Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 140 - 26. juli 2003 Nr. 140 - 26. juli 2003 9 Mánakvøldið fara 6 gentur og ein drongur at kappast um vinnaraheitið av Nósabarnaprix 2003. Finalan verður í Badmintonhøllini í Havn NÓSABARNAPIX Rúna Sivertsen Fyrireikararnir av Nósa- barnaprix ætla at gera nógv burturúr finaluni, sum verður í Badmintonhøllini í Havn mánakvøldið klokkan 19.00. Stórur prýddur pallur verður settur upp, og í steðginum koma Angela og Hannibal at undirhalda. Tey hava nógv nýtt á skránni, verður sagt. Tey bæði, Angela og Baby-James, verða frá- søgufólk til hetta tiltakið, sum verður frá klokkan 19 - 21.00. Tað verða 7 finalistar, ið skulu kappast um sigurin av Nósabarnaprix 2003. Tey gjørdust vinnarar av undakappingunum, sum hava verið runt í landinum. Nósafløga Í samband við Nósabarna- prix, verður fløga givin út. Á henni syngja allir fina- listarnir og trý av teimum, sum gjørdust nummar tvey til undankappingarnar. Tá undankappingarnar vóru av, var lutakast um, hvør av teimum, ið gjørdust nummar tvey, skuldu sleppa við á fløguna. Hepnu vinnararnir av lutakastinum vórðu, Ansa Højgaard Søldafjørður, Jóna Poulsen, Sumba og Durita Djurhuus úr Kolla- firði. Fløgan, Nósabarnaprix 2003, kemur á marknaðin beint eftir ólavsøku. Á fløg- uni verða 10 sangir. Hørð kapping Hetta er annað árið, at børn hava fingið møguleikan at royna seg í Nósabarnaprix. Eftir hvat skilst, er ætl- anin at umskipa kappingina komandi ár, men eftir hvør- jum leisti tað fer at verða gjørt, er ikki heilt greitt enn. Vinnarin av Nósabarna- prix 2003 fær 10.000 krón- ur og stórt steyp til ognar. Nummar 2 og 3 fáa eina peningagávu, og eisini verða gávulutir til allar finalistar og gestasangarar. Millum gestsangarnar verða tær tríggjar, Ansa, Jóna og Durita. Fyrireikararnir vilja einki siga um, hvør er favorittur at vinna kappingina, men vit skilja á lagnum, at kapp- ingin verður hørð, tí børn- ini liggja sera javnt. Atgongumerkini verða seld við dyrnar og kosta 100 krónur, tó sleppa børn undir skúlaaldur inn fyri 40 krónur. Atgongumerkini kunnu eisini fáast í forsølu á Kunningarstovuni í Havn, telefon, 315788. Finala í Nósabarnaprix Durita Mohr Jacobsen, 12 ár Fuglafjørður, sum vann á Kambsdali, har hon eisini býr, fer at syngja, "Vit eru glað". Manja Johansen, 12 ár á Tvøroyri, luttekur við sanginum "Ommu míni hjá". Konni Kass Jacobsen, 12 ár úr Hoyvík, luttekur við sanginum, "Syngja sama lag". Terji Højgaard, 11 ár úr Kaldbak, er einasti drongur, sum eydnaðist at koma við í finaluna. Hann fer at syngja, "Stjørnurnar blinka". Rebekka Rafael Petersen, 13 ár úr Kollafirði, fer at syngja "Tína dýrd tú offraði". Soffía Lind Rasmussen, 10 ár Klaksvík, luttekur við sanginum, "Minnist tú hitt summarið". Súsanna Samró, 9 ár úr Hoyvík, syngur "Puff mín loynidreki". Sjónvarpssendingar um føroysk listafólk úr eldri ættarliðum hava áður verið at sæð, men nú farið undir eina meira nútímans lýsing av parti av føroyskum mentanarlívi. Farið er undir dokumentar- sending um føroysku rocklegenduna Jørgen Dahl, sum rættiliga slóðaði fyri í sjeyti og áttatiárunum TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Nevnir ein klaksvíksbólk- arnar Straight Ahead og Hjarnar, so koma mong at hugsa um Jørgen Dahl. Hann var oddamaður í hes- um bólkum, sum standa fyri sangum og útgávum, sum enn tann dag í dag standa sum klárastu varð- arnir, um ein skal leita aftur á slóðina innan føroyskan rock- og poptónleik. Bæði innan lagsmíð og tøkniliga halda hesar úrgávur enn, hóast tær eru millum 20 og 30 ára gamlar. Tað var úrmælingur Jørg- en Dahl, sum stóð sum oddamaður í hesum fremstu bólkum í Føroyum tá. Jørgen og eisini bólkar- nir komu úr Klaksvík. Og Tað er einki at taka seg aftur í, at tað var har mið- depilin var hesi árini í byrj- anini í sjeytiárunum. Tað var kring Jørgen Dahl og hansara mann, at tað gekk fyri seg. Hann fekk sum nakað nýtt bólkarnar í upptøku- hølini og burturúr komu landaplágur, men eisini tónlistaverk, sum folk enn í dag spæla og vilja hoyra og sum mong bíða eftir skulu verða endurútgivin á fløgu, so tey eru meira atkomulig. Tiltikna Veðraplátan hjá Straight Ahead er langt síðani útseld, men stendur sum ein hin klárasti varðin í føroyskum rocktónleiki. Eisini á palli var mann- ingin við Jørgen Dahl á odda nakað heilt fyri seg. Teir vóru klárastu stjørnur- nar og harafturat gjørdu teir ofta eitt sindur burturúr pallframførsluni. Dokumentar um mannin Nú er farið undir eina sjónvarpsdokumentarsendi ng um Jørgen Dahl. Tað er Eyðun Klakstein, fjøl- miðlamaður, sum hevur fingið hugskotið. – Føroyingar hava gjørt góðar sendingar um lista- fólk, t.d. Ingálv av Reyni og J.H O. Djurhuus.Nú er hugskotið at gera okkurt eitt sindur meira nútímans, tí lítð hevur verið at hoyrt og sæð um henda partin av mantanarlívinum,og Jørgen Dahl breyt uppúr nýggjum á tónlistaøkinum og hevur havt ómetaligan týdning fyri føroyskan rocktónleik. Talkan var um nýhugsan og slóðbrótandi arbeiði. Leita verður so at siga aftur til upprunarockin við einum manni, sum var tónleikari og meinti nakaðð við tað, hann var krevjandi og fór eisini í upptøkuhølini við útgávu sum ætlan og tað er ikki nakað vit hava ov nógv av, um vit hyggja aftur um bak, tí nógvir góðir bólkar spældu hesi árni, men lítið er útkomið, sigur Eyðun Klakstein. Ætlanin er at lýsa før- oyskan rock í 70'unum og 80'unum og fylgt verður við Jørgen Dahl allan vegin, frá árunum í Klaks- vík og fram til dagin í dag, nú hann heldur til í Dan- mark. Jørgen Dahl eigur løg sum "Komið øll við" og Breaking my Heart, sum flest øll kenna. Hann stóð á odda í mongum bólkum, kendast eru Straight Ahead og Hjarnar. Hann flutti í 1985 til Danmarkar og hevur í dag bólkin Lost Pil- grims. Síðani hann fór til Danmarkar hevur ikki so nógv verið at hoyrt til nú 48 ára gamla Jørgen Dahl í Føroyum, men fyri tveim- um árum síðani gav hann fløgu út við Lost Pilgrims, sum annars spælir í Dan- mark á festivalum og aðra- staðni. Ætlanin við dokumentar- sendingi er at lýsa hendan slóðbrótaran innan føroysk- an tónleik og at royna at koma afturum. Í hesum sambandi vitjar Jørgen Dahl í Føroyum í hesum døgum og hevur hann nýtt høvið at vitjað aftur á gaml- ar gøtur og hitta vinmenn og spælifelagar. Sendingin verður vænt- andi at síggja í føroyskum sjónvarpi komandi ár. ILA-sjúkan er ein typa A-sjúka og ein koppsetur ikki ímóti A- sjúkum, tí tá ræður um at slakta alt sum er, sigur Regin Joensen, lívfrøðingur, sum heldur lítið um hand- faringina av ILA-sjúk- uni í Føroyum og samanber ILA við munn- og kleyvsótt og ridluskriða ALING Dagfinn Olsen - Í Føroyum hava vit eina skipan, sum bíðar eftir einum Lottovinningi frá ES, sum kanska ikki kem- ur, sigur Regin Joensen, lívfrøðingur, um hand- faringina av ILA-sjúkuni í Føroyum, nú bíðað verður eftir loyvi frá ES um at sleppa at koppseta mót- vegis ILA. Sum AIDS – At koppseta ímóti ILA- sjúkuni er sum at hava kynsliga samveru við ein AIDS sjúkling, sigur ein sera avgjørdur Regin Joen- sen. – ILA er ein typa A sjúka og tí skal hon niðurberjast. Tá ein staðfestir typu A sjúkur, so ræðir um at slakta. Ein koppsetur ikki ímóti A sjúkum, samanber til dømis munn- og kleyvsótt ella ridluskriða. Og tí er handfaringin av ILA-sjúkuni ein vanlukka og landsins myndugleikar hava gjørt alt ov lítið, sigur Regin Joensen, sum starv- ast sum lívfrøðingur hjá Biofar. – ILA-sjúkan er niður- bard í Skotlandi, tí har verður alt slaktað, tá ein sjúka av A typuni er stað- fest. Koppseting er ónýtilig og gongur slakting ikki, so verður hermegi sett inn og alt sett í undantaksstøðu, sigur Regin Joensen. Verfallið var munagott Regin Joensen metir handfaringina av ILA í Før- oyum vera eina vanlukku. Ístaðin fyri at síggja álvaran, so halda vit fólka- veitslur, stevnur, har t.d. kappróðrarbátar sigla á firðunum. Og sum heild er tað so, at øll ferðsla eigur at bannast á støðum, ið eru fongd við sjúku av slíkum slag, sigur lívfrøðingurin, sum vísur á vandan við ferðslu millum sjúkuralt støð og frísk øki.. – Eisini er tað ikki góður felagsandi millum alarar, at ein alari ikki slaktar allan sjúkan fisk, tí í veruleikan- um er bert spurningur um tíð, til sjúkan breiðir seg til onnur alibrúk, sigur Regin Joensen. Regin Joensen metir, at landsins myndugleikar áttu at havt tikið støðuna í álavara og gjørt meira munadyggar mannagongir. – Handfaringin av ILA er ein sonn vanlukka. Tað er bert ein háttur at niðurberja ILA og tað er at slakta allan fiskin, sigur Regin Joensen og er sostatt á somu leið, sum tað landsdjóralæknin førdi fram í vikuni í Sosialinum; at talan eigur at vera um eina skipan við "alt út, alt inn". Afro- rútmur og dýrdar- rockur Grót skipar fyri konsertum um vikuskiftið TÓNLEIKUR Fríggjalvøldið og leyg- arkvøldið verða kon- sertir við afrorútmum og við bólkinum Glorybox. Partur av afrorútmuætlanini er eisini workshop. Afrorútmur eru at hoyra í Losjuni í Gøtu fríggjakvøldið og úti- konsert við Glorybox verður uttan fyri bý- ráðshúsið í Runavík leygardagin klokkan 12:30 og er hon ókeyp- is. Handfaringin av ILA-sjúkuni ein vanlukka Sjónvarpsdokumentar um Jørgen Dahl Jørgen Dahl við tangentarnar og Karl Martin Samuelsen syngur. Teir eiga manga løtuna saman í tónleikahøpi og hava givið føroyingum manga góða løtu og manga landaplágu. Her venja teir eitt nýtt lag hjá Jørgeni Dahl Jørgen Dahl avmyndaður frammanfyri leivdunum av einum av venjingarhølunum hjá Straight Ahead á Biskpstø í Klaksvík C M Y K 9 8