leygardagur 26. juli 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 140 - 26. juli 2003
Nr. 140 - 26. juli 2003
21
Hóast boringin hjá
italska oljufelagnum
ENI enn ikki er liðug,
so verður mett sum
givið, at brunnurin
fer at verða turrur tá
avtornar.
4. BRUNNURIN
Jan Müller
Italska oljufyritøkan ENI
hevur eftir øllum at døma
onga olju funnið í 4. brunn-
inum, sum verður boraður á
føroyska landgrunninum.
Hóast boringin ikki er heilt
liðug enn, so veit Sosialur-
in frá álítandi keldum í
oljuverðini, at brunnurin er
turrur. Tó skal tað fyrivarni
takast, at tað framvegis
verður borað, og at man í
hesi løtu ikki kann siga við
vissu, at eingin olja verður
funnin á botninum á hol-
inum.
Sum
skilst
nærkast
brunnurin 4000 metrar dýpi
og tí eru helst nakrir fáir
hundrað metrar eftir at
bora. Ætlanin er at røkka
niður á 4250 metrar. Keld-
urnar, sum blaðið hevur tíð-
indini frá, vilja vera við, at
ENI hevur borað niður
ígjøgnum tað, sum var
høvuðsmálið, og har var
einki at finna ella síggja.
Sama er galdandi fyri hini
málini (targets), sum felagð
hevur havt á síni arbeiðs-
skrá.
Boringin byrjaði 15. juni
og hevur verið borað í um-
leið 40 dagar. Eftir ætlanini
skuldi borast í einar 50 dag-
ar ella so. Tað kundi tí bent
á, at boringin heldur fram í
eina viku aftrat. Men tað
eru ikki stórar vónir til at
raka við kolvetni hesar
seinastu hundrað metrarnar
skilst. Tað er heldur ikki
sum í boringini hjá Ame-
rada Hess samtakinum, at
man metti seg hava fatur á
onkrum longur niðri, tá
borað var niður á botn í
sjálvum arbeiðsprogramm-
inum.
Sosialurin hevur roynt at
fáa viðmerkingar frá Olju-
málaráðnum. Men har vilja
tey einki siga. Tey biðja
okkum bíða til almenna frá-
boðanin um úrslitið av bor-
ingini kemur út. Tað verður
helst nakað eftir ólavsøku.
Heldur ikki hjá bori-
operatørinum ENI vilja tey
gera viðmerkingar til bori-
úrslitið. Luca Dragonetti,
sum stendur á odda fyri
boringini var stæddur á
fundi í Aberdeen fríggja-
morgunin. Hann sigur, at
talan er um »a tight h ole«
tvs. at ongir upplýsingar
verða latnir til almenningin
sum er. Og tá tað verður
gjørt er tað upp til føroysku
oljumyndugleikarnar, nær
og hvat verður upplýst.
– Keldur Sosialurin hev-
ur tosað við siga, at tað eftir
øllum at døma verður talan
um ein turran brunn!
– Keldur kunnu vera
beinar, tær kunnu vera
skeivar. Eg havi ongar við-
merkingar
sigur
Luca
Dragonetti.
Eniboring um at verða liðug:
Hava onga olju funnið
Brunnurin Marimas hjá ENI sum helst er turrur er neint norðan fyri Marjunfundið í loyvi 002. Eftir at bora í Gullhorninum eru nú fýra
brunnar, BP hevur tveir í 004, Amerada Hess ein í øki 001 og Statoil ein í øki 003. Stóri framtíðar áhugin verður helst at finna longur norðuri
framvið markinum og inni á 9 ára loyvunum hjá Agip og Statoil, ljósabláa og myrkareyða økið fyri norðan. Beint hinumegin markið er so
Cambobrunnurin (204/9&10), har olja helst er staðfest. Ein brunnur aftrat skal gera av, um talan er um stórar nøgdir.
Kort og kelda: Statoil og Sosialurin
Boriskipið Belford Dolpin dróg »svart« í hesi
fyrstu boring síni á landgrunninum
Úrslitið av teimum
fyrstu fýra brunn-
unum á landgrunn-
inum nýtist als ikki at
vera so dapurt, sum
tað kann sýnast í
fyrstu atløgu. Tað fær
oljufeløgini og føroy-
ska myndugleikar at
vísa økjunum fyri
norðan og vestan
størri týdning. Stóri
struktarnir her
kunnu benda á stór
oljufelt undir basalt-
inum
OLJULEITING
ANALYSA
Jan Müller
Eftir øllum at døma verður
4. brunnurin á landgrunn-
inum turrur og er tí enn ein
vónbrot fyri tey, sum høvdu
vónað og roknað við, at før-
oyska
oljuøldin
skjótt
gjørdist veruleiki. Tað er so
útlitið í løtuni, nú ENI er
um at vera liðugt at bora.
Risastóra boriskipið Bel-
ford Dolphin hevur neyvan
havt eydnuna við sær fyrstu
ferð í føroyskum sjógvi og
má metast, at møguleikar-
nir eru smáir fyri at gera
eitt fund, nú borað er
ígjøgnum høvuðsmálið utt-
an at síggja nakað til olju.
Men man skal ongantíð
siga ongantíð, og tí kann
ikki sigast við 100 prosent
vissu her og nú, at brunnur-
in verður eitt vónbrot, fyrr
enn borurin steðgar og
verður tikin uppaftur.
Um vit ímynda okkum, at
brunnurin er turrur, sum
nógv tykist benda á, so
merkir tað samtíðis, at tað,
eftir at helvtin av teimum 8
brunnunum eru boraðir,
ikki er staðfest lønandi
fund. Kortini eru kolvetni
staðfest í føroysku undir-
grundini. Og tað hevur al-
stóran týdning fyri víðari
leiting. Um úrslitið hjá BP
varð sagt, at har vóru
»good oilshows«, um úr-
slitið hjá Statoil varð sagt,
at har vóru »traces of oil«
og um úrslitið hjá Amerada
Hess varð sagt, at tað var
eitt »discovery«. Um brunn-
urin hjá ENI fer at koma
undir nakra av hesum
kategorium er ilt at siga.
Men sum støðan sær út í
løtuni er svarið noktandi.
Góðu tíðindini frá teim-
um fyrstu brunnunum eru,
at vit hava fingið staðfest,
at tað finst ein virkin kol-
vetnisskipan í føroysku
undirgrundini. Men enn
hava vit so ikki staðfest
nakað lønandi fund. Her
goymir seg so enn møgu-
leikin fyri, at Marjunfund-
ið kann vera lønandi, og her
resta fleiri kanningar til at
kunna gera eina endaliga
niðurstøðu.
Eftir
hvat
skilst, sita serfrøðingarnir
hjá Amerada Hess samtak-
inum júst í hesi løtu og
tulka úrslitið av teimum
seinastu seismisku kann-
ingunum. Hesar skulu so
gera av, hvar og nær Hess
fer undir enn eina boring til
tess at kunna staðfesta, um
Marjunfundið er lønandi
oljufelt ella ikki.
Fyri fólk í oljuheiminum
kemur tað neyvan óvart á,
at Marimasbrunnurin hjá
ENI og Føroya Kolvetni
helst er turrur. Ein ávísur
ivi tók seg upp eftir, at hinir
tríggir brunnarnir vórðu
boraðir eitt nú út frá jarð-
frøðiligu modellunum vit
kenna úr bretska granna-
lagnum, har tey bæði olju-
feltini
Foinaven
og
Schiehallion liggja. Upp-
runaliga løgdu oljufeløgini,
sum fingu loyvi á land-
grunninum, seg eftir at
brúka hesi kendu feltini
sum
jarðfrøðiligt
leiti-
grundarlag, hvat síðani
hevur víst seg at vera
óhaldbart. Trupulleikin hev-
ur m.a. verið at finna neyð-
ugu dekkløgini ella segl,
sum kann goyma oljuna.
Hyggja vit so eftir loyv-
inum 002 hjá ENI (fyrr
Agip), so varð hetta tann
parturin av »Gullhorn-
inum«, sum fægst boð
vórðu uppá. Og í mun til
hini økini stendur eisini
bara ein brunnur til at verða
boraður her í 1. loyvisum-
farinum. Í hinum loyvunum
er talan um ávikavist 2 og 3
brunnar. Tað hevur eisini
ljóðað millum oljufólk, at
lítið sannlíki varð fyri at
gera nakað oljufund í OO2-
loyvinum. Kortini verður
eisini sagt, at ENI hevur
gjørt eitt sera stórt og pro-
fessionelt forarbeiði undan
boringini. Tí má eisini met-
ast, at hóast brunnurin er
turrur tá avtornar, at bor-
ingin kortini fer at hava
týdning fyri metingina av
øllum økinum sum heild og
tískil eisini fer at hava virði
fyri framtíðar leiting á før-
oyskum øki. Alt hetta kann
fáa okkum at broyta fyrr
gjørdar metingar og niður-
støður og fáa okkum at
síggja við øðrvísi eygum
uppá eitt nú komandi leiti-
øki fyri norðan og vestan.
Bora á basaltinum!
Nú eru fýra brunnar eftir at
bora í tí sokallaða »Gull-
horninum« . BP tveir og
Statoil og Amerada Hess
hvør sín. Teir skulu so
verða boraðir innan 2006,
so man kann siga, at »góð«
tíð er. Spurningurin er so
bara, hvat henda »góða« tíð
fer at verða brúkt til! Kann
tað hugsast, at eitt felag
sum BP, ið hevur satsað
sera nógv uppá teir báðar
brunnarnar
báðumegin
markið, Svínoy og Assynt,
heldur enn at bora tveir
brunnar aftrat í sama øki á
landgrunninum, er sinnað
til at taka onkran annan
váða á seg, sum føroyskir
myndugleikar eisini halda
vera skilagóðan, nevniliga
at bora longur norðari og
møguliga inni á basalt-
inum! Hetta eru so enn
spekulatiónir,
men
tær
kunnu kortini hava hald í tí
veruleika,
at
føroyskir
myndugleikar og oljufeløg-
ini sjálvi vilja fegin vita,
hvat er undir basaltinum. At
bíða til seismikkurin hevur
loyst basaltgátuna kann
koma at taka ov langa tíð.
Man kann kanska siga, at
tað hevur verið »vanlukk-
an« við fyrstu leitingini á
føroyskum øki, at hon øll
endaði niðri í tí eina og av-
markaða økinum, sum fekk
heitið »Gullhornið«. Men
orsøkin var so tann, at her
er einki ella lítið basalt, og
hetta økið lá tætt upp at
verandi framleiðandi felt-
um á bretskum øki, og tí
varð eisini mett, at her vóru
bestu møguleikar at finna
kolvetni. Við verandi og
nýggju vitanini kann hugs-
ast, at oljufeløgini fara at
endurskoða sínar arbeiðs-
hættir og ætlanir. Tað nýtist
tí als ikki at vera allari leit-
ing eftir olju við Føroyar til
stóran skaða, at 4. brunnur-
in helst er turrur.
Tað kann vera, at bæði
oljufeløg
og
føroysku
myndugleikar so smátt eru
farnir at venda eyguni
norðureftir. Og helst verður
tað eisini her norðuri, at
komandi leitiloyvi fara at
verða latin. Tí eigur ein ikki
at síggja ein turran brunn
hjá ENI sum nakra van-
lukku fyri framtíðar olju-
leiting við Føroyar. Hann
kann tvørturímóti hava við
sær, at vit fara at royna
nýggjar leiðir tvs. brúka
vitanina vit hava fingið við
verandi brunnum til at
skilja onnur øki betri. Hetta
er so ein partur av tí vísind-
ini og kynstrinum, sum eit-
ur oljuleiting.
9 ára loyvini
Bæði Statoil, Agip og Ana-
darko eru í løtuni í samráð-
ingum við Oljumálaráðið
um at leingja 9-ára loyvini.
Hetta merkir, at feløgini
hava als ikki slept vónunum
at finna olju heldur tvørtur-
ímóti. At feløgini vilja
brúka fleiri pengar til kann-
ingar her kann merkja, at
tey hava eina ella aðra vón
um at gera fund undir
basaltinum í sínum 9 ára
loyvum. Man kann eisini
siga, at fyri oljufeløgini,
sum nú hava lisið av jarð-
frøðina í Gullhorninum, er
tað nú uppaftur meira
áhugavert at fara undir
basaltið fyri norðan og
vestan.
Hetta kom eisini til
sjóndar á oljuráðstevnuni í
Norðurlandahúsinum her-
fyri, har umboð fyri Statoil
gjørdi vart við, at tað kunnu
fjala seg stórir strukturar
undir basaltinum, men enn
er ov tíðliga at staðfesta
tað, tí tørvur er á meiri og
betri seismikki. Tann sann-
roynd, at Statoil sum fyri-
støðufelag fyri 9 áraloyvið
saman við Anadarko, Shell,
Petro Canada og Dong, í
løtuni er í gongd við at
skjóta seismikk á 9 ára
loyvinum, ber eisini boð
um hesar vónir. Eisini 9 ára
loyvið hjá Agip í sama øki
tykist at vera sera áhuga-
vert.
Stóri spurningurin mill-
um jarðfrøðingar í dag er,
nú ein virkin kolvetnisskip-
an er staðfest, hvar oljan í
føroysku undirgrundini er
»migrerað« tvs. hvar er hon
farin og hvar hevur hon
lagt seg. Fleiri og fleiri
jarðfrøðingar meta eftir teir
fyrstu brunnarnar á føroy-
ska landgrunninum, at olja
er runnin norður og vestur-
eftir og er at finna undir
basaltinum. Hóast ringt er
at síggja gjøgnum basaltið
við verandi seismikki hóm-
ast stórir strukturar, sum
kunnu vera stór oljufelt.
Fyri at koma víðari her
krevst betri seismikkur og
boriteknikkur
at
bora
gjøgnum basalt.
Bæði í 9 ára loyvunum
hjá Statoil og Agip fyri
norðan hómast meira klass-
iskir oljustrukturar enn teir
leitað hevur verið eftir í
Gullhorninum, og bendir
nógv á, at brunnurin beint
hinumegin markið, Cambo,
204/9 og 10, (sí tekning)
har Amerada Hess er fyri-
støðufelag, er ein struktur-
ur av slíkum slag. Tað ljóð-
ar, at úrslitið av tí boringini
er so mikið áhugavert, at
ætlanin er at bora ein av-
markingarbrunn.
Hesin
kann fáa stóran týdning fyri
9 ára loyvini í føroyska øki-
num. Stórar vónir eru eftir
øllum at døma til hesi 9 ára
loyvini. Tað er uttan iva
eisini ein av orsøkunum til,
at Føroya Kolvetni var
sinnað at fara úr 7% upp í
25% av ENI-loyvunum.
Framtíðin
Tað er ringt at meta um
framtíðina fyri oljufundum
á Atlantsmótinum. Men vit
vita, at tað krevur tíð, orku
og tol til at finna lønandi
oljufelt í einum nýggjum
leitiøki. Og fyri tað at fýra
brunnar ikki hava givið
nakað endaligt lønandi
fund, so eru ikki allar súðir
syftar. Fyri okkum hevur
tað eisini týdning, hvat
hendir í bretskum øki. Og
longu mánaðarskiftið juli-
august fara BP og Shell at
seta borin í Ben Nevis pro-
spektið har norðuri í bretsk-
um øki miðskeiðis millum
Føroyar og Noreg. Jarð-
frøðingar og oljufeløg eitt
nú í Føroyum fylgja hesi
boring við stórum áhuga.
Bæði tí at hon kann goyma
stórar nøgdir av gassi í løg-
um, sum sannlíkt er finnast
á føroyskum øki eisini, og tí
at borast skal gjøgnum um-
leið 300 metrar av basalti
eisini. Slík boring gjøgnum
basalt hevur sjálvandi stórt
virði fyri tey feløg, sum í
framtíðini fara at bora
gjøgnum basalt á land-
grunninum.
Við hesum fýra brunn-
inum er brúkt meira enn ein
milliard krónur til oljuleit-
ing í »Gullhorninum«. Og
hóast eingin føroyskur olju-
dropi enn er komin til høld-
ar, so verður hildið fram
við at gera kanningar og
leita – til tað er staðfest, at
olja og gass eru at finna í
lønandi nøgdum í undir-
grundini. Gott nokk vil ein
turrur brunnur skapa mis-
treysti millum mong, her
ikki minst politikararnar og
teir stýrandi her á landi,
sum helst høvdu sett sítt álit
á eina skjóta oljuvinnu.
Hinvegin er tað eisini ein
staðfesting av tí veruleika,
at oljuleiting krevur tíð og
tol.
Helvtin borað í »Gullhorninum«:
Fara helst at hyggja norðureftir
C
M
Y
K
21
20