Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mai 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Farin í ferðavinnuna EDVARD JOENSEN Kári Müller, sum nógv kenna frá klædnahandlinum Feðgum í SMS, er nú farin upp í danska ferðavinnu. Hann er nevndarformaður í eigarafelagnum, sum eigur frítíðarstaðið Hotel Skagen Strand í Hulsig í Norður- jyllandi. Talan er um eitt »kom- pleks«, har til ber at keypa seg inn sum partaeigara. Eitt sonevnt »time share« tilboð. 430 persónar og fyritøkur eru partaeigarar, sigur Kári Eitt tað seinasta, sum frættist frá Kára, áðrenn hann flutti úr Føroyum, var tá trappustríðið við Tórshavnar Býráð var fyri Müller. Umframt privat- persónar eru nevniliga fleiri fyritøkur, sum keypa hús og íbúðir, sum starvsfólkið so brúkar í síni frítíð, sigur hann. Kári Müller sigur, at hann flutti til Hulsig, sum liggur beint sunnan fyri Skagen, í juni mánaða í fjør. Hann vildi hava frið og líkasum koma eitt sindur av vegn- um, sigur hann. Men er tað nakað, sum Kári klárar at ganga uttan um, so er tað friður. Hann keypti eitt av húsunum, og á aðalfundi í eigarafelag- num, sum hildin varð 15. apríl í ár, varð einasti føroy- ingurin í »selskapinum« einmælt valdur til nevndar- formann. Hetta staðið, sum Kári Müller nú er nevndarfor- maður fyri, liggur við eyst- urstrondina í Norðurjyllandi út móti Kattegat. Har er alt, sum til eitt slíkt stað hoyrir, sigur Kári nevndarformaður. Baðiland, fótbóltsvøllur og ørgrynni av øðrum ítróttartilboðum til gestirnar, veit hann at Norðurlendskt forboð ímóti kloning eins og aðrir spurn- ingar á lívrættarliga økinum verða umrøddir á ráðstevn- uni »Ein norðurlendsk dim- ensjón í lívsiðafrøðini«, sum Norðurnevndin í Norð- urlandaráðnum saman við Norðurlendska lívsiðafrøð- iliga ráðnum skipar fyri í Stockholm tann 16. mai. Ráðstevnan er ein liður í viðgerðini av einum lima- uppskoti, sum greiðir frá stórari óttan í sambandi við sera skjótu menningina á lívtøkniliga/lívtekniska øki- num og vantandi politiskari stýring á økinum. Serligur ótti er knýttur at tørvinum á samskipaðari lívrættarligari lóggeving. Millum annað verða framtíðar norður- lendskar strategiir og norð- urlendskt samstarv til um- røðu á ráðstevnuni. Úr Føroyum luttaka ting- menninir Jógvan við Keldu (Fólkafl.) og Dan R. Peter- sen (Javnaðarfl.), sum báðir eru limir í Norðurnevndini í Norðurlandaráðnum. Forboð móti kloning siga. Og sera barnavinarligt er eisini, greiðir Kári frá. Staðið er rættiliga nýtt. Fyrstu húsini vórðu bygd fyri 12 árum síðan, og tey nýggjastu eru bara tvey ára gomul. Har er ljóst og væl útgjørt innandura við øllum, sum til eina nýmótans íbúð hoyrir. Staðið verður leigað út til vanlig ferðafólk, sum vera man. Týskarar, norðmenn, sviar og københavnarar, sig- ur Kári, sum tó saknar før- oyingarnar. Til minnis um John Sigur Dahl Olsen f. 02.12.1980 – d. 03.02.2000 Tung vóru boðini at fáa, at John ikki longur var ímillum okkum. Hann, sum altíð var væl upp- lagdur og í góðum lag. Vit kendust best sum børn, tá vit plagdu at spæla saman í Hósvík men hóast vit ikki hava verið eins nógv saman, síðan vit vuksu til, eru bert góð minnir um John. John visti altíð onkra stuttliga støgu og hann visti onki betur, enn at fáa okkum at glenna, so vit høvdu nógvar skemt- iligar løtur saman. Ser- liga tá vit fýra og Sunn- leif skuldu gera orkestur, vit vóru so spent og øll høvdu okkurt at spæla uppá, John skuldi spæla munnharpu, tí hann átti eina sjálvur. John var altíð tilreiðar at hjálpa við øllum, ið skuldi gerast, við seyði- num og hoyggingini. Eisini tá tit bæði fóru til Danmarkar við Arn- bjørn, tá tók John sær av øllum heima. Tí er tað ringt at skilja, at hann ikki er her longur, hann, sum altíð var arskur og sunnur. Tað er, sum tú Hans Petur segði, at verðin var ov ljót hjá John at liva í, tí mátti hann flytast til eitt betri stað. Vit hugsa um tykkum Hans Petur, Fía og Arn- bjørn og gleðast saman við ty kkum um øll tey mongu góðu minnini vit hava eftir John. Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minnini um John, og má Harrin styrkja tykkum trý í sorg- ini. – Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar! Esaias 41,10 Sunfríð, Sunrid og Fríðgerð Klædnahandlarin úr Havn, sum ætlaði at selja vatn úr Suðuroy, er fyribils endaður sum nevndarformaður fyri eini danskari frítíðarmiðstøð 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 92 - 13. mai 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 92 - 13. mai 2000 HØGNI MOHR Ein av mongu stórslignu og forvitnisligu støðunum í Føroyum, ið mong ferða- fólk hava vitjað á útferðum við Palla Lamhauge í Vest- manna, er latið aftur fyri vitjandi. Undir fyrsta ferðafólka- túrinum undir Vestmanna- bjørgunum við bátinum, Silju, fyrramorgunin, varð staðfest, at ein stórur biti av Halgisbergi í Lítlabergs- gjógv er rapaður í havið. Lopið er okkurt um 150 metrar høgt og í meðal einar fimm favnar djúpt. Ongin atgongd Grótnøgdin í lopinum var so stór, at innsiglingin til holið í Lítlabergsdrangi, sum van- ligt er at sigla ígjøgnum, varð byrgt av. Skiparin á Silju hendan morgunin, Ják- up Andrias Lamhauge, noyddist tískil so nakka- langur at venda bátinum og stima út aftur sama veg, ið hann var komin. Umframt Sosialin, vóru eini tíggju út- lendsk ferðafólk og borgar- stjórin í Vestmanna, Gunn Joensen, við á ferðini. Ramur brendaroykur Tað er ikki heilt greitt, nær gjáarbergið er lopið. Men Palli Lamhauge er púra vís- ur í, at mánadagin 8. mai sigldi hann ígjøgnum holið, sum nú er sperrað av stóra lopinum. Tá ið Sosialurin og mann- ingin á Silju staðfestu lopið um ellivutíðina tórsmorgun, bendu runudálkaður sjógv- ur og ramur brendaroykur í gjónni á, at bergið júst var lopið; kanska sama morgun. Ongar røkur burtur Vestmannabjørgini eru mong. Tískil verður fugla- lívið í bjørgunum lítið og einki ávirkað av lopinum. Fitt av lomviga eigur í Vest- mannabjørgunum, ella eyst- uri undir Landi, tey kalla; men lomvigarnir halda til á smølum og spjøddum lom- vigareygum. Einasta veru- liga lomvigarók í Vest- Halgisberg lopið Hildið verður, at Halg- isberg, ið er partur av Vestmannabjørgunum, leyp tórsmorgun, stutt áðrenn Sosialurin var undir bjørgunum í bát- inum, Silju Einir 150 metrar av niðara parti av Halgisbergi í Vestmannabjørgunum eru júst lopnir. Nú ber ikki longur til at sigla undir Lítlabergsdrangi. Mynd: Jens Kristian Vang mannabjørgunum er sam- bært staðkendum monnum í Heygadrangi, sum stendur skamt norður úr Lítlabergs- drangi, ið nú so brádliga varð stongdur fyri almenn- ari bátaferðslu. EIRIKUR LINDENSKOV Føroyska Sjómansmissión- in hevur fingið stórfingna gávu frá ITF, sum er felags- skapurin hjá altjóða flutn- ingsarbeiðarum. Gávan er ein sjeypersóna bilur. – Vit eru sera fegin um hesa gávu, sigur Torleif Jo- hannesen, sjómanstrúboð- ari. Torleif Johannesen sigur, at sjómansmissiónin roynir at vitja allar havnir - helst tvær ferðir um árið, og tá verður bilurin sera hentur. Umframt at vitja sjómenn, vitjar sjómansmissiónin eis- ini sjómanskvinnuringarar kring landið. ITF, sum hevur høvuðs- skrivstovu í London, hevur sum fremstu uppgávu at út- vega sjómonnum á hent- leikaskipum sáttmálar, og hetta virksemið gevur eisini pengar í kassan hjá felags- skapinum - og teir verða nýttir til vælferð hjá sjó- monnum, greiðir Torleif Johannesen frá. Umframt hesa gávuna, so hevur Tórshavnar Sjómans- heim fingið stuðul frá ITF til umbyggingina í 90‘u- num. Sjómansheimið í Reykjavík, Ørkin, fekk ein líknandi bil, tá tað lat upp í 1991, og fleiri sjómansheim í Danmark hava eisini fingið pening til arbeiðið millum sjófólkið. – Tí valdu vit eisini at søkja. Óli Jacobsen, for- maður í Fiskimannafelag- num, er felagsins umboðs- maður í Føroyum, og hann viðmælti umsóknini, sigur Torleif Johannesen, sum leggur afturat, at Óli Jacob- sen er ein sera stórur stuðul hjá føroysku Sjómansmiss- iónini. Sjómansmissiónin fingið bil frá ITF Torleif Johannesen við bilinum - einum Seat Allahambra, sum Sjómansmissiónin hevur fingið frá altjóða flutningsfelagsskapinum, ITF Mynd: Álvur Haraldsen -Góðir brúktir frá REYNI SERVICE REYNI SERVICE OpiÝ: M‡n.-fr’. 8.00-17.00 TOYOTA CAMRY 2,2 GL Skrás.: 02-04-98 Km.: 24.000 Prísur: 218.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,6 GSI SEDAN Skrás.: 22-10-91 Km.: 171.000 Prísur: 58.600,- TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.: 13-06-95 Km.: 82.000 Prísur: 87.600,- Garanti* TOYOTA STARLET 1,3 XLI, 3 HURÐAR Skrás.: 30-09-97 Km.: 29.000 Prísur: 86.600,- Garanti** FORD ESCORT 1,8 D STW Skrás.: 26-09-95 Km.: 64.000 Prísur: 97.000,- Garanti* FORD ESCORT 1,8 DIESEL Skrás.: 01-06-95 Km.: 149.000 Prísur: 94.600,- Garanti* FORD KA Skrás.: 23-05-97 Km.: 33.000 Prísur: 78.600,- Garanti* FIAT FIESTA DIESEL Skrás.: 02-01-96 Km.: 85.000 Prísur: 64.600,- MITSUBISHI GALANT Skrás.: 12-06-91 Km.: 205.000 Prísur: 62.600,- TOYOTA CARINA 1,6 Skrás.: 27-04-95 Km.: 41.000 Prísur: 110.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,8 GLI Skrás.: 10-11-95 Km.: 90.000 Prísur: 120.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,8 GLI Skrás.: 28-06-95 Km.: 70.000 Prísur: 119.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 Skrás.: 10-05-95 Km.: 89.000 Prísur: 98.600,- Garanti* Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 VØRUVOGNAR AVHEINTINGARTILBOÐ Sosialurin - 311820 Sýnaður 04-98 Sýnaður 12-99 Sýnaður 01-99 VOLVO 460 SEDAN Skrás.: 25-05-90 Km.: 88.000 Prísur: 65.600,- TOYOTA LANDCRUISER HJ61 Skrás.: 31-10-89 Km.: 137.000 Prísur: 105.600,- Garanti* TOYOTA PREVIA 2400 GLI Skrás.: 27-12-94 Km.: 58.000 Prísur: 98.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 Skrás.: 30-07-90 Km.: 142.000 Prísur: 59.600,- TOYOTA COROLLA 1,6 LUNA L/B Skrás.: 25-01-99 Km.: 21.000 Prísur: 136.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 TERRA Skrás.: 16-03-98 Km.: 50.000 Prísur: 122.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 TERRA L/B Skrás.: 29-09-97 Km.: 9.000 Prísur: 117.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 XLI H/B Skrás.: 23-08-95 Km.: 80.000 Prísur: 93.600,- Garanti* HONDA ACCORD Skrás.: 15-08-86 Km.: 214.000 Prísur: 7.600,- Sýnaður 06-99 Sýnaður 02-00 Sýnaður 02-00 TOYOTA COROLLA 1,6 GSI H/B Skrás.: 27-04-90 Km.: 172.000 Prísur: 54.600,- Sýnaður 10-97 HONDA CIVIC 1,5 Skrás.: 19-11-98 Km.: 17.000 Prísur: 127.600,- Garanti* Sýnaður 06-99 Sýnaður 03-98 Sýnaður 07-98 TOYOTA HIACE 4x4 Skrás.: 19-10-87 Km.: 165.000 Prísur: 49.600,- * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato Støkkið inn á gólvið! Stendur í Klaksvík Stendur í Klaksvík Stendur í Klaksvík