Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mai 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 92 - 13. mai 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 92 - 13. mai 2000 ORÐ: JÁKUP MØRK MYNDIR: 3-ARIN Sum kunnugt, so vóru fleiri føroyskar gentur fyri stutt- um í New York, har tær lut- tóku í stórari modellkapp- ing. Hevur ávirkað gerandisdagin Ein av gentunum, sum var við á ferðini, er 17 ára gam- la Gunnvá Patursson úr Havn. Gunnvá greiður frá, at upprunin til ferðina var, tá Kolbrún Aðalsteinsdóttir, Kolla, fyri umleið einum ári síðani kom til Føroyar, fyri at leita eftir nýggjum and- litum, sum hon kundi nýta í virki sínum, Icelandic Mo- dels. Tað var rættuliga skjótt, at hon hevði funnið fleiri gentur, sum hon metti høv- du útsjóndina við sær, og eisini varð onkur sáttmáli gjørdur beinanvegin. Síðani hetta, hevur hon verið nakrar ferðir her á landi, har hon umframt at finna fleiri evni til modell, eisini hevur havt venjingar við føroyingum, og tað var á einum av hesum ferðum, at hon nevndi møguleikan fyri at fara til New York á vári 2000. Gunnvá greiður frá, at hetta sjálvsagt hevur verið ein uppliving, sum hon líka síðani hevur glett seg til, líka síðani boðini komu, men hetta hevur eisini við- ført, at hetta hevur ávirkað gerandisdagin. Eitt nú noyddist hon at gevast við fótbóltinum, tí tað nyttar jú einki at ganga modell, um tú hevur greflig sár á beininum, og eisini vórðu aðrar avmarkingar settar í gerandisdegnum, serliga hvat viðvíkur nátt- arlívinum. Ókeypis var ferðin heldur ikki. Íroknað lummapening mundi talan verða um út við 30.000 kr., sum fyrst skuldu fáast til vega, um luttøkan skuldi gerast veruleiki. Sammett við orsøkina, var alt hetta tó til at liva við, og 11. apríl fóru Gunn- vá og 10 aðrar føroyskar gentur so til Íslands, har tær skuldu búgva hjá Kollu í fýra dagar, áðrenn farið var til New York. Einsamallir vóru tær tó ikki. Genturnar vóru við í einum íslendskum bólki, sum saman við føroysku luttakarunum var undir leiðslu av Kollu. Harum- framt vóru eisini fýra før- oysk hjálparfólk við á ferð- ini,. umframt íslendsk hjálparfólk, so øll skuldu kent seg so trygg sum gjør- ligt. Nógv venjing Kolla er búsitandi í Reykja- vík, men føroysku gentur- nar fingu kortini ikki nógva tíð at kunna seg um lívið í íslendska høvuðsstaðnum. Sama kvøld, sum tær komu til Íslands, fóru tær beina leið til venjingar, og hetta helt fram allar fýra dagarnar, sum tær vóru har yviri. Eisini vandu tær sama dagin, sum tær skuldu til Fyri stuttum komu ellivu føroyskar gentur heim aftur av amerikuferð síni, har tær at kalla bergtóku mótaheimin, eftir eina sera væleydnaða luttøku í stórari modellkapping í New York USA, so rundferðin Rey- kjavík mátti bíða til heim- ferðina. Sum nevnt vóru tær fýra dagar í Íslandi, og endiliga upprann so dagurin, tá kós- in varð sett móti New York. Sum nevnt, so var talan als ikki um nakra feriu í Ís- landi, og sambært Gunnvá, so var talan so sanniliga heldur ikki nakra feriu í am- erikanska stórbýnum. Tað kundi ein annars hil- di, tá tað varð greitt, at tær skuldu búgva í víðagitna og risastóra Waldorf hotelli- num í New York, men gent- urnar fingu beinanvegin at vita eina rúgvu av reglum, har sagt varð, hvussu tær skuldu bera seg at á hotell- inum. Einki tyggigummi, einki rennarí og fjasarí á gongunum o.s.fr. Fyrsta dagin kundu tær tó taka sær eitt sindur av løtt- um, og fingu tær tá høvið til at hyggja eitt sindur at stórbýnum, umframt at tær eisini ótu á eini matstovu, har gestirnir skuldu ímynda sær, at tey vóru stødd á mars. Marsmenn tóku ímóti teimum, og yvirhøvur var alt á staðnum bygt, eins og leikpallirnir í kendur rúm- darfilmunum. Nógvir vinningar Longu annan dagin byrjaði kappingin. Tilsamans vóru einir 2.000 luttakarar í kappingini, so genturnar fingu frammanundan at vita, hvørjum bólki tær skuldu luttaka í. Býtt var upp eftir aldri og hædd, og til stuttleikar kann nevnast, at yngstu luttakararnir vóru heilt niður í 3 ár. Kappast varð í fleiri greinum, og vórðu hesar hildnar so at siga dag um dag. Ein fyri ein trinu lut- takararnir inn á pallin, har dómararnir so skuldu geva síni skoðsmál. Arbeiðini, sum komandi modellirnar skulu gera, eru rættuliga víttfevnandi, og tí vóru eisini ein rúgva av ym- sum kappingum, so sum at ganga í svimjidrakt, sýna bein síni, ganga við make up, sýngja, cat walk, mynd- um, sjónvarpslýsingar o.s.fr. Gunnvá greiður tó frá, at hóast hon væl kundi hugsað sær tað, so setti hon sær ikki fyri at luttaka í øllum kapp- ingunum. Partvíst tí hetta hevði verið dekan ov strev- ið, og partvíst tí tær skuldu rinda á leið 350 kr. fyri lut- tøku í hvørjari kappingar- grein. Hóast tær sostatt høvdu úr at gera hesar dagarnar, so var eisini nakað av tí, til at spáka ymsa staðni í stór- býnum. Langt kundu tær ikki fara, tí tað var ongantíð long tíð, áðrenn næsta lut- tøkan stóð á skránni. Sum kunnugt, so fingu føroysku luttakararnir ó- vanliga góð úrslit. Tá heið- ursmerkini seinasta kapp- ingardagin vórðu latin á eini stórari gallaveitslu mundi fagnaðurin millum føroysku luttakararnar nær- um ongan enda tikið. Ferð eftir ferð vórðu tær róptar Modellkappingin í New York Genturnar, sum skelkaðu mótaheimin. frá vinstru eru tað Heidi Hansen, Kari-Ann Petersen, Randi Hansen, Gunnvá Patursson, Malan í Jákupsstovu Magnussen, Óluvá Johannessen, Barbara Carlsen, Barbara E. Reynheim, Barbara Abrahamsen, Bjørga Winter og Elsa Bech Barbara Carlsen luttók í sangkappingini, og tað eydn- aðist henni eisini at vinna sín bólk Agentarnir fyri ymsu mótahúsini høvdu úr at gera við at festa føroysku nøvnini á blað Óluvá í svimjidrakt, har hon vann eitt av í alt 4 heiðurs- merkjum JÁKUP MØRK Eftir væleydnaðu ferðina til New York, og allar tær positivu afturmeldingar, sum hon hevur fingið um føroysku genturnar, hevur Kolla, sum Kolbrún verð- ur rópt, gjørt av at gera enn eina ferð til Føroya. Vil hava nýggj andlit Uppgávan hesu ferð er eisini tengd at ferðini til New York. Sum vit skriv- aðu, tá genturnar komu aft- ur, so tykist tað als ikki ó- sannlíkt, at onkrar av gent- unum kunnu fáa modellar- beiði í framtíðini, og øllum hesum tekur Kolla sær av. Partur av hesum arbeiði er sjálvandi eisini at kunna foreldrini hjá gentunum um, hvussu støðan er hjá teimum einstøku gentu- Vil hava fleiri føroyingar Kolbrún Aðalsteinsdóttir, sum rekur Icelandic Models, er nú komin aftur til Føroya num, tí í seinasta enda eru tað sjálvandi foreldrini, sum gera av, um talan verð- ur um nakrar myndatøkur. Í øllum førum fram til gent- urnar hava fylt 18 ár. Hetta verður eisini gjørt, soleiðis at foreldrini kunnu kenna seg trygg, um so er at børn teirra brádliga skulu út um landoddarnar at royn- a seg. Seinastu tíðina hava annars nógvar ræðumyndir verið teknaðar hesum við- víkjandi, og sjálvandi er okkurt um tosið í ávísum førum. Sum skilst ansar Kolla tó øgiliga væl eftir, at hennara modell ikki koma sær í slíkt óføri, og verður hetta serliga gjørt við at ansa eftir, hvørjar modellstovur sleppa at nýta hennara fólk í myndatøk- um. Genturnar fáa greitt at vita, um talan er um eitt arbeiði, sum hon ikki vil viðmæla, og sum hopn ikki heldur seg kunna standa inni fyri. Umframt hendan partin av arbeiðinum, ætlar Kolla sær eisini at finna fleiri nýggj andlit, og í hesum sambandi fer hon at vitja ymsa staðni í landinum komandi dagarnar. Skráin fyri hesa ferð er longu løgd, og komandi dagarnar verður Kolla at hitta á hesum støðum: - Leygardagin, kl. 12.00- 14.00 í 3-aranum í SMS - Leygardagin, kl. 16.00- 18.00 á La Careta í Vest- manna - Sunnudagin, kl. 13.00- 15.00 Hotel Tvøroyri - Mánadagin, kl. 14.00- 16.00 á Sjómansheimi- num í Klaksvík - Mánadagin, kl. 17.30- 19.30 Sjómansheimið í Runavík Eins og tað hevur verið galdandi fyri tær 11, sum nú eru afturkomnar frá MAAI kappingini, so ætlar Kolla eisini at vera við í kappingini, sum verður í 2001, og sjálv- andi hava føroyingar tá aftur høvi at vera við í bólki hennara. Einki er at ivast í, at tað eisini eru nógvar vak- rar gentur, sum búgva utt- anfyri høvuðsstaðin, so um onkur teirra gongur við einum lítlum modelli í búkinum, er bara at verða á staðnum, tá hon leggur leiðina framvið. upp á pallin, og í mun til støddina av bólkinum, vóru føroyingarnir tær, sum vunnu nógv flestar vinn- ingar. Stórur eftirspurningur Eitt var, at dómararnir dám- du væl tað, sum føroysku genturnar høvdu at vísa, men umframt sjálva kapp- ingina, høvdu ymsu mo- dellstovurnar høvi at seta seg í samband við luttaka- rarnar. Tað er jú hjá hesum, at eitt møguligt framtíðar- starv skal finnast, og tí var hetta kanska mest áhuga- verdi parturin av kapping- ini. Hetta fór fram á tann hátt, at tey vórðu bólkaði seks og seks, og síðani gingu tey runt millum ymsu borðini í risastóra salinum, sum var á hotellinum. Ymsu agent- arnir hjá modellstovunum høvdu so høvi at skriva nið- ur, hvønn tey vildu tosa meira við. Sum vit áður hava skriva, so vóru modellstovunar al- tráðar eftir at koma á tal við føroysku genturnar. Tað, sum eftir var av kvøldinum, høvdu hesar úr at gera við at tosa við ymsu agentarnar. Til stuttleikar kann eisini nevnast, at hóast føroysku genturnar vóru til eitt óvan- liga stórt tal av samrøðum, so megnaðu tær als ikki at tosa við øll, sum høvdu á- huga í hesum. Hvat víðari hendir við føroysku gentunum er enn ikki fastlagt. Kolla tekur sær av teimum fyrispur- ningum, sum nú koma frá modelsstovunum, og sum skilst, eru hesir ikki so fáir í tali. Sostatt er tað upp til hennara at meta, hvørt talan er um eitt seriøst arbeiði, og um so er, greiðir hon gentunum frá, hvat stendur teimum í boði. Um nakrar teirra í fram- tíðini verða at síggja í sjón- varpslýsingum ella á pallu- num í Milano, London ella París er sjálvandi ilt at siga, men einki er at taka seg aftur í, at tær allar sum ein hava fingið eina ótrúliga uppliving við ferðini. Kolbrún Aðalsteinsdóttir er nú aftur í Føroyum, fyri at fáa fatur á fleiri nýggjum andlitum Á heimferðini hevði Finnur føðingardag, og her síggjast hann og Astrid, sum eisini hjálpti til á ferðini, til há- borðs í Perluni í Reykjavík Gunnvá (h.m.) fekk virðisløn fyri bein síni. Maskurnar eru fyri at fjala andlitið, so hetta ikki órógvar, tá dóma- rarnir skulu gera sínarmetingar Komandi ár verða so møguliga aðrar gentur, sum fáa møguleikan, tí sum tað framgongur aðra staðni á síðunum, so fer Kolla aftur nú undir at leita eftir nýggj- um andlitum, sum kunnu luttaka á MAAI komandi ár. ISLANDIC MODELS Sosialurin - 311820 SMS • Tel. 31 98 20 - 31 06 06 Fax 31 49 55 E-mail: tryarin@post.olivant.fo 3arin Hevur tú hug at luttaka í modell arbeiði? Og vilt tú hoyra meira - so vitja "KOLLU" ið er at hitta soleiðis: Leygardagin 13. mai: Í 3-arinum, SMS kl. 12.00-14.00 La Careta, Vestmanna kl. 16.00-18.00 Sunnudagin 14. mai: Hotel Tvøroyri kl. 13.00-15.00 Mánadagin 15. mai: Klaksvíkar Sjómansheim kl. 14.00-16.00 Runavíkar Sjómansheim kl. 17.30-19.30 Týsdagin 16. mai: Í 3-arinum, SMS kl.15.00-17.00 "Islandic Models"