Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mai 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Óvanliga nógv skip á Havnini Gjáramorgunin vóru so nógv fremmand skip á Havnini, at neyðugt varð at leggja tey uttan á hvørt annað út eftir molanum JOHN JOHANNESSEN Trongt var út eftir molanum í Havn fríggjadagin. Har lá ein røð av útlendskum skip- um. Flestu teirra vóru ís- lendsk og donsk nótaskip, ið vóru komin inn á Havn- ina at bunkra. Men vóru eisini ein russiskur trolari, ið var komin at landa, og eitt skotskt havrannsóknar- skip, ið var komið á vitjan. Asbjørn Heinesen á havn- arskrivstovuni sigur tað vera heilt tilvildarligt, at tað vóru so nógv skip á Havnini fríggjamorgunin. Hann sig- ur, at tað vanliga koma nógv skip á Havnina, men tað er ógvuliga sjáldsamt, at so nógv skip koma í senn. Skipini liggja kortini ikki leingi á Havnini, tá tey koma. Íslendsku nótaskipini skuldu avstað aftur beinan vegin, tey høvdu bunkrað, men kortini skuldu donsku nótaskipini verða liggjandi til mánadagin. Orsøkin til hetta er, at tað eru so nógvir føroyingar við donsku skip- unum, og ynskja hesir at steðga eina løtu, tá teir eru í Føroyum. Fullveldismálið ørkymlar grønlendingar Grønlendingar kenna seg nú noyddar at gera dønum greitt, at teir ynskja víðkað sjálvstýri og ikki fullveldi JOHN JOHANNESSEN Grønlendingar eru ræddir fyri, at fullveldisætlan før- oyinga kann forða fyri grøn- lendska arbeiðinum fyri víðkaðum sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta skrivar danska blaðið, Berlingske Tidende, 11. mei. Sjálvstýrissinnaði varalandsstýrisformaðurin, lendsku sjálvstýrisnevndini. Høgni Hoydal sigur, at danir sjálvsagt vita, at før- oyska stríðið fyri fullveldi ikki kann samanberast við tað grønlendska. Men hann heldur, at danska stjórnin uttan iva er bangin fyri at tað fer at skapa fyridømi í Grønlandi, um Føroyar fáa eina góða avtalu við Dan- mark. – Danir kunnu væl liva við, at Føroyar fer úr ríkis- felagsskapinum, men tað hevði verið verri, um Grøn- land gjørdi tað sama, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal heldur tað annar ikki vera serliga gløgt av grønlendingum at halda fundin í Keypmannahavn sama dag sum samráðing- arfundurin millum Føroyar og Danmark er, um ætlanin við fundinum veruliga er at vísa á munin á ynskjunum hjá ávikavist Grønlandi og Føroyum. Høgni má leggja fordómarnar til viks Jan Petersen, framsøgu- maður í Føroyamálum hjá danska sosialdemokratiet, heldur, at Høgni Hoydal eigur at gevast við at skuld- seta danir ógrundað og har- við grugga kjakið um ríkis- rættarligu støðuna. – Vit hava stóra virðing fyri tí, grønlendska fólkið og føroyska fólkið, hvør í sínum lagi, ynskja, sigur Jan Petersen við Berlingske Tidende. Josef Motzfeldt, úr Inuit Ataqatigiit sigur við blaðið, at honum hevði dámt betur, um tað í staðin varð arbeitt fyri at finna ein meira javn- verdan felagsskap millum tey trý londini innan fyri ríkisfelagsskapin. Kortini leggur Josef Motzfeldt afturat, at tað nú kundi sæð út til, at føroysku samráðingarnar nærkast grønlendska modellinum. Kunna danskar fjølmiðlar Fyri at vissa vanliga danan um, at Grønland ikki ætlar sær at slíta seg leyst úr ríkis- felagsskapinum, eins og Føroyar, hevur grønlendska sjálvstýrisnevndin gjørt av at fara til Danmarkar at kunna donsku miðlarnar um grønlendsku sjálvstýrisætl- anirnar. Formaðurin í grøn- lendsku sjálvstýrisnevndini, Jakob Janussen, sigur við Berlingske Tidende, at pol- itisku flokkarnir í Danmark væl vita, at Grønland vil nakað annað enn Føroyar á sjálvstýrisleið. Men kortini eru grønlendingar bangnir fyri, at vanligi danin fær eina fatan av, at grønlend- ingar fylgjast við føroying- um í fullveldismálinum. Tí halda grønlendingar tað hava týdning at gera dønum greitt, at Grønland framhaldandi ynskir at verða verðandi í ríkisfelags- skapinum. Grønlendska sjálvstýris- nevndin kemur til Dan- markar 15. juni. Hetta er sama dag, sum triði samráð- ingarfundurin millum Før- oyar og Danmark um ríkis- rættarligu støðuna skal haldast. Jakob Janussen, formaður í grønlendsku sjálvstýris- nevndini, sigur við Ber- lingske Tidende, at ferðin til Danmarkar langt síðani er løgd til rættis. Tí er tað av tilvild, at sjálvstýrisnevndin kemur til Danmakar sama dag sum Føroya Landsstýri. Bangnir fyri at missa Grønland Høgni Hoydal sigur við Berlingske Tidende í gjár, at hann heldur tað vera heilt ógrundað, at grønlendingar skulu vera bangnir fyri, at mótstøðan í Danmark móti føroyska ynskinum um full- veldi skal hava negativa á- virkan á arbeiðið í grøn- Vit skulu lata sum einki tá ið Paul Watson kemur Bæði Grindamannafelagið og politiið halda, at um Paul Watson kemur til Føroyar, er tað mest umráðandi av øllum, at vit eru sinnilig og ikki lata hann øsa okkum upp til ein samanbrest ÁKI BERTHOLDSEN –Kemur Paul Watson, skulu vit bara lata sum einki og annars verða siðilig og sinnilig, sum vit plaga at vera. Bæði Grindamannafelag- ið og politiið eru samd um, at skuldi tað hent, at tiltikni umhvørvisverndarmaðurin, Paul Watson, veruliga kem- ur til Føroya, ræður tað um hjá føroyingum ikki at leypa framav. –Eg haldi, at vanligi før- oyingurin skal ikki leggja seg út í nakað sum helst við PaulWatson, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiins- pektørur –Tað ræður um ikki at fáa ein samanbrest við hann, tí hann er fjølmiðlamaður burturav og tað, sum hann mest av øllum er úti eftir, tað er júst at fáa so nógva umtalu í fjølmiðlum sum gjørligt. –Tí ræður tað um hjá okk- um at fara fram við skili, so at hann í hvussu so er ikki fær tað burturúr, at vit leypa framav, leggur hann afturat. Fer at troyttast Eisini Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamanna- felagnum, sigur, at tað er ógvuliga umráðandi, at vit vera sinnilig og ikki leypa framav. Hann sigur annars, at fyrrenn hann sær Paul Wat- son í Føroyum trýr hann ikki rættiliga uppá, at hann kemur. –Hann hevur hótt við at koma til Føroyar í nógv ár, men hann er ongantíð kom- in enn. So eg veit ikki, um eg skal trúgva honum hesu- ferð, sigur hann –Men hetta er alt eitt lið í royndunum já honum at útvega Sea Shepherd pen- ing. Og tað er greitt, at fólk tíma ikki at blíva við at be- tala, um onki hendur, – Tí noyðist hann at skipa fyri onkrum tiltaki av og á. Ólavur Sjúrðarberg sigur, at Grindamannafelagið hev- ur ikki tosað so nógv um, hvussu vit skulu fyrihalda okkum mótvegis Paul Wat- son, um hann kemur. Men hann heldur, at tað er ógvuliga umráðandi, at vit føroyingar eru sakligir og siðiligir og ikki leypa framav. Hann sigur, at okkara styrki er, at verður Paul Watson í Føroyum í langa tíð, uttan at nakað hendir, fer manningin at troyttast, tí tey tíma ikki at liggja í Føroyum í mánaðir, uttan at nakað hendir. Og so fer til- takið hjá honum at dovna burtur av sær sjálvum. Áheitan á føroyingar Annars sigur Ólavur Sjúrð- arberg, at tað er avtalað, at tann fyrsta grindin sum kemur, skal merkjast og sleppast avstað aftur. Í hvussu so er, er hetta galdandi um tann fyrsta grindin kemur vestanfyri. – Flestu grindirnar, sum eru í Føroyum, eru í Vágum og tí liggja sendararnir, sum hon skal merkjast við, har vesturi. –Fer Paul Watson at royna at steðga teirri grind- ini, leggur hann seg út í al- tjóða, vísindaligt arbeiði og tað kann skjótt blíva ein trupulleiki hjá honum. Men tað kunnu koma aðr- ar grindir? –Ja, og eg haldi, at før- oyingar skulu drepa grind sum vant, hóat Paul Watson er her. –Men tað skal vera mín áheitan á føroyingar, at syrgja fyri, at gera sítt ar- beiði til lítar, bæði ruddiligt og samvitskufult, tá ið vit drepa grind, so at onki er at finnast at. – Gera vit tað, heldur grindamannaformaðurin, at vit hava ikki so nógv at ótt- ast, tí føroyingar eru á ong- an hátt so illa lýddir úti í heimi, sum ávísir umhvørv- isfelagsskapir vilja gera tað til. Men fær tað Paul Watson at steðga sínum mótmælum, um vit fara væl um grind- na? –Nei tað ger tað ikki. Tað nyttar ikki at prædika fyri pávanum, og tað nyttar ikki at vera meiri katólskur enn hann. Og Paul Watson er so „frelstur“ í sína sak, at tað nyttar einki at tosa skilatos við hann. – Tað nyttar heldur onki at greiða honum frá, at tað eru onkustaðni ímillum 750.000 til 1.000.000 grindahvalir í Norðuratl- antshavi og at okkara grindadráp tí er á burðar- dyggum grundarlagi, tí vit taka bara umleið 1/1000 part av stovninum um árið og tað hevur onga sum helst ávirkan á hann. – Men kortini skulu vit ikki geva teimum nakað at finnast at, leggur Ólavur Sjúrðarberg dent á. Hann sigur, at Paul Wat- son er nevniliga ein partur í tí ídnaðinum sum kann nevnast mótmælisídnaður- in. Tann ídnaðurin skal eis- ini liva, og tí noyðist hann at skipa fyri tiltøkum av og á, annars verður tað ov svangligt hjá honum og hann doyr út. –Og eydnast tað teimum fyrst at beina fyri grinda- drápi finna tey bara upp á okkurt annað at mótmæla. – Ogin veit, kanska verð- ur tað eitt bann ímóti at fiska, ella ímóti fuglaveiði, ella ímóti at drepa seyð, sum verður tað næsta, ið hesir felagsskapir fara at stríðast fyri. Paul Watson sigur, at hann væntar harðar saman- brestir við føroyingar? –Tað vænti eg nú ikki. Í hvussu so er verður tað ikki samanbrestir við vanliga grindamannin. – Vit mugu ikki gloyma, at vit hava loyvi at drepa grind í Føroyum. So kemur tað til samanbrest, verður tað við tey, sum skulu út- inna lógina. –Men tað kann væl vera, at Paul Watson fer at royna at provokera føroyingar til at leypa framav, men tað er júst tað, sum ikki má eydn- ast honum. Besta vápnið, vit hava ímóti honum, er at vera siðiligir. Ólavur Sjúrarberg nevnir sum dømi eina herferð, sum Paul Watson var á í Noregi fyri einum tveimum árum síðani. –Norðmenn vóru sinni- ligir, men tá eydnaðist tað Paul Watson at provokera til ein samanbrest, sum førdi við sær, at skip hansara og eitt norskt vaktarskip stoyttu saman. – Í altjóða fjølmiðlunum fekk hann tað burturúr, at norska sjóverjan hevði roynt at sigla hann niður, hóast tað var beint øvugt. Ólavur Sjúðrarberg sigur, at seinast, Paul Watson var her, vóru føroyingar full- komiliga lamnir, tí vit vóru so illa fyri, sum vit kundu, tí Tjaldrið var á beding og onki danskt verjuskip var her, so einasta skip, vit høvdu, var Ólavur Halgi. –Nú skuldu vit eftir øllum at døma verið frægari fyri í so máta, skuldi ein støða tikið seg upp, sum krevur tað, sigur Ólavur Sjúrðar- berg. – Vit skulu drepa grind, sum vit altíð hava gjørt, hóast Paul Watson skuldi komið. Men tað skal vera mín áheitan á føroyingar, at vit gera okkara arbeiði samvitskufult tá ið vit drepa grind, so at onki verður at finnast at, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum 5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 92 - 13. mai 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 92 - 13. mai 2000 Vælumtókta H-vindeyga í nýggjum búna Nýggja H-vindeyga, ið er klætt við aluminium á útsíðuni, gevur framúr viðlíkahalds fyrimunir, samstundis sum umhvørvi og trivnaður innandura verður gingin á møti við límtræði. Nú kanst tú eisini velja millum topp- ella síðusving vindeygu, ið kunnu snarast runt, so tey eru løtt at vaska. Vindeygað verður liðugt viðgjørt - lakk-sproytað - bæði innan og uttan, síðan verður tað klætt við aluminium í tí liti, tær dámar best. Ring á 33 21 77 og bið om brochuru og legg summarfrítíðina til rættis! Vatnsoyra Vatnsoyra Snikkaravirki pf. H www.h-window.fo 10 ára trygd stephanssons hús ê Tr—ndarg¿tu tel. 31 82 00 ella 21 81 99 29 29 29 29 29 29 29 29 Sosialurin - 311820 SILK