Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 - 26. juli 2003 17 Formaðurin í RSF heldur kappróðurin sum heild vera lyftan langt upp tey smáu tredivu árini, sum eru liðin, síðani hann fyrstu ferð róði kapp KAPPRÓÐRAR- POLITIKKUR Jóannes Hansen Síðsta vikuskifti vóru Hannis Joensen, formaður, og Hans Dávid Hansen, kappingarleiðari í RSF, á norðurlendskum fundi í Örkelljunga í Svøríki, og tað var vorðin sum fundur. Leygardagin 19. juli eydn- aðist tað Róðrarsambandi Føroya at gerast limur í NOR, sum er róðrarsam- takið hjá Norðurlondum. Hannis Joensen heldur ongar trupulleikar vera fyri, at føroyingar longu næsta ár fara at taka lut í altjóða kappingum, og tá er mest upplagda kappingin at royna seg í NM. – Altjóða rógvingin er heilt øðrvísti rógving enn hon, sum vit eru von við í Føroyum. Tí kann roknast við, at tað vera útisetar, sum rógva í Danmark, ið verða teir fyrstu at royna seg sum umboð fyri Føroy- ar í altjóða kappingum. Katrin Olsen og Sigrid Svartá skulu við til HM í Italia í næsta mánað fyri Danmark, og Katrin Rubek Nielsen luttók í NM kapp- ingini, sum var í Örkell- junga síðsta vikuskifti. Tað er ikki óhugsandi, at tær fara at umboða Føroyar í kappingini, sum um eitt ár verður í Danmark, sigur formaðurin í Róðrarsam- bandinum. Gongur rætta vegin Hannis Joensen hevur verið við í kappróðrinum síðani í 1974, tá ið hann fyrstu ferð umboðaði Havnar Róðrar- felag í kappróðri. Hann heldur tað vera hugaligt, at kappróðurin stútt og støð- ugt hevur ment seg: – Veðrið kunnu vit einki gera við. Í ár kundi tað havt eydnast eitt sindur betur í Klaksvík og í Sandavági, men tað var væl rógvandi. At krøvini til fyrireikar- arnar hava verið alsamt vaksandi hevur havt við sær, at fyrireikingarnar eru vornar betri og betri, og í ár hevur tað gingið upp á stás. Keðilig kærumál eru ikki fyrikomin, og á róðrarfólki yvirhøvur skilst, at tað verður kappast í góðum ítróttaranda og somu treytum. Onkrir bátar hava fingið gul kort fyri óreglu- ligan start, og onkur hevur stýrt skeivt, men tað hevur ikki verið nakað at tosa um. Fylla tíðina út Á ólavsøku eru nógvir áskoðarar, og teir plaga ikki at keða seg. Tað gongur so skjótt at fáa kappingarnar á 901,3 metra teininum frá hondini. – Hesa ferð eru tólv róðrar. Umframt teir seks FM róðrarnar verður kapp- ing millum old girls í 5–mannaførum, old boys í 8–mannaførum og 10– mannaførum, gomul 6–mannafør og barnaróður fyri dreingir og gentur. Onkur róður verður framm- an undan fyrsta FM róðr- inum, og fleiri av eyka- róðrunum vera inn ímillum FM kappingarnar, tí tað tekur sína tíð at skifta manning hjá 5–mannafør- unum og 6–mannaførun- um, sum luttaka í fleiri róðrum. Ikki minst millum 10–mannafør við old boys manning er luttøkan stór. Seks manningar hava boðað frá luttøku, og tríggir eru úr Suðuroy, har tað annars hevur verið øskukalt í FM kappingini fyri 10–mannafør í ár. Sum- bingur, Vágbingur og Suðuroyingurin, sum róði fyrstu ferð fyri 70 árum síðani, vera allir á Havnar- vág ólavsøkuaftan. Aftur í ár hevur Føroya Bjór verið stórtøkið við steypum og heiðurskrónum til fremstu bátarnar í FM kappingini. Skráin fyri kapp- róðrarnar á Ólavsøku Sum vanligt er á Ólavøku, plaga eisini aðrir róðrar at vera, umframt FM-róðurin. Í ár er sanniliga einki undantak, tí ikki minni enn tólv róðrar eru á skránni, og tann fyrsti byrjar klokkan 14:30. Skráin fyri róðrarnar er henda: 1 Fimmmannafør, oldgirls 2 Gomul seksmannafør 3 Áttamannafør, oldboys 4 Fimmmannafør, dreingir - FM 5 Seksmannafør, kvinnur - FM 6 Tíggjumannafør, oldboys 7 Fimmmannafør, gentur - FM 8 Seksmannafør, menn - FM 9 Barnaróður, dreingir (500 metrar) 10 Áttamannafør - FM 11 Barnaróður, gentur (500 metrar) 12 Tíggjumannafør - FM HB-KÍ ólavsøkuaftan Mánadagin, ólavsøkuaftan, hittast mennirnir hjá HB og KÍ í steypadysti kl. 18 á ovara vølli. KÍ hevur júst gjørt sáttmála við unga danan, Jakob Bymar, og hetta verður fyrsti dystur hansara fyri KÍ. Páll Augustinussen verður dómari, og Rio Bravo letur steyp. Flotin hjá størsta róðrarfelagnum í landinum er heilt nýggjur, men teir fara eisini næsta ár at luttaka við einum nýggjum báti ÓLAVSØKUVERTIRNIR Jóannes Hansen Higartil hava klaksvíkingar verið einsamallir á netinum – tá ið tað ræður um kappróðrarfeløg. Men nú hava havnarmenn lagt seg upp á síðuna av krf.fo. Í hesi vikuni er Havnar Róðrarfelag farið á alnetið. Adressan hjá teimum er drekin.fo. Har eru onkrar greinar, og tað er Vagnur Michelsen, sum í síni tíð skrivaði nógv um ítrótt og kappróður í eitt nú 14. september, og sum á so mangan hátt er millum stuðlarnar hjá Havnar Róð- rarfelag, sum er høvundi. Á drekin.fo fæst eitt nú at vita, at Havnar Róðrarfelag hevur bílagt eitt nýtt 6–mannafar hjá Sámali Hansen. Gongurólvur er so at siga spildurnýggjur, men felagið heldur, at teir eiga at hava tvey 6–mannafør. Gamli Gongurólvur, sum nú eitur Víkingur, luttók í fjør, men hann hevur ikki luttikið í ár. Næsta ár ætlar HR at luttaka við tveimum 6–mannaførum. Av bátunum hjá HR, sum hava luttikið í ár, er Havnarbáturin tann elsti. Hann er fýra ára gamal. Hinir bátarnir eru allir yngri enn so, men í HR rokna tey við, at tað verður neyðugt at endurnýggja flotan oftari, enn tey hig- artil hava gjørt tað. Tað er dýrt at fáa kapp- róðrarbátar til vega, men HR eigur nógvar góðar stuðlar. Á drekin.fo verður sagt, at eitt 5–mannafar kostar 65 túsund, tá ið tað er flotað, eitt 6–mannafar 75 túsund, eitt 8–mannafar 85 túsnd og eitt 10–manna- ’far kostar hundrað túsund krónur, tá ið tað er klárt at kapprógva. Góður ítróttarandi Havnar Róðrarfelag er vertur fyri kappróðrinum á Ólavsøku. Tað hava teir verið øll árini, og teir kenna seg vera væl fyrireikaðar. Ferðslan í neystinum hevur verið stór alt summar og síðstu vikuna hevur hon sjálvandi verið serliga stór. Fremmandir bátar hava vant stutta róðrarteinin, og nógv hevur verið prátað og lúrt av: – Eysturoyingur er jú favorittur at vinna FM í kappingini millum 10– mannafør. Teir hava vant í Havnini, og hóskvøldið vitjaðu teir í neystinum, har teir fingu kaffi og eitt gott róðrarprát. Tað verður kappast av lívsins kreftum, men tað er í góðum ítrótt- aranda, og tað er sera huga- ligt, sigur Heðin Hansen, sum er formaður í Havnar Róðrarfelag. Hann og hini í felagnum lurta serliga væl eftir veð- urforsøgnunum í hesum døgum. Um líkindini vera góð undir kappróðrinum, so verður talan um stórar inntøkur frá ákoðarunum. – Eitt lot ger ikki so nógv. Bara tað er turt, og so halda vit, at mjørkakvotan fyri hendan mánaðin eigur at vera uppi nú, sigur formað- urin, sum saman við øðrum arbeiðir við at fáa hálvt hundrað innkrevjarar og hjálparfólk. Róðrarfólkini verða boð- in til borðs í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag, men hesa ferð hava havnarmenn biðið feløgini um at boða frá, hvussu nógv tey rokna við fara at leita sær út í neystið. – Vit standa ofta eftir við nógvum mati. Tey flestu eiga familju og kenningar í Havnini, og so koma tey ikki til okkara. Tí hava vit biðið feløgini um at siga frá, hvussu nógv ið koma. Havnar Róðrarfelag rør nú á netinum Altjóða avbjóðingar næsta ár Nú ber til at fylgja við Ørvi og hinum bátunum úr Havnar Róðrarfelag á alnótini 17 16 Nr. 140 - 26. juli 2003 Hjá teimum, sum eru von at rógva longri teinarnar, er tað heilt øðrvísi at kappast á ólavsøku, tá ið eingin miðróður er, men bara startspurtur og endaspurtur ÓLAVSØKU- KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Síðstu tøkini í hesum róðrarárinum verða tikin á Havnarvág ólavsøkuaftan. Talan er um sanna finalu, og tá ið róðrarteinurin er styttri, enn hann hevur verið í undanfarnu kapp- ingum, og tá ið umstøður- nar annars eru serligar, so lúrir møguleikin altíð fyri, at onkur kann stinga seg fram, sum ikki hevur gjørt so nógv um seg higartil. At umstøðurnar eru ser- ligar skal skiljast á tann hátt, at áskoðarafjøldin ongantíð er so stór og so tætt at kappingini, sum hon er í ólavsøkuróðrinum, og at tað síðani seinastu kapp- ing eru tvær vikur, og at manningar, sum ikki mill- um tøttu kappingarnar hava havt stundir at rætta upp á tað, sum ikki hevur verið nóg gott, nú hava havt tvær vikur at justera í. Tað er greitt, at Ørvur hevur vunnið FM heitið hjá 8–mannaførum, og at kvinnurnar umborð á 6–mannafarinum Gongu- rólvi hjá Havnar Róðrar- felag hava vunnið FM heitið. Í dreingjakappingini skal vilja illa til hjá Síli- num, um teir ikki skulu vinna FM, og Smyril er FM favorittur í kappingini mill- um 6–mannaførini við monnum. Eysturoyingurin er eisini greiður favorittur at vinna kappingina millum 10–mannaførini, meðan tað er púra opið í kappingini millum gentubátarnar. Blikur av Argjum, og Sílið og Drekin hjá Havnar Róðrarfelag eru í tættari kapping. Og vit skilja á lagnum, at eingin skal rokna við, at talan á nakran hátt verður um liðkapping av tí slagnum, sum tað eitt nú sæst í súkklukappingini í Fraklandi í hesum døgum. Sílið fer ikki at rógva fyri at halda Blik aftanfyri Drekan, og tær umborð á Drekanum fara heldur ikki at rógva fyri at hjálpa Sílinum. Kanska er kapp- ingin millum gentubátarnar hjá Havnar Róðrarfelag størri, enn hon er nakra aðra staðni. Bátarnir hava ikki kappast innanhýsis nú uppundir ólavsøkuna, men manningarnar hava lúrt hvørja aðra av. Men eitt er FM kapp- ingin. Eitt annað er ólav- søkuróðurin. Á rógvarum skilst, at tað er eitt væl størri FM heiti, sum verður vunnið, um tað eisini eydn- ast at vinna á ólavsøku, og at tað er sum at vinna steypakappingina í t. d. fótbólti, um tað eydnast at vinna ólavsøkuróðurin, og tað ikki hevur hilnast so væl í hinum kappingunum. Starturin alt at siga Ein av royndastu luttakar- unum í ólavsøkuróðrinum man vera Sámal Hansen, sum eisini hevur smíðað meiri enn helmingin av bát- unum, sum fara at rógva kapp mánadagin. Hann róði fyrstu ferð á ólavsøku í 1985, og síðani hevur hann við fáum undantøkum kappróð á hvørjari ólav- søku. Hann var ikki við í 1987, 1996, 1997, 2000 og 2001, men annars hevur hann verið við hvørja ferð, og hann hevur vunnið fýra ferðir. Í 1986 við Tjaldrinum og í 1988, 1998 og í 1999 við Eysturoy- inginum. Í fjør var Eysturoyingurin FM vinnari, men teir vunnu ikki á ólavsøku. Tá var Vestmenningur fremstur. – Uppskriftin hjá Vest- menningi í fjør var, sum hon er hjá øllum bátunum, sum vinna á ólavsøku – í hvussu so er teimum, sum plaga at rógva longru tein- arnar. Tað hevur so at siga alt at siga, at starturin er góður. Vestmenningur vann eina hálva bátslongd á fyrstu metrunum í fjør, og hann megnaði at halda tørn, sjálvt um Eysturoyingurin át seg eitt vet inn á hann. Eg ivist ikki í, at tað verður hetta, sum eisini í ár fer at verða avgerandi. Er tað ein fyrimunur fyri tykkum? – Vit hava vunnið tríggjar ferðir, og tað hevur verið í kappingunum, sum hava verið í góðum líkindum. Tað er eingin loyna, at Eysturoyingurin ikki plagar at standa seg væl, tá ið umstøðurnar ikki eru heilt góðar. Tað sóu vit í Klaksvík, á Tvøroyri og aftur í Sandavági. Á ólav- søku er oftast mest sum púra slætt, og hann sigur frá góðum líkindum. Hann sigur sunnan og lítlan vind, og tað hevði verið uppaftur betur, um hann fór eitt sindur longri vestur. Og so var tað starturin, sum tú spurdi um: – Vit hava havt góðan start, og Nólsoyingurin, sum vit kappast mest við um meistaraskapin, hevur ikki havt góðan start. Tað vita nólsoyingar eisini, og sjálvandi hava teir vant startin nógv hesar seinastu vikurnar. Allar manning- arnar liggja og píska startin umaftur og umaftur undan ólavsøkuni. Tit hava verið í Havnini og vant í vikuni? – Vit hava verið har suðuri í tvey kvøld. Tað er meiri fyri at uppliva serliga stemningin og at gera, sum vit plaga. Vit hava allir róð ofta á ólavsøku, og nú eru málini so væl merkt, at í so máta er ikki neyðugt at fara til Havnar, men tað er hugaligt, og havnarmenn hava verið blíðir. Eingin miðróður Á 2000 metra teininum og eisini á 1500 metrum hevur tað ikki sama týdningin, at starturin ikki er góður, sum tað hevur á 901,3 metrum frá Argjahøvda og inn undir Skipafelagið. Í miðróðr- inum ber til at justera og vinna tað aftur, sum kanska varð mist í startinum. – Men á ólavsøku er eingin miðróður. Start- spurturin er akkurát av, so verður farið undir enda- spurtin, og tað er ein ser- ligur endaspurtur bæði á ólavsøkuni og róðrarár- inum sum heild, sigur Sámal Hansen, sum er í nýggjum leikluti á hesi ólavsøkuni, um sammett verður við allar tær undan- farnu ólavsøkurnar, tá ið hann hevur luttikið í kapp- róðrinum. Tá hevur hann róð, meðan hann hesa ferð verður afturi í rong. – Tað skal vilja heilt illa til hjá okkum, um vit skulu missa FM heitið. Tá skal Nólsoyingurin vinna, og ein annar skal eisini vera frarmmanfyri okkum. Út frá tí, sum er farið av róðrarárinum, so eiga ván- irnar fyri hesum at vera lítlar á Havnarvág. Eingin skal ivast í, at vit vilja vinna bæði FM og ólav- søkuróðurin. Men vit vita, at tað verður torført. Nóls- oyingurin hevur víst, at hann er boysin, Vestmenn- ingurin vil fegin reisa seg eftir ikki so gott ár, og fyri Havnarbátin hevði tað verið fínur endi, um teir høvdu vunnið, eftir at teir síðani á norðoyastevnu ikki hava staðið seg so væl. – Men tað valdast nógv um startin. Bæði í okkara kapping og í øllum hinum kappingunum, staðfestir bátasmiðurin og stýrimað- urin á Eysturoyingi, sum hevur kós ímóti FM heiti- num. Starturin hevur alt at siga Í sambandi við steypafinaluna bjóðar B36 øllum áskoðarum at møta fjøl- ment upp í B36 húsinum kl. 14. STEYPAFINALAN Heini í Skorini Nakað av iva hevur verið um, hvør skal døma steypafinaluna hjá monnum 2003, men nú er sligið fast, at Lassin Isaksen verður dómari, og floytar hann steypafinaluna í gongd 29. juli kl. 15.30. Í sambandi við steypafinaluna skipar B36 fyri upphiting undan dystinum, og felagið hevur opið hús frá kl. 14 í kjallaranum í B36 húsinum. Tónleikararnir Kim Hansen og James Olsen spæla, og kaffi og okkurt til matna fæst eisini. Høvi verður eisini at keypa B36-húgvur og troyggjur til steypafinaluna. B36 heitir á øll um at møta fjølment upp frá kl. 14 í B36 húsinum. B36 upphiting kl. 14 Mánadagin, ólavsøkuaftan, fara 52 bátsmanningar at rógva síðsta FM-róðurin í ár. Startrøðin verður henda: Startrøðin til FM-róðurin á Ólavsøku, 28. 07. 2003 Fimmmannafør, dreingir 1 Kollur 2 Royndin Fríða 3 Fípan Fagra 1G 4 Blikur 5 Havfrúgvin 6 Sílið 7 Tjaldrið 8 Junkarin 9 Báran 10 Firvaldur Fimmmannafør, gentur 1 Fípan Fagra 2 Tjaldrið 3 Tekla 4 Junkarin 5 Havfrúgvin 1G 6 Blikur 2G 7 Drekin 8 Sílið 1G 9 Ørnin 10 Firvaldur 11 Frúgvin 12 Kollur Seksmannafør, kvinnur 1 Fuglfirðingur 1G 2 Lómur 1G 3 Páll Fangi 1G 4 Jarnbardur 1G 5 Gongurólvur 1G 6 Smyril 7 Fortuna 1G Seksmannafør, menn 1 Kollfirðingur 2 Riddarin 3 Sundabáturin 4 Lómur 5 Strálan 6 Smyril 7 Jarnbardur 1G 8 Páll Fangi 9 Sølmundur 10 Gongurólvur 11 Hvessingur 12 Fortuna 13 Snopprikkur Áttamannafør 1 Toftabáturin 2 Knørrur G 3 Argjabáturin 4 Ørvur 5 Kvívíkingur 6 Teistin Tíggjumannafør 1 Vestmenningur 2 Eysturoyingur 3 Nólsoyingurin 4 Havnarbáturin C M Y K 16