leygardagur 26. juli 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 140 - 26. juli 2003
Nr. 140 - 26. juli 2003
25
Í vikuni vandu Terji
og Føstufressar fyri
fyrstu ferð eini 10 ár.
Tað svingaði beinan-
vegin hjá tónleikar-
unum, sum hava
spælt saman, síðani
teir vóru smádreingir
FØSTUFRESSAR
Eyðun Klakstein
Tað var ein kanin, sum
FUT dró upp úr hattinum,
tá ið fyriskipararnir av
ólavsøkukonsertini kunn-
gjørdu, at Terji og Føstu-
fressar fóru at spæla á kon-
sertini.
Tiltikni bólkurin, sum
ikki hevur verið á føroysk-
um palli í eini 10 ár, skuldi
nú savnast aftur, og allir teir
upprunaligu
limirnir
í
bólkinum skuldu spæla við.
Hetta var ein rættiligur
jokari fyri stóru konsertina,
og tað er lítið at ivast í, at
Føstufressar fara at lokka
onnur enn bara tey yngstu á
konsertina.
Hóskvøldið vandu Føstu-
fressarnir saman aftur fyri
fyrstu ferð í nógv ár, og tað
gekk væl.
– Tað var stuttligt at vera
saman aftur, og tað sving-
aði beinanvegin hjá okkum,
sigur Rógvi á Rógvu, sum
er trummuspælari í bólki-
num.
Spæla alla plátuna
Tað var í 1990, at plátan við
Terja og Føstufressum kom
út, og hóast móttøkan í
byrjanini ikki var nakað
serligt, so vaks hendan plát-
an seg stóra og sterka í áru-
num, sum komu.
– Hetta er tann fløgan,
sum hevur havt størst týdn-
ing fyri meg, og sum eg
havi verið mest nøgdur við,
sigur sangarin Terji Ras-
mussen um útgávuna, sum
hann kallar sítt høvuðsverk.
Teir frálíku sangirnir á
hesi útgávu hava staðið
ímóti tíðarinnar tonn, og
teir standa eins sterkir í
dag, sum teir gjørdu fyri 10
árum síðani og meira.
Á ólavsøkukonsertini fer
bólkurin at spæla allar
sangirnar,
sum
eru
á
plátuni, og tað verður helst
tað reina krás hjá teimum
mongu, sum hava tikið
sangirnar til sín.
Intens tíð
Flestu av tónleikarunum í
Føstufressum hava spælt
saman, síðani teir vóru
smádreingir. Teir vuksu upp
í sama grannalagi í Havn-
ini, og tá ið teir vóru ungir
funnu teir saman í tón-
leikabólkar.
– Plátan við Føstufress-
um var nakað heilt serligt.
Tað var ein av teimum
fyrstu ferðunum, at vit vóru
í studio. Vit vandu dúgliga
frammanundan,
bæði
heima í stovuni hjá Terja og
í kjallaranum hjá Leivur og
teimum, greiðir Rógvi frá.
– Vit hildu okkum vera
sera seriøsar, og eg minnist
eisini tíðina sum intensa og
gevandi.
Úrslitið av nógva spæli-
num finniast á útgávuni hjá
Terja og Føstufressum, og
við sangum sum Lívið er
okkara gáta og Ljóðmynd
spældi bólkurin seg inn í
meira enn stutttíðarminnið
hjá føroyingum.
– Eg ivist ikki í, at sang-
irnir fara at rigga væl á
ólavsøkukonsertini. Fleiri
av teimum eru kendir mill-
um nógv fólk, sigur Rógvi.
Hann hevur spælt í
ymiskum bólkum gjøgnum
árini, og hann hevur
onkuntíð spælt onkrar av
sangunum av útgávuni hjá
Føstufressum, men langt
frá allar, og tað verður
fyrstu ferð í 10 ár, at
upprunamanningin fer at
spæla allar teir gomlu
sangirnar.
Onkur broyting
Á ólavsøkukonsertini fara
tónleikararnir, sum spældu
sangirnar inn í studio, eisini
at spæla. Onkur smávegis
broyting er, men tað er ikki
nakað, sum fer at merkja
heildina.
Holgar Lauman spældi
saxofon á útgávuni, men
hann verður ikki við hesa-
ferð. Ístaðin fyri Mortan
Zachariasen at blása í
hornið.
Rúna á Heygum sang
helst vakrasta sangin á út-
gávuni – Á ferð til Dreyma-
land – men hon verður
heldur ikki við hesaferð.
Terji
Rasmussen
er
sangari í bólkinum, meðan
Eyðun Nolsøe syngur kór
saman við honum.
Føstufressar fara at spæla
seint í ólavsøkukonsertini,
og so kann ólavsøkunátt
haldast við hesum frálíka
bólki.
Kanska er tað ein lítil
ferð til dreymaland fyri
mong.
Føstufressar
Terji Rasmussen - sang
Eyðun Nolsøe - gittar
Arnold Ludvig - bass
Leivur Thomsen - gittar
Rógvi á Rógvu - trummur
Magnus Johannesen - ljómborð
Mortan Zachariasen - saxofon
Terji og Føstufressar hava staðið fyri
einari útgávu, og hóast tað kann tykjast
avmarkað í stóra føroyska tónleika-
landslagnum, so eru Føstufressar
nakað serligt. Útgávan frá 1990 er
kanska besta føroyska plátan nakrantíð.
Føstufressar hava ikki spælt saman við
upprunaligu manningini í eini 10 ár,
men nú fara teir at royna seg aftur.
Fleiri av tónleikarunum hava búð
uttanlands, men flestu teirra hava nú
leitað heimaftur.
Til dreymaland
við Føstufressum
– Plátan við Føstufressum var nakað heilt serligt. Tað var ein av teimum fyrstu ferðunum, at vit vóru í studio. Vit vandu dúgliga frammanundan, bæði heima í
stovuni hjá Terja og í kjallaranum hjá Leivur og teimum, greiðir Rógvi á Rógvu frá
Mynd: Jens Kr. Vang
Leivur Thomsen
stendur fyri
frálíka
gittarspælinum í
Føstufressum
Mynd: Jens Kr. Vang
Róin Siggertsson er
virkin tónleikari í
Danmark, men á
ólavsøkukonsertini
ber aftur til at hoyra
hann á føroyskum
palli
roWan
Eyðun Klakstein
Føroyski tónleikarin og
tónasmiðurin Róin Sig-
gertsson hevur búð í Dan-
mark í fleiri ár, men hann
hevur hann verið virkin
tónleikari, og av og á hevur
hann verið heima og spælt.
Róin var við á ólavsøku-
konsertini í fjør, og hann
kemur aftur heim í ár at
spæla sín melodiøsa og
stundum funkuta popptón-
leik.
Við sær í bólkinum hevur
Róin dugnaligar danskar
tónleikarar, sum fara at
spæla saman við honum.
Gjørdi vart við seg
Róin Siggertsen var fyri
einum ári síðani nógv
frammi í Danmark, tí hann
var ein av teimum, sum
gjørdi vart við seg í sendi-
røðini Rock Idoler hjá TV3.
Sendingin var skipað sum
ein kapping millum tón-
leikarar fyri at koma við í
ein bólk, og Róin var við
heilt til endans, tá ið valið
stóð ímillum hann og ein
danskar sangara.
Valið fall á danska sang-
aran, men tá hevði Róin
longu gjørt vart við sínar
tónleikaligu dygdir.
Umframt at skriva tón-
leik fæst Róin eisini við at
framleiða sín egna tónleik
og tónleik hjá øðrum.
Fyri einum ári síðani var
roWan, sum hann kallar seg
á palli, ein frískt innslag á
ólavsøkukonsertini, og nú
fáa føroyingar so enn eina
smakkiroynd av tónleikin-
um hjá honum.
Rás 2 ætlar sær at senda, tá ið Déjá Vu og hinir 9
bólkarnir fara at spæla í Kommunuskúlagarðinum
sunnukvøldið
Mynd: Finnur Justinussen
Hann hevur gjøgnum
árini spælt saman við
eini ørgrynnu av
donskum og út-
lendskum bólkum,
men ikki fyrr enn í
fjør gjørdi Troels
Skovgaard sína egnu
útgávu
SKOVGAARD
Eyðun Klakstein
Einasta útlendska navnið á
ólavsøkuskonsertini
er
Troels Skovgaard.
Talan er um dugnaligan
danskan gittarspælara, sum
er kendur sum studio- og
konserttónleikari hjá yms-
um bólkum og solistum.
Hann vaks upp í Aalborg
í sjeytiárunum, og har
spældi hann eisini í teimum
fyrstu bólkunum. Fyri tað
mesta var talan um bólkar,
sum spældu covertónleik.
Seinni fekk útbúgving á
klassiskum konservatorii,
og í 1983 flutti hann til
Keypmannahavn at búgva.
Hann fann hann saman
við øðrum tónleikarum, og
teir høvdu bólkin Bamboo
Brothers.
Endaði solo
Troels fekk alt fleiri upp-
gávur í studio og til kon-
sertir við øðrum bólkum,
og burtur úr stóru rúgvuni
av nøvnum, sum hann hev-
ur spælt saman við, kunnu
vit nevna Hanne Boel,
Tamra Rosanes, Savage
Rose, Jørgen Emborg og
Jette Torp.
Í 1995 góvust teir at
spæla í Bamboo Brothers,
og Troels arbeiddi víðari
við sínum egnum projekt-
um. Hann fór at framleiða
tónleik og hevur millum
annað gjørt tónleik saman
við abbadóttir Regin Dahl,
sum eitur Laura Illeborg.
Í fjør gjørdi hann sína
fyrstu solofløgu, og á hesi
útgávu spælir hann blues-
tónleik. Nú hevur hann ein
bólk, sum hann spælir sam-
an við, og tað verður hesin
bólkur, sum fer at spæla á
ólavsøkukonsertini.
Rás 2 ætlar
at vera við
Rás 2 brynjar seg til at
senda
beinleiðis
frá
ólavsøkukonsertini.
Ætlanin er at senda
tónleik av pallinum, og
fólk hjá rásini fara eisini
at ganga millum fólk og
millum tónleikarar fyri
at gera samrøður.
Tað hevur ikki verið
vanligt, at ólavsøkukon-
sertin er blivin varpað út
til Føroya fólk á hendan
hátt, men gongst tað
sum ætlað, so fer Rás 2
at syrgja fyri hesum.
Tá ið vit tosaðu við
tey í gjár var bara eitt
ivamál um sendingina,
og tað var, um neyðugu
linjurnar kundu leggjast
til sendingina. Tað var tó
mett, at hetta fór at
koma upp á pláss.
Umframt tónleikin og
samrøður á staðnum,
hevur Rás 2 eisini gjørt
innsløg um ólavsøku-
konsertina, sum verða
send sunnukvøldið.
Ólavsøkukonsertin
byrjar klokkan 21.00 og
heldur fram til kl. 04.00
mánamorgunin.
ek
Róin við donskum
bólki
Tað verður bólkurin
Monkey Mongolia, sum
fer at leggja fyri á ársins
ólavsøkukonsert.
Bólkurin er rímiliga
ókendur, men teir hava
longu einaferð gjørt vart
við seg. Teir vunnu
nevniliga Pop Top kapp-
ingina í ár, og so er tað
gamal siður, at hesin
bólkur sleppur at spæla
fyrst á ólavsøkukonsert-
ini sama ár.
Bólkurin er mannaður
við ungum tónleikarum
úr høvuðsstaðnum.
Apurnar
leggja fyri
Róin Siggertsson – ella roWan, sum hann kallar seg á pallinum – fer at spæla á
ólavsøkukonsertini sunnukvøldið
Studiotónleikari farin solo
C
M
Y
K
25
24