hósdagur 31. juli 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 141 - 31. juli 2003
Nr. 141 - 31. juli 2003
11
Ólavsøkurøðan hjá løgmanni staðfestir,
- at búskaparligi vøksturin er steðgaður,
- at stóri vøksturin bruttotjóðarúrtøkuni er avhæs-
aður,
- at eingin vøkstur er í útflutningi,
- at lutfalsliga størri partur av útflutninginum er
óvirkaður fiskur,
- at lønarútgjaldingarnar í høvuðsvinnuni eru mink-
aður
- og at alivinnan er í stórari kreppu o.s.fr.
Hetta tyssi av minni ja-ligum staðfestingum vísir, at
búskaparútlitini eru alt annað enn bjørt. Tí hevði tað
verið upp á sítt pláss, at løgmaður brúkti ein størri
part av meta um avleiðingarnar av verandi gongd, og
koma við boðum ella uppskotum um, hvørji tiltøk
skulu gerast fyri at byrgja fyri einum búskaparligum
hóttafalli.
Tá fíggjarlógaruppskotið varð umrøtt um ársskiftið
fekk almenningurin boð um, at útreiðslurnar á fíggjar-
lógini skulu skerjast eitt prosent. Um tað er nóg mikið
til at forða fyri eini búskaparligari afturgongd, er ilt at
siga, men fáar ítøkiligar sparingar eru nevndar í ólav-
søkurøðuni hjá løgmanni. Tó verður lopið upp um,
har garðurin er lágur: telefonfrádrátturin hjá langfara-
fiskimonnunum skal strikast!
Tað er einki at ivast í samfelagsinntøkan fer at lækka,
nú rækju- og alivinnan eru í kreppu við teimum
avleiðingum, at fólk missa arbeiði og at útflutningurin
fer at minka. Men vinnan skal ikki stuðlast, heldur
ikki við tíðaravmarkaðum kreppuloysnum, er lands-
stýrið samt um.
Harafturat er landsstýrið samt um, at sjálvstýristil-
gongdin skal halda fram. Tó skal tilgongdin nú verða
meira ella minni eftir einum heimastýrisleisti, sum ein
landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum mælti til fyri
meira enn einum ári síðani!!!
Afturímóti verður neyvan lætt at finna semju um at
orða trygdarpolitikk, so Føroya gerast meiri virknar á
trygdarpolitiska økinum, sum løgmaður boðaði frá.
Fólkaflokkurin vil hava eina nýggja samtykt ístaðin
fyri gomlu hernaðarsamtyktirnar. Men tað kann Tjóð-
veldisflokkurin neyvan taka undir við, tí hernaðar-
málið er ein partur av samleika Tjóðveldisflokksins.
Ífjør boðaði løgmaður frá, at aðalorðaskifti skuldi
vera um trygdarpolitisku støðuna í vár, og tá skuldi
ein nýggj samtykt gerast. Einki er tó hent enn. Men í
ár skal tað verða, boðaði løgmaður frá, men hesum
munnu mong ivast í, hóast tey óivað taka undir við
orðum løgmans, at tað hevur alstóran týdning, at
Føroyar hava eina felags støðu í hesum máli.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Myrk skýggj
- vantandi loysnir
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jógvan við Keldu
løgtingsmaður
"Dupultmoralur" er ikki
annað enn ómoralur, men
hetta orðið, verður
áhongt nøkur av okkum
og merkir, at vit liva
annað heima enn burtur,
eru, simpul, hál og
serstakliga óálítandi
Tá blaðmaður Dimmalætt-
ingar, Uni L. Hansen,
ringdi og setti tvinnar
spurningar um ávíkavist
framleiðslu og innflutning
av rúsevni, segði eg, at her
fer
"dupultmoralur"
at
verða brúkt um okkum sum
svara ja, fyri innflutningi
og nei fyri framleiðslu.
"Dupultmoralur" er ikki
annað enn ómoralur, Eitt
"forfína" og nú útvatnað
orð fyri ómorali, sum helst
er komið upp undir eini ella
aðrari veitslu, og verður
áhongt ávís sløg av fólki,
sum eru óálítandi, hál,
simpul og liva eitt lív heima
og annað burtur.
Vit sum eru komin nakað
til árs, og sæð partar av av-
leiðingunum, sum brenni-
vínið hevur havt, har tað í
ómetaliga mongum førum
er misnýtt, teir ræðuleikar
hetta hevur elvt til fyri so
mong hjúnaløg og tað mest
syrgiliga,
hvussu
hetta
hevur gjørt seg inn á
verjuleys børn, oyðilagt lív
teirra, høvdu ynskt, at hetta
ongantíð kom til landið.
Hvør avgerð grundarlagið
fyri mómorali
Tað er gott, at nøkur eru,
sum eru afturhaldandi, og í
øllum førum siga nei til
framleiðslu her á landi, um
ikki annað fyri at vísa, at
vit mótmæla hesum drykki,
sum hevur havt eina so
syrgiliga oyðandi ávirkan á
óteljandi familjur og oyði-
lagt lívið hjá børnum og
ungum, sum vóru við at
seta føturnar inn á - kanska
- eina gylta lívsleið.
Leggjast skal tó afturat,
at tey eru mong, sum duga
at nýta hetta við tign.
Men at vit av bæði Javn-
aðar- og Sambandsblað-
num, løgtingsmonnunum
Tórbirni Jacobsen og Kaj
Leo
Johannesen
verða
skýrd ómoralsk av hesum
orsøkum, tað er ovboðið.
Stórur samfelags-
kostnaður
Nú Javnaðar- og Sam-
bandsblaðið gera so nógv
burtur úr hesum ómorali,
kundi verið hóskandi at víst
á allar teir hjálparstovnar
sum stinga seg upp, og
flestu teirra, verða fíggjaðir
úr landskassanum. Hesum
landskassa sum fyrst tekur
hópin av peningi inn av
rúsevnisnýtslu, og sum ger,
at ótal av fólki forkemur
bæði sær sjálvum og børn-
um teirra, fyri síðani at
fíggja hesar stovnar av
landkassavinninginum av
brennivíni, og soleiðis bøta
um tílíkar ógerðir.
Í kanning, sum fyri
nøkrum árum síðani varð
gjørd í Noregi, varð sagt, at
fyri hvørja krónu ríkis-
kassin fekk inn í tolli, fór
hálvonnur króna út í sjúkra-
húskostnaði av rúsdrekka-
ávum. Her var ikki roknað
við mistarari arbeiðstíð, við
oyðiløgdum
hjúna-
og
familjulívi
og
árini
á
børnini og fólki sum sosialt
fullu burtur í millum.
Skýrdur ómoralskur av
ávísum politikara
Ofta verður tikið til, at
"danir duga betur at drekka
enn Føroyingar". Ja, sum
eg helt fyri einaferð í ting-
inum, "teir duga so mikið
væl, at teir duga best". Fyri
kortum var ein frágreiðing í
fjølmiðlunum, at "danir
drukku mest í Norðanlond-
um".
Ídag skriva bæði Javn-
aðar- og Sambandsblaðið
ikki so sjáldan um "tann
veika" í samfelagnum ella
samfelagstaparan, og um at
"ov lítil peningur verður
settur av til at byggja upp,
tað sum er oðyðilagt", av
rúsevnismisnýtslu.
At oddagreinahøvund-
arnir – møguliga ávíkavist
Jan Müller og Beata L.
Samuelsen – í Javnaðar- og
Sambandsblaðnum, skulu
skýra meg ómoralskan, er
kanska ikki annað enn
væntandi, men at maður
sum Tórbjørn Jacobsen,
skal skýra meg ómoralsk-
an, og at hann skal "punk-
tera allan dupultmoral",
finni eg meg ikki í!!
Ískoyti til brennivínsspurnarkanningin og
fyribrigdið »dupultmoralur«
Magnus Pauli Lassen
Hetta man vera eindømi um
lygn og korruptión av grov-
asta slag! Tað er neyvan
nakar, ið varar av fiskivinn-
uni í dag, sum ikki veit, at
Ågot varð latin til Noregs
fyri nýggja Ågot.
So langt, so gott og nú er
skipið
undir
norskum
flaggi og tíverri fyri Jógvan
Lutzen,at skal tað skrá-
setast aftur í Føroyum, má
tað skrátast eftir nýggju
lógini, men tað er ikki hent.
Tí er skipið Ågot ella
Jógvan S framvegis norskt.
Og nú hóttanir um endur-
gjaldskrav eru settar fram,
verður fiskiloyvið tikið
aftur, má spyrjast, hvatskal
úr flotanum fyri Jógvan S.?
Skørðin fór úr flotanum
sum línubátur fyri Grana,
men hon varð seld aftur til
Nólsoyar og síðani keypti
Jógvan I Olsen hana aftur
til at fiska eftir hávi við.
Hon var bara tveir túrar, so
var Skørin undir Íslandi og
fiskaði av kvotuni hjá línu-
bátunum og hon kom eisini
undir Føroyar at fiska
innan fyri 6 og 12 fjórðinga
markið sum útróðrarbátur.
Tað ganga so nøkur ár
við hesum fiskiskapi, So nú
skal Stapin skiftast út og
Skørin og Stapin mugu
leggjat fyri at fáa nýggja
Stapan heim úr Noregi.
So nú koma vit aftur til
Ågot og Jógvan S. Og nú
skal Skørin aftur úr Flotan-
um!
Sig mær nú: Hvat verður
næsta skipið, sum fer til
fiskiskap undir Føroyum
fyri Skørina?
Málið um Jógvan S
Óli Jacobsen
Enn eina staðfest, at
kravið um at "lóg er lóg
og lóg skal haldast"
valdast hvønn og hvat
málið snýr seg um.
Søgan um "Jógvan S" lýsir
so væl sum nakað politisku
skipanina í Føroyum. Eitt
áhugavert í hesum máli er,
at tjóðveldisflokkurin hev-
ur í "Fregnir" fleiri ferður
lagt fólkaflokkin undir kor-
ruptión, uttan at fólkaflokk-
urin hevur so frægt sum
roynt at vísa hesum aftur!
Mannagongdin má eisini
sigast at vera merkisverd, tá
hugsað verður um tær
royndir, sum vit onnur hava
av avgreiðsluni í fiskimála-
ráðnum, sum komið verður
til seinni í greinini. Tá talan
er um fólkaflokksáhugamál
og beint uppundir val kann
eitt so torgreitt mál verða
avgreitt eftir einum gerand-
isdegi.
Í hesum døgum sleppur
tjóðveldisflokkurin at føra
seg fram sum teir stóru
rættvísisapostlarnir í hesum
máli við sínum kravi um, at
fiskiloyvið hjá "Jógvan S"
skal takast aftur, grundað á
niðurstøðu hjá landsstýris-
málanevndina.
Her til skal fyrst sigast, at
søgan prógvar als ikki, at
landsstýrismálanevndin
umboðar nakra hægri rætt-
vísi. Hetta hevur verið
prógvað væl og virðiliga í
FF-blaðnum. Heldur er
nevndin vorðin ein politisk
amboð hjá parti av sam-
gonguni móti øðrum parti í
einum ping pong spæli at
jarðleggja hvønn annan.
Hvør skal svíða fyri
ólógliga umsiting?
Men hetta reisir eisini aðrar
spurningar. Ein er hvør skal
svíða fyri eini evt. ólógliga
umsiting? Skal tað vera
tann, sum hevur gjørt seg
sekan í lógarbroti, ella skal
tað vera tann borgarin, sum
hevur fingið eina tilsøgn
frá almennum myndug-
leika, sum eftir øllum um-
sitingarreglum er bindandi?
Og hvussu við tí mynd-
ugleika, løgmanni, sum
hevur eftirlitsskyldu við, at
landsstýrismenn røkja sítt
starv á fullgóðan hátt? Og
hvør skal gjalda tað endur-
gjald, sum sjálvt fram-
søgumaðurin hjá tjóðveld-
isflokkinum
viðurkennir
skal gjaldast við afturtøku
av fiskiloyvinum hjá Jógv-
an S?
Lóg er lóg, men lóg skal
(opinbart) valdast!
Í einum rættarsamfelagið er
tað ein høvuðsregla, at øll
skulu vera líka fyri lógini.
Hetta má eisini innibera at
politiska skipanin, sum t.d.
løgtingið skal viðgera øll
politisk framd lógarbrot
eins. Um hetta ikki verður
gjørt kann ivi vera um,
hvørt tað veruliga er rætt-
vísiskensla sum liggur aft-
anfyri.
Síðan verandi samgonga
tók við í 1998 er hent tað, at
alt sum eitur fyrisitingarlóg
er sett úr gildi. Hetta
merkja fiskimenn og teirra
felag dag og dagliga.
Henda gongd er grundað á
beinleiðis lógarbrot hjá
Anfinn Kallsberg, sum
hann framdi sum bráfengis
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum í 1998, og ta í
eini støðu, tá hann skuldi
havt annað at hugsa um.
Men hetta lógarbrot varð
bakkað upp av tinginum, og
eisini av tjóððveldisflokk-
inum. Júst henda tingsins
góðkenning av, at lands-
stýrismaður ikki nýttist at
fylgja eini løgtingslóg, hev-
ur lagt grundarlagið fyri ta
longu røð av ivasamari um-
siting í fiskimálaráðnum
síðan tá, um bert gingið
skal vera út frá landsstýris-
málanevndini.
Vit hava tær somu roynd-
ir, tá talan er um málsvið-
gerð av málum viðvíkjandi
fiskimonnum. Hesi eru sera
væl lýst í FF-blaðnum.
Men landsstýrismálanevnd-
in hevur als ikki havt áhuga
fyri tilætlaðum brotum á
lógum viðvíkjandi rættindi
hjá fiskimonnum. Tað hon
hevur gjørt er at legaliserað
slík brot. Tað í sær sjálvum
setir spurnaðartekin við
hesa nevnd.
Eitt dømi er nóg mikið:
Eygleiðaramálið.
Tað er nóg mikið at lýsa
bert eitt mál, eygleiðara-
málið, sum saman við
Jógvan S málinum lýsir
rættarstøðuna í Føroyum
betri enn nakað annað.
Í eygleiðaramálinum var
gongdin í stuttum henda:
Fiskimaður við rækju-
skipi ger fiskimálaráðnum
tann beina at mynstra sum
eygleiðari. Eftir ávísing
hagani verður mynstrað á
einum serligum teigi í
mynstringarlistanum. Tá
maðurin gerst sjúkur verður
júst hetta nýtt sum grund-
geving fyri at nokta honum
sjúkraviðbót. Hetta er í sær
sjálvum ein "góð" og ræð-
andi lýsing av hugburðin-
um í politiskt/umsitingar-
ligu skipanini móti teimum
borgarum, sum hon skal
eitast at tæna!
Hjá FF hevur tað ongan-
tíð verið nakar sum helst ivi
um, at tað var ein fullkomi-
liga greið heimild í lógini
fyri at gjalda sjúkraviðbót.
Hetta mál endaði í rætti-
num, har FF fekk viðhald.
Men tað sum er fullkomi-
liga lýsir rættarfatanin í
politisku skipanini er sjálv
"viðgerðin" av málinum í
fiskimálaráðnum, har Jørg-
en Niclasen hevði bein-
leiðis ábyrgdina.
Eingin løgfrøðislig
viðgerð.
Og her kann staðfestast:
1. Fyri tað fyrsta fekk
borgarin ongantíð nakra
grundgeving fyri, at hann
ikki kundi fáa sjúkraviðbót,
og er hetta einsamalt bein-
leiðis brot á fyrisitingarlóg-
ina.
2. Men undir sakini kom
eisini fram, at málið hevði
ongantíð
fingið
nakra
málsviðgerð og at eingin
løgfrøðingur hevði nakran-
tíð mett um málið. Hevði
tað verið gjørt hevði tað
ongantíð
gjørst
nakar
trupulleiki hjá borgaranum,
tí løgfrøðisliga var málið
fullkomiliga greitt.
3. Hvussu lítið fiskimála-
ráðið hevði um at halda,
varð eisini greitt undir
sjálvari
dómsviðgerðini.
Teir høvdu einki skjal at
leggja fram sum stuðlaði
teirra sak, og teir góvu
heldur ikki frágreiðing í
rættinum sum kundi út-
greina teirra sjónarmið.
Hetta
prógvar
í
sær
sjálvum, at her var eingin
saklig grund fyri umrøddu
mannagongd.
Hvussu kávað verður yvir
- summi - lógarbrot.
Eitt ár eftir at málið byrjar
leggur Jørgen Niclasen nú
uppskot fyri tingið um at
geva heimild at geva eyg-
leiðarum
sjúkraviðbót.
Fekst tingið at avgreiða
málið áðrenn viðgerðina í
rættinum, slapp hann undan
at fáa staðfest, hvussu hann
enn einaferð hevur framt
lógarbrot. Hetta uppskot
varð fyrst lagt fyri fiski-
vinnuráðið, sum var samt
um, at hetta uppskot var
ikki neyðugt, tí heimildin
var longu til staðar í tá
verandi lóg! Men hóast
hesa greiðu staðfesting,
sum kundi verið sakligt
grundarlag fyri at avgreiða
málið, leggur Jørgen av
umrøddu orsøk málið fram
á ting.
Nú er Jørgen komin í
tingið aftur, og hann leikar í
at fáa umrødda lógarupp-
skot samtykt í tinginum,
áðrenn sakin kemur fyri
rættin, so tað ikki skal
verða staðfest, hvussu hann
hevur farið við fiskimanni í
egnari tænastu.
Hvør er nú í parti við
Jørgen: Tjóðveldis-
flokkurin!
Og hvør stendur nú við
hansara lið í royndunum at
káva útyvir greitt og til-
ætlað lógarbrot? Jú, tann í
dag í Jógvan S málinum
sjálvrættvísi
tjóðveldis-
flokkurin!
Hóast umrøddu royndir
endaði hetta við, at dómur-
in fall og gav FF fult við-
hald áðrenn tingmálið hjá
Jørgen varð endaliga av-
greitt í tinginum. Hetta
skuldi so náttúrliga ført til,
at tingmálið fall burtur, tí
tað ikki longur var aktuelt.
Ikki minst skuldi hetta
verið gjørt, tí tað kundi
staðfestast, at Jørgen við
framløguni av lógarupp-
skotinum beinleiðs hevði
villeitt tingið við sínum
grundgevingum og við-
merkingum fyri at leggja
málið fram! Nevniliga at
tað ikki var lógarheimild
fyri at geva sjúkraviðbót.
Hetta fortelur hann tingin-
um uttan at nøkur løgfrøði
stóð aftanfyri.
Føroya Løgting letur seg
brúka.
Men hvat ger tingið? Tað
ger seg enn einaferð full-
komiliga til láturs við at
samtykkja eina lóg sum
longu er í gildi við tí enda-
máli at halda hondina yvir
lógarbrot hjá Jørgen Nicla-
sen (og Anfinn Kallsberg
sum fyriskipara og sum
hann ið eftirlitsskyldu við
landsstýrismonnum).
Hevði løgtingið so av
illum nýtt tikið spurningin
um viðgerðina av hesum
máli upp og álagt avvarð-
andi
landsstýrismonnum
við umsitingum at fáa skip-
aða málsviðgerð í framtíðar
málum, so slíkt ikki kundi
henda aftur, so kundi nakað
verið gjørt við ta grund-
leggjandi orsøkina til, at
ein slík umsiting í heila
tikið kundi finnað stað.
Men hetta hevur púra
ongan áhuga. Og tað kann
longu staðfestast, at "við-
gerðin" hjá tinginum av
hesum máli verður náttúr-
liga av umsitingini tikið
sum eina góðkenning av,
hvussu henda málsviðgerð
er farin fram. Og tí eru end-
urtøkur longu á veg.
Føroyski borgarin
rættarleysur.
Hetta mál vísir púra greitt,
at borgarin í Føroyum er
púra rættarleysur. Tí hetta
mál er als ikki nakað
eindømi. Men tað eru uttan
iva í nógvum øðrum førum,
at borgarin ikki er so
heppin sum í hesum máli,
at hann hevur ein til at føra
sína sak. Í slíkum førum
kemur borgarin ikki at fáa
sín rætt. Og politiska við-
gerðin av hesum máli er eitt
greitt signal til umsitingina
um, at hon skal bara gera
sum hon plagar og sum tað
hóvar henni.
Hetta mál vísir eisini enn
einaferð, at rættur fyri
lógini valdast hvør tú ert.
Er tú ikki í krithúsinum hjá
teimum ráðandi hevur tú
ongan kjans. Og hetta lata
teir ráðandi ganga útyvir
meinigar borgarar. Hetta er
almenni rættarpolitikkurin í
Føroyum.
Eingin andstøða.
Tað má kennast løgið, tá
ein sær hvussu stjórnir í
einaræðislondum
mugu
enntá nýta stóra orku til at
niðurberja andstøður, sum
enntá seta lívið í vága fyri
at kunna verja fólkaræði og
mannarættindi, at síggja
hvussu vit í Føroyum hava
eina andstøðu, sum full-
komiliga er farin í "sjálv-
bodna likvidatión", og sum
er so steindeyð sum um hon
var gassað í sjónleikar-
húsinum í Moskva.
Nú hevur ein kunnað sæð
rættarbrot eftir rættarbrot á
ymiskum økjum, uttan at
"andstøðan", sum vera skal,
hevur klovið í tvey. Ein
hevði
kanska
kunnað
vænta, at javnaðarflokkurin
fór at gera bart, tá teir
síggja
hvussu
vanligir
borgarar verða viðfarnir.
Men hesin einaferð so stolti
flokkur við sínum einaferð
órædda blað eru vorðin so
"konfliktsky" at fremsta
endamálið er, at verandi
samgonga skal ikki trakkast
á tærnar. So heldur lata
eyguni aftur fyri slík upp-
løgd og tilætlað rættarbrot,
sum her er talan um.
Tað kann í hvussu er
staðfestast at hesir báðir
flokkar í andstøðu eru í
hvussu er ikki alternativ til
nakað sum helst.
Hetta er tann rættarstøða
sum
Lisbeth
Petersen,
Høgni Hoydal, Jóannes
Eidesgaard, Anfinn Kalls-
berg, Jenis av Rana og Kári
Højgaard hava at bjóða
føroyska borgaranum.
VIÐMERKINGAR
Rættarpolitikkurin:
Jógvan S og eygleiðarin
C
M
Y
K
11
10