Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mai 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

DÁNJAL HØJGAARD Teir siga, at hann er tann einasti av sínum slagi í danska kongaríkinum. Ro- ver-bilurin, árgangur 1937 hjá familjuni Gry úr Norð- ur-Jútlandi. Familjan Gry er limur í danska felagnum fyri ellisakfør, Nordjysk Vintage Klub, sum hevur verið á ferð í Føroyum við trimum veteranbilum hesa vikuna. Níggju fólk og tríggir ektaðir veteranbilar komu til Føroya við Norr- ønu mánadagin og alla hesa vikuna hava tey rulla kring landið í teirra gomlu bilum. Umframt Rover-bilin hjá familjuni Gry var ein so- nevndur MG frá 1952 – ein Morris Garage við kalesju - við á ferðini. Triði bilurin var ein Chevrolet-lastbilur frá 1929. Hetta var eitt so- nevnt »grísahandilsmanna- modell«, søgdu teir blíðu bileigararnir, og spurdu um vit ikki mintust bilin, sum Buster Larsen koyrdi við í Matador. Karburatorurin datt av Grísa-bilurin var tó steðg- aður upp dagin fyri. Karbu- ratorurin var dottin av, og tískil slapp hann at standa eftir uttanfyri hotellið í Havn. -Hann virkaði annars so væl, ja, líka til í gjár, flennir eigarin, sum kortini hevði góðar vónir um at fáa bilin við sær heimaftur til Danmarkar. -Við eitt sindur av stáltráði at surra karbu- ratorin fastan við, man tað nokk fara at ganga, skemt- aði hann. Persónligt virði Gamli bilar kunnu ikki sam- metast við gomul frímerki, fáa vit at vita. Hóast teir eru gamlir so hava bilarnir ikki tað stóra marknaðarvirðið. Rover-bilurin t.d. – sum er tann einasti av sínum slagi í Danmark - hevði møguliga ikki farið fyri meira enn 150.000 krónur. Fyri tað fyrsta má nýggi eigarin duga at umvæla bilin, ann- ars steðgar hann upp bein- anvegin. Fyri tað næsta er tað ikki bara sum at siga tað, at skilja seg av við ein vete- ranbil, sum tú hevur lagt nógvar arbeiðstímar í. Har- aftruat er tað ein spurningur um útboð og eftirpurning. - Tað ber ikki til at seta virði á ein slíkan bil, sigur Preben Gry, sum er næstformaður í Nordjysk Vintage Klub. - Hetta er nakað, sum tú hev- ur nýtt ein stóran part av lívi tínum til, sigur hann og hyggur næstan eymliga at sínum gamla Rover. Av gamla slagnum Níggju danir í trimum ellisakførum hava vitjað landið hesa vikuna. Teir bilkátu mennirnir halda ikki, at ein og hvør kann meta um virði á teirra bilum Tað er týðiligt, at Jens Gry er sera stoltur av kølarafigurinum, sum prýðir Rover-bilin hjá familjuni. Hann máttu tey stoypa av nýggjum, tí tann upprunaligi var farin fyri skeyti Mynd: Jens Kr. Vang 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 92 - 13. mai 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 92 - 13. mai 2000 Fyrr 9.195,- 189 cm. køli/ frystiskáp NÚ 7.795,- BLOMBERG innb. komfýr sett Fyrr 9.180,- NÚ 7.750,- Sosialurin - 311820 NÚ 2.850,- BOSCH vaskimaskina 1000 umf. Fyrr 6.595,- NÚ 5.285,- NÚ 2.695,- NÚ 650,- STÓRT KØKS- & HVÍTVØRUTILBOÐ STÓRT KØKS- & HVÍTVØRUTILBOÐ - upp til 38% í avsláttri - upp til 38% í avsláttri - upp til 38% í avsláttri Komið inn á gólvið og fáið Bláu Bók frá HTH ið tekur teg gjøgnum øll stigini í køkskeypi NÚ 9.795,- THERMEX eymhetta Fyrr 3.195,- NÚ 9.950,- BLOMBERG pyrolysu komfýrur Fyrr 11.690,- K O M FÝR A R K O M FÝR A R komfýrur Multi ovn Fyrr 6.395,- NÚ 5.250,- E Y M HET T U R E Y M HET T U R FUTURUM eymhetta 60 cm. 2 trin Fyrr 1.095,- vaskimaskina 1200 umf. Fyrr 11.595,- K Ø L I/ FR Y S T I S KÁ P K Ø L I/ FR Y S T I S KÁ P køliskáp 120cm. Fyrr 4.395,- v/ luftgrill, yvir- og undir- hita og pizza- programmi STÓRT KØKS- & HVÍTVØRUTILBOÐ BLOMBERG uppvaskimaskina 12 pers. Fyrr 5.790,- NÚ 4.950,- U P P V ASK I M A S K I N UR U P P V ASK I M A S K I N UR V A S K IM A S K I N U R V A S K IM A S K I N U R NÚ 7.790,- BLOMBERG induktións- pláta v/ rammu u/ grýtusett Fyrr 9.190,- Scillykappingin Í framtíðini verður tað Róðrarsambandið, ið situr við róðrið, tá tað snýr seg um kappróðurin á Scillyoyggjunum. Í hesum sambandi fara nakrar broytingar fram við viðvíkjandi kappingini og kapping verður nú um plássini DAGFINN OLSEN Í 3 ár hava føroyskar kapp- róðrarmanningar luttikið í kappróðri í gig á Scilly- oyggjunum. Tað var Amer- ada Hess og seinni The Far- oese Partnership, ið fingu hetta í lag og hava stuðlað. Nú verður latið til Róðr- arsambandið at umsita hetta, hóast stuðlarin er hin sami. Petur Even Djurhuus frá The Faroese Partnership segði á tíðindafundi í gjár, at endamálið við slíkum stuðli er, at tiltakið skal halda fram, fáa egið lív. Hann fegnaðist um, at henda roynd at geva róðrar- fólki ein møguleika, ið tey høvdu havt trupult við at troytt sjálvi, er eydnast. Nú Róðrarsambandið skal umsita peningin og til- takið viðvíkjandi róðrinum á Scillyoyggjunum, verða eisini broytingar gjørdar. Áður slapp vinnarin hjá 10 mannaførum við monn- um at luttaka. Í ár skavaðu kvinnurnar á Jarnbardi eis- ini saman til luttøkuna og vístu seg sum sonn konu- brot, sum tikið varð til á tíðindafundi hjá Róðrar- sambandinum í gjár. Róðrarsambandið hevur valt at taka eitt ár í senn, m.a. tí tað er sera kostnaðar- mikið at senda fólk avstað, men greitt er, at í framtíðini fara tvær manningar at lut- taka. Mannfólk og konu- fólk. Hjá monnum skulu manningarnar í 6, 8, og 10 mannaførum kappast um at manna bátin á Scillyoyggj- unum og hjá kvinnum skulu kvinnurnar í 5 og 6 manna- førum kappast. Báturin, ið hevur flest stig, vinnur. Eru bátar javn- ir, eru serstakar reglur fyri hesum. Orsøkin til, at tað ikki longur bert er kapping mill- um 10 mannaførini, sigur Róðrarsambandið vera, at sambandið hevur skyldu yvirfyri øllum. Orsøkin til, at t.d. FM vinnarin hjá 5 mannaførum hjá drongjum ikki er við í kappingini er, at róðurin á Scillyoyggju- num er sera harður og tein- urin langur. Mett verður eis- ini, at hesir fáa møguleikan, um teir halda fram at rógva. Hesir hava tó ikki púrt einki at kappast um, tí umframt FM heitið, hava teir eisini møguleika at sleppa til Sorø at rógva. Frammi hevur verið, at møguliga skal nýggj gig byggjast til føroysku rógv- ararnar. Møguliga, tá olja verður funnin við Føroyar, hevur argandi og skemtandi verið tikið til. Einki er tó avgjørt hesum viðvíkjandi. Heldur ikki er avgjørt, hvørt skipað verður so fyri, Á tíðindafundi í gjár boðaðu Róðrarsambandið og umboð fyri The Faroese Partnership frá broytingum viðvíkjandi kappróðrinum á Scillyoyggjunum at fjepparar kunnu sleppa við á ferðini. Her verður mett, at ferðamannastovur og onnur eisini mugu inn í myndina. Stuðlarnir, oljufeløgini, eru fegin um broytingarnar, ið eru gjørdar, tí sostatt er kappingin vorðin breiðari, verður mett. Sostatt er ikki bert FM heitið at kappast um í før- oyskum kappróðri, men eis- ini luttøka í kappróðri utt- anfyri landoddarnar. Róðurin á Scillyoyggju- num verður í framtíðini bert róptur Scillykappingin. Tríggjar metrar upp á tíggju ár Fyriskipararnir lata væl at vøkstrinum í viðarlundini í Vestmanna. Summi træsløg klára seg betri enn onnur, men fjølbroytni í viðarlundini skal varð- veitast, verður sagt DÁNJAL HØJGAARD Fyri tíggju árum síðani gróðursetti Rói Joensen, sum tá gekk í 10. flokki í Vestmanna , eitt træ oman- fyri Vestmanna skúla. Eitt træ er kanska ov mikið sagt, tí í veruleikanum var tað ein 15 centimetrar langur runn- ur, hann setti niður í jørðina. Í dag er Rói ein vaksin maður og runnurin er blivin til eitt snøgt Sitka granntræ, sum er tríggjar metrar høgt. Fyri tíggju árum settu skúlanæmingarnir og aðrar góðar kreftir í Vestmanna tey fyrstu 600 trøini í tí fyrsta økinum, sum sett varð av til nýggju viðarlundina í bygdini. Í dag telur virðar- lundin 6.000 smærri og størri trø, sum standa á ein- um øki, ið er 18.000 fer- metrar til víddar. Veksa væl - Tað er altíð ein gleði at síggja, at tað fer at spretta um várið, og somu gleði hava vit upplivað við hesi viðarlundini, sigur Finnbogi Joensen, sum hevur verið undangongumaður fyri við- arlundina øll árini. Hann er formaður í nevndini fyri viðarlundina, og saman við hinum nevndarlimunum hevur hann nýtt nógvar ó- løntar tímar til trøini.. Sjálvur heldur Finnbogi, at viðarlundin hevur verið væleydnað. Hóast trupul- leikar hava verið, so hava trøini sum heild vaksið væl, sigur hann meðan hann vísir okkum kring um á økinum. Í lægdunum, har lývd er, sær út til at veksa væl. Í støðum, har tað er meira ábært, sær tað meira berligt út. Fýra metrar Størsta træið í viðarlundini í Vestmanna er í dag fýra metrar høgt. Tað er eitt leyv- træ, eitt sokallað Born- holmskt roynitræ, sum ein skúlanæmingur setti niður á sumri 1990. Allir næm- ingar, sum eru byrjaðir í 1. flokki í Vestmanna Skúla hesi árini eru slopnir at gróðurseta sítt egna træ í viðarlundini. Næmingarnir hava fingið ognarbrøv tillut- aði og trøini eru skrásett í nummarrøð. Størsta træið í viðarlund- ini hevur nummar 2. Tað eru sjey sløg av trøum í við- arlundini í Vestmanna. Fýra sløg av nálatrøum og sjey sløg av leyvtrøum, men øll Seyðurin etir trøini Størsti fíggindin hjá viðarlundini í Vestmanna er seyðurin. Seyður sleppur inn á økið, har viðarlundin er og ger sær dælt av trøunum. Seyðurin legst serliga á leyvtrøini at gnaga og ger stóran skaða um seg. Sporini eftir teir óbodnu gestirnar síggjast kring um í viðarlundini. Sambært Finnboga Joensen er tað bert ein loysn á hesum trupulleika, og tað er at bøurin verður vetrarfriðaður. Einans á hendan hátt slepst undan, at seyður ikki sleppur framat trøunum. Ætlanir eru um at vetrarfriða bøin í Vestmanna. sløgini hava ikki klára seg ikki líka væl. -Tey, sum hava klárað seg best eru lerkatrøini, Sitka granntrøini og Born- holmsku roynitrøini, sigur Finnbogi Joensen. Men hó- ast summi trø – eittnú nála- trøini – standa seg væl, so er hugskotið við viðarlund- ini, at hon skal rúma so nógvum ymiskum trøum sum tilber. - Hetta tryggjar tað rætta litspælið, sigur Finnbogi og sipar til teir gulu og reyðu litninir, sum koma til sjónd- ar, tá leyvið fellur um heyst- ið. Eyguni skulu eisini hava sítt. Enn fært tú ikki rættiliga kensluna av, at tú gongur í eini viðalund, tá ið tú spákar millum runnar og trø í Vest- manna. Men sjøtil er settur á. Sum Finnbogi Joensen málber seg: -Viðarlundin í Vestmanna er komin fyri at vera. Nálatrøini veksa væl og skjótt í viðarlundini í Vestmanna, kann primus-motor, Finnbogi Joensen staðfesta. Eftir tíggju árum er ein líti runnur blivin til eitt tríggjar metrar høgt nálatræ.