hósdagur 31. juli 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 141 - 31. juli 2003
Nr. 141 - 31. juli 2003
3
Tólv ára gamla, Konni
Kass Jacobsen úr
Hoyvík gjørdist
vinnari av Nósa-
barnaprix 2003.
Finalan var í Badmin-
tonhøllini í Havn
mánakvøldið
NÓSABARNAPRIX
Rúna Sivertsen
Vinnarin
av
barnaprix
2003, Konni Kass Jacob-
sen, hevur eina avbera
vakra og eftir aldrinum
sterka og búnaða rødd.
Við sanginum, "Syngja
sama lag", fekk hon, saman
við beiggja sínum Hilmari,
rættiligt lív í áhoyrararnar í
Badmintonhøllini
mána-
kvøldið
Hóast
nógvar
vakrar
barnarøddir vóru at hoyra
millum luttakararnar, var
lítil ivi millum mongu
áhoyrararnar um, hvør fór
at gerast nummar eitt.
Stjørnuskot
Hóast unga aldurin er
Konni longu ein royndur
sangari, hon syngur við í
bólkinum,
Stjørnuskot,
sum
Sigrid
Sivertsen
stjórnar. Og fleiri kenna
hana frammanundan frá
songleikluti hennara, "Fitta
Lisa", í leikinum, Kúlla
Knút.
Og um vit leggja aftrat, at
hon er abbadóttir Simma
Jacobsen, so munnu tey
flestu vita á leið, hvør
Konni er.
Nummar tvey í barnaprix
hesaferð, gjørdist Durita
Mohr Jacobsen úr Fugla-
firði við sanginum, "Vit eru
glað", og triðja plássið vann
Rebekka Rafael Petersen
við sanginum, "Tína Dýrd
tú ofraði".
Hesar tríggjar, saman við
fleiri av teimum, sum hava
luttikið í Nósabarnaprix
2003, hava so avgjørt
møguleika at gera seg
galdandi innan sang og
tónleik.
Vit ynskja vinnarunum
hjartaliga tillukku og góða
eydnu.
Konni Kass Jacobsen gjørdist vinnari av
Nósabarnaprix 2003. Frá vinstru:
Durita, sum varð nummar tvey, Konni
og beiggi hennara Hilmar, sum sang við
í niðurlagnum og Rebekka, sum vann
triðja plássið
Mynd: Jens K. Vang
Konni
vinnari av
Nósabarna-
prix 2003
Frá ólavsøkuni
Orsakað av plásstroti slapp ikki alt ólavsøkutilfarið við í blaðið
hesaferð.
Í komandi bløðum verður meira at frætta frá tjóðarhátíðini.
blstj.
Hesi vóru eisini á ólavsøku
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2