Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 140 - 26. juli 2003 Nr. 140 - 26. juli 2003 29 Eitt essay um ein møguligan triðja veg. Triði partur. ESSAY Kim Simonsen Tjóðarbygging á einum ikki-nationalistiskum lendi. Skuldi eg komið fram við ærligum hugsjónum um støðuna hjá tjóðum í dag, nú heimssamfelagið, altjóðagering, modernitetur og ymiskir lívsformar eru ein royndur lutur, hevði eg ikki hildið leiðina aftur í fortíðina at finna eina tjóð- skaparliga kjølfestu. Hetta við at brúka afturhvarvið av eini fólksligari eindar- mentan. Eindarmentan før- oyinga er helst ikki til longur. Skuldi nakar ivast um hetta er rætt, so er bert at líta at ungdómi okkara, framtíðarinnar føroyingum. Vit síggja tey á gøtunum um dagin, í býunum um kvøldið, í sjónvarpinum til eitt nú Prix Føroyar kapp- ingar. Ein bólkur eru hipp- hopparar. M&M fans. Ganga í heimsins størstu buksum, húgvum og troyggjum tey svimja í. Einum bólki dámar boy- bands, popptónleik. Nøkr- um dámar hard metal rock, onnur eru til death metal, speed metal og doom metal. Ein stórur bólkur spælir gospel og alt har ímillum. Hin einasta eindarmentanin er kanska hon, at øll hava eina fartele- fon, har tey sms’a á før- oyskum. Um europeiska national- statin í dag Habermas skrivaði í 1996 eina sera áhugaverda heim- spekisgrein um national- statin og tjóðarbygging í dag, har globaliseringin er alstór, har vit týðuliga kunnu hóma ein heim, har nationalstaturin er um at hvørva. Habermas vísir á, at tjóðir eru ymiskar, har vanligar statstjóðir mentu seg í Norður- og Vest- europa, har hesar mentu seg innan karmarnar av statsliga økinum. Aðrar tjóðir komu seinni til, sum Italia og Týskland. Her síggja vit eina menning, ið er eyðkend av tjóðarbygg- ing og propaganda um til- vitsku um tjóðina og tað tjóðskaparliga. Munurin á hesum aktørum er, at fyrri bólkurin fór frá stati til tjóð, meðan hin fór frá tjóð til stat. Í fyrra statinum vóru tað løgfrøðingar, di- plomatar, kongsvald og hernaðarvaldið, ið skaptu ræsur fyri einum skynsam- um stati. Í seinna statinum vóru tað høvundar, søgufrøð- ingar, lærd og intellektuell, ið skaptu tankan um ment- aðu tjóðina. Hetta slag av tjóðarbygging hava vit sæð í Føroyum. Habermas tosar eisini um eina triðu røð av nationalstatum, serliga i Afrika og í Asiu, ið komu fram eftir at hjálondini tóku seg aftur eftir annan heims- bardaga. Í Eyst- og Suður- europa síggja vit nýggjar nationalstatir, koma undan kavi, mangan undir stórum bardaga og harðskapi. Habermas vísir á tað pro- blematiska við, at man í vanligari nationalistiskari tjóðarbygging brúkar og vísir til eitt kenslugrundar- lag, ið vit skulu vera samd um, vera felags um, ið er okkara tjóðskaparligi sam- leiki. Hetta skrivað av ein- um manni, ið var noyddur inn í Hitlerjugend, gevur etos til argumentið. Natio- nalistisk tjóðarbygging er og verður kensluborin og irrationel, mangan moder- nitetsfíggindalig og vanda- mikil, tí henda leið er fødd úr romantiskum lendi. Habermas heldur, at hetta er óbrúkiligt í einum fleir- mentaðum samfelag og í einum modernaðum sam- felag. Her liggur kjarnin í mínum uppreistri, eg eri eisini loysingarmaður, men góðtaki sum Habermas undir ongum umstøðum nationalismuna. Habermas sær national- statin sum útholaðan í dag, ið leiðir til at neyðugt er at útbyggja møguleikarnar hjá einum og hvørjum natio- nalstati í dag. Politiskt meinar Habermas, at vit eru í eini proses, har natio- nalstatirnir í dag í Europa og aðrastaðir eru um at smelta saman. Hegel helt fyri, at øll søgulig tilbrigdi, ta løtuna tey eru fullgjørd, eru dømd til undirgang. Okkum nýtist ikki vera samd við Hegelsa søguheimspeki fyri at síggja, at nationalsturin var, tá hann kom fram, eitt sannførandi svar til eina avbjóðing, ið helt á at finna ein søguligan og funktio- nellan javning til sosiala samskipan av eindum, ið vóru áleiðis til at detta sundur. Tá eindarmentan føroyinga møtti ídnaðar- stevnuni. Tá bygdarsam- felagið ikki var ment at breyðføða og skapa eina mentunarliga kjølfestu í Føroyum, gjørdist sam- felagið opið fyri trúðar- rørslum og tjóðskaparrørsl- uni. Í dag møta vit somu avbjóðingum, har altjóða- geringin av vinnu, sam- skifti og tøknifrøði møgu- liga skapa somu vistfrøðis- ligu og hernaðarligu vanda- mál. Tjóðskap sum fáfongd Tað eg haldi vera eitt vandamál enn í dag, er at vanlig tjóðskaparlig ment- an og politikkur kann gera eitt fólk veikt, óttafull og fáa okkum at krógva okk- um fyri sosialum mobili- teti, moderniteti og globali- seringini, tí vit mangan trilvandi halda á við at vilja dyrka okkum sjálvi, fortíð- ina og tjóðskaparliga toku- taluna, ið vit rópa tjóðskap- arligur samleiki. Mín kritikkur kann av mongum tykjast harður, men hann er borin av, at eg síggi veikleikar, har onnur vilja síggja og skapa sam- leika. Eg síggi tjóðskapar- romantiskar søguligar og fagurfrøðisligar klicheir, har onnur vilja siga mær, at hetta er føroysk mentan í dag. Eg meini, at í føroyska tjódskaparliga lívsform- inum er ein veikleiki, ið eg ikki bert vil avdúka. Eg vil eisini berjast fyri at seta fram valmøguleikar, men eisini vísa, at hin berandi konstruktiónin í føroysku mentanini krevur viðgerð og ábøtur. Sjálvur standi eg á einum sentraleuropeiskum moder- nistiskum lendi. Tað er her frá eg havi mína kjølfestu, ið eg fult og fast trúgvi uppá er vegurin, um nakar, fram. Ikki dreymar um ein tjóðskap, ið eru gøddir úr einum lendi av fólkafund- um og stórørligum romant- iskum bønarmøtum. Við øðrum orðum, vit skulu berjast fyri at fáa loysing og fyri einari heilt nýggjari og ikki nationalistiskari tjóð- arbygging. At júst moderni- tetur er tað øvugta av niðurarvaðari kognitivari nationalismu. So kunnu frøðingar vera ósamdir um tjóðskaparliga mentan er ein lívsformur, ein lívsstílur, eitt kognitivt mynstur, ein skaptur felags- skapur ella alt hetta í senn. Í tí tjóðskaparglorifiser- andi lyndinum liggur ein ormur, ið etur seg feitan, meðan persónurin uttan at vita tað svinnur inn. Eitt trøllasplintur hevur altíð verið í eygunum á national- istinum, ið fær hesi at leita eftir rósi. Síggja hesi kritik ella kritikarar, øsa tey seg. Tjóðskaparligi føroying- urin er sum ein fáfongd teenage dama, hvørs sjálvs- verd skal avgerðast av rósi. Fær hon ikki ein dagligan dosis av uppmerksamheit, fær hon anoreksi. Tað er hendan tragiska yvirføl- samheit, eg haldi vera veik- leikatekin. Eitt sterkt fólk, eitt sterkt fólkaslag tolir kritik. Kritikkur er menn- ing! Ikki oyðilegging! Tjóðskaparligt nervasamanbrot Veruleikin er helst hann, at okkum væntar sjálvsálit. Føroyingar eru skít fullir av undirlutakenslum. Tað er hesum smædni eg vil til lívs. Vit meina tað, vit eru líka so sterk sum onnur. Men skal man máta alt við einari tjóðskaparligari skjótilæru, reduserar man alt tað føroyska til nakað 1870araligt, musealt og veikt. Soleiðis er national- isman okkara størsti fígg- indi. Ein falskur vinur, sum lokkar við felagsskapi, men lovar eina billet til ein intellektuellan blindan veg. Føroyar er sum randa- røki ein eftirbátur Mangan troysta vit okkum við, at vit hava alt, duga alt og eru nærum heimsmeist- arar á nógvum økjum, men aftur her er spegilsmyndin nakað skeiv. Føroyingar klára seg toluliga væl á nógvum økjum, men síggja vit eina størri mynd, so eru vit fáment og eitt fjarskotið randarøki, tí er tað ringasta vit kunnu gera, bert at rósa okkum sjálvum fyri líkt og ólíkt. Júst sum fáment og fjarskotin skulu vit bróta alt mark fyri sjálvsálit og ný- skapan. Rós og smikur ger bert veikan og leiðir til fá- fongd. Góður kritikkur og rættar tulkingar av støðu okkara í heimssamfelag- inum, av møguleikum og ævigum endurtulkingum kann leiða okkum framá. Sjálvandi eru Føroyar betri fyri enn t.d. Hetlandsoyggj- arnar, men hin vegin nógv verri enn Isle of Man. Man- búgvar eru langt framman fyri okkum. 99,6 prosent av okkara útflutningi er enn, sum fyri 100 árum síðani fiskur. Føroyar gerðast ótrúliga veikar av júst hes- um, helt fíggjarmálaráð- harrin á Man fyri. Síðani 1998 hava tjóð- veldisfólk og fólkafloks- fólk haft valdið. Í skjótt fimm ár hava tey einki gjørt við hetta. Tað er, sum um teir enn hava tosk og alilaks á heilanum. So er tað oljan, ið skal bjarga okkum. So kann politikarin Kristina Háfoss hava eini sjey út- búgvingar, hon hevur ikki eitt hugskot til at fáa Føroyar úr verandi støðu. Um so Vígdis og Norður- landaráð eta pinnamat til tey fara av fold av ovuráti, og samstundis tosa um tað serliga Norðuratlantiska. Hesi kunnu lúgva okkum skítfull, meðan tey ferðast kring allar útjaðarar á Buisness Class, hetta hjálpir einki uppá tølini. Modernitetur er mobili- sering á øllum økjum. Okk- ara sentrala mentunarliga kreppa í Føroyum í dag er andsøgnin millum „tað sið- bundna“ og „tað modern- aða“. Kanska henda „kreppa“ er positiv. Vit kunnu tó tosa um menning- arkreppur og lemjandi kreppur. Kanska føroyska sjálvsvirðingin er nøkun- lunda stabil, persónlig- heitin situr nøkunlunda føst, eins og sjálvsmyndin er við batna. At stovnseta ein føroysk- an stat og endurnýggja eina føroyska tjóðarbygging, er við Habermas ein onnur uppgáva, enn í 19. øld. Í dag hava vit ikki brúk fyri at hin berandi konstruk- tiónin í føroysku tjóðini skal vera ein tráan eftir eini eindarmentan, ella natio- nalistiska uniformering, ella at vit skapa tjóðskapar- ligar kitchmyndir, fyri at fremja eina hugmynd um at føroyingar hava sama lívs- formin, sama samleika ella somu virði, hetta er ikki longur rætt. Fólk í Føroyum eru fjølbroytt, ættarliðini liva við ymsikum tíðarfat- anum, men mest av øllum er bæði tíðarfatan og før- oyska „rúmið“ alsamt broytt av øktum samskiftis- møguleikum, av moderni- teti og av globalisering- hetta er uppgávan í dag, at skapa eina møguliga tjóðar- bygging, ið tekur støði í broytingum, moderniteti, dynamikki, sum er í tráð við modernaða sosiologi og heimspeki. Bert á henda hátt er tað bæði gjørligt at menna føroysku tjóðina, t.v.s. at tað finst ein annar og triði vegur, millum kon- servatismu og national- ismu. Hin berandi konstruktiónin í Føroysku tjóðini Í politiska orðaskiftinum í bæði Føroyum og Grøn- landi verður danski ríkis- stuðulin til hesi bæði lond- ini nógv umrøddur. Bæði í Grønlandi og í Føroyum verður hann roknaður sum størsta forðingin fyri, at hesi londini kunnu og/ella vilja taka sjálvstýri. Ríkisstuðulin til Grønlands verður roknaður at vera smáar 3 mia. kr. og til Føroya er hann eina góða mia. Vanlig mannahugsan hevur verið, at hesin stuðul er ein gáva frá danska ríkinum og harvið frá danska skattgjaldaranum til smáu tjóðirnar norðuri í Atlantshavi. Nú er kortini komið fram, at tað er ikki sannlíkt, at so er. Í Grøn- landi er skipaður ein doku- mentatiónsbólkur ISIT, sum hevur til endamáls at gera próvkanningararbeiði viðvíkjandi hernaðar- og trygdarpolitikki í grønlend- ska umráðnum. Ein partur av hesum arbeiði er at kanna samanhangin millum danska NATO limaskapin og tilsvarandi donsku út- reiðsluskyldur og donsku gjaldingarnar til Grønlands og Føroya. Fyrst nøkur orð um sjálvan ríkisstuðulin. Á síðu 20 í bóklinginum “Peningarensl millum Føroyar og Danmark” verð- ur samlaði ríkisstuðulin til Føroya (tað stendur ikki hvat ár) uppgjørdur til 1.127 mió. kr. Tá er bæði blokkstuðul og aðrar danskar útreiðslur í Før- oyum taldar við. Hernaðar- útreiðslurnar eru upplýstar at vera 179 mió. kr. Har- afturat er kríggsskaða- endurgjald uppá 44 mió. roknað við. Hetta seinasta er ikki nakar ríkisstuðul, men ein pensión til danskar ríkisborgarar, sum teir eiga fyri tænastu undir krígnum á sameindari síðu. Hetta hava danir skyldu at rinda líkamikið um Føroyar eru innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin. Ríkisstuðulin hevur millum annað hesar avleiðingar: Positivar: 1. Hann økir peninga- umfarið og gevur øktan møguleika fyri útbyggjan av infrastrukturi og kann óbeinleiðis útvega kapital til vinnuútbygging. 2. Hann gevur møguleik- ar fyri øktari almennari tænastu, millum annað eis- ini til sosial- og útbúgv- ingar endamál. Negativar: 1. Teir frammanfyri nevndu positivu avleiðing- arnar eru bert fyribils og uppá stutt sikt. Sum frá líður kemur fremmandi peningurin at virka sum ein sjúkur svullur, sum skal doyvast við uppaftur meira av sama slagi. 2.Eyka peningaríkilig- heitin, sum stendst av studninginum hevur við sær nýtslu, sum ikki sam- svarar við samfelagið ann- ars. 3. Kappingarførið, sum uppá heilt stutt sikt kann sýnast at fáa tað betur, versnar sum frá líður, og fær ikki fótað sær á nátúrligan hátt. 4. Ábyrgdarkenslan, bæði í privata og almenna sektorinum, tekur skaða. Sjálv fólkasálin verður sjúk, og um ikki broyting kemur í, kemur tjóðin ongatíð fyri seg, men gongur til grundar sum tjóð. Sjálvir klettarnir ganga ikki til grundar, og kanska kunnu nøkur fólk eisini í framtíðini búgva her, men føroyska tjóðin hvørvir. Hvørjar eru so loysnirnar? Sum nevnt hevur sjúkling- urin ein svull. Antin má hann takast í einum ella eisini grøðast so líðandi. Verður hann tikin í ein- um, og tað er besta loysnin, má heilivágur gevast eina tíð, meðan sjúklingurin kemur fyri seg og gerst frískur aftur. Hesin heili- vágur eitur kapitalisering av ríkisstuðulinum. Nógv hevur verið skriv- að, eisini í áðurnevnda bóklingi “Peningarensl millum Føroyar og Dan- mark” um, hvussu ein kapi- talisering verður gjørd og útroknað. Eisini verður diskuterað, um stuðulin heldur fram stutta ella langa tíð. Tá ið sambands- menn argumentera fyri sambandi og ríkisfelags- skapi siga teir, at vit ikki kunnu klára okkum uttan ríkisstuðulin. Tað vil siga, at teir roknað við, at hann heldur fram í alla framtíð. Tá ið teir hinvegin argu- mentera ímóti kapitali- sering siga teir, at vit vita ikki, hvussu leingi stuðulin heldur fram, kanska hann verður avtikin um nøkur fá ár. Bæði argumentini eru í øllum førum ikki røtt, og eru í stríð við hvørt annað. Ein kapitalisering av ríkisstuðulinum er ein spurningur um samráðing. Tíðarlongdin, rentan, infla- tiónin v.m. er alt samalt nakað, sum skal takast hædd fyri, men úrslitið verður ein samráðingar- loysn. Hendan samráð- ingarloysnin eigur at vera fingin longu við komandi samráðingar millum Før- oyar og Danmark. Ein kapitaliseringsloysn minkar um rentuútreiðsl- urnar hjá Landskassanum og/ella økir um rentuinn- tøkurnar. Búskapurin verð- ur harvið festur á nátúrligt støði og meginparturin av negativu avleiðingunum av, at ríkisstuðulin verður av- tikin, verður burturbeindur. Um svullurin skal grøð- ast so líðandi krevur tað eisini eina samráðingar- loysn. Men í hesum før- inum verður talan um at minka ríksiveitingarnar ár um ár í eitt avtalað áramál. Hetta líkist mest eini avvenjing. Í báðum førum eigur ein avtala um sjálvstýri at fylgja við og harvið eisini yvirtøka av øllum máls- økjum. Í báðum førum verður sjúklingurin, skjótari ella spakuligari, frískur aftur. Hann verður arbeiðsførur og fer at framleiða meir. Av hesum fer hann eisini at klára at rinda allar sínar egnu útreiðslur og ikki lata onnur gjalda fyri seg. Hvør rindar ríkisstuðulin? Sum nevnt hevur ein grøn- lendskur bólkur ISIT gjørt kanningar um búskaparligu viðurskiftini millum Danmark og NATO/USA og millum Danmark og Grønland/Føroyar. Teir hava skrivað eitt fyribils álit um málið, og sigast má, at tað er rættiliga forvitnisligt, serliga sæð við grønlendsk- um eygum, men eisini sæð við føroyskum eygum. Fyribils niðurstøðan hjá bólkinum er: 1. Nevnda kanning gevur orsøk til at kanna málið víðari. 2. Aftaná seinra heims- bardaga vildi danska stjórnin hava eitt ella annað endurgjald frá USA fyri teirra herstøðir í Grønlandi. 3. Avtalan millum USA og Danmark var ein donsk veiting til samlaðu verjuna hjá NATO. 4. Síðani seinra heims- bardaga og til í dag hevur Danmark borið munandi minni av NATO útreiðsl- unum enn lond, sum sam- anlíknast kann við. 5. Munurin í tí relativt minni parti hjá Danmark av útreiðslupartinum hjá NATO stavar sambært egnu kanningarnar hjá NATO frá, at Danmark rindar til Grønland og Føroyar. 6. Um útreiðslurnar hjá Danmark til Grønland og Føroyar verða taldar við útreiðslufordeilingsroknist ykkinum svarar danski út- reiðsluparturin nøkulunda til tann norska fyri árini 1970-1984. Her skal leggjast afturat, at aftaná 1984 rindar Dan- mark munandi minni enn Noreg, sjálvt um útreiðslur- nar til Føroya og Grønlands verða roknaðar við. Møgu- liga hevur hetta tó eisini aðrar orsøkir. ISIT staðfestir, at danska Hedtoft stjórnin í 1949 ynskti endurgjald frá USA fyri herstøðirnar í Grøn- landi. Eriksen stjórnin, sum kom í 1950 ynskti ikki slíkt beinleiðis endurgjald, men vildi hava eina avtalu, sum umfataði bæði USA og NATO. Endurgjaldið til Danmarkar skuldi vera eitt minni felagsgjald til NATO. Á tann hátt gjørdist tað minni sjónligt. Kanningin hevur víst, at Danmark rindar væl minni til felags hernaðarútreiðsl- urnar enn hini Nato londini, bæði tá ið samanlíknað verður við NATO sum heild og við europeisku NATO londini. Men serliga áhuga- verd er samanlíkningin við Noreg. Fortreytirnar hjá hesum báðum londunum eru nøkulunda tær somu, men gjaldið hjá Danmark er væl minni. Um gjaldið hjá Danmark til Grønlands og Føroya verður lagt afturat NATO gjaldinum, svarar danska ískoyti rætti- liga væl til tað norska fyri árini frá 1970 til 1984. Seinri er sum áður nevnt munurin størri. Danmark rindar lutfallsliga uppaftur minni enn Noreg, men tá kunnu møguliga eisini aðrar orsøkir vera til tað. Ein NATO arbeiðsbólkur skrivar í 1988 um kostnað- arbyrðina hjá ymisku lima- londunum m.a. hetta um Danmark sum orsøk til teirra lága gjald:”The financial costs in support of Greenland and the Faroe Islands constitute a con- siderable burden to Denmark”. Eisini Uffe Ellemann Jensen, fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, umrøð- ur hesi viðurskiftini í bók síni “Din egen dag er kort” soleiðis: “Færøerne og Grønland var gode kort at have på hånden, når NATO- ministrene samledes i 80- erne. Når der skulle lappes på surheden over danske fodnoter, eller når de andre spurgte, hvordan det gik med at nå op på 3 % af nationalproduktet, som den tidligere statsminister Anker Jørgensen havde lovet i NATO, så kunne det give lidt pusterum når jeg fortalte, hvor vigtigt det var at have stabile forhold i Nordatlanten og Arktis, og hvor store beløb Danmark brugte på at sikre dette gennem vor økonomiske støtte til Færøerne og Grøn- land”. Aftaná kanningararbeiði og gjørdu samanlíkningar- nar kemur ISIT til tað niðurstøðu, at Danmark fær í minsta lagi “avsláttur” frá NATO fyri tær upphæddir, sum Danmark rindar Før- oyum og Grønlandi. Mælt verður síðani til fleiri kann- ingar fyri at koma til botns í hesum áhugaverda spurn- ingi. Spennandi verður at frætta tá fleiri úrslit koma til sjóndar. Danmark beinleiðis vinning av ríkisfelags- skapinum Um nevndu kanningar eru eftirfarandi, og tað eru tær við rættiliga stórari vissu, so hevur Danmark bein- leiðis búskaparligan fyri- mun av at hava Grønland og Føroyar í ríkisfelags- skapinum. Danmark fær á “ósjónligan” hátt endur- goldið tær upphæddir, sum verða goldnar til Grønland og Føroyar. Sostatt er gjald- ingin frá danska ríkinum ikki stuðul frá Danmark, men í veruleikanum frá NATO/USA. Samstundis vil tað siga, at tá gjaldingarnar til Grøn- land og Føroyar einki kosta Danmark, fær Danmark stóran fyrimun av hesum somu gjaldingunum, tí stórur partur av teimum fara aftur til Danmarkar, soleiðis sum peninga- renslið hevur verið í mong ár. Vónandi heldur grenj- anin um, at danski skatta- borgarin rindar so og so nógv til Føroyar nú uppat. Hinvegin eru skaðaár- inini á føroyska búskap- inum av “ríkisstuðlinum” kortini líka stór. Tey broyt- ast ikki av, hvør ið veruliga rindar upphæddirnar. Vístar vera eisini ymisk- ar grafiskar talvur, sum sýna ymisk lutfall millum Danmark. Noreg og NATO í sambandi við gjaldingar til verjufelagsskapin. Jógvan Sundstein Hvør rindar í veruleikanum danska ríkis- stuðulin til Norðuratlantisku hjálondini? Hendan greinin hjá Jógvan Sundstein er skrivað fyri valið í 1998. Greinin byggir á nakrar kanningar, sum ein grønlendskur bólkur gjørdi, og sum Jógvan Sundstein heldur vera áhuga- verdar. Hóast nógv er broytt seinastu fimm árini, so heldur Jógvan Sundstein, at greinin framvegis er aktuell í sambandi við orðaskiftið nú C M Y K 29 28