Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 - 26. juli 2003 19 So bragdaði hjá Juliani og teimum ÍA fekk øll stigini við til Akranesar, eftir at teir høvdu vitjað Þróttur, sum hevur verið betri fyri enn skagamenninir ÍSLAND Jóannes Hansen Hóskvøldið var ellinta umfarið í íslendsku lands- kappingini, og tað hilnaðist væl hjá Juliani Johnsson, sum er einsamallur før- oyskur spælari í fremstu røð í Íslandi. Ítróttarfelag Akranesar ella ÍA, sum Julian er partur av, vitjaði Þrótt í Reykjavík, og lagið var gott, tá ið skagamennin- ir, sum teir á Akranesi altíð hava verið og framvegis verða nevndir, fóru ígjøgn- um aftur tunnilin undir Hvalfirði. ÍA vann 3–1 á Laugar- dalsvøllinum. Tað varð mett at vera sera gott úrslit, og tað ber kanska ábend- ingar við sær um, at tað nú fer at roynast betur hjá ÍA, sum framvegis er triði aftast. Men tað er rættuliga tætt at líta bæði niðureftir og uppeftir. Fylkir er odda- lið við 20 stigum, og Valur er næstaftast við 12 stigum. Aftast er Fram, sum bara hevur fingið átta stig. Julian Johnsson var á ÍA miðvøllinum allar 90 min- uttirnar, og hann arbeiddi sum ein hestur. Í 1. hálv- leiki kom einki mál, og tað sá einki út hjá ÍA, tá ið heimaliðið gjørdi fulla nyttu burturúr brotssparki, tá ið seinna umfarið var tríggjar minuttir gamalt. Men ÍA svaraði skjótt aftur, og uppskriftin líktist nógv hvørja ferð, teir gjørdu mál. Eftir hornasparksinnlegg úr høgru varð stútað og javnað til 1–1, tá ið 51 minuttir vóru farnir, og seks min- uttir seinni varð aftur stútað í málið eftir hornasparks- innlegg úr høgru. Sigurin varð staðfestur, tá ið tað restaðu átta minuttir. Heimaliðið royndi at leggja trýst á, og ÍA skoraði eftir skjótálop. FH av Hafnafirði vann 3–2 á heimavølli ímóti KA av Akureyri og ÍBV vann á heimavøllinum í Vest- mannaoyggjunum 2–1 ímóti Váli. 30. juli fer ÍA at fáa vitjan av meistarunum KR, sum hava seytjan stig. 19 18 Nr. 140 - 26. juli 2003 AB skipar fyri ungdómskapping Tað verður spælt alt ov lítið fótbólt meðan skúlarnir hava summarferiu, og tíanverri liggur fótbólturin still- ur – serliga hjá yngru deildunum – í bestu summar- tíð. Argja Bóltfelag hevur seinastu árini skipað fyri ungdómskappingum í fótbólti. Hetta er 5. ferðin felagið skipar fyri fótbóltskapping á Argjum. Kappingin verður í døgunum 15. - 17. august. Aldursbólkarnir eru hesir: Pinkur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7-10 ár. Gentur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10-12 ár. Smágentur . . . . . . . . . . . . . . . . 12-14 ár. Gentur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14-17 ár. Minipiltar . . . . . . . . . . . . . . . . 6-8 ár. Smápiltar . . . . . . . . . . . . . . . . 8-10 ár. Piltar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10-12 ár. Smádreingir . . . . . . . . . . . . . . 12-14 ár. Dreingir . . . . . . . . . . . . . . . . . 14-16 ár. Leikt verður á hálvum vølli. Tó leika pinkur og mini- piltar á 1/4 vølli. Leiktíðin er 2 umførð á 7 minuttir. Tað er bert loyvt at hava 10 leikarar á liðnum, og 7 av teimum hava loyvi til at verða inni á vøllinum í senn. Vinnarin í hvørjum aldursbólki fær gullheiðurs- merkir umframt steyp til ognar. Heiðursmerkir eru eisini til nr. 2 og 3. Luttøkuskjal er sent øllum feløgum og skal tilmeld- ingarskjalið saman við kvittan fyri at luttøkagjaldið á 400 kr. fyri hvørt liðið sendast Argja Bóltfelag í sein- asta lagi 1. august 2003. Luttøkan er avmarkað. Meira um kappingina kann lesast á heimasíðu felagsins www.ab.fo Umframt føroysku feløgini verður rokn- að við, at trý ella fýra onnur fara at vera við í kappingini um al- tjóða atgongumerkini SUPERLIGAN Jóannes Hansen Í dag verður av álvara settur sjøtul á danska fótbóltsárið. FCK vitjar seinnapartin í Aalborg, og í morgin skulu øll hini liðini í eldin. Bæði FCK og Brøndby vera at síggja á TV3+ sjónvarps- rásini. FCK í dag og Brøndby í morgin, tá ið teir fáa vitjan av Herfølge. Tað verður dúgliga gitt um, hvussu gongdin fer at vera í nýggju kappingini. Meistaraliðið hjá FCK og Brøndby verða enn eina ferð mett sum bestu boðini upp á DM, men tað verður eisini roknað við OB, sum í vikuni vann venjingardyst ímóti Manchester City 1–0. Onnur góð boð eru Farum, sum í fjør vann bronsu- krónur og sum nú eitur FC Nordsjælland, Esbjerg, sum verður mett at vera eitt sindur betri fyri nú, enn teir vóru í fjør, tá ið teir endaðu á fjórða plássi, og FCM, sum kendi tað sum vónbrot, tá ið teir í fjør bæði taptu steypafinaluna og í síðstu umførunum mistu rættin til altjóða fótbólt, tí teir end- aðu á fimta plássi. FCM er eitt av feløgunum, sum hevur keypt mest áhuga- verdu nýggju spælararnar. Einki felag ætlar sær at flyta niður! Besta boðið upp á niðurflyting verður mett at vera AB, sum hevur mist eina røð av lyklaspæl- arum í summar. Í Gladsaxe ásanna teir, at málið hjá teimum verður fyrst og fremst at halda seg í frem- stu røð. Herfølge og Frem fluttu upp í summar. Mett verður, at Herfølge hevur betri møguleikar at varð- veita plássið. Men í Frem ætlar fyrrverandi meistara venjarin hjá Jákupi Mikkel- sen í Herfølge, Ole Mørch, avgjørt ikki, at liðið hjá honum skal flyta niður. Frem hevur brynjað seg við fleiri royndum og onkrum nýggjum og evnaríkum spælarum, sum ikki vóru í felagnum í fjør, og tað verður mett, at gleðin um eftir ellivu ára fráveru at vera aftur í fremstu røð fer at birta uppundir íblásturin, sum skal til. Fyri ellivu ár- um síðani varð Frem varp- að úr bestu deildini og nið- ur í seriu deildirnar, tí tað var einki skil á fíggjarliga partinum. Í Danmark verður annars sagt, at lønirnar hjá spælar- unum eru nógv lækkaðar. Burtursæð frá FCK og Brøndby, har teir neyvan líða nakra neyð, so hevur talan hjá nógvum av hinum spælarunum, sum í summar hava samráðst um nýggjar sáttmálar, verið um lønar- miss upp á 40-50 prosent, verður sagt. Og tá er ikki bara talan um marginal spælarar. Talan er um somu gongdina, sum tey seinastu árini hevur verið aðra staðni í Europa. Tað verður roknað við, at Todi Jónsson í dag í Aal- borg verður í FCK álop- inum saman við Zuma. Tað verður ikki roknað við, at Jón Rói Jacobsen verður ímillum teir fyrstu ellivu hjá Brøndby. Dystirnir í fyrsta umfar- inum eru hesir: AaB-FCK, Esbjerg-AGF, FC Nord- sjælland-AB, FC Midtjyl- land-Viborg, OB-Frem og Brøndby-Herfølge. Fleiri ætla sær at vera um boðið HB hevur styrkt sítt lið til steypafinaluna ímóti KÍ, sum hevur nógv tað besta kvinnuliðið higartil í ár. Spurningurin er so, um styrkta HB- liðið klárar at steðga suverena KÍ-liðnum, sum hevur vant dúg- liga alt summar STEYPAFINALA Eyðun Klakstein Á ólavsøku skal HB royna at gera tað, sum einki lið hevur klárað higartil í ár. Tað er at vinna á kvinn- unum hjá KÍ, sum hava fult stigatal í landskappingini, og sum aftur í ár eru í steypafinaluni. Liðini hittust eisini í fjør, og tá var KÍ greit við yvir- lutan og vann heili 6-1, sum er størsti sigur í finaluni hjá kvinnum. – Hetta úrslitið skal ikki endurtakast í ár, sigur Sig- mund Mikkelsen, venjari hjá HB-kvinnunum. Hansara kvinnur ætla at leggja nógv fyri í royndini at steðga sterka KÍ-liðnum. – Lykilin til at vinna á KÍ er helst at taka onkran ein- stakan spælara burtur úr spælinum og annars fáa okkara spæla ígjøgnum, heldur Sigmund Mikkel- sen. HB fær styrk til uppgerð- ina ímóti KÍ ólavsøkudag, tí tveir útisetar vera við hjá HB. Silja á Borg var ein av spælarunum á kvinnulands- liðnum, sum vann gull á Oyggjaleikunum, og hon fer at spæla við HB í final- uni. Tað sama fer Liljan Jespersen, og tær báðar fara at styrkja munandi um verjupartin hjá HB liðnum. Í álopinum verður stórt álit sett á Oyggjaleika- toppskjúttan Halltóru Joen- sen, sum spælir sítt fyrsta ár í HB. Hon er annars ætt- að úr Hvalba, men skorar nú mál í hópatali fyri havnaliðið. – Allir spælararnir hjá okkum eru klárir til final- una, og eg vil meta, at tað er ein stórur styrkur fyri okkum, at vit hava fingið Silju og Liljan við á liðið til finaluna, sigur Sigmund Mikkelsen. KÍ vant nógv KÍ hevur sterkasta kvinnu- liðið í landinum, og tað hevur givið seg til sjóndar í landskappingin, har liðið hevur vunnið allar sínar dystir við greiðum mál- muni. Nú 9 dystir eru spældir, hevur KÍ skorað 92 mál. Eisini á vegnum til steypa- finaluna vóru stórir sigrar á skránni. – Vit hava eitt sera gott lið, men eg rokni við, at finalan í ár verður nógv truplari enn í fjør. HB hev- ur styrkt sítt lið við fleiri spælarum, og tí eru tær uttan iva betur fyri, sigur Jón Harald Poulsen, venjari hjá KÍ. – Men vit hava nú eisini eitt gott lið, og vit hava fyrireikað okkum væl til steypafinaluna. Vit hava ongan steðg havt í venjing- ini, og tí skuldu okkara spælarar verið væl fyri til finaluna, sigur hann. KÍ fær nýggjan málverja. Jóhanna Niclasen er givin fyri í ár orsaka av skaða, og ístaðin skal Vivi Andreasen verja málið. – Vit taka finaluna í stør- sta álvara, og hóast vit spæla á útivølli ímóti ein- um góðum liði, so ætla vit at vinna, sigur Jón Harald Poulsen. Tættar uppgerðir Fyrsta árið, KÍ og HB hitt- ust í finaluni, var tað havnafelagið, sum var við yvirlutan. Í spennandi og tøttum dysti, sum endaði við við umdysti, vann HB 4-3. Árið eftir, í 2000, eydn- aðist tað so KÍ-kvinnunum at vinna steypakappingina fyri fyrstu ferð. HB var mótstøðuliðið, og KÍ vann 2-0. Í 2001 var meistaraliðið úr Klaksvík favorittur at vinna steypakappingina, men HB snýtti favorittarnar í tøttu finaluni, sum ta ferð- ina endaði við brotssparks- kapping og 8-7 sigri til HB. Í fjør var eingin ivi um úrslitið, og KÍ vann størsta finalusigurin nakrantíð, tá ið liðið vann 6-1 á HB. KÍ skoraði beinanvegin, og tær vóru fullkomiliga við yvir- lutan gjøgnum allan dystin. Nú hittast feløgini so fyri fimtu ferð á rað, og eftir úr- slitini í kappingini higartil í ár, so má KÍ metast at vera favorittur. Men stríputa havnaliðið hevur fyrr argað KÍ-liðið í finaluni. Finalan hjá kvinnum verður spæld á ovara vølli í Gundadali ólavsøkudag kl. 13.00. Styrkt HB-lið skal steðga toppliðnum Súkkling á ólavsøku Sunnudagin 27. juli verður súkklað kapp á Skálatrøð, og kappast verður hesuferð í Býarsúkkling (Criteri- um). Børnini súkkla kl. 18.30 og tey vaksnu kl. 19.45. Kappast verður bæði millum børn og vaksin, og meðan børnini koyra ein ávísan tein so og so ofta, so koyra vaksnu súkklarnarnir 50 min. pluss eitt umfar. Børnini kappast í trimum bólkum millum gentur og dreingir, og unglingar kappast sínámillum, men koyra saman við teimum vaksnu. Millum ungu súkklararnar hava dreingir sum Torkil Weyhe og Finnur Mellemgaard klára seg stak væl. Nær um allar kappingar hava teir vunnið, og spenn- andi verður tí at fylgja við hvussu leikur ferð sunnu- dagin. Hjá unglingum hevur Hans Krosstein úr Klaksvík klára seg væl, men undir kappingini Statoil Kring Føroyar, ið endaði sunnudagin var Hans óheppin og fekk onkran skaða at dragast við. Tí verður eisini spennandi her at fylgja við kappingini hjá unglingum, og sjálvandi um Hans verður til dystin fúsur á Skála- trøð sunnudagin. Hjá teimum vaksnu hevur Gunnar Dahl-Olsen vunnið allar kappingarnar á summarstevnunum, men Bogi Kristiansen er heima í summarfrí, og tá kann alt henda. Býarkoyring er favorit súkklugreinin hjá Boga, og tí kann væl henda, at vinnarin verður ein annar á Ólavsøku. Børnini koyra á teininum Vágsbotn, Grím Kamb- ansgøta, Bøgøta, Vágsbotn, og unglingar og vaksin koyra á teininum Vágsbotn, Grím Kambansgøta, Sigmundargøta, Vágsbotn. Heiðursmerki verða latin til nummar eitt, tvey og trý. Tilmeldingin fer fram á heimasíðu okkara: www.tsf.fo Tilmeldingarfreistin er úti sunnudagin kl. 13. C M Y K 18