byggiplássið lagt millum Føroya Spari- kassa og Telefonverkið, og fyri at Havnará ikki ótil- skilað skuldi lata upp aftur, var nógv roks við kanning- um, planlegging og byggi- loyvi, og tað hevur verið ringt at sleppa framat við stórum, tungum bilum. Haraftrat varð Føroya Tele, ið enn heldur til í hølunum á Tinghúsveg- num, sera órógvað av gang- inum, tá umvælingin fór í gongd. Tólini, sum Føroya Tele brúkar, vórðu nógv órógvaði av byggiarbeiðin- um, og tí var av fyrstan tíð altíð neyðugt at bíða við at spreingja og bora, til klokkan var farin av fýra, og starvsfólkð á Føroya Tele var farið heim. Hetta er bara nakrir av trupul- leikunum, sum stungu seg upp – tað er ógjørligt at nevna teir allar – tað hevur verið ein sera trupul mannagongd, sigur Heidi Poulsen um, hví verkætl- anin er seinkað meir enn eitt ár. Trúgvi fylgisveinurin hjá skúlanæmingunum, ið vilja halda skil á, er aftur í ár at fáa kring landið til tey, ið vilja fyrireika seg til næsta skúlaár. "Minn meg á" er ein bók til skúlaungdóm og umframt tann vanliga vikukalendarin hevur bóklingurin álmanakka, tímatalvur og frídagarnir í skúlaárinum skrivaðir upp. Í mun til í fjør er bókin økt í síðutali. Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið gevur bókina út, og hon fæst í sølubúðunum fyri 60 krónur. MD Tinghúsið ikki liðugt til ólavsøku Tinghúsið er enn ikki heilt liðugt, hóast tað upprunaliga skuldi standa klárt til ólavsøku í fjør. Kostnaðurin av umvælingunum er tvífaldaður, men ein orsøk til tað er, at nógv ikki var íroknað frá byrjanini, sigur Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskrivstovuni Minn meg á heldur skil á Fyrsta føroyska operan í gerð Í samband við, at tón- leikabólkurin,Aldu- báran, fyllir 10 ár í 2005, verður fyrsta føroyska operan skriv- að. Talan er spennandi verkætlan, sum bæði tónleikaskaldið, Sunleif Rasmussen, og sjónleikarar úr Grímu eru við í. FØROYSK OPERA Páll Holm Johannesen Arbeiðið við at gera fyrstu føroysku operuna nakrantíð er farið av bakkastokki. Tað er føroyska tónaskaldið, Sunleif Rasmussen, sum stendur fyri verkætlanini. Í samband við, at før- oyski tónleikabólkurin, Aldubáran, hevur 10 ára á baki í 2005, hava tey heitt á Sunleif um at skriva eina operu til hátíðarhaldið. Uppgávan hjá Sunleifi er at skriva tónleikin, og afturat sær hevur hann fingið Dánial Hoydal, sum skal skriva tekstin til føroysku operuna. Ein kamaropera Føroyska operan verður ein sokallað kamaropera. Eyð- kenni við einari kamar- opera er, at uppsetingini er sum heild minni enn vanligar operur. Talan er ikki um fult symfoni ork- estur, men heldur um eink- ultar bólkar. Kórini eru ei heldur so væl mannað, sum á vanligum operum. Føroyska operan verður nakrar tímar til longdar, og tað er eisini styttri enn van- ligar operur, so samanum- tikið er talan um ein væl minni uppseting, enn til vanligar operur. Hóskandi fer Aldurbáran saman øðrum gestum at spæla tónleikin hjá Sunleifi Rasmussen. Sjónleikin standa okkara fremstu sjón- leikarar úr Grímu fyri. Tað verður Eyðun Johannesen skal leikastjórna. Søga eftir William Heinesen Søgan, sum verður brúkt í operuni, verður ein stutt- søga eftir William Heine- sen. Talan er ikki um eitt av hansara mest lisnu verkum. Stuttsøgan hjá Williami eitur "Den gale mands have", og sambært Daniali Hoydal er stuttsøgan sera væl egnað til verkætlanina. Søgan snýr seg í stuttum um nøkur børn, sum royna at sníkja seg í ein loyniligan urtagarð, og á ferðini hendir nógv spennandi. Í søguni trýtir ikki við myndaspæli, og í søguni er nógv ljóð, sum hóskar væl til operur. Myndaspælið er um sjálvt lívið, kynsbúning (pubertet) og átrúna, so tað er nokk at tríva í, greiðir Danial Hoydal frá. Hann hevur til árslok at skriva tekstin, og í løtuni gongur væl við at halda freistina. Eftir, at teksturin til operuna er skrivaður, fer Sunleif Rasmussen undir at gera tónleikin. Alt árið 2004, og partur av 2005 er sett av til at gera tónleikin. Gríma fer síðani við árs- byrjan 2005 undir at venja operuna, og eftir ætlanin skal fyrsta føroyska operan sýnast fram á heysti 2005. Inga Poulsen Dam: Eingin trupulleiki við stutta skotbráðnum Ólavsøkuprædikan í ár verður um tað søguliga, sigur Inga Dam Poulsen. Hon er fegin um at hava fing- ið uppgávuna at prædika á ólavsøku, og vil ikki gera stór- vegis viðmerkingar til rumblið hesa vikuna, nú ivi tók seg upp, hvør skuldi halda prædikuna ÓLAVSØKUPRÆDIKA Páll Holm Johannesen Tað hevur ikki verið heilt frítt fyri rumbli hesi vikuna um ólavsøkuprædikuna. Ólavur Rasmussen var upp- runaliga fremst í røðini at halda prædikuna, men hann bar seg undan í vikuni, og tí varð heitt á Ingu Poulsen Dam. Vanliga veit prestur eitt ár frammanundan, at nú stendur hann fyri tørni at halda ólavsøkuprædikuna, men í ár hevur Inga Dam Poulsen fingið óvanliga stutt stotbráð. Hans Jacob Joensen, bispur, segði í Útvarpi Føroya hóskvøldið, at hetta var fyrstu ferð, at ein prestur bar seg undan at halda ólavsøkuprædikuna, so støðan hjá Ingu Poulsen Dam er heilt serlig. Eingin trupulleiki Spurd, um tað nakar trupul- leiki, at bert at hava nakrar fáar dagar at fyrireika seg til so stóra prædiku sum ólavsøkuprædikuna, svarar Inga, at sjálvandi hevði tað verið ynskiligt við meira tíð, men sum prestur er ein vanur við at hava stutt skot- bráð, og tí er hon brynjað til at loysa slíka uppgávu. Hon sær tí ongan stórvegis trup- ulleika við stutta skotbráðnum. Inga Poulsen Dam hevur verið eykamaður hjá Ólavi hetta árið til prædikuna, og hon vísir ikki aftur, at hon hevur gjørt sær nakrar tankar um prædikuna, um so var, at tað ikki lá fyri hjá Ólavi. Spurd, um støðan hesa vikuna ikki hevur verið nakað ógreið, svarar Inga, at hon kann ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið, og sigur bert, at hon tekur fegin uppgávuna á seg, nú tá ikki lá fyri hjá Ólavi Rasmussen. Prædika um tað søguliga Presturin í Norðurstreym- oyar Prestadømi sigur seg fara at leggja dent á tað søguliga við ólavsøkuni á prædikuni í ár. Hon heldur, tað er sera hugvekjandi við gamla ólavsøkusiðinum. Inga vísir okkum á, at arvurin við at seta tingið á ólavsøku er ávirkaður av kristna arvinum, og tískil er eitt sterkt samband millum politikk og kristnidóm í Føroyum. – Áðrenn Føroyar vórðu kristnaðar var tingsetanin ikki á ólavsøku, men eftir, vit blivu kristnaðar, varð setanin flutt til á ólavsøku. Søguliga sambandið mill- um politikk og kristnidóm í Føroyum er tí avgjørt til staðar, greiðir Inga Poulsen Dam frá. Spurd, um tað er nakað serligt at prædika á ólav- søku, svarar hon, at tað minnir nógv um vanligar prædikur, men at støðan er heilt serlig, tí ein skal tala til alla føroysku tjóðina. – Av tí, tú helst bert eina- ferð sleppur at prædika á ólavsøku er støðan heilt serlig. Ein kann siga, at ein kemur at vera við eitt søgu- ligt, mentanarligt og anda- ligt kelduvað, sigur Inga Poulsen Dam. Seinastu mánaðirnar hev- ur nógv verið skrivað og hoyrt um, at búskaparliga støðan í Føroyum ikki er tann bjartasta. Tá vit spyrja Ingu um hon hevur ætlanir at siga nakað um búskapar- ligu støðuna, svarar hon, at teksturin (Matt. kap.16, blðm), er sera væl egnaður til almenn menniskjaslig evni, og tískil verður størst- ur dentur á lagdur á tað evnið í prædikuni. Eitt sindur øðrvísi ólavsøka Inga Poulsen Dam kemur at hava úr at gera næstu dag- arnar. Hon skal prædika sunnudagin, og í løtuni fer mesta tíðin fer við at fyri- reika ta prædikuna, og síð- an verður hon noydd at savna tankarnar til prædik- una ólavsøkudag. Maðurin Marjus Dam er løgtingsmaður, so hann verður eisini við í skrúð- gonguni ólavsøkudag. Inga væntar, at ólavsøkan í ár verður eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár, tí bæði hava skyldur, sum tey skulu røkja. Kortini ætla hon og mað- urin at taka sær av løttum á ólavsøku. – Vit ætla okkum at ganga á gongugøtuni, tosa við fólk, vitja familju og fara á listaframsýningar, sigur Inga Poulsen Dam at enda. Í samband við, at føroyski tónleikabólkurin, Aldubáran, fyllir 10 ár í 2005, hava tey heitt á Sunleif Rasmussen um at skriva tónleik til eina føroyska operu. Talan er um eina stóra verkætlan, har okkara fremstu sjónleikarar úr Grímu eisini verða við. Mynd: Savnsmynd Inga Poulsen Dam er fegin um at hava fingið uppgáv- una at prædika á ólavsøku. Hóast tað hevði verið ynski- ligt við meira tíð, so sær Inga ongan trupulleika í stutta skotbráðnum, hon hevur fingið til at fyrireika prædik- una Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6