Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mai 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Postfelagið ímóti privatisering EYÐUN KLAKSTEIN Postfelag Føroya heldur, at Postverkið skal halda fram sum eitt alment felag og ikki sum eitt privat ella al- ment partafelag. Hetta sigur formaðurin í Postfelagnum, Sunnleif Højgaard, nú tað er komið fram, at Postverkið hevur álvarsamar fíggjarligar trup- ulleikar. Rakstrarúrslitið hjá Post- verkinum fyrstu fýra mán- aðirnar í ár var hálva triðju millión verri enn somu tíð í fjør. Fær Postverkið ikki eina innspræning frá landskass- anum, koyrir tað fast innan nakrar mánaðir, og so má tað steingja. Vil hava nýggjan bygnað Finnborgi Arge, landsstýris- maður, vil ikki biðja løg- tingið um eykajáttan fyrr enn hann er vísur í, at bygn- aðurin fyri Postverkið verð- ur broyttur. Samgongan er ósamd um, hvussu bygnaðurin hjá Postverkinum skal vera, men átrokandi penganeyðin fer at noyða landsstýrið at finna eina loysn. Tað er best fyri starvsfólkini, at Postverk Føroya verður verðandi eitt alment felag, heldur Postfelag Føroya Mánadagin verður lands- stýrisfundur um málið, men Finnbogi Arge væntar ikki, at nøkur loysn verður funn- in í bræði. Hann roknar við, at tað verður neyðugt at kalla tingið saman í summ- arfrítíðini fyri at viðgera støðuna hjá Postverkinum. Tjóðveldisflokkurin hev- ur áður sett seg ímóti eini privatisering av Postverki- num, og tað er framvegis ikki sannlíkt, at hendan samgongan fer at privatisera Postverkið. Hinvegin liggur ein loysn vi einum almennum parta- felag nakað nærri. FRÓÐI LØKSÁGARÐ Stendur tað til Osmund Justinussen reiðara, og Per Sævik stjóra í Havila Supp- ly, verður nýggja føroysk norska felagið Havborg Supply Service ein náttúr- ligur partur av einari møg- uligari komandi føroyskari oljuvinnu. Nýggja felagið fer at bjóða út tænastur inn- an frálanda vinnuna við so- nvendum supply skipum. Við bústaði í Leirvík fer nýggja felagið at bjóða seg fram til kundar kring allan knøttin. At byrja við verður bara talan um tað eina skip- ið. Eftir hvat skilst so verður tað helst Havila Lista sum í fyrstu atløgu verður knýtt at nýstovnaða felagnum. Hav- ila Lista er eitt av teimum nýggjastu skipunum í flot- anum hjá Havila Supply. Skipið er 84 metrar langt, og smáar 19 metrar breitt. Skipið hevur eina høvuðs- maskinu uppá 9.600 hestar, og er annars útgjørt soleiðis, at tað far arbeitt allastaðni í heiminum, og líkur øll trygdarkrøv sum oljufeløg- ini seta. Bara Føroysk manning Havila Supply, sum er norski parturin av samtaki- num, hevur drúgvar royndir við skipum av hesum slag. Felagið eigur 30 skip sum sigla ymsa staðni kring jørðina, men tó er strørsti parturin av hesum skipum at finna í Norðsjógvnum. Tað eru 308 sjómenn knýttir at hesum norska reiðarí- num, harav eru einir 12 — 14 føroyingar. Havila Lista sum kemur undir føroyskt flagg skal bara vera mannað við før- oyingum. At byrja við verð- ur tó roknað við at einir tveir norðmenn vera við skipinum. Havborg Supply Service chartrar norska skipið at byrja við. Skuldi eitt skip av slíkum slag verið keypt higar, hevði talan verið um eina rættuliga stóra íløgu. Skip av hesum slagnum verða bygd fyri millum 150 og 200 milliónir. Fyrstu tíðina, eftir at nýggja felagið hevur yvir- tikið skipið, fer Havila Lista at sigla fyri norska oljufel- agið Statoil, sum samstarvar við Havila Supply. Havila hevur ein tvey ára sáttmála við Statoil um leigu av Hav- ila Lista. Hetta leigumál fellur nú til nýggja felagið. Av tí sama var eisini eitt umboð fyri Statoil við á tíð- indafundinum, og greiddi hann frá um tey krøv sum Statoil setur til sínar tæna- stuveitarar á hesum økinum. Gamlir kenningar Tað er ikki bara av tilvild at tað skuldi blíva til samstarv millum feløgini hjá Os- mund Justinussen og Per Sævik.Teir báðir kennast frá fyrr av, men tó ikki í sam- band við oljuvinnu. Báðir hava teir verið formenn í ávíkavist tí føroyska og norska reiðarafelagnum. Tá Havila Supply fekk hug at vera við í einari møg- uligari føroyskari oljuvinnu, var samband tikið upp við Osmund Justinussen og P/ F Sjóborg, og skjótt var greitt at báðir partar vóru áhugaðir í einum samstarvi. Per Sævik stjóri í norska Havila Supply segði seg vera sera væl nøgdan við sínar nýggju føroysku sam- starvsfelagaðar. Uttan hjálp frá útlendingum, hevði tað verið rættuliga trupult at fingið eitt sovorið føroyskt felag upp á føtur. Íløgurnar høvdu verið so mikið stórar, at ilt hevði verið at fingið tann neyðuga eginpeningin Best fyri starvsfólkini Sunnleif Højgaard, formað- ur fyri Postfelagið, heldur, at tað er best fyri starvs- fólkini, um Postverkið verð- ur verðandi eitt alment fel- ag. – Eingin skal rokna við, at pengar fara at streyma inn, bara tí Postverkið verð- ur eitt partafelag, sigur hann. – Eg haldi, at vit skulu viðurkenna, at postflutning- ur er ein partur av samfelag- num, og tí má tað almenna verða við til at gjalda fyri tað. Tað eigur ikki at vera Nýtt norskt føroyskt oljusamstarv P/F Sjóborg í Leirvík, og norka felagið Havila Supply skrivaðu hósdagin undir samstarvsavtalu. Nýggja felagið hevur fingið navnið Havborg Supply Service. Fyrsti supply skipið hjá felagnum kemur ætlandi undir føroyskt flagg í næstum. ein treyt, at Postverkið skal geva yvirskot. Hann heldur, at ein møgu- leiki er at umskipa Post- verkið til at vera ein almenn fyritøka við nevnd, men enn hevur Postfelagið ikki við- gjørt støðuna á postøkinum. Mánadagin ælta tey at halda nevndarfund, men Sunnleif Højgaard sigur, at tað er politiski myndugleik- in, sum skal avgera, hvussu Postverkið skal skipast, men Postfelagið hevur sjálvandi sína hugsan um hetta. á borðið. Stjóri í Havborg Supply Service er Tummas Justinussen. Stendur tað til Osmund Justinussen reiðara, og Per Sævik stjóra í Havila Supply, verður nýggja føroysk norska felagið Havborg Supply Service ein náttúrligur partur av einari møguligari komandi føroyskari oljuvinnu 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 92 - 13. mai 2000 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra mamma, vermamma og omma JENNY SIGNHILD HANSEN vanliga nevnd Jenny í Barnagarðinum, Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum tann 11. mai, 71 ár. Kistan fer úr Kapellinum leygardagin 13. mai kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnu- dagin 14. mai kl. 14. Fyri tey avvarðandi Arnfinn, Solveig, Niels og Jørghild ✝ Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Politikararalønir og vatntætta skottið… Viðmerking: Í fjør var mikið rumbul um tingmannalønir, tá løgtingsmenn samtyktu at hækka egnu grund- lønir sínar úr umleið 16.000 krónum upp í umleið 25.000. Eitt var, at tingmenn gjørdu hetta samstundis, sum landsins myndugleikar sum arbeiðsgevarar royndu at fáa fakfeløg at halda aftur í lønarkrøvum. Tá varð eisini spurningurin reistur, hvørt tað er rætt, at løgtingsmenn sjálvir skulu kunna áseta egnar lønir - ella ikki. Uppskot tingformansins um hækkaðu lønir- nar varð kortini samtykt - uttan serlig mótmæli. Høvuðsgrundgevingin fyri at hækka lønirnar var, at løgtingsstarvið skuldi virðismetast hægri - at starvið skuldi fáa hægri tign, og at vit harvið skuldu fáa betri tingmenn, sum aftur skuldi føra til dygdarbetri politisk avrik. Føgur orð, kunnu vit siga. Og vit skulu ikki á hesum stað fara at meta um, hvørt tingmenn liva upp til álitið, teir sjálvir hava veitt sær. Men vit kunnu staðfesta, at tað er púra burt- urvið, at tingmenn sjálvir skulu áseta egnu lønir sínar. Og eina høvuðsgrundgeving fyri hesum fingu vit nú henda dagin, tá ting- og landsstýrismenn bóru fram, at landsstýris- mannalønirnar eisini eru ov lágar! Hetta kom fram í áliti frá nevnd, sum hevur viðgjørt lands- stýrismannapensjónirnar. Eitt er tað, at okkara kosnu menn og kvinnur skulu fáa eina góða løn, og vit kunnu eisini taka undir við teimum, sum siga, at tað ikki skal verða eitt fíggjarligt bakkast fyri einhvønn, at verða valdur á ting ella í landsstýri. Men alt við máta, góðu menn! Tað merkir ikki, at okrast skal við lønunum, tí onkur í privata vinnulívi- num fær hægri løn enn løgmaður ella onkur landsstýrismaður. So væl spælir klaverið held- ur ikki. Rættuliga ørkymlandi er tað eisini, at politik- arar, ið hava sum hugsjón, at hvør einstakur av landssins borgarum sjálvur skal tryggja sína egnu eftirløn, nú skjýtur upp, at landið skal rinda landsstýrismonnum og løgmanni upp í 26.000 krónur í pensjón restina av lívinum. Hví í allari víðu verð skal løgmaður metast so nógv hægri enn vanligir fólkapen- sjónistar? Veruleikin í dag er, at ein tingmaður, sum hevur sitið á tingið í eini 10 ár, og sum kanska hevur eina privata pensjón umframt, fær eina tríggjar arbeiðsmannalønir í pensjón. Er tað soleiðis, landið skal stýrast? Politikarar okkara skulu hava góðar arbeiðs-, lønar- og eftirlønarumstøður. Eingin ivi um tað. Men setið óhefta nevnd at áseta hesi viðurskifti, so landsins borgarar sleppa undan at misteinkja politikarar fyri at draga til sín sjálvs. Tá fáa vit eisini tað vatntætta skottið, ið so mangan hoyrist av politikaramunni… Tórsdagin var síðsti fundur í hesi tingsetuni og tískil síðsta høvi til eitt orðaskifti á tingi við landsstýrið og samgonguflokkarnar, áðrenn tey nú fara at gera seg liðug við samráðingarnar við donsku stjórnina um tað ætl- aða fullveldið — um nú tíð- arætlanin hjá teimum fer at halda. Tað, sum elvdi til eitt bæði drúgt og mangan heitt orða- skifti, var at sama dag gjørdi ein merkilig tilvild, at fyrra- partin fingu vit útborið í hvørt hús ein propaganda- faldara frá landsstýrinum um fullveldisætlanina, og seinn- apartin skuldi ein kritiskur fyrispurningur um kunning- arpolitikkin hjá landsstýri- num í samband við fullveld- isætlanina svarast í løgtingi- num. Orðaskiftið gjørdist ein eirindaleysur kritikkur av hesum sokallaða kunningar- politikkinum hjá landsstýrinum. Tí vit kunnu nú, við hesum propaganda- faldaranum sum tað higartil síðsta tiltakið í ”kunningini” hjá landsstýrinum, staðfesta, at ístaðin fyri kunning snýr tað seg um eina propagand- aherferð, eina totala politiska kampanju av einvísum og einoygdum sjónarmiðum. Fyri tað fyrsta er tað ikki bara hettar, at sjálvstýrismál- ið ikki verður lýst frá fleiri síðum. Tað er verri enn so, tí umframt at lýsa síni egnu sjónarmið tekur man nú til eitt nýtt propagandatrick: man uppfinnur nøkur kri- tikkpunkt, íð verða sett fram sum spurningar. Á henda hátt tekur man so at siga orð- ið úr munninum á lesaru- num: ”Jú, men andstøðan sigur ...”. Man velur so teir hóskiligastu kritisku spurn- ingarnar burturúr, snarar teimum eitt sindur so teir verða lagaligari at svara uppá — og so vísir man teimum aftur. Tey kritisku sjónarmið- ini verða jarðløgd. Ikki eitt verður standandi til lesarar- nar sjálvar at taka støðu til. Fyri tað næsta er ”kunn- ingarpolitikkurin” í sjálv- stýrismálinum ikki kunning men ein propagandaherferð, tí í allari hesi almenni ”kunn- ingini” er ein fullkomin yv- irvág av sjónarmiðinum hjá tí eina partinum. Eg sigi ikki at tað er lygn, at tað er ósatt, sum verður sagt. Men tá bara sjónarmiðini hjá øðrum part- inum hava eitt so fullkomið yvirræðið í tí sum verður borið út, tá skiftir kunning til at vera rein og sker prop- aganda. Hóast hetta er eitt mál, sum býtir flokkarnar og tjóðina í tveir líka stórar part- ar, sum standa ímóti hvørj- umøðrum, so brúkar lands- myndugleikin alt sítt vald at propagandera fyri teirri einu síðini. Tað verður ikki tikið minsta fyrilit fyri, at í veru- leikanum er tað ikki nakar meiriluti, heldur bara ein minniluti í fólkinum, sum tekur undir við landsstýri- num í hesum málinum. Fyri tað triðja hevur kunn- ing sum fyritreyt, at tað er nakað nýtt, sum tú ber fram. Landsstýrið er langt síðani givið við at bera nýggj sjón- armið fram, tíansheldur nýggjar upplýsingar. Tvørtur ímóti júkar man uppísaman aftur, endurtekur, trúttar nið- ur í fólk. Landsstýrið er langt síðani farið frá at upplýsa og til at agitera, at royna at um- venda tað mótvilliga fólkið, um at tað sum landsstýrið ætlar, er tað einasta rætta, og alt hitt er ábyrgdarleyst. Fyri tað fjórða so ”kunnar” landsstýrið á ein slíkan hátt, at ávísir partar av tí kann- ingararbeiðinum, sum er gjørt, verða tagdir burtur. Hvør minist t.d., at í sam- band við sonevndu búskap- arfrágreiðingina var eisini gjørd ein kanning av, hvussu privatu húsarhaldini og væl- ferðin hjá fólkinum var á- virkað, um ríkisveitingin varð tikin burtur í einum. Hetta verður jú støðan við eina loysing við eina skiftis- tíð uppá bert 4 ár. Hesi so- nevndu ”íslendsku tølini” umrøddu týðandi tættir sum t. d. ”Vælferð og kappingar- føri”, ”Skattatrýst” og ”Ar- beiði og vælferð”. Við øllum teim fyrivarnum, sum vóru gjørd, vísti henda kanningin um ”langtíðarárin av at ríkis- veitingin fellur burtur”, at t.d. húsarhaldsnýtslan fellur 24%, skattatrýstið økist 23- 27% og ”samanløgd mist vælferð” verður 17%. Nei, henda partin av búskapar- frágreiðingini dámdi lands- stýrinum ongantíð, og tað er sjón fyri søgn, at í nýggja propagandafaldaranum frá landsstýrinum verður onki grett um hesi viðurskiftini. Tó kunnu tey, sum hava teld- usamband heima, og duga og tíma at leita væl og longi millum annað líkt og ólíkt á fullveldisheimasíðuni hjá landsstýrinum, finna hesi ”íslendsku tølini” undir ”Tak niður”. Tað er aktuellur lesn- aður. Sjálvstýrismálið er kanska tað týdningarmesta málið nakrantíð at taka støðu til og fremja á ein hátt so tað verð- ur øllum fólkinum at gagni. Tí er so umráðandi at kunn- ingin verður meira álítandi enn higartil, og at henda kunningin virðir tann veru- leikan, at tað eru fleiri leiðir ”frá heimastýri til fullveldi” enn tann eina, sum landsstýr- ið ber út. Hans Pauli Strøm, javnaðartingmaður Um upplýsingina frá landsstýrinum: Frá kunning til propagandu Oljufeløg vilja byggja íbúðir JAN MÜLLER Tórshavnar Kommuna hev- ur fingið fyrispurning frá einum av oljufeløgunum, sum ætlar sær at vera við í oljuleitingini við Føroyar, um at fáa lendi at byggja skrivstovubygning og íbúð- ir á. Hetta upplýsir Leivur Hansen, býráðsformaður, sum sær fyri sær einki minni enn eina sanna innrás av oljufólki, nú tá leitingin eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum byrjar av álvara. -Eg fari at kunna býráðið um fyrispurningin og ann- ars at taka spurningum um komandi oljuvirksemið í býnum upp sigur Leivur Hansen, sum heldur, at nógv bendir á, at oljufeløg í stóran mun eru áhugað í at etablera seg í høvuðs- staðnum. Fleiri teirra hava longu latið upp skrivstovur her, og aðrar lata upp í næstum. Tað er greitt, at tørvur verður á íbúðum til oljufólkini og sær býráðs- formaðurin í Havn hetta sum ein trupulleika, nú tað longu frammanundan er sera torført at fáa tak yvir høvdið í Havnini. -Vit mugu til at fyrireika okkum so ella so uppá eitt slag av innrás av oljufólki, tá oljan sprænir viðgongur býráðsformaðurin, men hann hevur ikki í løtuni nakra ætlan ella loysn at vísa á. Tað er so nakað, sum má takast upp skjótt. Tað er so heldur einki dulsmál, at Tórshavnar Kommuna við at lata økið á Sundi til komandi olju- útgerðarhavn eisini er tving- að at taka støðu til eitt nú íbúðarspurningin. Tí metir Leivur Hansen eisini, at hetta er nakað, sum má takast við í framtíðar til- rættaleggingina. (í týsdagsblaðnum hava vit samrøðu við Leiv Hansen, borgarstjóra í Havn, sum herfyri var á oljumessu í Houston)