Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 141 - 31. juli 2003 Nr. 141 - 31. juli 2003 9 Tað eru orðini stuttlig og sjarmerandi held- ur enn speisk satira, ið koma til hugs eftir Ólavsøkukabarettina – men fer var á, og hálvur annar tími gekk skjótt saman við teimum seks leikar- unum og fýra tónleik- arunum, ið fram- førdu kabarettina í Sjónleikarhúsinum UMMÆLI Marjun Dalsgaard Ein eiðismaður situr á einum steini og syngur um, at hann fór á fjall og fyltið skjáttuna –– teksturin er ikki so galin, men stutt- ligari eru tveir fittir syngj- andi seyðir aftan fyri hann. Somuleiðis verður ILA handfarið eitt sindur for lætt, men elegant við at tríggir laksar syngja "Til Havnar vit fara (...) trihaldi- riiILA". Tað, sum eyðkennir Ólavsøkukabarettina 2003, er, at tað er komiska talentið hjá leikarunum, sjarma og góður tónleikur, ið ber hana heldur enn satiriskt bit. Ongar analysur av politiska spælinum liggja aftanfyri skettjurnar, og tær eru sostatt skettjur heldur enn samfelagsvið- merkingar. Vit vera mint á nógv, sum er hent í árinum, men einki kemur aftrat sum so. Samanspælið við tónleik- ararnar, við Trónda Boga- syni á odda, gjørdi Ólav- søkukabarettina til eina góða uppliving, og tíðin tóktist aldrin long, hóast kabarettin vardi í hálvan annan tíma. Kvinnuleys kabarett Hóast ongar kvinnur eru at síggja millum leikararnar í ár, skortar ikki við kvinnu- ligum leiklutum – og tað er sum verða mann ein trygg- ur sigur (kanska eitt sindur bíligur eisini) at mannfólk upptraðka í konufólkabún- um. Byrjanin á kabarettini er somuleiðis í hesum stíli - tó uttan at vera ein løtt og bílig loysn – men meira um hetta skal ikki avdúkast nú. Eitt annað úrslit av manglandi kvinnuligum leikararum/rithøvundum til skettjurnar var kanska, at einar ella tvær í so sjarmer- andi fúlheitir sluppu sær uppí – og fullu síðan til jarðar – tí øll flenna ikki, bara tí tey hoyra orðið "Lisa". Tá tað er sagt, eigur eisini at verða viðmerkt, at undirritaða varð send til kabarettina fyri Sosialin vegna sítt kyn – so allar antikvinnuskettjur kundu avdúkast, eins og tað skuldi gerast greitt, um úrslitið av venjingini hjá teimum seks garpunum var ein kabarett full av "mannfólkahørmi" skilað til mannfólk aleina – til tað kann bert sigast: Nei, tað er hon ikki. Frá Sadam til Guðrun Sólju Kabarettin kemur væl rundan um persónar og viðurskiftið, sum hava litað samfelagið seinasta árið, og eingin er friðaður. Í lættara endanum av skettjunum keypir Guðrun Sólja ein burgara í Burger King – tað frægasta, sum kann sigast um akkurát hesa skettjuna, er, at Esben Hallurson Ja- cobsen syngur sera væl. Annars verða vit mint á langar fingrar, klændri- vættir og pínligar støður í tinginum. Fakfelagskvinnur enda í geglinum, Helgi Ja- cobsen frá Útvarpi Føroya fær sín egna heilivág at smakka, og SVF fær mangt eitt priki. Men Føroyar verða eisini sæddar uttaní- frá, og tað er sjálvsagt av einum amerikanskum ser- frøðingi, ið kemur til áhugaverdar niðurstøður um grind-etandi skapning- in, eins og Sadam Hussain fær síni sjónarmið fram í Sjónvarpi Føroya. Royndir leikarar Kabarettin er framførd við góðum spælið, vælupp- løgdum leikarum og væl- vandum skettjum. Pætur Dahl megnar at líkjast Høgna Hoydal, men annars er tað ikki at eftirlíka per- sónum, sum leikararnir gera best. Tó hava teir allir góða útstráling á pallinum og serliga Esben Hallurson Jacobsen hevur stórt kom- iskt talent. Kjartan Lund- gren hevur eina sjarmu sum røkkur oman til aftastu røð og aftur og er framúr sum amerikanskur granskari, men hann átti kanska ikki at sungi so nógv. Gutti Winther er somuleiðis fullur av megi á pallinum og Turpin Napoleon Djur- huus kann flyta nógv við sínum andlits- og eygna- bráði. Saman við honum er Finnur Jensen nokk tann, ið kann geva sínum karak- terum eina serliga fittliga, eitt sindur løgna, persónlig- heit. Allir leikararnir, sum eru við í Ólavsøkukabarettini í ár, hava roynt seg á palli áður – eisini í kabaretthøpi. Hóast tað ikki er tann djúpa samfelagsanalysan, sum er komin burturúr, er tað ikki ein burturspilt løta, um tú leitar tær niðan í Sjónleik- arahúsið til Ólavsøkukaba- rettina 2003. Tvørturímóti hálvur annar stuttligur tími. Ólavsøkukabarettin 2003: Stuttligari enn speisk Leikarar: Esben Hallurson Jacobsen Kjartan Lundgren Turpin Napoleon Djurhuus Pætur Dahl Gutti Winther Finnur Jensen Tónleikarar: Tróndur Bogason Heðin Ziska Davidsen Mikeal Blak Høgni Lisberg Manning Ólavsøkukabarettin 2003 Offurlomb: Høgni Hoydal, Jørgen Niclasen og Ann-Lis Bjarkhamar fáa ótakksomu lønina fyri stríð teirra Eitt afturvendandi evni í Ólavsøkukabarettini er Burger King – tað er komiska talentið hjá leikarunum heldur enn innihaldið, ið ber skettjuna NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 31. juli. Germanus, deyður í umleið 448. Føddur í Auxerre í Fraklandi. Var løgfrøðingur og fekk høgt starv sum embætismaður, men varð 40 ára gamal ímóti vilja sínum valdur til biskup í Auxerre. Hann doyði í Ravenna í Italiu. Jensina Bolstad 50 ár Ólavsøkudag 29. juli fylti Jensina Bolstad í Havn 50. Jensina er fødd og upp- vaksin í Sandvík, dóttir Hildu, f. Kjærbo, og Jens Bolstad. Hon lærdi til bankaassistent í Sjóvinnu- bankanum í Havn. Seinni tók útbúgving sum blómu- prýðari í Danmark. Hon ar- beiddi í nøkur ár í blómu- handlinum hjá Trónd Han- sen á Áarvegnum. Seinnu árini hevur hon arbeitt sum stuðul hjá børnum við ser- ligum tørvi. Jensina hevur sera stóran áhuga fyri fuglum og blómum. Hon er gift við Jóhan Mortensen, sum er sonur Miu, f. Olsen, og Axel Mortensen í Havn. Tey eiga børnini Jens Hera og Guðrun. Eyðálvur Vang 50 ár Mikudagin fylti Eyðálvur Vang í Klaksvík 50 ár. Hann er sonur Valborg og Ásbjørn Vang og er giftur Estrid Millum Garðarnar. Estrid og Eyðálvur eiga børnini, Finnbjørn, Lisbeth og Hera. Eyðálvur er skipari á út- róðrarbátinum, Kallanesi. Ólavsøkudag tók Jógvan Durhuus í Vestmanna sæti í tingi fyri Nikláa Petersen, tingmann Tjóðveldis- floksins, sum er í farloyvi. Jógvan er næstvaldi á listanum hjá Tjóðveldis- flokkinum í Norðurstreym- oy. Hann sat á Løgtingið fyri Tjóveldisflokkin frá 1970-1980, frá 1984-1990, burtursæð frá skeiðnum sum landsstýrismaður, og frá 1994-2002. Hann var landstýrismaður og vara- løgmaður frá 1985-1989. Jógvan er giftur við Hervør Hanusardóttir, f. við Høga- dalsá, úr Havn. Hann var postavgreiðslumaður í Vestmanna í eini 40 ár. Í dag arbeiðir hann á høvuðs- deildini hjá Postverk-inum á Óðinshædd í Havn. Jógvan Durhuus sæti á tingi Høgni Hoydal, landsstýris- maður, heilsar Jógvani Durhuus vælkomnum Mynd: Jens Kristian Vang Nøvn í vikuni Kennir tú onkran … Kennir tú onkran í familjuni, á arbeiðsplássinum, í grannalagnum ella hvar tað skal vera, ið hevur ein merkisdag sum t.d. rundan føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv ella annað, so sig okkum frá. Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd. Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur. Navn:..................................................................................................................... Bústaður:............................................................................................................. Bygd/býur:..............................................................Tel:..................................... Evt. arbeiðspláss:.............................................................................................. Merkisdagurin er: ............................................................................................ Innsendari: ....................................................................Tel:............................... Sendið lepan, í brævbjálva, til: • Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni" Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir okkara kring alt landið: Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo C M Y K 9 8