Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 141 - 31. juli 2003 Nr. 141 - 31. juli 2003 13 UTTAN ÚR HEIMI Stjala frá sjúkrahúsum Sera nærlagdir tjóvar hava seinastu árini stolið útgerð frá donskum sjúkrahúsum, tannlæknastovum og fyri- tøkum, sum gera útgerð til heilsuverkið. Talan er um stuldur fyri nógvar milliónir krónur. Danska løgreglan sigur, at tjóvarnir gerast snildari og snildari, og alt bendir eisini á, at teir vita, hvat teir skulu taka. Eisini hevur tað víst seg, at tjóvarnir í fleiri førum hava stolið útgerð, beint eftir at hon er sett upp á sjúkrahúsunum, og tað hevur fingið løg- regluna at halda, at tjóvarnir eru sera væl vitandi um, hvat hendir á teimum einstøku sjúkrahúsunum. Hildið verður, at tjóvagóðsið verður flutt av land- inum, og at tað verður selt á privata marknaðinum í teimum eysturevropeisku londunum. Prísurin órógvar Fleiri leiðandi limir í amerikansku kongressini eru ør- kymlaðir av teimum ovurstóru útreiðslunum av kríg- num í Irak, og teir ivast í, um stjórnin í Washington rekur tann rætta politikkin. Fíggjarstjórin í Hvítu Húsunum, Joshua Bolton, kunnaði týsdagin senatið um útreiðslurnar av kríg- num, og hann segði seg vænta, at arbeiðið at endur- reisa landið fer at kosta góðar 50 milliardir krónur í ár. Fyrr hava talsmenn hjá verjumálaráðnum Penta- gon sagt, at tað kostar USA góðar 27 milliardir krón- ur um mánaðin at hava herfólk og útgerð í Irak. Uttanríkisnevndin hjá senatinum hevur fyrr sagt, at hon vil hava tey sameindu hjá USA at átaka sær ein part av útreiðslunum av krígnum, men fleiri lond hava svarað, at tey fara ikki at átaka sær nakað uttan so, at ST fær høvuðsábyrgdina av tí, sum skal henda í Irak. Doyði av hitaslagi Ein týsk kvinna, sum varð burturflutt saman við fleiri øðrum evropeiskum ferðafólkum í Algeria í vár, doyði um vikuskiftið av hitaslagi. Tað hevur verið ógvuliga heitt í algerisku oyðimørkini seinastu tíðina, og hitin hevur javnan verið uppi á 50 stigum. Týska kvinnan varð burturflutt síðst í februar sam- an við 14 øðrum evropeiskum ferðafólkum. Um somu tíð vórðu 17 aðrir útlendingar burturfluttir í Algeria, men tað eydnaðist at fáa teir leysar, tá algeriskir stjórnarhermenn komu fram á burturflytarnar og gísl- arnar síðst í mai. Síðani hava myndugleikarnir roynt at fáa hinar gíslarnar leysar, men higartil til fánýtis. Í seinastuni hevur tað ljóðað, at gíslarnir vóru fluttir til granna- landið Mali, og týskir, niðurlendskir og sveitsiskir løgreglumenn eru nú farnir hagar at hjálpa myndug- leikunum at leita eftir teimum. Tíðindafólk sita fangar Altjóða nevndin, sum tekur sær av trygdini hjá tíð- indafólki, vil vera við, at amerikanska hervaldið í Irak hevur havt tveir iranskar tíðindamenn sitandi í varð- haldi síðani 1. juli. Teir báðir tíðindamenninir arbeiddu hjá einari iranskari sjónvarpsstøð, tá amerikanskir hermenn tóku teir har suðuri í Irak. Altjóða nevndin hevur nú sent amerikanska umsitingarleiðaranum í Irak, Paul Bremer, eitt mótmæli við kravi um, at teir báðir tíð- indamenninir sleppa úr varðhaldinum alt fyri eitt. ST er eisini kunnað um málið. Altjóða trygdarnevndin sigur seg hava fingið fleiri kærur um framferðina hjá amerikanska hervaldinum í Irak. Eitt nú bukaðu amerikanskir hermenn ein japan- skan myndamann, tí hann hevði tikið myndir av ein- um amerikonskum álopi, og í einum øðrum føri fingu fýra turkiskir tíðindamenn somu viðferð. Tað eydnaðist ikki amerikanska forset- anum at fáa ísraelska forsætisráðharran at steðga arbeiðinum at byggja ein múr mill- um Ísrael og Vestara Áarbakka. ÍSRAEL Árni Joensen Tann umstríddi múrurin var eitt av evnunum, tá George W. Bush og Ariel Sharon hittust í Washington fyrr í vikuni. Tá palestinski for- sætisráðharrin, Mahmoud Abbas, var í USA í síðstu viku, tosaði Bush um múr- in, men eftir fundin við Sharon hevði avbyrgingin fingið heitið girðing. Tað er greitt, at Bush bað Sharon steðga byggingini, men á tíðindafundinum í Washington gjørdi Sharon greitt, at hann letur seg ikki vika í hesum málinum. – Eg havi sagt, at vit fara at halda fram við at byggja girðingina. Men eg ætli mær at skipa so fyri, at girðingin verður til so lítlan ampa fyri palestinar sum gjørligt, segði Sharon. Palestinararnir hava hvass- liga fordømt ísraelsku av- gerðina at byggja ein múr millum Ísrael og Vestara Áarbakka. Teir siga, at múrurin fer at elva til spjaðing, og at hann tænir ikki royndunum at fáa var- andi frið í lag millum Ísrael og palestinar. Sharon ikki til at vika Bush vildi hava Sharon at steðga arbeiðinum at byggja múrin millum Ísrael og Vestara Áarbakka, men Sharon var ikki til at vika Mynd: Reuter – Einki minni enn ein gøla, sigur saudiaráb- iski uttanríkisráð- harrin um avgerðina hjá Hvítu Húsunum at fjala tann partin í einari kongressfrá- greiðing, sum leggur Saudiarábia undir at hava verið uppi í at- sóknini 11. september í 2001 YVIRGANGUR Árni Joensen Saudiarábiska stjórnin er í øðini. Fyrst vildi ein kann- ingarnevnd hjá amerikon- sku kongressini vera við, at Saudiarábia hevði ein virknan lut í tí, sum hendi upp undir yvirgangsatsókn- ina 11. september í 2001, og tá saudiarábiska stjórnin bað um at sleppa at síggja hetta brotið í frágreiðing- ini, søgdu Hvítu Húsini nei. Heldur ikki ein persónlig áheitan frá Abdullah, krún- prinsi, hjálpti. – Ein gøla. Skuldsetingin ímóti Saudiarábia byggir á villleiðandi upplýsingar og stavar frá óndsinnaðum git- ingum, sigur saudiarábiski uttanríkisráðharrin, Saud Feisal, prinsur. Við Wash- ington Post sigur hann, at Saudiarábia hevur einki at fjala, og landið hevur held- ur ongan áhuga í, at Hvítu Húsini fjala tær 28 síður- nar, sum vórðu tiknar úr frágreiðingini, áðrenn hon varð kunngjørd. Í frágreiðingini kemur millum annað fram, at yvir- gangsmenninir fingu fíggj- arligan stuðul frá einstøk- um limum í saudiarábisku stjórnini. 15 av teimum 19 monnunum, sum vóru við í atsóknunum, vóru saudi- arábar. Saudiarabia í øðini inn á Hvítu Húsini TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Kristian Blak hevur givið út nýtt verk á fløgu. Hesaferð er talan um verk úr fugla- ljóðum og nevnist verkið Aviphonie (avis merkir fuglur og phonie merkir ljóð). – Her eru fuglaljóð og eg havi arbeitt við hesum sum element. Verkið er í fimm pørtum og mest eru tað fuglaljóð, men eisini brim og áartutl, sigur Kristian Blak. Slíka tónlist hevur Kristian Blak áður fingist við og tað eru eini 20 ár síðani, at hann byrjaði uppá tað. – Ein útgáva við tónleiki er gjørd, men á nýggju útgávuni er einki menn- iskjaljóð við, sigur Blak. Tróndur er upprunin Upprunin er, at Tróndur Patursson bílegði tónleik, ið skal nýtast, tá glashús hansara verður sett upp á Norðuratlantsbryggjuni seinni í ár. Har kemur nýggja verkið at ljóma og Kristian Blak sigur, at talan er um instalatiónstónleik, sum er givin út á fløgu. Karsten Hansen, Kartni Fornagarð og Jón Heðin Tróndheim hava staðið fyri tøkni og afturat teimum hevur Jóhannus á Rógvu Joensen verið við við ljómpultin. Upptøkurnar eru gjørdar í Mykinesi í 2000 og 2001 Í fløguhúsanum eru fuglarnir nevndir, ið eru at hoyra. Permumyndin er gomul list eftir Díðrikki á Skarvanesi (1802-1865). Verkið er býtt í 5 partar, Eystur, Vestur, Veingir, Suður og Norður. Tutl gevur út og hevur eisini aðrar nýggjar fløgur á gáttini, t.d. hevur Sámal Petersen spælt inn solo- violin og Kristian Blak gevur út eina klassiska kvartett. Fuglaljóð frá Blak Suni vendur ikki tí niður ið vendur upp Hóast hann ikki er maðurin, ið ger nógv burturúr sær sjálvum, so hevur hann gjørt eitt sindur um seg millum ár og dag, serliga sum tátta- yrkjari, men Suni F. Jacobsen hevur í hálva øld fingist við málningalist og nú verður høvi at síggja hansara listaverk LIST Dagfinn Olsen Framsýning er í Gallarí Fríðriksvág í Vágsbotni. Hóast framsýnarin hevur málað í mong ár, so hava verk hansara ikki verið at sæð ofta. Suni F. Jacobsen er kendur sum táttayrkjari og eigur hann mangan kendan V4 tátt og manga landa- plágu. Gøtumaðurin starv- aðist nógv ár í Tinganesi, men fór frá fyri nøkrum árum síðani. Nú hevur hann eina afturlýtandi framsýning, nú hálv øld er liðin síðani hann var á tí stóru listaframsýn- igini á Charlottenborg, har hann var ein av teimum fyrstu listamonnunum at umboða Føroyar. Tað sum vendur niður vendur upp Ein av kendu landaplág- unum hjá Suna Jacobsen sigur, at "tað sum vendur niður vendur upp". Mynd- irnar hjá Suna eru tó ikki av tí slagnum, har tað ikki ber til at síggja, hvat vendur upp og hvat vendir niður, boða fyrireikararnir frá. Hann dugir sera væl at lýsa vakurleikan í føroysku náttúruni. Vælgerandi er at síggja myndir hansara av húsum og øðrum sporum, ið menn hava sett á land okkara. Tað merkist at hann hevur arbeitt dúgliga við listini farnu árini, og tað er í tøkum tíma, at hann gevur okkum møguleika at síggja tað, ið hann so lítillátin og stillførur hevur fingist við hesa hálvu øldina. Framsýningin í Fríðriks- vág er opin til tann 9. august og opið er gerandis frá klokkan 16 til 17:30 og leygardag frá klokkan 10:30 til 12:00. Suni F. Jacobsen sýnir málningalist í Gallarí Fríðriksvág. Hóast málari í hálva øld, so er hann kendastur sum táttayrkjari og eigur orðini til sangin "..tí at tað sum vendur niður vendur upp", men soleiðis er ikki við málningalist hansara Fløga er komin út, ið útgevarin nevnir eina ljóðfløgu. Talan er um fuglaljóð og so- nevndan instalatiónstónleik C M Y K 13 12