Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 31. juli 2003 15 Elantra facelift Tann Hyundai Elantra, sum kom á marknaðin í 2000, verður nú nakað broyttur bæði framm- an og aftan. Elantra fæst nú eisini við 2,0 litur bensinmotori við 143 hk og 2,0 litur common-rail diesel- motori við 112 hk Kelda: Bil Magasinet Indiskur Rover Rover í Onglandi hava gjørt avtalu við ind- isku Tata bilverk- smiðjuna um at sam- starva um ein nýggjan minibil. Úrslitið er hesin CityRover, sum skal kappast við bilar sum t.d. Ford Ka og Opel Agila. Motorur- in er ein 1,4 litur ben- sin við 85 hk Kelda: Bil Magasinet Fabia diesel Skoda Fabia fæst nú við einum 1,4 litur 3 syl. pumpu/dysu inn- spræningsmotori við 75 hk. Við hesum TDI motorinum koyrir Fabia nú 21,7 km/l, og frá 0-100 km/t upp á 14,4 sek. Toppferðin er 170 km/t Kelda: Bil Magasinet Í 1989 steðgaði fram- leiðslan av 6-røðini hjá BMW, sum var ein coupé útgáva av 7- røðini. Seinni í ár kemur ein nýggjur BMW-6 á marknaðin. Bilurin er ein 2+2 luksuscoupé í umleið somu stødd sum nýggja 5-røðin BILAR Magnus Gunnarsson Í hølunum á nýggja BMW- 5, sum júst nú er komin á marknaðin, kemur ein BMW-6, sum er ein luksus- coupé, ið skal kappast við bil bilar sum Mercedes CLK og Maserati GT. Tað at bilurin er ein 2+2 vil siga, at pláss er til tvey vaksin og tvey børn. Meira er gjørt burtur úr designin- um á bilinum enn tað at hava gott pláss til tey ferðandi á baksetrinum, men sagt verður frá BMW, at tað hóast alt verður rímiliga gott pláss aftan. Annars líkist bilurin tí nýggju 5-røðini innan. BMW-6 verður ein elegant- ur coupé við koyriegin- leikum í toppklassa og all- ari tí nýggjastu elektron- isku útgerðini hjá BMW. Í fyrstu atløgu kemur hann sum 645i við 4,4 litur V8 motori við 333 hk, sum koyrir frá 0-100 upp á 5,6 sek. Seinni koma teir við 3,5 litur V8 motori við 272 hk og 3,0 litur 6 syl. við 231 hk. Ein M6 við V10 motori og 500 hk kemur eisini á marknaðin. BMW 6 kemur aftur Nýggi BMW-6 sær út til at vera ein coupé útgáva av 5-røðini, sum júst nú er komin á markaðin BMW 645i. Ein luksus- coupé við sera elegantum designi Innan líkist bilurin BMW- 5, kanska meira sportligur 15 Nr. 141 • hósdagur • 31. juli 2003 • 77. árg. Á ólavsøku skipaði áhugafelagið Føroya Ellisakfør fyri stórari framsýning av goml- um bilum og motor- súkklum í hølunum hjá P/F Wenzel í Havn. Í ár eru liðin 100 ár síðan Ford Motor Company varð stovnað FRAMSÝNING Magnus Gunnarsson Síðan áhugafelagið Føroya Ellisakfør bleiv stovnað í 1992 hevur við jøvnum millumbilum verið skipað fyri ymiskum framsýning- um á ólavsøku. Eitt árið hevði felagið vitjan av íslendskum ellisakførum, tá var framsýningin í høl- unum hjá Berg Motors á Hálsi. Í 1997 varð fram- sýningin í bygninginum hjá Postverki Føroya á Óðins- hædd, tá varð eisini skipað fyri go-kart koyring. Eitt árið var ein motorsúkklu- framsýning í hølunum hjá P/F Meinhardt Arge á Hálsi. Í sambandi við at Ford Motor Company fylti 100 ár í ár, varð framsýningin hesaferð í hølunum hjá P/F Wenzel á Akranesgøtu. Umframt fleiri gamlar Ford bilar vóru eisini nógvir aðrir bilar og gamlar motorsúkklur. Til dømis vóru allir Ford bilarnir hjá Vatnsoyra Bilasavni við á framsýningini, sum varð væl vitjað. Eitt av endamál- unum við hesi framsýning var at savna pening inn til at seta gamla vatnbrunnin undir Gráasteini í Havn í stand til eitt tekniskt savn. Ólavsøkufram- sýningin hjá Føroya Ellisakførum Hesin "Standard 8" frá 50-unum vakti stóran áhuga millum tey vitjandi, serliga hjá teimum eldru, sum minnast, tá hesir bilar hoyrdu til vanligu gøtumyndina, bæði sum persón- og vørubilar Gamli Ford TT lastbilurin frá 1922 hjá Vatnsoyra Bilasavni er altíð áhugaverdur. Motorsúkklurnar og knallertirnar vóru nógvar í tali Nakrar hundrað myndir vóru eisini á framsýningin i. Talan var um myndir hjá Føroya Ellisakførum og hjá Birgari Johannessen C M Y K 14