Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 • hósdagur • 31. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo B36 venjarin heldur tað vera óheppið, at finalan verður spæld á Ólavsøku, og final- urnar seinastu árini hava leikliga ikki livað upp til fleiri av teimum, sum vóru í níti árunum LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Ólavsøkudag vann B36 løgmanssteypið fyri aðru ferð síðani 2001. Tað var stórur munur á veðrinum, tá ið teir í 2001 vunnu á KÍ, og tá ið teir í fyrradagin stóðu sum sigursharrar eftir stríðið ímóti GÍ. Hesa ferð vóru líkindini av teimum fagrastu. 3.300 áskoðarar møttu upp, og teir vóru við til at seta dám á. Men tá ið løgmaður slapp framat, vóru tað bara summi av ídnastu B36 viðhaldsfólk- unum, sum stóðu eftir og fagnaðu sínum felagi. Hinir áskoðararnir vóru farnir víðari í stóru ólavsøku- skránni. Leikliga dygdin í final- uni um løgmanssteypið var einki at reypa av. Soleiðis sum tað hevur verið, síðani finalurnar vóru fluttar til á ólavsøku og av graslíkinum og á grasvøllin, so var finalan hesa ferð leikliga langt undir tí, sum undan summarsteðginum var at síggja í fleiri landskapping- ardystum. Bæði í ferð, in- tensiteti og í samanspæli. Hesa ferð vórðu tríggir spælarar riknir av vøllinum. Tað er ongantíð komið fyri áður, og tað hevur ivaleyst ikki so lítið at gera við, at spælararnir ikki eru so væl fyri, sum teir vóru undan summarsteðginum. Í fjør varð ein spælari út- vístur í finaluni (Pól Thorsteinsson hjá NSÍ), í fyrraárið sluppu allir snikkaleysir ígjøgnum, men í 2000, tá fyrsta final- an varð spæld á grasinum, sá Helgi L. Petersen hjá GÍ reytt. Ion er greiður B36 venjarin, Ion Geolgau, er sjálvandi fegin um, at hansara lið vann steypa- finaluna. Hann ásannar, at leikliga avrikið kundi havt verið betri, enn tað var hesa ferð. – Vit fóru ikki fyrst og fremst á vøllin fyri at undirhalda. Soleiðis er tað ongantíð í einari finalu, har alt stendur upp á spæl. Tað ráddi meiri um at vinna, heldur enn tað ráddi um, hvussu avrikið sá út, men tað var ikki talan um fót- bóltsspæl av tí slagnum, sum finaluliðini eiga at kunna vísa, heldur B36 venjarin. Ion Geolgau er ikki samdur við teimum, sum halda, at tað er sjálvsagt, at finalan verður spæld á Ólavsøku. – Eg veit væl, at tað kunnu vera serføroyskar orsøkir, sum eg ikki eri førur fyri at døma um. Summir spælarar eru eisini av tí áskoðan, at tað er fínt, at finalan verður spæld á Ólavsøku, tí tá er tað veitslurómur í býnum. Sum venjari havi eg ta kensluna, at tað er trupult at fáa finaluna at passa inn í Ólavsøkuna. Spælararnir verða órógvaðir av øllum vasinum, sum tað sjálvandi ikki ber til at steingja familjumenn og ungar dreingir úti frá. Men tað er harmuligt, at hesi tingini skulu verða fløkt saman. B36 venjarin heldur eis- ini, at tað er heilt nátúrligt, at fótbóltsliga avrikið ikki er á tí støðinum, sum tað fleiri ferðir var undan summarsteðginum. – Nú eru tríggjar vikur síðani, at spælararnir síðst vóru í týdningarmiklum uppgerðum. Teir hildu eisini frí frá venjing í einar tíggju dagar, eftir at 10. umfarið í landskappingini varð spælt. Tí eru teir ikki so væl fyri at spæla finalu, sum teir áttu at havt verið, heldur Ion Geolgau, sum heldur enn at spæla finalu á Ólavsøku hellir til leistin, har tað undan summar- steðginum verður rundað av við finaluni. – Men so skuldu tað sjálvsagt ikki havt verið so nógv og tøtt umfør á skránni í landskappingini, sum tað vóru tvær tær síðstu vikurnar undan summarsteðginum. Óvanir við undirlagið Tað hevur verið mett sum náturligt, at steypafinalan verður spæld á grasi. Landsliðið spælir sínar dystir á grasi, Europa Cup kappingin verður spæld á grasi, og tí átti tað at verið nátúrligt, at steypafinalan verður spæld á grasi. Men tað hevur sín prís. Umframt at spælararnir ikki eru í heilt góðari dyst- arvenjing á Ólavsøku, so ger tað ikki førleikan betri, at grasið sýgur megina úr teimum. Hetta sást væl Ólavsøkudag, tá ið fleiri vóru plágaðir av krampa, áðrenn tað var komið til longdu leiktíðina. Ólavsøkudag vóru 3.300 áskoðarar til finaluna. Í fjør vóru 4.221 og hugdu at NSÍ og HB. Ivaleyst verður áskoðaratalið omanfyri fýra túsund, um KÍ, NSÍ og havnarfeløgini eru partur av henni, men tað kann neyvan roknast við fullum húsi á hvørjum sinni, sjálvt um tað verður spælt á Ólavsøku. Fleiri av finalunum, sum í niti árunum vórðu spældar á ovara vølli í Gundadali, vóru sera undirhaldandi og væl spældar. Eitt nú tær millum HB og B71, KÍ og B71 og GÍ og HB. Í hesum dystunum var støðið væl hægri, enn tað var hesa ferð. Men eitt er, sum tað plag- ar at vera. Lassin Isaksen var Ólavsøkudag fyri triðju ferð dómari í finaluni. Eins og undanfarnu ferðirnar var eisini hesa ferð neyðugt hjá Lassanum og hansara monnum at arbeiða yvir. Fótbóltsspælið er stóri taparin Ion Geolgau er ikki samdur við teimum, sum halda, at tað er sjálvsagt, at finalan verður spæld á Ólavsøku. Hann sigur seg vita væl, at tað kunnu vera serføroyskar orsøkir, sum hann ikki er førur fyri at døma um, men heldur er harmiligt at veitslurómur og fótbóltur verða fløkt saman. 17 16 Nr. 141 - 31. juli 2003 Eins og undanfarin ár skipaði Birgar Johan- nessen fyri stórari framsýning í SMS. Umframt eini túsund myndir vóru eisini modellbilar, ein kassabilur og nógvir ymiskir gamlir brúks- lutir FRAMSÝNING Magnus Gunnarsson Eitt sum eyðkennir fram- sýningarnar hjá Birgar Johannessen í SMS, er at tey vitjandi hava hug at gloyma seg sjálvi burtur í tí tey síggja. Har er so nógv ymiskt sum fær ein at hugsa um farnar dagar. Í ár vóru umleið túsund áhuga- verdar gamlar myndir, eis- ini vóru gomul donsk myndabløð frá 60-unum, gamlar øl- og sodavatns- fløskur, modellbilar o.m.a. Miðskeiðis í framsýningini stóð ein eftirgjørdur kassa- bilur frá 60-unum. Bilurin bleiv gjørdur til Lona- veitsluna, sum var fyri nøkrum árum síðan. Hann er gjørdur eins og kassabil- arnir vóru tá í tíðini. Saman við framsýningini hjá Birg- ari skipaði fótbóltsfelagið B36 fyri køkutombola. Stórfingin framsýning í SMS Eftirgjørdur kassabilur frá 60-unum. Bilurin hevur »vel« aftan, eins og amerikansku bilarnir høvdu tað tá í tíðini. Smádrongurin sær út til at hugna sær Mynd: Jens Kristian Vang Framsýningarnar hjá Birgari Johannessen í SMS vísa seg at verða ein »succes« hvørja ferð Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 16