Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 140 - 26. juli 2003 Nr. 140 - 26. juli 2003 23 Eivør Pálsdóttir stóð fyri undirhaldinum á lestrarstevnuni við egnum sangum. Eisini las Rakel Helmsdal upp. Terji á Lakjuni, stjóri fyri Stuðulsstovnin, heldur, at føroyskir myndugleikar gera nógv fyri lesandi uttanlands. Tey lesandi fingu ikki bert rós og tóm lyfti á lestrarstevnu í Verts- húsinum hóskvøldið LESTRARSTEVNA Orð:Heri á Rógvi Myndir: Jens Kristian Vang Karmarnir vóru eitt sindur øðrvísi enn áður. Ein lestrarstevna á einum vertshúsi. Men karmarnir eru ikki teir ringastu. Stemningurin var sum heild rættiliga góður hetta hós- kvøldið, Men hølini vísti seg eina at vera nakað lítil. Áhugin var so mikið stórur, at ikki øll fingu pláss ta løt- una, flest fólk vóru á Lestr- arstevna. Ein stevna er kanska í so nógv sagt, hóast hildið var á meira enn fýra tímar. Ikki tað bíttasta staðið at halda eina tílíka stevnu, men nakað trongt. Absalon Eysturoy frá MFS, sum skipaði fyri Lestrarstevnuni hóskvøld- ið, greiddi fyrst frá, at nøk- ur afturvendandi evni fóru at vera umrødd hetta hós- kvøldið, men tey vóru eins og áður viðkomandi. Høgni Hoydal, sum var tilstaðar sum bæði løg- málaráðharri og menta- málaráðharri, fekk turt uppá fyri at koma ov seint, og hetta vakti látur í kjallar- anum í Vertshúsinum. Tíð- anverri gjørdist fyrsti tímin heldur meira tungur enn skemtiligur. Byrjað varð sjálvandi nakað ov seint, og Elin Súsanna Jacobsen frá Fróðskaparsetrinum legði fyri. Hon greiddi frá um út- búgvingarmøguleikarnar á Fróðskaparsetrinum, men framløgan hjá henni gjørd- ist alt ov long og drúgv og eins og aðrar framløgur hóskvøldið, soleiðis at lestrarstevnan gjørdist fleiri tímar enn neyðugt. Vegleiðing og stuðul Men kjakið vaknaði eitt sindur, tá Terji á Lakjuni legði fram um føroyskan stuðul til lesandi. Hann vísti fyrst, hvar føroyingar lósu; síðani hvønn studning føroysk lesandi fáa saman- borið við hini Norðanlond- ini. Samanlagt eru vit á sama støði sum hini Norðanlond- ini. Stuðulin at lesa uttan- fyri Norðanlond er ógvu- liga góður, so komu ikki og sigi, at politikararnir ikki ynskja, at tit fara út um Norðanlond at lesa, segði Terji á Lakjuni. Hann vísti talvur, har samanberingar eru gjørdar í index og upphæddum yvir, hvat hvørt Norðanlond veitir í stuðuli. Hesi tøl skulu takast við einum ávísum fyrivarni, men tey vísa, at føroysk lesandi eru sera væl stillaði í mun til hini londini. Ser- liga tá hugsað verður um, at føroysk lesandi kunnu fáa nógvan stuðul sum stuðul, men eitt nú Ísland letur all- an stuðulin sum lán. Sum føroyingur verður tú ikki roknaður sum partur av ES, hóast tú kanska hevur lisið nøkur ár í Danmark. Hetta ger, at føroyingar sjálvir skulu rinda skúla- gjald uttanfyri Norðanlond, men tær fyrstu 120.000 rindar Stuðulsstovnurin. Í eygunum hjá Stuðuls- stovninum er ein føroying- ur ein persónur, sum hevur búð tvey av teimum síðstu trimum árunum í Føroyum ella hevur búð helvtina av lívinum í Føroyum. Fleiri høvdu hug at gera viðmerkingar og seta spurningar í sambandi við stuðulin til tey lesandi. Millum annað varð víst á, at tey lesandi í Danmark hava nógv fleiri sosialar fyrimunir enn tey lesandi í Føroyum. Ein annað afturvendandi evni, sum varð umrøtt á fundinum, var, spurningur- in um vegleiðing til út- búgvin fólk í sambandi at fáa arbeiði. Holger Arnbjerg, leiðari fyri Altjóða skrivstovuna, greiddi fyrst frá, hvat ar- beiðið hjá honum snýr seg um sum vegleiðari í sam- bandi við útbúgvingar uttanfyri Norðanlond og serliga uttanfyri Danmark. Í sambandi við vegleið- ingina nevnir Holger tveir møguleikar: Annar er at seta á stovn eina vegleið- ing, sum skal halda til sen- tralt í høvuðsstaðnum. Ein annar møguleiki er, at veg- leiðing verður latin út til út- búgvingarstovnarnar. Provokatión Helt Holger Arnbjerg, at tað var tørvur á tílíkari veg- leiðing, so helt Kjartan Kristiansen, stjóri fyri Menn- ingarstovuna, júst tað øv- ugta. Hann gav teimum lesandi ein skarpan gang. Nú hava vit goldið fyri at sent tykkum á flog, og tað kann ikki vera meiningin, at vit skulu hava fólk til at siga tykkum, hvønn veg, tit skulu flúgva, segði Kjartan Kristiansen. Hansara orð vaktu ónøgd millum áhoyrarnar, men slepti ikki endanum kortini. Hann segði, at trupulleikin err, at tað eru ov fá arbeiði í Føroyum, og tey, sum koma heim eftir loknan lestur, mugu berjast fyri teimum arbeiðum sum eru og mugu royna at skapa fleiri. Tað er nógv fyri, at tit, sum hava lærdómin, skulu koma og biðja um barna- garðar og annað. Hvat so við teimum, sum ikki hava nakra lærdóm? segði ein provokerandi Kjartan Kristi- MFS MFS, sum skipaði fyri lestarstevnuni í Vertshús- inum, er stytting fyri Meginfelag Føroyskra Stu- denta. Felagið umboðar áhugamálini hjá føroysk- um lesandi uttanlands eins og í Føroyum. MFS er millum annað viðurkent sum samráðingarumboð fyri føroysk lesandi. Felagið hevur skrivstovur í Keypmannahavn og í Århus, sum hava opið nakrar tímar um vikuna. Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum sjálvstøð- ugt føroyskt felag, á jøvnum føti við onnur norð- urlendsk og altjóða studentafeløg. MFS fekk í 2002 játtaðar 200.000 krónur á fíggjarlógini. Felagið verður eisini fíggjað við limagjaldi. Fakta 91% lesa í Danmark Hóast áhugin fyri at lesa uttanfyri Danmark og Norð- urlond er vaksandi, so lesa framvegis nógv teir flestu føroyingarnir í Danmark. Tøl frá Stuðulsstovninum vísa, at 910 av 992 ella góð 91% av føroyskum lesandi uttanlands lesa í Dan- mark. Tølini eru fyri skúlaárið 2002/2003 og vísa tey, sum hava søkt og fingið ferðastuðul. Tey, ið hava lisið longri enn seks ár, og tey, ið lesa minni enn eitt ár, fáa ikki ferðastuðul og eru tískil ikki tald við. Tískil er talið av lesandi nakað hægri enn 992, men spurningurin er, um prosentbýtið er so nógv øðrvísi. 32 føroyingar lesa í øðrum Norðanlondum, og harav lesa 24 í Noreg. Hálvthundrað føroyingar lósu í skúlaárinum 2002/2003 uttanfyri Norðurlond. 36, sum eisini svar- ar til 36% av teimum føroysku lesandi uttanlands, lesa í Stóra Bretlandi. Seks føroyingar lesa í USA, og so eru hini átta býtt millum nøkur lond, sum síggjast á talvuni her á síðuni. Tað vil siga, at áhugin at lesa í Bretlandi er stórur í mun til onnur lond enn Danmark. Føroyingar gera eftir øllum at døma sera lítið av at lesa í eitt nú Svø- ríki ella Íslandi. 50.000 kr. hvør Tey hálvthundrað, sum lesa uttanfyri Norðurlond, seta týðuligari spor á játtanina hjá Stuðulsstovninum enn hini. Hesi lesandi skulu nevniliga sjálvi rinda fyri skúlagjaldið. Ella rættari sagt Stuðulsstovnurin rindar við pengum úr landskassanum skúlagjaldið fyri hesar næmingar. Terji á Lakjuni, stjóri fyri Stuðulsstovnin, segði á Lestrarstevnuni hjá MFS, at føroysku stuðulsmøgu- leikarnir vóru sera góðir og standa einki aftanfyri hini Norðanlondini – heldur tvørturímóti. Hesi hálvtrýss lesandi uttanfyri Norðurlond kost- aðu 2,4 milliónir skúlaárið 2002/2003. Hóast Stuðuls- stovnurin rindar í mesta lagi 120.000 kr. í skúlagjaldi, so sleppur stovnurin vanliga nógv bíligari, tí í miðal kostar hvør lesandi uttanfyri Norðurlond 50.000 krónur. -HR Hvar í útheiminum lesa føroyingar? Danmark . . . . . . . . . . . . . . . . . . 910 Noreg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24 Ísland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 Svøríki . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 Finnland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 Norðurlond . . . . . . . . . . . . . . . . 942 UK . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 36 USA . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 Italia . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 Týskland . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 Frakland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 Holland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 Canada . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 Australia . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 Peru . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 Uttanfyri Norðurlond . . . . . . . . 50 *Tølini eru eftir, hvørji hava søkt um ferðastuðul og fáa stuðul. Øll lesandi hava rætt til ferðastuðul, sum taka minst eitt ár, og tískil skuldi hetta givið eina álítandi mynd av býtinum. Men fólk, sum lesa styttri enn eitt ár og fólk, sum hava longri enn seks ár, eru ikki tald við. Tølini eru fyri skúlaárið 2002/2003 Hvar lesa føroyingar hægri lestur? Føroyar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 500 Danmark . . . . . . . . . . . . . . . . . . 700 Norðurlond ÷ DK . . . . . . . . . . 30 Uttanfyri Norðurlond . . . . . . . . . 50 *Hægri lestnaðurin eru útbúgvingar eftir miðnáms- útbúgvingar. Kjartan Kristiansen helt fyri, at tey lesandi ikki skulu biðja um ov nógv, men heldur skapa nakað sjálvi. ansen, sum heldur ikki fjaldi, at hansara orð vóru ætla at vera provokerandi og íbirta kjak. Næsti maður at mikro- fonini, Høgni Hoydal, segði seg vera fyri ein stór- an part samdan við Kjartani Kristiansen. Høgni Hoydal, sum eisini fekk orðið aftur seinni, hevði ríkiligt at fullveldis- práti við í sínum framløg- um. Hann helt fyri, at út- búgvingarpolitikkur ikki var høgt raðfestur í Føroy- um. – Fólk mugu koma heim og skapa sítt egna starv. Tað ber ikki til at bíða eftir, at allar umstøðurnar eru kom- nar í rættlag, sigur Høgni Hoydal, sum eisini helt, at ein yrkisvegleiðing kundi komið upp á tal í samstarv- ið millum Stuðulsstovnin, Altjóða skrivstovuna og aðrar stovnar. Einstáttað kjak Stóra evnið á lestrarstevn- uni var barnaansing. MFS hevur ta støðu í hesum máli, at barnaansing er eitt týdningarmikið evni, sum hevur stóran týdning í av- gerðini, ið lesandi taka um at flyta aftur til Føroya eftir loknan lestur. Tey fílast eitt nú á, at tað ikki ber til hjá teimum lesandi at skriva seg upp til barnaansing, áðrenn tey eru flutt aftur til Føroya. Eitt politikst panel mann- að við Heðini Mortensen frá Tórshavnar býráð og Kristinu Háfoss og Høgna Hoydal, sum umboða Tjóð- veldisflokkin og landsstýr- ið. Samstundis er Heðin Mortensen tingmaður fyri Sambandsflokkin, og polit- iskar ósemjur tóku ríkiliga av tíðini. Ein eitt sindur óheppin samanseting við tveimum fólkum úr sama flokki. Serliga Heðin Mortensen fekk nógvar spurningar vendar móti sær. Tórshavn- ar kommuna hevur ta støðu, at tað »bert« eru íbúgvar í kommununi, sum kunnu skriva seg upp á bíðilistan til barnaansing. Men lesandi kunnu skriva seg upp til grundstykki. Heðin Mortensen greiddi frá, at Tórshavnar komm- una hevur hesa støðu útfrá einum fíggjarligum sjónar- miði. – Men Tórshavnar kom- munu hevur í desember komandi ár nøkta ansingar- tørvin, og tískil er eingin bíðilisti, segði Heðin Mortensen. Kristina helt, at tey les- andi eiga at kunna skriva seg upp á bíðilistan til barnaansing, hóast tey ikki búgva í kommunui. Barna- ansing er kommunumál, og tískil fáa landspolitikarar- nir ikki gjørt so nógv við hetta. Hon vísti á, eins og Høgni Hoydal, at umstøður hjá teimum lesandi vóru høgt raðfest, og tað eiga at vera skaptar betri umstøð- ur. Men konkretar ætlanir vóru ikki so nógv frammi hóskvøldið. Eftir nógvar spurningar til Heðin Mortensen, gjørdi Høgni Hoydal enda á kjak- inum, tá hann bar fram, at ansingarspurningurin nú verður loystur, og hann er við at gerast ein farin tíð. Heldur eigur at verða hugt eftir bústaðarviðurskift- unum, sum eisini eru ein stórur trupulleiki hjá ser- liga ungum familjum. Hóast politisk lyft um betri tíðir, fingu tey lesandi og komandi lesandi ikki teirra ynskju uppfylt, men teirra sjónarmið vórðu í øllum førum hoyrd. Satsað upp á gransking Síðsti røðarin, um vit kunna kalla tað røðarar, var Bárður A. Niclasen, Phd. lesandi á Náttúruvísinda- deildini á Fróðskaparsetri- num. Klokkan var farin av ellivu, tá hann skuldi greiða frá sínum virksemi, og tá var tað mesta av fólkinum eisini farið ella farin at hugsa um okkurt annað. Og tað vísti seg eisini, at eingin hevði hug at seta honum spurningar, eftir at hann var liðugur at greiða frá. Sjálvur Bárður ein av fleiri Phd. lesandi á Fróð- skaparsetrinum. Hann visti at siga, at náttúruvísinda- deildin í stóran mun satsar upp á Phd. verkætlanir, sum í stóran mun eisini eru fíggjaðar av oljufeløg- unum. Saknur er á einum granskingarumhvørvi í Føroyum. Eisini verður nógv gjørt við at fara út um landoddarnar, soleiðis at ein ikki endar við at sita í sínum egna dunnugarði, sum Bárður A. Niclasen tók til. Talan var um lætta og sjarmerandi framløgu, har ungi Phd´arin var greiður yvir, at tað ikki nyttar so nógv hjá honum at fara í dýpdina á sínum egnu verk- ætlan um numeriska aldu- simulering. Sostatt var eitt samanum- tikið livandi lestrarkvøld komið at enda. Hóast tey lesandi og komandi lesandi fingu nøkur lyfti, so var eisini nakað at hugsa leingi um til til komandi stevnir. Vertslig lestrarstevna Tey lesandi sluppu ikki bara at spegla sær í lyftum, men fingu eisini nøkur hørð orð frá nøkrum viðmerkjarum, tá lestrarstevna varð hildin í vertsligum umhvørvi. Katrin D. Apol er forkvinna fyri MFS, sum skipaði fyri lestrarstevnuni. C M Y K 23 22