Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 140 - 26. juli 2003 Nr. 140 - 26. juli 2003 11 Fólk fyrireika seg í hesum døgum at halda Ólavsøku. Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara og hon er eisini tann seinasta av summarstevnunum. Hon ein mentanarstevna við framsýningum, dansi, konsertum og fundum. Hon er ein sølustevna og hon er hjá nógvum eisini ársins ball. Ólavsøkan er gaman og álvari. Tað er ikki ov nógv sagt, um vit siga, at ólavsøkan er ein týðandi partur av samleika føroyinga. Nógv er siðvenja, tradisjón, men tjóðarhátíðin er eisini nýskapandi, kveikj- andi, og setir hugin á flog hjá teimum, sum skulu skipa fyri og fyrireika ólavsøkuna og tiltøk á ólavsøku. Ólavsøkan bjóðar eisini til stórar hátíðarløtur. Eitt nú eru løturnar, tá ólavsøkan verður sett, skrúðgongan við lands- stýri, løgtingslimum, prestum og embætisfólkum undan ólavsøkuguðstænastuni og sangurin undir tínghúsinum undan løgtingssetanini sannar hátíðarløtur, tá fólk veru- liga kenna føroyska samleikan. Hesin meira álvarsami parturin hevur stóran týdning, men ítrótturin, mentanin og tey ymisku verðsligu og andaligu tiltøkini hava ikki minni týdning. Ólavskuaftan endar kappingarárið hjá tjóðarítrótt okkara - kappróðrinum. Tað er at fegnast um, at áhugin fyri kapp- róðrinum tykist at vaksa í fleiri støðum, eitt nú í høvuðs- staðnum, við miðvísari venjing frá ársskiftinum, sam- stundis sum tað er at harmast um, at onnur siðvond kappróðrarpláss ikki klára at manna bátarnar. Men vónandi koma gomlu kappróðrarbygdirnar við aftur, so kappróðurin verður meira fjøltáttaður og spennandi. Kappróðrarárið er økt við einari stevnu, men spurningurin er, um ikki vit kanska áttu at fara hugsa um fleiri møgu- leikar, nú bátarnir eru so nógvir í summum støddum. Kanska við fleiri bólkum. Men spell er, at 10-mannaførini bara eru fýra í tali og at eini er hvørki í Norðoyggjum og í Suðuroynni. Eftir kappróðurin er føroyameistararnir ikki funnir. Tað sama ger seg ikki galdandi fyri tvær ítróttargreinir, sum eisini seta dám á ólavsøkuna, fótboltin og kappríðingin, men ólavskudag verður vinnarin í steypakappingini í fót- bólti funnin, og ársins kappríðing er eisini ólavsøkudag. Ólavskan býður til nógv gott, men tíverri tykist hon eisini at vera í so handilslig. Alt tað, vit kunnu bjóða teimum smáu, børnum, kostar nógvan pening, og eittans endamál liggur aftan fyri - at vinna pening. Kann tað vera rætt? Skulu vit ikki kunna bjóða børnunum okkurt, sum kann undirhalda og stuttleika tey, uttan at eitt handilsligt enda- mál liggur aftanfyri? Her er brúk fyri nýhugsan. Tíbetur tykist nýggja rúsdrekkalóggávan hava broytt siðir og mentan. Nú slepst udnan at bestilla ein kassa, og nú ber til at fara inn á eitt vertshús ella matstovu og drekka eitt glas uttan at vera lógbrótari. Nøkur fáa sjálvandi ov nógv uppí høvdið, men tað tykist sum um føroyingar duga betur at fara um "tað váta slagið", sum jú er ein týðandi partur í ólavsøkuni, tá vertsskapur, hugni og gestablídni verður settur í hásæti. Góða ólavsøku! DAGSINS MEINING Sosialurin Tjóðarhátíð - gaman og álvari VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Flóvin Eidesgaard, í summarfrí á Tvøroyri Hóast vit hava borað, hava vit enn ikki funnið olju. Oljuøkonomurin Regin Hammer hevur í seinastuni í bløðunum viðgjørt eina aðra boring. Hann hevur víst á, at ein sparing uppá kr 45 mió., sum nøkur hava pástaðið kann fáast við at knýta arbeiðið uppá tunn- ilin millum Øravík og Hov og arbeiðið uppá nýggju samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði saman, als ikki er ein verulig sparing, ella í mesta lagi ein sparing uppá einans kr tvær mió. Regin tosar um stórar og størri óvissur, roknar grót um til pengar (og øvugt), diskonterar og ger ymist búskaparfrøðiligt við stórar steinar. Nú vit tosa um teoretiska økonomi ætlaði eg at spyrja Regin, um nøkur teoretisk forðing er fyri, at vit veru- liga innføra grót sum gyld- ugt gjaldoyra, møguliga bara í Suðuroynni. Eg kundi eisini spurt, hvørja ávirkan hetta vildi fingið fyri hansara pástand um, at pástandurin um kr 45 mió. í sparing ikki heldur. Kanska koma mínir spurningar væl við hjá før- oyskum oljuøkonomum, – meðan vit bíða, meini eg. Ein lítil spurningur til Regin Hammer TÍÐINDASKRIV Tað verða fleiri áhugaverd tiltøk í Kommunuskúla- garðinum á ólavsøku. Bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag fara Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen at spæla til dans í tjaldin- um. Eyðun og Terji hava sam- starvað nógv um tónleik seinnu árini. Eyðun hevur øll árini verið ein av høv- uðsmonnunum í Frændum, og Terji var eisini við í bólkinum nógv av áttati- árunum. Terji er eisini kendur frá bólkum sum Føstufressum og Moirae. Men Eyðun og Terji hava seinastu fimm árini sam- starvað nógv um tónleik, og teir hava eisini givið tvær fløgur út í felag. Teir hava hvør sær og saman skrivað ein ør- grynnu av sangum, sum eru vorðnir landskendir. Tað verða hesir sangir, sum teir fara at spæla saman við bólkinum hjá sær á ólav- søku. Plys Tað verða eisini tvey barna- tiltøk í Tjaldinum í Komm- unuskúlagarðinum. Tað verða Niels og Peter Plys, sum fara at undirhalda børnunum við gandakynst- rum, skemti, ballónum og góðgæti bæði ólavsøkuaft- an og ólavsøkudag kl. 17.00. Niles Plys hevur áður verið í Føroy- um, og tá gekk honum sera væl at undirhalda børnun- um. Niels Plys hevur eisini verið væl umtóktur sum undir- haldari í Danmark, og hann er støðugt á ferð. Gospel Stóra ólavsøku- konsertin verður eisini hildin í Kommunuskúla- garðinum, og ólav- søkuaftan verður stórsligin gospel- konsert. Á hesi konsert fara Linda Holm- berg, Heini Lützen, Laila Hansen, Regin Guttesen, Sigrid Rasmussen, Jón Svein Heinesen og Heidi Andreasen at syngja, og afturat sær hava tey ein bólk, sum er mann- aður við dugnaligum donskum tón- leikarum. Eisini fer kórið United Vocies at syngja á konsertini. Hendan konsertin verður ólavsøkuaftan kl. 21.00. Poppur, klovnar og gospel Sverre Midjord Tað er ikki tespuligt at lesa skuldsetingar av lægsta slagi. Teir royna hvør á sín hátt at vaska hendur. Tó at teir eru sekir. Hvør av hesum monnum kann bjóða seg fram? Hvør hevur reinar linjur? Tjóðveldisflokkurin stendur ikki aftanfyri, tá ið tað viðvíkur skuldseting- um. Tann seinasta álvars- liga skuldsetingin er til landsstýrismannin í fiski- málum. Tórbjørn Jacobsen sigur, at um fiskiloyvið til Jógvan S úr Klaksvík, ið varð útskrivað tímar áðrenn seinasta val, ikki verður tikið aftur, verður misálit sett á Jacob Vestergaard. Heldur skuldi Tórbjørn sett missálit á Fólkaflokkin, men ætlanin hjá Tórbjørni er bert ein hóttan, eitt spæl fyri gallarínum Fólkið vil heldur hava sjónleik enn breyð, er kent. Taburettirnar eru alt ov góðar at sleppa. Ella eru teir ræddir fyri, hvat kemur undan kavi, tá ið skiftið kemur, og tað kemur. Fimm ella seks lands- stýrismenn eru koyrdir úr sessi í fullveldisrúsinum, og sjálvt ein løgmaður segði, at viðurskiftini hjá Signari á Brúnni vóru justitsmorð. Tað morðið fekk ongar avleiðingar, sessurin hjá Høgna Hoydal var ov góður at lata frá sær. Tó tann mest niðursetandi avgerðin var, tá ið tann unga stjørnan Annlis Bjark- hamar bleiv lýst úr starvi, og ein politisk framtíð var jarðløgd. Tí ongin ivi var um, at hon hevði eina polit- iska framtíð. Men hon bleiv sett frá. Hví? – Eingin frágreiðing er komin, og hon kemur heldur ikki. Tjóðveldisflokkurin lat Annlis bara fara, helst tí at Høgni sá ein mótpol í henni til hansara máta at stýra flokkinum uppá. Tí sigur Høgni sum landsstýris- maður í mentamálum. Er tað veruliga so illa statt, at flokkurin ongan hevur at seta í starvið? Er eingin góður nokk at taka yvir? Til løgtingsvalið í Suðuroy vóru kandidatar av høgum støði, prestur úr Hvalba og økisleiðari úr Klaksvík, so her skuldi verið nakað at tikið av. Hvør er orsøkin, at Ann- lis varð lýst úr starvi? Veru- leikin er tann, at bæði Tjóð- veldisflokkurin og Fólka- flokkurin hava slept allari vanligari siðvenju. Í Dagblaðnum 30/6 nr. 24 sigur Jørgen Niclasen, at Høgni er óseriøsur, og heldur hann fram, at Høgni Hoydal heldur ikki gjørdar avtalur. Alt hetta, og tað fær ong- ar avleiðingar. Í sama Dag- blaði er oddagreinin »Nú velst um rygg«. Nú rennur sannleikin upp, tað vil siga, at nú manglar peningur. Skatta- peningur skal brúkast opti- malt, men við tí politikki, ið tit føra, minkar skatta- inntøkan, uttan at hond veður rætt frá síðu til hjálp- ar. Rækjuflotin hevur trupulleikar. Alivinnan hevur helst fingið banasár. Hvat ger landsstýrið? Samfelagið er koyrt at ørmyndarhúsi. Umsitingin, ið fyri nøkrum árum síðan bleiv røkt væl og virðiliga av trimum landsstýris- monnum, við tveimum løg- frøðingum og tveimum skrivstovufólkum. Útreiðsl- urnar eru nú 900 milliónir til umsiting. Blokkurin skerdur við 400 milliónum, hetta er tað sjónliga, helst er tað meira. Við øllum trupulleikum, so verður ikki eitt blað opn- að uttan at Tinganes søkir fólk við eini mánaðarløn á hædd við tað, ið ein stakur pensjónistur fær at liva av um árið. Karsten Hansen saman við Óla Breckmann lækka fíggjarlógina við 1%. Tað má vera av undirskotinum. Sannleikans tími VIÐMERKINGAR Við bili úr Kuba til USA At fólk royna sítt hugflog, tá tey royna at flýggja úr einum landi til annað, er hendan myndin eitt gott dømi um. Herfyri royndu tólv kubanar at flýggja til USA í einum Chevrolet-lastbili frá 1951. Undir bilin høvdu teir lagt tunnur og annað, sum helt lastbilinum uppi, men ferðin endaði kortini, tá eitt amerikanskt sjóverjuskip kom fram á tann flótandi lastbilin úti fyri Florida- strondini. Teir tólv kubanararnir fingu boð um at fara aftur til Kuba Mynd: Reuters C M Y K 11 10