leygardagur 26. juli 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 140 - 26. juli 2003
Nr. 140 - 26. juli 2003
27
Á ólavsøkuframsýn-
ingini hjá Føroya
Ellisakførum ber til at
síggja fyrsta bilin,
sum kom til Føroyar í
1922
TÍÐINDASKRIV
Á ólavsøkuframsýningini
hjá Føroya Ellisakførum,
sum er í framsýningar-
høllini hjá P/F Wenzel í
Havn, ber til at síggja tann
fyrsta bilin, sum kom til
Føroya. Ella næstan…
Tann fyrsti bilurin í Før-
oyum, sum kom til landið
við DFDS-skipinum "Is-
land" hin 6. mai í 1922, er
tíverri burtur. Men Hans
Elmar Poulsen í Vatnsoyr-
um hevur ein sama slag bil,
ein Ford TT frá 1922. Hetta
er fyrstu ferð, at hesin
bilurin verður at síggja á
ólavsøkuframsýninginin
hjá Føroya Ellisakførum,
sum letur upp leygardagin
26. juli kl 15. Framsýningin
er opin leygardagin, sunnu-
dagin og báðar ólavsøku-
dagarnar frá 15-20.
Í síðsta mánaði vórðu
liðin 100 ár síðani, at Ford
verksmiðjan varð stovnað.
Tí verður dentur lagdur á
Ford á ólavsøkuframsýn-
ingini. Har ber m. a. til at
síggja tveir Ford T, tann
fyrr nevnda, sum var hin
fyrsti í Føroyum, og ein
eldri Ford T persónbil frá
1915 – hann er átøkur bil-
inum hjá Bedstemor And,
sum vit kenna so væl.
Síðani eru tríggir Ford A
frá umleið 1930. Tveir
teirra í allar fínasta standi,
ein luxusbilur, Ford T
Coupé við "svigermor"-
setri aftanfyri, og ein Ford
T persónbilur við tveimum
hurðum. Eisini verður ein
Ford T frá 1930 við fýra
hurðum, sum ikki er settur í
stand, at síggja. Her ber til
at síggja ein bil – ella tað,
ið eftir er av bilinum, sum
einaferð verður eitt vakurt
ellisakfar. Hendan bilin
hevði Finnur Johansen við
sær úr Danmark fyri fleiri
enn fjøruti árum síðani.
Hann hevur ikki koyrt sein-
astu 30 árini, men hevur
verið væl varðveittur.
Av "nýggjaru" Fordbilum
kunnu nevnast Ford Anglia,
Ford Capri og Ford 20 M,
sum vóru vanligir í seksti
og sjeytiárunum. Eisini
verður høvi at síggja ein
spildur nýggjan StreetKa –
tað er ein sera snøggur Ford
Ka Cabriolet sportvognur.
Aðrir bilar verða eisini at
síggja, eitt nú gamlir brand-
bilar, m. a. 70 ára gamli
Triangelbrandbilurin
hjá
Tórshavnar Sløkkiliði, ið er
settur í upprunastand. Hann
er sera sjáldsamur og ógvu-
liga hegnisliga umvældur
av sløkkiliðsmonnunum.
Av øðrum bilum kunnu
nevnast ein Austin Seven
hjá Derek Brockie, sum
verður settur í stand, tveir
Mercedes Benz, annar frá
1961 og hin frá 1966, Volvo
144 frá 1971, Volvo Ama-
zon frá sekstiárunum og
Fólkavognar frá fyrst í
sjeytiárunum. Eisini verður
onkur Opel Kadett og Opel
Rekord, ein MGA, tveir
Triumph Spitfire og ein
Opel Blitz lastvognur frá
fimmtiárunum.
Afturat
hesum verður ein Ferrari
frá 1982 eisini at síggja.
Ellisakfør eru ikki bara
bilar – motorsúkklurnar eru
helst fleiri í tali. Út við 30
motorsúkklur og knallertir
verða at síggja. Har verða
fleiri BSA, eitt nú onkrar,
ið
keyptar
vórðu
frá
eingilskmonnunum aftan á
kríggið, har verða nakrar
Triumph, Harley Davidson
frá 1962, Nimbus frá 46 og
52, ein Sunbeam og nakrar
nýggjari súkklur so sum
Yamaha, Kawasaki og so
nakrar knallertir so sum
Puck
Maxi,
Kreitler,
Tempolet o. s. fr.
Hóast tað hevur verið
siður at Føroya Ellisakfør
sýna fram akførini á ólav-
søku, so eru nøkur ár síð-
ani, at framsýning var sein-
ast, og tí eru nógv "nýggj"
ellisakfør at síggja hesa-
ferð. Saman við atgongu-
merkinum
fæst
eisini
blaðið hjá Føroya Ellis-
akførum, sum nú eitur
"Hjólið", sum hesaferð er
givið út í sambandi við
framsýningina.
Umframt
ellisakførini
verður stór myndafram-
sýning í sýnir ferðslu og
akfør í gomlum døgum, til
ber at keypa sær okkurt til
matna og okkurt leskandi í
sølubúð, og til ber eisini at
bjóða upp á onkur av
ellisakførunum, sum verða
lýst til sølu.
Føroya Ellisakfør hevur
130 limir, og endamál
felagsins er at skapa um-
støður og karmar til at
varðveita gomlu ak-
førini í uppruna
standi. Síðani fe-
lagið varð stovnað
eru
nógv
akfør
fingin til vega, og
lógir og reglugerð-
ir eru broyttar so-
leiðis, at t. d. einki
avgjald er á inn-
fluttum akførum,
sum eru eldri enn
25 ár. Fyrimunar-
lig avtala er eis-
ini við Trygging-
arfelagið Føroy-
ar um trygging,
og
ellisakfør
rinda ikki veg-
skatt.
Eitt av enda-
málunum við
hesi framsýn-
ing er at savna
pening til verkætlanina at
seta gamla vatnbrunnin
undir Gráasteini í Havn í
stand til eitt tekniskt savn.
Atgongumerkið kostar 50
krónur, og børn sleppa ó-
keypis inn saman við vaks-
num.
Kom og síggj fyrsta bilin
í Føroyum
Ford Anglia: Vanligur bilur í sekstiárunum. Sermerktur var
hann við tí øvuta bakrútinum, sum helti aftureftir
Hetta er ein Ford A Coupé frá 1931. Ein sportútgáva av tí
traditionella Ford A
Ford Capri: Hesir vóru vanligir seinast í sekstiárunum og í
sjeytiárunum.Ein vakur sportbilur
Hetta er ein Ford A frá 1930. Hann hevur tvær hurðar, og var hann ein vanligur bilur tá á døgum. Vinstrumegin sæst Ford TT
lastbilurin frá 1922, sum var hin fyrsti í Føroyum
Ford T 1915: Elsti bilur í Føroyum. Hesin er 88 ára gamal, og
var hann longu "gamal", tá bilaøldin byrjarði í Føroyum í
1922
Hjólið, nýggja limablaðið hjá
áhugafelagnum Føroya Ellisakfør, sum
øll tey ið vitja framsýningina fáa
ókeypis
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri
Tjóðveldisflokkin
Viðmerking mín til Johan
Dahl og ikki minst til
manglandi nýskipanina í
nýskipanaruppskoti Sam-
bandsfloksins fekk eftir
øllum at døma umboð Sam-
bandsfloksins at vakna við
kaldan dreym. Ikki bert
Johan Dahl svaraði aftur,
men somuleiðis formaður
Sambandsfloksins - Lis-
beth L. Petersen. Eg fari
hervið at gera nakrar við-
merkingar
til
aftursvar
teirra.
Heimastýrisskipanin -
eitt leikhús
Sum væntað vísa tey bæði
á, at tað er Tjóðveldisflokk-
urin, ið "spælir sjónleik",
meðan Sambandsflokkurin
grundar alt á „veruleikan".
Okkurt skulu tey jú siga -
men við hesum hava tey
misskilt ta mynd, ið varð
nýtt í undanfarnu grein
míni.
Tá sipað varð til, at før-
oyingar fremja tann leiklut,
ið okkum verður tillutað og
at hetta gongur fyri seg í
einum leikhúsi, har danska
stjórnin er leikstjóri - ja, so
myndar hetta tann søguliga
veruleikan, ið hevur víst
seg seinastu mongu árini.
Heimastýrisskipanin er
sum eitt leikhús, har føroy-
ingar meta seg hava nakað
at siga, men í veruleikanum
er hetta alt ein óveruligur
sjónleikur. Tí tá á stendur er
tað tann leikur og tann kós,
ið danska stjórnin vil hava
at føroyingar velja - ið vald
verður.
Hetta varð eitt nú 1946
eitt dømi um, og er avlýs-
ingin av fólkaatkvøðuni
nýggjasta
og
greiðasta
dømið um hetta.
Sambandsflokkurin fjalir
veruleikan
Tá sambandsfólk vórðu
umtalað sum klappandi ás-
koðarar í leikhúsinum varð
hetta ein mynd av, at sam-
bandsfólk - úr alskyns
flokkum - taka undir við
hesi gongd, har tað er
danska stjórnin, ið setur
dagsskránna, meðan føroy-
ingar fylgja henni.
Og hesin leikur heldur
áfram, so leingi valt ikki
verður at fara út um heima-
stýrisskipanina - leikhúsið -
og seta føtur undir egið
borð. Tá kemur veruleikin
til sjóndar.
Tann veruleiki - at føroy-
ingar eru fult líka so væl
fyri sum øll onnur sjálv-
støðug fólk at leiða og taka
ábyrgd av egnum landi.
Hetta er ein veruleiki, ið
Sambandsflokkurin
ikki
kann broyta - men roynir at
fjala. Tí sambært Sam-
bandsflokkinum er tað eftir
øllum at døma betur fyri
føroyingar at lata føroyska
fullveldið til danir umsita.
Óskiljandi.
Sambandshugburðurin
Sambandshugburðurin
kemur ikki minst til sjóndar
í aftursvarinum frá LP. Tí
LP skrivar m.a. at tað er
betur at danir umsita før-
oysku rættarskipanina tí
annars verður rættartrygdin
sett í vanda. Enn eitt dømi
um sambandshugburðin, ið
tykist at verða grundaður á,
at onnur kunnu gera alt bet-
ur enn vit. Hetta er ikki sørt
"fornermandi"
mótvegis
føroyingum.
Um Sambandsflokkurin
ikki hevur álit á sær sjálv-
um og álit á, at føroyingar
kunnu skapa teir karmar
sum skulu til í einum fram-
komnum vælferðar- og
rættarsamfelagi - ja, hvussu
kann hesin flokkur tá bjóða
seg fram at leiða eitt land ?
JD sigur at enda í grein
síni, at " The show de-
finetely need to go on - but
with more serious players
than the present." JD er
vælkomin at halda áfram
við framførslunum, tí sum
sagt varð í fyrru viðmerk-
ing míni, so eru øll hini - ið
hava alit á, at føroyingar
klára at leiða hetta landið
sjálvir - farin at taka leik-
tjøldini niður og fyrireika
seg til eina sjálvstøðuga
framtíð.
Hví rinda fyri danskt
NATO-limagjald ?
Viðvíkjandi NATO-lima-
gjaldinum, so vísir LP á, at
vit áttu kanska at verið
errin av, at vit eru við til at
rinda okkara part. Her
verður helst skipað til okk-
ara part av danska lima-
gjaldinum í NATO.
Men Lisbeth - tíbetur eru
fólk,
ið
ynskja
einar
sjálvstøðugar Føroyar, ikki
errin av hesum.
Tað hevði hinvegin glett
okkum
um
leiktjøldini
vórðu tikin niður og veru-
leikin kom til sjóndar. Tann
veruleiki - ið vísir, at ríkis-
stuðulin, ið verður sendur
landskassanum á hvørjum
ári er ein nógv, nógv minni
upphædd enn tann, ið vit
missa við at vit ikki um-
boða okkum sjálvi í altjóða
samfelagnum.
Hvør dagur er ein
møguleiki
LP sigur at enda í grein
síni, at "vit vilja ikki for-
koma teim møguleikum vit
hava og spæla við lagnu
føroyinga."
Men hetta er tað júst tað,
ið gjørt verður, tá føroying-
ar verða forðaðir, ið at velja
millum teir møguleikar,
sum øll sjálvstøðug lond
hava, og so leingi "spælt"
verður við lagnu føroyinga
sum altjóða viðurkend tjóð.
Fyri hvønn dag vit bíða
við at taka fulla ábyrgd og
leiðslu í hesum landi -
missa vit møguleikar og
spæla við lagnu føroyinga.
Hinvegin eru vit í tí góðu
støðu, at hvør dagur ein
møguleiki at velja øðrvísi -
at velja framburð, frælsi og
framtíð framum ríkisrættar-
ligt status quo og fortíð.
Hvør dagur er ein møguleiki
VIÐMERKINGAR
TÍÐINDASKRIV
Ólavsøkudag
kl.
14.00
verður kappríðing á ríði-
breytini uppi í Marknagili.
Hetta er tann triðja av
fimm FM kappríðingum í
ár.
Enn er spenningur í topp-
inum. Sólvindur hjá Maritu
Askham, og Rán hjá Krist-
fríð Jacobsen eru púra jøvn
við hvør sínum 12 stigum.
Nærmast teimum er Lokk-
ur hjá Rólant Reinert við 7
stigum.
Tey seks fremstu rossini
fáa stig í FM kappingini.
(7,5,4,3,2,1)
Eisini
tey
ungu kunnu ogna sær stig í
hesi somu kapping.
Afturat FM kappingini
eru eisini ymisk ferðasteyp,
ið kappast verður um, bæði
millum tey ungu og tey
vaksnu.
Kappast verður í tvíspor
í trimum bólkum: Ung, 2.
flokkur og 1. flokkur.
Kappast verður eisini í
travi.
Møguleiki
verður
at
keypa sær ein køkubita og
okkurt drekkandi afturvið.
FM-kappríðing á Ólavsøku
C
M
Y
K
27
26