hósdagur 31. juli 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 141 - 31. juli 2003
Nr. 141 - 31. juli 2003
5
Vegna plásstrot kemur
okkurt av tí rúgvusmikla
tilfarinum frá ólavsøkuni
ikki í blaðið í dag. Sosial-
urin var sjálvandi til staðar
á ólavsøkukonsertini, og í
morgin ber til at lesa stóra
frásøgn frá konsertini.
-HR
Konsertin
í morgin
Løgreglan
ikki tíð
Vit vildu gjarna skrivað eitt
sindur, hvussu fólk hava
uppført seg á ólavsøku –
frá sjónarhorninum hjá út-
innandi valdinum. Men av
politistøðini í Havn frætta
vit mikumorgunin, at teir
ikki hava stundir at tosa við
fjølmiðlar. Tískil kunnu vit
ikki siga nakað nærri um,
hvussu fólk hava skikkað
sær á ólavsøku. Vit frætta
vantandi meira í morgin.
-HR
Veðrið var gott á ólavsøku, og nógv fólk vóru í býnum. Miku-
morgunin hevði løgreglan so nógv at gera í sambandi við ólav-
søkuna, at stundir vóru ikki at tosa við Sosialin
Mynd: Jens Kristian Vang
Jógvan Lützen, reiðari
hjá Jógvani S, kennir
seg forfylgdan av
politikarum og em-
bætisfólki
FISKIMÁL
Rógvi Borðoy
Reiðarin hjá Jógvani S,
Jógvan Lützen, sigur seg
vera vísan í, at hann ikki
missur fiskiloyvið, tí hann
hevur einki gjørt galið. Og
hann sigur seg vera vísan í,
at rættarsamfelagið Føroyar
fer at geva honum rætt.
– Eg havi tiltrúgv til rætt-
arsamfelagið. Eg meti ikki,
at tað kann lata seg gera hjá
mær at missa fiskiloyvið
hjá Jógvani S, tí eg havi
einki gjørt galið, sigur
Jógvan Lützen.
Um so er, at Jógvan S
missur fiskiloyvið, er tað
eitt tekin um, at Føroyar eru
ein bananrepublikk, sigur
hann.
Um Jógvan Lützen miss-
ur fiskiloyvið hjá Jógvani
S, fer hann at krevja endur-
gjald fyri hansara kostnaðir
av sakini. Hvussu stórt tað
verður, ber ikki til at siga
enn. Men reiðarin sigur, at
tað fær katastrofalar fylgjur
fyri reiðaríið, um Jógvan S
verður lagdur.
Kennir seg forfylgdan
Reiðarin sigur, at tá hann
fekk fiskiloyvið, var alt
gjørt eftir bókini. Hann
fekk fiskiloyvið til Jógvan S
undir treytunum, sum vóru
galdandi fram til mars
2003. Tá sakin bleiv tikin
upp aftur, bleiv fiskiloyvið
hjá Jógvani S viðgjørt undir
nýggjum treytum. Og undir
nýggju treytunum skuldi
Jógvan S ikki havt fingið
fiskiloyvið. Tá Jógvan S
fekk fiskiloyvið, var alt í
lagi, sigur reiðarin Jógvan
Lützen.
– Jógvan S er tilvildarliga
pilkaður úr einum bunka.
Har eru 32 aðrir bátar, sum
eisini fingu fiskiloyvi um
somu tíð sum Jógvan S.
Teir eiga eisini at missa
fiskiloyvið, um Jógvan S
missur tað, sigur Jógvan
Lützen, reiðari.
Um so er, at Jógvan S
missur
fiskiloyvið,
vil
Jógvan Lützen fara í holt
við at kanna aðrar bátar,
sum eisini fingu fiskiloyvi í
tíðarskeiðnum, tá Jógvan S
fekk sítt. Hann sigur, at har
eru nógvir aðrir bátar, sum
ikki áttu at fingið fiski-
loyvi, um fortreytirnar hjá
Fiskimálastýrinum eru rætt-
ar.
Vavt saman
Hann heldur fram, at fólk
hava vavt alla sakina í eina
fløkju. Prátið í samband við
sakina hevur verið óseriøst
og flokspolitiskt, heldur
hann, og hann kennir seg
forfylgdan. Hann nevnir
eisini, at ymsir politikarar,
sum
hava
persónligan
áhuga í fiskivinnuni hava
tikið støður, sum passa til
teirra áhugamál.
Sakin um Jógvan S hevur
politiskan lit, heldur Jógv-
an Lützen. Hann heldur á
við at siga, at hann hevur
álit á rættarsamfelagið.
Hann sigur seg framvegis
hava vónir um, at skip
hansara varðveitir fiski-
loyvið.
Undirritaði brúkti
allan fyrrapartin
mikudagin tann 30.
juli til at ringja
politikarar upp.
Eingin av teimum
nevndu var til at fáa
fatur á
Løgmaður Anfinn Kalls-
berg var ikki at hitta,
hvørki á Tinganesi ella á
fartelefon. Torbjørn Jacob-
sen, Jacob Vestergaard og
Høgni Hoydal vóru held-
ur ikki at hitta. Politikarar
í Føroyum í dag eru alt ov
vánaligir, tá tað kemur til
at fáa eina samrøðu við
teir. Tá tað ikki ber til at
fáa fatur í teimum, kunnu
teir heldur ikki koma
fram við sínum meining-
um. Og undirritaði vil
hervið heita á landsins
politikarar um at vera til
taks fyri pressuna og
borgaran.
Einki sam-
band við far-
telefonina
Kann bara henda
í einari bananrepublikk
Jógvan Lützen, reiðari á umstrídda bátinum Jógvani S, kennir seg forfylgdan av politiskum mótstøðumonnum
Mynd: Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
5
4