Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 • leygardagur • 26. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Stór kapping er um plássini á liðnum, sum verður roknað at vera favorittur, men sum á ongan hátt ætlar at fara lætt um finaluna LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen B36 er oddalið í 1. deild, og tískil er B36 stórfavorittur at vinna finaluna um Løg- manssteypið ólavsøkudag. B36 arnir lógu bakk í eina viku og so at siga sólaðu sær í góða endaspurtinum undan summarsteðginum, men nú hevur í eina stóra viku verið álvari aftur. – Vit hava vant sera nógv, og vit hava verið troyttir. Hósdagin høvdu vit frí, og eftir hørðu venjingina fara vit nú at innstilla okkum upp á finaluna, sigur Jákup á Borg, sum er ein av lyklaspælarunum hjá B36. Burtursæð frá Heina í Skorini, sum í fyrstu venj- ingini eftir summarsteðgin aftur varð plágaður av skaðanum í hælsinuni, sum í einar tveir mánaðir fyrr í ár helt honum burtur frá fótbólti, so eru allir spælar- arnir hjá B36 tøkir. – Tað er stór kapping um plássini. Tá ið onkrir spæl- arar hava verið skaddir, hava aðrir fingið møgu- leikan, og teir hava tikið av. Tað hevur við sær, at intensiteturin undir venjing verður størri, og tað er hugaligt, sigur Jákup á Borg, sum ikki leggur so nógv í, at B36 er oddalið, meðan GÍ er nógv longri niðri á talvuni: – Alt skal avgerast eftir 90 minuttum. Um veðrið verður hampuligt, so verður áskoðarafjøldin ivaleyst stór. So fæst at síggja, hvussu spælararnir megna at takla spentu støðuna og við lívligum karmi rundan- um. Tað hevur rættuliga nógv at siga fyri, hvussu tað fer at tørna út. Teir hava tapt og vunnið B36 spælararnir vera tað mesta av mánadegnum í høvuðsstaðnum, men so fara teir inn á Svangaskarð, har teir burtur frá ólavsøku- meldrinum fara at leggja síðstu hond á fyrireikingar- nar til finaluna týsdagin. Ion Geolgau veit, hvussu tað kennist at tapa steypa- finalur, og kanska minnist hann eisini, hvussu tað er at vinna. Í 1998 vunnu hann og HB finaluna, men síðani hevur hann tapt tvær ferðir. Í 2000 ímóti GÍ og í fjør ímóti NSÍ. Jákup á Borg og nógvir av hinum B36 spælarunum hava eisini bæði roynt at vinna og tapa. Í 1999 taptu teir finaluna á ovara vølli í Gundadali 3–1 ímóti KÍ, og fyri tveimum árum síðani vunnu teir illveðursfinaluna ólavsøkudag 1–0 ímóti KÍ. – Tað var ógvuliga harmuligt, at veðrið ta ferð- ina var so vánaligt. Eg dugi ikki at ímynda mær, at tað verður soleiðis eina ferð afturat, og eg rokni við, at finalan hevði verið útsett, um veðrið aftur varð so- leiðis, heldur Jákup á Borg, sum higartil eigur til góða at skora mál í finaluni ólav- søkudag. Tá ið B36 í fyrra- árið vann 1–0 ímóti KÍ, var Jens Kristian Hansen mál- skjútti, og veteranurin átti eisini B36 málið, tá ið teir í 1999 taptu 3–1 ímóti klaks- víkingum. B36 fyrireikar seg á Svangaskarði Løgmanssteypið 1989–2002 1989 B71–HB 0–0 B71–HB 0–2: Oddbjørn Joensen, Gunnar Mohr 1990 GÍ–KÍ 1–6: Per Dalheim – Beinur Poulsen, Kurt Mørkøre, Olgar Danielsen, Allan Mørkøre br, sjálvmál, Todi Jónsson 1991 B36–HB 1–0: Bergur Magnussen – 1992 HB–KÍ 1–0: Gunnar Mohr – 1993 B71–HB 1–1: Páll á Reynatúgvu – Rúni Nolsøe B71–HB 2–1: Torbjørn Jensen, Páll á Reynatúgvu – Hans Petur í Brekkunum 1994 B71–KÍ 1–2: Eli Hentze – Jákup Mikkelsen br, Arnold Joensen 1995 B68–HB 1–3: Aksel Højgaard – Rúni Nolsøe, Andreas F. Hansen, Eyðun Samuelsen 1996 GÍ–HB 2–2: Henning Jarnskor, Símun Petur Justin- ussen – Hallur Danielsen, Petur Slyne GÍ–HB 2–2 5–3 eftir longda leiktíð: Rúni Justinussen (2), John Petersen, Símun Petur Justinussen, Agnar Høj- gaard – Uni Arge (2), Hallur Danielsen 1997 GÍ–VB 6–0: Sámal Joensen, Henning Jarnskor (3/1br), Pauli Jarnskor, Øssur Hansen – 1998 HB–KÍ 2–0: Hans á Lag, Andrew av Fløtum – B B36–KÍ 1–3: Jens Kristian Hansen – Rógvi Jacob- sen, Kurt Mørkøre, Arnold Joensen 2000 GÍ–HB 1–0: Óli Hansen – 2001 B36–KÍ 1–0: Jens Kristian Hansen – 2002 HB–NSÍ 1–2: Rógvi Jacobsen – Ulrik Balling, Brynjolvur Nielsen br Skaðalistin er nógv styttri, enn hann higartil hevur verið í GÍ, har tveir spælarar hava føðignardag, tá ið teir fara at stríðast í finaluni LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Lagið er gott í Gøtu. Teir fyrireika seg til steypafinal- una, og teir ætla sær at vinna. Tað eru trý ár síðani, at teir vóru í støðu, sum lík- ist ógvuliga nógv henni, sum teir nú eru í. Ta ferðina var HB oddalið í lands- kappingini, meðan GÍ var nummar sjey, men GÍ vann steypafinaluna 1–0 ímóti HB. Nú er B36 oddalið, og GÍ er nummar sjey. So er spurningurin, hvussu tað fer at roynast týsdagin. – Undan summarsteðgin- um gekk alt av skriðuni. Vit vóru so skaðaplágaðir sum ongantíð áður. Frá einum dysti og til tann næsta vóru vit noyddir at skifta tríggjar ella fýra spælarar út, og sjálvandi kendist tað aftur á avrikunum og harvið úrslit- unum. Tað sigur Poul Ennigarð, miðverjin sum er liðfor- maður hjá gøtumonnum. Hann sat leingi uttanfyri fyrr í summar, tí hann var skaddur. Nú er støðan væl betri í Gøtu. Teir hava vant síðani síðst í síðstu viku, og í gjárkvøldið skuldu teir spæla venjingardyst á nýggja undirlagnum á Skála. Einasti spælarin, sum ikki er tøkur, er Símun Louis Jacobsen, sum hevur slitið liðband í knænum, og tískil verður uttanfyri einar tveir mánaðir afturat. Krzystof Popczynski er lyklaspælari. Hóskvøldið noyddist hann at gevast at venja, tí hann hevði fingið vøddaskaða, men í Gøtu vóna teir, at hann verður tøkur í finaluni. Tað er al- neyðugt at hava hann við, um møguleikarnir skulu vera hampuligir. Hava nógvar royndir Hóast Gí í ár roynir at sam- anspæla nýtt lið, so eru tað nógvir spælarar á liðnum, sum hava drúgvar royndir, sjálvt um teir framvegis eru í góðum fótbóltsaldri. Nógvir teirra vóru við til at vinna á HB fyri trimum árum síðani, og saman við Poul Ennigarð vóru fleiri við, tá ið GÍ eftir tvær spennandi finalur vann á HB í 1996, og tá ið teir smurdu VB av í 1997. – Eg var skaddur í 1997 finaluni, men sum heild kunnu vit ikki siga annað, enn at vit hava góð minni frá finalunum. Henda final- an verður sera torfør, tí B36 hevur eitt fínt lið við nógv- um spælarum, ið hava verið við í fremstu røð í mong ár. Men vit fara at gera okkara ítarsta til, at finalan skal vera góð, og vit hava lagt tað farna afturum okkum. Vit síggja tað soleiðis, at nú er slætt borð, og tað er tí, sum vit arbeiða út frá. Vit taptu landskappingardystin í Gundadali 4–0 ímóti B36, men tað var í tíðarskeiðn- um, tá ið nógvir av okkara spælarum vóru skaddir. Í bólkaumfarinum í steypa- kappingini vunnu vit í Gøtu og teir í Gundadali, so tað gekk upp. Men nú eru tað tvær ferðir trý korter, sum skulu avgera hetta, og tá kann alt henda. Poul Ennigarð er liðfor- maður hjá GÍ, og tað hevði sjálvandi verið hugaligt hjá honum at tikið ímóti steyp- inum frá løgmanni týsdagin 29. juli. Tá verður Poul 26 ár, og sama dag verður lið- felagin á høgra vongverja, Hans Pauli Petersen, 23 ár. – Tað hevði sjálvandi kenst sum eyka føðingar- dagsgáva, um vit vunnu og fingu steypið, heldur GÍ liðformaðurin, sum saman við liðfeløgunum fram til ólavsøkudag fer at savna seg um uppgávuna, ið kann veita teimum trygd fyri hampuliga væl eydnaðum kappingarári, sjálvt um teir hava verið so nógv skaða- plágaðir inntil nú, og sjálvt um teir ikki eru so væl fyri á støðutalvuni. Men nú er slætt borð, og so fæst at síggja! Nú er slætt borð í Gøtu Jákup á Borg verður ein lyklaleikari hjá B36 í steypafinaluni 29. juli Súni Olsen fær ein týðandi leiklut móti B36 á ólavsøku 15 14 Nr. 140 - 26. juli 2003 UTTAN ÚR HEIMI Kommunur undir umsiting Næstan hundrað norskar kommunur eru so illa fyri fíggjarliga, at tað almenna hevur gjørt av at seta tær undir umsiting og eftirlit. Dagens Næringsliv skrivar, at hesar kommunurnar sleppa ikki at taka lán uttan góðkenning frá lands- myndugleikunum, og tær sleppa heldur ikki at økja rakstrarútreiðslurnar, uttan at tað almenna játtar tí. Ein av teimum illa støddu kommununum er Røyken kommuna. Fyri trimum árum síðani seldi kommunan sítt orkuverk og setti peningin í virðisbrøv. Men gongd- in hevur ikki verið, sum kommunustýrið væntaði, og hesi trý árini eru virðisbrøvini fallin 33 milliónir krón- ur í virði. Tey bæði seinastu árini hevur kommunan havt hall á fíggjarætlanini, men tað vilja landsmyndug- leikarnir ikki góðtaka, og tí hava teir nú tikið um endan og sett Røyken kommunu undir umsiting. Einaræðismenn skulu takast Ein dómari í Spania hevur givið boð um, at 46 menn, sum vóru uppi í hernaðarstýrinum, sum tók valdið í landinum í 1976, skulu handtakast. Teirra millum eru generalarnir Jorge Videla og Emilio Massera, sum stýrdu Argentina við harðari hond í sjey ár. Interpol hevur kravt, at argentinsku myndugleikarnir skulu senda allar teir 46 menninar til Spania, so teir kunnu koma fyri rættin har. Teir eru ákærdir fyri álvars- som brot á mannarættindini.Tað gjørdi Interpol eisini í 1999, men táverandi argentinski forsetin, Fernando de la Rua, sýtti fyri at ganga áheitanini á møti. Spanski dómarin, sum eitur Baltasar Garzon, hevur sett sær fyri at rættarsøkja gomlu einaræðisharrarnar í Argentina í Kili. Hann hevur fyrr roynt at fáa fyrrverandi kilska einaræðisharran, Augusto Pinochet, útflýggjaðan til Spania, men til fánýtis. Játtar seg sekan Ein fyrrverandi bosniaserbiskur løgreglumaður kann vænta sær millum fimtan og tjúgu ára fongsulsrevsing, eftir at hann hevur viðgingið, at hann við til at beina fyri meiri enn 200 fólkum í 1992. Darko Mrdja hevur verið fyri krígsbrotsmannadóm- stólinum í Haag. Har hevur hann alla tíðina hildið uppá, at hann er ósekur, men hósdagin broytti hann brádliga frágreiðing og viðgekk seg sekan. Afturfyri hevur ákæuvaldið gjørt av at sleppa einari ákæru um krígsbrotsverk ímóti mannaættini. Darko Mrdja er ákærdur fyri at hava verið við til at drepa meiri enn 200 fólk, sum vórðu skotin í Bosnia í 1992. Roknað verður við, at sjálv revsingin verður ásett einaferð í heyst, og í Haag verður gitt, at fyrrver- andi løgreglumaðurin fær millum fimtan og tjúgu ára fongsul fyri illgerðina. Kjarnorkuverk á sjónum Russar hava sett sær fyri at gera ein kjarnorkuverk á sjónum nærhendis býnum Arkhangelsk. Ætlanin er í sjálvum sær ikki nýggj, men hevur verið útsett fleiri ferðir, tí pengar hava ikki verið til verkætl- anina. At gongd nú er komin á kemst av, at Kina hevur játtað at fíggja hálva ella kanska alla verkætlanina, sum er mett at kosta 145 milliónir amerikanskar dollarar. Byggitíðin er mett til fimm ár. Kinverjar hava sjálvir áhuga í verkinum, tí eydnast tann russiaka verkætlanin, umhugsa kinverjar at fáa sær fleiri slík kjarnorkuverk. Russar ætla at byggja kjarnorkuverkið á einari skipasmiðju, sum í mong ár bygdi kavbátar til sovjetska herflotan. Skipasmiðjan, sum eitur Sevmasj, bygdi millum annað kavbátin "Kursk", sum sakk í Barentshavinum fyri trimum árum síðani. Hvítu Húsini tóku 28 síður burtur úr frá- greiðingini um tað, sum hendi upp undir tann 11. september í 2001. Síðurnar snúgva seg um saudi- arabiska lutin í yvir- gangsatsóknini. YVIRGANGUR Árni Joensen Hvítu Húsini í Washington hava verið fyri hvøssum atfinningum, síðani ein kongressnevnd fyrra- kvøldið almannakunn- gjørdi sína frágreiðing um tað, sum hendi upp undir yvirgangsatsóknina í New York og Washington tann 11. september í 2001. Or- søkin til atfinningarnar er, at Hvítu Húsini góvu kanningarnevndini boð um at taka 28 síður úr frágreið- ingini, áðrenn hon varð almannakunngjørd. Tær 28 síðurnar snúgva seg um tann lut, sum Saudi- arabia eftir øllum at døma hevði í atsóknini. Herfyri kom fram, at ein saudi- arabiskur agentur hevði havt samband við tveir av yvirgangsmonnunum. Fyr er komið fram, at í hvussu er ein av yvirgangsmonn- unum fekk pengar frá saudiarabisku sendistovuni í Washington. Í frágreiðingini hjá kongressnevndini stendur, at undan atsóknini tann 11. september hevði FBI kært seg um, at myndugleikarnir í Saudiarabia vóru ikki ser- liga samstarvshugaðir, tá tað galt yvirgangsfelags- skapin al-Qaeda. Sagt verð- ur beinleiðis, at størri saudiarabiskur samstarvs- vilji hevði kanska forðað atsóknini. Fleiri týðandi amerik- anskir eygleiðarar krevja, at stjórnin hjá Bush, forseta ger meiri burtur úr málin- um, og at stjórnin skal broyta sín politikk mót- vegis saudiarabiska kongs- húsinum. Eygleiðararnir iv- ast ikki í, at Saudiarabia framvegis hjálpir yvir- gangsmonnum. Rætt er tað, at landið við jøvnum mill- umbilum boðar frá, at yvir- gangsmenn eru tiknir, men vit fáa ongantíð at vita, hvørjir teir eru, og vit frætta heldur ongantíð um nakað rættarmál, siga eyg- leiðararnir. Summir teirra vilja vera við, at saudiarab- iska leiðslan hevur fram- vegis samband við Osama bin Laden. Saudiarabia og 11. september Amerikanarar vóna, at myndirnar av deyðu synum Saddams Hussein fara at sissa irakar, men summir vænta, at úrslitið kann gerast tað øvugta. IRAK Árni Joensen Klokkan sjey hóskvøldið settust irakar framman fyri sjónvarpsskíggjan at hyggja at nøkrum myndum av deyðu synum Saddams Hussein, sum amerikanska hervaldið hevði almannakunngjørt. Nakað aftaná hoyrdust bilar floyta í gøtunum í Bagdad. Hetta vóru iva- leyst fólk, sum fegnaðust um, at teir báðir vóru deyð- ir, men hedan frøin var ikki galdandi fyri allar irakar. Fleiri irakar søgdu við vesturlendsku tíðindastov- urnar, at teir kendu seg framvegis ikki sannførdar um, at hetta veruliga vóru Uday og Qusay. Tíðindamaðurin hjá BBC í Bagdad, Paul Wood, sigur, at flestu irakar leggja einki í, hvat hendir Saddam Hus- sein ella synum hansara. Fólk vilja heldur hava vatn og streym, og so leingi hesi viðurskiftini ikki eru í lagi, minkar mótstøðan ímóti amerikonsku hermonn- unum ikki. Og tað kann væl henda, at myndirnar av Uday og Qusay fara at elva til harðari mótstøðu ímóti am- erikanarunum. Summir eygleiðarar vísa á, at í eyg- unum á nógvum irakum valdu teir báðir at stríðast ímóti hersetingarvaldinum heldur enn at geva seg yvir. Hetta kann gera teir til hetjur í eygunum á nógvum irakum og kann herða mót- støðuna ímóti amerikanar- unum, siga eygleiðararnir. Arabiska blaðið Al-Quds Al-Arabi spyr, hví amerik- anararnir ikki kringsettu húsini í Mosul og noyddu teir báðar at geva seg yvir. Eitt nú kundu hermenninir nýtt gass til at doyva teir, men ivaleyst var ætlanin alla tíðina at drepa teir, skrivar blaðið. Ivi um hvørja ávirkan myndirnar fáa C M Y K 14