Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 141 - 31. juli 2003 Nr. 141 - 31. juli 2003 7 Andstøðuleiðarin Jóannes Ejdesgaard finnist at ymsum út- søgnum hjá Anfinni Kallsberg í løgmans- røðuni. Sambært Jóannesi Ejdesgaard síggjast í dag negativu avleiðingarnar av niðurskurðinum á blokkstuðulinum, umframt at at ætlanir løgmans á økinum um vinnuligan fiski- skap ikki fáa stuðul frá Javnaðarflokk- inum, tá løgtingið í hesum døgum skal umtala fiskidagaskip- anina LØGMANSRØÐAN Heini í Skorini Jóannes Ejdesgaard, and- støðuleiðari Javnaðarfloks- ins, vísir fyrst og fremst á, at talan var um eina greiða og konkreta løgmansrøðu, sum varð hildin á ólavsøku. Ivamál vórðu sligin fast, og boðskapirnir vóru greiðir. – Raðfestingin hjá sam- gonguni tyktist sambært løgmanni fyrst og fremst vera einar sjálvstøðugar Føroyar, og síðani fór hann yvir til varðveitingina av vælferðarsamfelagnum. Um Javnaðarflokkin hevði sitið við róðrið, hevði talan verið um eina øvugta raðfylgju, har vælferð borgarans kom áðrenn nakað annað, slær Jóannes Ejdesgaard fast. Leiðari Javnaðarfloksins vísir víðari á, at tað tó var positivt við nøkrum stað- festingum frá løgmanni. M.a. kom til sjóndar, at vinnan ikki fær stuðul úr landskassanum, og hevur hetta mál verið sera nógv frammi seinastu tíðina í sambandi við kreppuna í ali- og rækjuvinnuni. Fiskimálaráðið fríari ræsur Jóannes Ejdesgaard beit eisini merki í orð Anfinn Kallsbergs um greiðari um- sitinginarliga lóggávu við- víkjandi vinnuligum fiski- skapi. Boðskapurin handan hetta er sambært Jóannes, at Fiskimálaráðið skal hava fríari ræsur, har møguleikin verður at flyta loyvi millum veiðibólkar. – Løgmaður legði upp til, at landsstýrið skal hava frí- ari spæl viðvíkjandi fiski- loyvum, og fáar dagar und- an, at málið um fiskidagar er á skránni í løgtinginum, var eitt ávíst rák at síggja í røðuni, sum m.a. legaliser- ar málið um Jógvan S, sigur Jóannes Ejdesgaard. Hann vísir víðari á, at Javnaðar- flokkurin væntandi ikki verður einasti flokkur, sum mótmælir, at landsstýrið við fríari ræsum kann flyta loyvi millum veiðibólkar. Skipanin onga skuld Løgmaður segði eisini, at hann í stóru politisku mál- unum hevði eftirlýst eina breiða semju við stórum meiriluta, men at skipanin ikki er nóg góð, og at hon tískil partvís hevur havt skuldina í fleiri av ósemj- unum. Hesum finnist Jóan- nes Ejdesgaard at. – Skipanin hevur onga skuld í fleiri av teimum ósemjum, vit hava havt, men heldur hevur talan ver- ið um ein sera lítlan polit- iskan vilja til samarbeiði og semju. Tískil kann eingin geva nakrari skipan skuld- ina, slær andstøðuleiðarin fast. Ásanna mistøk Løgmaður vísti víðari á, at tá búskaparligi munurin millum inntøkur og útreið- slur á fíggjarlógini sambært samgonguskjalinum skal vaksa positivt hvørt ár, verður í ár neyðugt við eini skerjing av rakstrarútreiðsl- unum í landskassanum komandi ár. Jóannes Ejdes- gaard leggur hesum við- víkjandi dent á, at sam- gongan í dag noyðist at ásanna nøkur mistøk á bú- skaparliga økinum. – Sama landsstýrið, sum fyri fáum árum síðani framdi eina skerjing á blokkstuðlinum á umleið 370 mió.kr., noyðist í dag at skerja fíggjarlógina við ein- um prosenti, og við hesum síggja vit, at avgerðirnar tá hava avleiðingar fyri væl- ferðina í dag. Formaður Javnaðarfloksins vísir við hesum á, at við niður- gongdini í samlaðu búskap- arligu gongdini koma av- leiðingarnar nú til sjóndar, har føroyingurin noyðist at gjalda, umframt at komm- unurnar væntandi fáa sera tung og kostnaðarmikil øki lagdar á herðar sínar. Jóannes Ejdesgaard um løgmansrøðuna: Samgongan ásannar mistøk Jóannes Ejdesgaard vísir í viðmerking til løgmans- røðuna á fleiri viðurskifti, Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við Leiðarin í størsta andstøðuflokkinum, Lisbeth L. Petersen, helt ikki talan vera um nakað nýtt og óvæntað í ólavsøku- røðu løgmans. Um- framt hetta vísir hon á, at einki samsvar er millum høgu raðfest- ingarnar á almanna- økinum og skerjing- arnar á komandi fíggjarlóg LØGMANSRØÐAN Heini í Skorini Tá løgmaður trein av aftur talarastólinum fyrrapartin 28. juli, hevði einki nýtt verið at hoyrt, sum ikki fleiri ferðir hevur verið frammi fyrr. Hetta vóru fyrstu við- merkingarnar hjá andstøðu- leiðaranum Lisbeth L. Petersen, sum vísir á, at tal- an í størsta mun var um endurtøkur av málum, sum í fleiri ár hava verið ovar- laga á breddanum. Ov lítil framgongd Sambært Lisbeth L. Peter- sen vóru málini, samgong- an hevur sett sær, høvuðs- eyðkenni fyri røðuna. Mál- ið um pensiónir var enn einaferð frammi, nøkur orð vóru til vinnuna, Grundlóg- in varð umtala, meðan Kyoto sáttmálin eisini var uppi at venda. Somu mál tykjast ganga aftur, og Lis- beth L. Petersen vísir á, at hetta kann bera boð um, at ferð ikki kemur á ætlanir- nar. – Tað, at somu mál eru afturvendandi, kann vera eitt boð um, at ov lítið hendir á hesum økjum. Í fleiri ár hevur talan bert verið um ætlanir og orð, sum ikki verða førd út í lív- ið, sigur Lisbeth L. Peter- sen, sum leggur afturat, at spurningurin er, hvussu leingi ein kann halda á við hesi gongd. Almannamál høga raðfesting Anfinn Kallsberg gav eisini rúm fyri skúlamálum, heilsu- málum og almannamálum annars, og hetta var sam- bært Lisbeth L. Petersen ein dygd og styrki við røð- uni. – Tað var gott at hoyra, at hesi mál tyktust hava høga raðfesting, tí hetta eru grundleggjandi og týdning- armikil øki. Samstundis er talan um sera kostnaðar- mikil mál, sum í framtíðini kunnu volda trupulleikar, tí um hesi mál skulu raðfest- ast høgt, umframt at fíggj- arlógin skal skerjast, verður talan um ósamsvar og tvør- søgnir. Ørkymlaðar kommunur Við hesum sipar leiðarin í størsta andstøðuflokkinum til, at við høgari raðfesting av hesum kostnaðarmiklu almannamálum verður sera torført at skerja fíggjarlóg- ina 1% komandi ár, sum ætlanin er. Tískil kann talan enn einaferð gerast um ætlanir, sum ikki gerast til nakað, umframt at komm- unurnar fáa alsamt fleiri byrðar lagdar á seg. – Alt bendir á, at komm- unurnar fáa fleiri og fleiri kostnaðarmiklar byrðar at bera, sum landsstýrið ikki skal gjalda í framtíðini, og tað kemur einstaki borgarin at gjalda við hægri komm- unuskatti. Kommunurnar í dag eru ikki sørt ørkymlað- ar, tí ógreitt er, hvørji øki verða løgd á kommunurnar í framtíðini. Ongar veruligar sparingar Við hesum vísir Lisbeth L. Petersen á, at talan í veru- leikanum ikki er um nakrar sparingar, men heldur um stórar útreiðslur, sum bert verða fluttar úr einum øki í annað. – Samgongan tosar um sparingar við at skerja fíggjarlógina við einum prosenti, men tá hesar út- reiðslur verða koyrdar út til kommunurnar, er talan sjálvsagt ikki um nakrar veruligar sparingar, og tí- skil hanga ætlanirnar ikki saman, sigur Lisbeth L. Petersen at enda. Lisbeth L. Petersen um løgmansrøðuna: Einki samsvar Lisbeth L. Petersen helt ikki, at samsvar er í ætlanunum hjá samgonguni Landsstýrið er samt um at raðfesta íløgur í skúlabygging, og innan skúlagátt verða ábøtur gjørdar, segði Anfinn Kallsberg løgmaður í ólavsøku- røðu sínari LØGMANSRØÐA Ingi Rasmussen Skúlabygging er sett í fremstu røð hjá lands- stýrinum, sæst av fleiri verklagslógum, sum verða lagdar fyri tingið í ár. Talan er um fýra nýggjar skúlar og skúlaútbyggingar, ið skulu fremjast næstu árini, og farið verður at grava út og byggja Mið- námsskúlan í Suðuroy longu í ár. Arbeiðið heldur fram at fyrireika bygging av nýggj- um Fiskivinnuskúla við sjódepli í Vestmanna og at fyrireika útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík. Farið verður eisini undir at fyrireika bygging av Listaskúla í Sandoynni, og eftir ætlan verður farið at byggja allar hesar skúlar í 2004. Ein verklagslóg at byggja skúladepil við Marknagil verður løgd fyri Løgtingið í heyst. Ein bygginevnd, har skúlarnir, ið eru partar í byggiætlanini, eru umboð- aðir, er longu sett frammanundan. – Okkara skúlaskipan er nógv tillagað skipanum uttaneftir. Nú skal undirvís- ingarskipanin verða gjørd so, at hon meira enn fyrr byggir á okkara egna sam- felag, segði Anfinn Kalls- berg løgmaður. Í fólkaskúlanum verður arbeitt við ætlan, sum legg- ur serligan dent á byrjanar- undirvísing, næmingar við serligum tørvi, trivnað í fólkaskúlanum og næm- ingar, ið hava atferðar- trupulleikar. Harumframt verður arbeitt við ætlan, har øll fáa atgongd til útbúgv- ing eftir fólkaskúla. Eitt nú er ætlanin at gera yrkis- skeiðini betri. Arbeiðið at endurskoða lærara- og pedagogútbúgv- ingina er eisini farið í gongd. Skúlar skulu smíðast Nógvar yvirtøkur eru á skránni hjá lands- stýrinum, hóast hann dregur hann á luftina fíggjarliga, og tí fer tað at síggjast aftur á komandi fíggjarlóg, at táttað verður í. Tað førdi Anfinn Kalls- berg fram í ólavsøku- røðu sínari LØGMANSRØÐA Ingi Rasmussen »Fremsta mál landsstýris- ins er framvegis at skapa karmar um eitt sjálvbjargið samfelag, so at fólkið uttan fíggjarligar forðingar og umsitingarligar bindingar kann taka avgerð um framtíðarstøðu Føroya.« Við hesum inngangs- orðum byrjaði Anfinn Kallsberg løgmansrøðuna, tá tingsetan 2003 varð sett í løgtinginum ólavsøkudag. Sostatt gjørdi løgmaður greitt, at hóast málini eru nakað kámað, síðan sam- ráðingarnar um fullveldi kollsigldu, so er sjálvstýris- politikkurin framvegis ovarlaga á dagsskránni í føroyskum politikki. Í løglistanum og ískoyt- inum, sum Anfinn Kallsberg hevur handað tingmonnum afturvið røð- uni, sæst eisini, at øll aðal- ráðini arbeiða við yvirtøk- um, sum skulu fremjast í næstum. Ein týðandi táttur í yvirtøkuætlanini er yvir- tøkulógin, sum Anfinn Kallsberg og Anders Fogh Rasmussen samdust um í Suðuroy, tá forsætisráð- harrin vitjaði Føroyar. – Við hesi yvirtøkulóg og heimastýrislógini kunnu vit taka yvir øll málsøki undantikin tey, ið knýta seg beinleiðis at fullveldinum. Hini málsøkini koma undir føroyskt ræði, tá ið yvir- tøkulógin fær gildi, ella tá ið føroyski myndugleikin avger tað. Tá ið yvirtøku- lógin er komin í gildi, stendur tað til føroyska myndugleikan at gera av, hvussu skjót sjálvstýris- tilgongdin skal verða, segði Anfinn Kallsberg. Fyrireikað verður at taka yvir øll øki, teirra millum løgreglu, rættarskipan, revsirætt, útlendingarætt, fíggjarrætt, persóns-, familju- og arvarætt, tilbúgving, fólkakirkju og flogferðslu. Dregur á luftina Hetta hendir samstundis, sum hann dregur á luftina fíggjarliga. Stóri búskaparvøksturin seinastu árini er steðgaður á, staðfesti løgmaður. Í ár verður vøksturin í brutto- tjóðarúrtøkuni væntandi umleið 3,6 prosent. Í fjør var vøksturin 9,5 prosent. Eins og fjør væntast avlop á handilsjavnanum, tá skip ikki eru tald við, men avlopið verður væl minni enn í fjør. Fleiri vinnur eru í álvarsligari kreppu, ásannaði løgmaður. – Minni búskaparvøkstur og soleiðis minni keypiorka í okkara marknaðarlondum, størri útboð enn eftirspurn- ingur millum annað á rækjum og laksi og fallandi marknaðarprísir sum heild gera, at vit hava minni lønsemi í okkara útflut- ningsvinnu nú. Fyri rækju- flotan og alivinnuna er hetta eitt álvarsligt bakkast. Landsstýrið roynir tí at skapa so góðar karmar um vinnuna sum gjørligt, men beinleiðis at stuðla vinnuni kemur ikki upp á tal, segði Anfinn Kallsberg, sum samstundis viðgekk, at nakrar fyritøkur hóra ikki undan og mugu gevast. Nýtslan tálmað Løgmaður ásannaði, at landsstýrið hevur sett sær stór og víðfevnd mál, men í samgonguskjalinum er eis- ini avtalað, at búskaparligi munurin millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini skal vaksa á hvørjum ári. Tí er semja um í landsstýr- inum, at rakstrarútreiðslur landskassans verða eitt prosent lægri í 2004 enn í ár, eins og semja er um at gera samsvarandi lógar- broytingar og dagføra al- mennu umsitingina. – Skulu vit halda hesa avtalu samgongunnar – og tað skulu vit – verður neyðugt at gera tillagingar í almennu nýtsluni, so at útreiðslur landskassans verða lagaðar til inntøkur- nar. Hetta er fyritreytin fyri at røkka málinum um ein sjálvberandi búskap. Vit kunnu vænta væl minni búskaparvøkstur næstu árini, og tí vera krøvini til komandi fíggjarlóg, at útreiðslurnar vaksa ikki meira enn inntøkurnar, segði Anfinn Kallsberg. Í ólavsøkurøðuni vóru nógv mál umrødd, sum samgongan fer at arbeiða við næsta og komandi árini. Á listanum yvir mál, sum verða løgd fram hesa ting- setuna, eru 84 lógaruppskot og frágreiðingar. Yvirtøkur í niðurgongutíðum Vit kunnu vænta væl minni búskaparvøkstur næstu árini, og tí vera krøvini til komandi fíggjarlóg, at útreiðslurnar vaksa ikki meira enn inntøkurnar, segði Anfinn Kallsberg í sínari røðu, tá tingið varð sett ólavsøkudag. Mynd: Jens K. Vang Politikarar fingu eina oyrafiku, tá Anfinn Kallsberg setti tingið ólavsøkudag. Politiska skipanin er ikki búgvin til samstarv, segði løgmaður, sum í somu vending átók sær sín part av ábyrgdini fyri, at tað hevur gingist so illa at finna breiðar politiskar semjur LØGMANSRØÐA Ingi Rasmussen Breið semja. Tað hava verið lyklaorðini, síðan Anfinn Kallsberg tók um stýrisvølin og gjørdist løgmaður í 1998. Orðini hava serliga verið havd á lofti í sjálv- stýrismálinum, sum hevur verið ovast á breddanum hesi árini, men eisini í øðrum høpi hevur løgmaður dyrgt eftir at fáa eina breiða semju um stór politisk mál. Hetta er ein politiskur arbeiðsháttur, sum er vanligur aðrastaðni. Stórur dentur verður lagdur á at fáa politisku andstøðuna við í týðandi avgerðir, so tjóðin stendur samlað um stórmál. Afturfyri sleppur andstøðan so at seta síni fingramerki á politikkin, men tað hevur verið so sum so, hvussu hetta hevur hepnast í Føroyum. – Hóast eg havi roynt at fáa breiða politiska undirtøku í málum, ið sum frálíður hava stóran týdning fyri samfelagið, má ásannast, at hetta hevur ikki eydnast serliga væl. Eg havi helst mín part av skylduni, men staðfestast má, at politiska skipanin enn ikki er búgvin til eitt slíkt samstarv, segði Anfinn Kallsberg í løgmansrøðuni. Hóast tað tóktist, sum løgmaður gav skarvin yvir, so segði hann seg enn hava vónina. Men fortreytin er, at føroyskir politikarar taka annað skinn um bak. – Tað er mín vón, at tíðin fer at arbeiða fyri hesum. Tí stórmál liggja fyri framman at loysa. Eg vóni, at vit kunnu leggja til viks øll persónlig áhugamál og taktiskar politiskar neisir fyri saman at fremja grundleggjandi lóggávu, sum røkkur langt inn í fram- tíðina, landi og fólk okkara at gagni, segði Anfinn Kallsberg. Óbúgvin politisk skipan C M Y K 7 6