Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 31. juli 2003 19 Mest óvæntaða úr- slitið var, at Ørvur ikki megnaði at vinna. Kvívíkingar søgdu seg avgjørt hava roknað við møguleikanum at vinna, og harvið at bjarga róðrarárinum 8–MANNAFØR Jóannes Hansen Tað var ikki so undarligt, at teir umborð á Ørvi vóru ógvuliga vónbrotnir, tá ið teir vóru komnir í land aftur. Teir høvdu havt møguleikan sum fyrsti bátur nakrantíð at vinna sjey FM róðrar í einum og sama kappingarári, men tað miseydnaðist. Tað kundi kanska verið hugsandi, at teir høvdu tikið í so lætt upp á uppgávuna, nú teir so sera sannførandi høvdu vunnið teir fyrstu seks róðr- arnar, men teir avvístu so staðiliga, at teir høvdu und- irmett uppgávuna: – Vit róðu akkurát, sum vit hava gjørt í hinum seks róðrunum. Nú aftaná kunnu vit ikki siga, at vit ikki vóru nóg nærlagdir, tí vit vistu frammanundan, at alt skuldi leggjast í fyri at vinna. Vit gjørdu okkara besta, men hesa ferð var tað ikki nóg gott, tí Kvívíking- ur megnaði tað betri enn vit, segði Halgir Dahl– Olsen, sum hevur verið framúr bátsformaður og íblásari umborð á Ørvi, sum, hóast hann ikki vann á Ólavsøku, kortini er mest sannførandi FM vinnarin í ár. Leyp avstað Kvívíkingur leyp avstað. Hann vann ein hálvan skut í fyrstu tøkunum, og kvívík- ingar mistu ongantíð gulu troyggjuna, um tað ber til at draga eina ófullkomna mynd úr fronsku súkklu- kappingina inn á Havnar- vág. Kvívíkingur økti støðugt um munin, men tá ið bát- arnir komu á Molan, tóktist tað sum um, at Ørvur ætlaði sær at svara aftur, og so kundi tað líkst, at tað skuldi ganga, sum tað hevði gjørt í undanfarnu kapping- unum, tá ið Ørvur ikki altíð hevur fingið besta startin. Men tað tørnaði ikki út soleiðis. Munurin øktist til eina bátslongd, Kvívíking- ur var eina løtu leysur av Ørvi, og sjálvt um teir um- borð á Ørvi royndu at svara aftur og løgdu alt í, so minkaði munurin ongantíð til minni enn tríkvart báts- longd. At Kvívíkingur var fremstur og at Argjabáturin endaði á triðja plássinum hevði við sær, at teir báðir endaðu á sama stigatali, og so fekk Kvívíkingurin silv- urkrónurnar og so sjálvandi gullstásið fyri at hava vunnið á Ólavsøku, og tað var hetta síðsta, sum taldi mest: – Vit vunnu FM í fjør, og tá kiksaði tað á Ólavsøku, sum Argjabáturin vann. Í ár hevur Ørvur verið suveren- ur, men vit trúðu fult og fast uppá, at tað skuldi fara at eydnast at bjarga róðrar- árinum við sigri á Ólav- søku, og vit eru ovurfegnir um, at tað eydnaðist, var viðmerkingin hjá teimum umborð á Kvívíkingi, og tað var týðuligt, at teir meintu hvørt orð, sum teir søgdu! Kvívíkinginum verður ynskt tillukku við sigrinum á Ólavsøku, og Ørvi verður enn eina ferð ynskt tillukku við FM heitinum. Kvívíkingur snýtti Ørv Sera grammir Nóls- oyingar settu meistar- arnar upp á pláss í líkindum, sum teim- um líkar best at kappast í 10–MANNAFØRINI Jóannes Hansen Fyri triðju ferð í hesum kappingarárinum komu nólsoyingar fyrstir á mál, og tað var vorðið sum sigur. Undan Ólavsøkuni segði bátasmiðurin og veteran- urin við stýrisvølin umborð á Eysturoyinginum, Sámal Hansen, her í blaðnum, at tað ráddi fyrst og fremst um startin, og at tað vóru góðar vánir fyri, at tað 10-manna- farið, sum fór at fáa besta startin, eisini fór at vinna. Nólsoyingurin tóktist leypa best avstað í startin- um. Havnarbáturin og Eyst- uroyingurin royndu at fylgja við, og tað var skjótt, at kappingin bara stóð millum Eysturoyingin og Nólsoyingin. Hóast mun- urin aftur til Havnarbátin og Vestmenningin ongantíð gjørdist størri enn ein lítil bátslongd, so var tað skjótt greitt, eingin fór at megna at stinga seg ímillum Nóls- oyingin og Eysturoyingin, og harvið bendi alt á, at Eysturoyingurin fór at vinna FM. Men Eysturoyingurin, sum í 1998 og í 1999 vann allar róðrarnar og harvið FM, megnaði annað árið á rað ikki at røkka ólavsøku- sigrinum, sjálvt um hann vann FM heitið. Tá ið bátarnir komu inn undir Molan tóktist tað sum um, at Eysturoyingurin hevði fatur á rætta endan- um. Teir vóru eina lítla hálva bátslongd framman fyri Nólsoyingin, og tað kundi bent á, at sigurin fór at verða sannførandi. Men tað vildu nólsoyingar ikki. Teir spurtaðu fyrri enn kappingarneytarnir, og teir vunnu seg fram um. Á síðstu hundrað metrun- um royndi Eysturoyingurin at koma afturíaftur. Onkra løtuna tóktist tað sum um, at teir skuldu taka Nóls- oyingin aftur, og tað var so tætt á málinum, sum tað bar til at vera. Nólsoyingurin var 2/25 av einum sekundi frammanfyri Eystuoyingin, sum á støðutalvuni bara var eitt stig undan Nólsoying- inum. – Vit vildu fegnir vinna á Ólavsøku, og vit royndu alt tað, sum vit vóru mentir. Vit mugu bara ásanna, at tað var ikki nóg mikið, og at teir umborð á nólsoy- inginum vóru meiri mentir, enn vit vóru í hesum róðr- inum, staðfestu teir umborð á Eysturoyinginum sam- stundis sum teir avvístu, at tað hevði havt nakran týdn- ing fyri ólavsøkuróðurin, at teir gjørdust meistarar, hóast teir endaðu aftanfyri Nólsoyingin, og um eingin kom inn ímillum hesar báðar bátarnar. – Vit vistu, at tað fór at verða torført. At vit lógu so væl fyri í FM kappingini legði eyka trýst á okkum, heldur enn at vit tóku lætt- liga upp á tað. Allir vilja vinna ólavsøkuróðurin. Vit vóru væl fyri, og vit hildu okkum hava vunnið, tá ið vit fóru um málið, men vit mugu boyggja okkum fyri veruleikanum, sum er, at Nólsoyingurin vann á Ólav- søku, og at vit vunnu FM heitið, var ítróttarliga við- merkingin hjá teimum um- borð á Eysturoyinginum stutt eftir róðurin. Eystuoyringinum verður ynskt tillukku við framúr góða úrslitinum, sum tað er, at teir fyri fjórðu ferð í seks ára longu søguni hjá bátinum hava vunnið meist- araskapin. Dyggur sigur Undan síðsta róðrinum hevði Nólsoyingurin vunn- ið tvær ferðir. Fyrra ferðin var á Jóansøku, og seinna ferðin var á Vestanstevnu fyri gott og væl tveimum vikum síðani. Felags fyri hesar báðar róðrarnar er, at tað – á sama hátt sum tað var á Norð- oyastevnu, tá ið Havnar- báturin var fyrstur – ikki var so slætt at rógva og kappast, sum tað altíð verður vónað, at tað er hesa ársins tíðina. Aftur og aftur hevur verið at hoyrt, at teir umborð á Eysturoyinginum, sum altíð venja á so at siga deyða- vatni, ikki trívast serliga væl í havaldu. Á Havnarvág var lítla lotið, sum ikki var nakað at tosa um, undan, og tað vóru fram undir at vera optimal líkindi. – Vit hava vant nógv í ár, men vit hava ikki havt tunga venjing hesar sein- astu vikurnar. Nú hava vit bara hildið venjingina við líka, og tað var fantastiskt, at tað fyri fyrstu ferð síðani í 1989 eydnaðist Nólsoy- inginum at vinna ólavsøku- róðurin, var viðmerkingin hjá framúr væl uppløgdu reyðtroyggjaðu monnunum umborð á svarta Nólsoy- inginum. Nólsoyingunum verður ynskt tillukku við fyrsta ólavsøkusigrinum í fjúrtan ár. Dyggasti sigurin hjá Nólsoyingi Hóast Nólsoyingur gjørdist júst ov stuttur til FM- heitið, so var ovurstórur rómur, tá fyrsti ólavsøku- sigurin í fjúrtan ár kom í hús. Mynd: Jens Kristian Vang Kvívíkingur tók øll á bóli á ólavsøku, og gjørdi ikki mætari enn at snýta føroyameistararnar úr Ørvi á heimasjógvinum Mynd: Jens K. Vang 19 18 Nr. 141 - 31. juli 2003 Í heimasjógvi vunnu vertirnir í Havnar Róðrarfelag, sum samanlagt munnu hava staðið fyri besta avrikinum nakrantíð, bara eina FM kapping VERTIRNIR Jóannes Hansen Alt gekk upp á stás í ólav- søkukappróðrinum. Undan- takið var steypahandanin, sum HR og RSF eru felags um. Tíðin er farin frá langa hátíðarhaldinum, tá ið tað gongur meiri enn ein tími at handa øll steypini og allar metalkrónurnar. Tað hevði hesa ferð við sær, at tað, sum í gomlum døgum var mest hátíðarkenda løtan – tá ið løgmaður handaði sítt stey – nú er vorðið keðiligt uppískoyti, tá ið áhoyrar-ar- nir eru vornir troyttir, og tá ið Útvarpið hevur sett yvir til tíðindasendingina. Tað er ikki okkara upp- gáva at geva HR og RSF ráð og vegleiðing í, hvussu teir skulu loysa keðiligu støðuna, sum handanin av gulli og skreyti tykist at vera komin í. Tað eru felag- ið og sambandið ivaleysa dugnalig sjálvi at finna út av. Men tað hevði verið upplagt at skipa handanina, sum hon verður skipað, tá ið talan er um svimjikapp- ingar og kappingar í fræls- um ítrótti. Tá vera handan- irnar fingnar frá hondini sum hvørt. At handa vinn- arunum steyp og skreyt á málinum, meðan tað verður bíðað eftir næstu kapping- ini hevði verið upplagt. Eftir annan róðurin kunnu fyrstu vinnararnir, sum tá eru komnir væl og virðiliga á land, fáa steyp og skreyt, og so verður endabresturin av handanini so nógv styttri, enn hann hevur ver- ið tey seinastu árini. Blíðir vertir Havnar Róðrarfelag hevur havt eitt tað besta kapping- arárið nakrantíð. Felagið hevur ongantíð luttikið við fleiri manningum, enn teir hava gjørt við í ár, og burt- ursæð frá í kappingini mill- um 6–mannafør við monn- um hevur felagið verið við til at sett dám á kappinginar um fremstu plássini í øllum hinum kappingunum. Havnarbáturin vann á Norðoyastevnu, Ørvur vann seks kappingar og gjørdist meistari, Gongu- rólvur við kvinnum vann fimm kappingar og vann FM, Sílið við dreingjum vann fýra kappingar og FM, Drekin við gentum vann tríggjar kappingar og FM, og Sílið við gentum vann tvær kappingar. Allar fyrireikingar og all- ir karmar kring teir tólv ólavsøkuróðrarnar – seks FM róðrar og seks eyka- róðrar – vóru í toppi, og alt gekk upp á stás. Men fyri HR var tað merkisvert, at tað fyri ein- astu ferðina á árinum bara eydnaðist bátum hjá felag- num at vinna ein róður. Tað vóru genturnar umborð á Drekanum, sum vardu ær- una hjá Havnar Róðrar- felag. Størsta vónbrotið hjá vertunum mundi tað vera, at Ørvur ikki megnaði at vera ósigraður í hesum róðrarárinum, og at Havn- arbáturin fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum endaði á fjórða plássinum og harvið aftastur. Men hóast tað á Ólav- søku ikki gekk akkurát, sum tað kundi verið roknað við, og sum teir í HR høvdu vónað, so ber ikki til at siga annað, enn at Havnar Róðrarfelag hevur havt eitt framúr gott kappingarár. Fýra av seks kappingum vunnu teir. So væl hevur eitt róðrarfelag bara staðið seg eina ferð áður. Tað var í 1996, at eitt og sama róðrarfelag vann fýra FM heiti, og tá var tað eisini Havnar Róðrarfelag, sum var stóri sigursharrin. Hjá fýra manningum, sum vóru ov stuttar at vinna meistara- skapin, varð róðrar- árið bjargað við ólavsøkusigri FM OG ÓLAVSØKU SIGRAR Jóannes Hansen Tað er sjálvandi hugaligt at vinna FM. Tað er ein heilt serlig kensla at vinna FM og at staðfesta meistara- skapin við sigri í ólavsøku- róðrinum. Og sjálvandi er tað eitt vónbrot hjá teimum, sum alt róðrarárið hava ver- ið stinnastu manningarnar, at tað ikki eydnast hjá teimum at koma fyrst á mál á Ólavsøku. Hjá teimum, sum undan Ólavsøkuni eru komin í ta støðu, at tey ongan møgu- leika hava at vinna FM, er tað eitt brennandi ynski at enda róðrarárið við sigri á Ólavsøku. Hjá fýra FM vinnarum kiksaði ólavsøkuróðurin, og tað vil við øðrum orðum siga, at hjá fýra manning- um, sum ikki vunnu FM, eydnaðist tað at enda róð- rarárið við maner. Í fjør vóru tað tríggjar manningar, sum vunnu FM, og sum eisini vunnu á Ólavsøku. Tær vóru 6- mannafarið Smyril við monnum, 5–mannafarið Sílið við gentum og 6–mannafarið Jarnbardur við kvinnum. Ein manning, sum í fjør vann bæði FM og sigur í ólavsøkuróðrinum, endur- tók bragdið i ár. Tað vóru menninir umborð á Smyrli, og tað vóru júst teir somu sjey, sum vunnu ólavsøku- róðurin og FM í fjør, og sum endurtóku báðar sigr- arnar í ár. Hin manningin, sum á Ólavsøku í ár bæði vann FM og ólavsøkuróðurin, vóru dreingirnir umborð á Drekanum. Manningarnar, sum vunnu FM, men sum ikki vunnu á Ólavsøku í ár, vóru teir umborð á 10-manna- farinum Eysturoyingi, teir umborð á 8–mannafarinum Ørvi, tær umborð á 6- mannafarinum Gongurólvi, og dreingirnir umborð á Sílinum. Teir umborð á Eysturoy- inginum endaðu í somu støðu, sum teir gjørdu í fjør. Tá vóru teir nummar tvey á Ólavsøku, samstundis sum teir vunnu FM. Ta ferðina vann Vestmenningurin, og hesa ferð vann Nólsoying- urin. Manningarnar, sum vunnu á Ólavsøku í ár, men sum ikki vunnu FM, vóru dreingirnir umborð á Hav- frúnni, kvinnurnar umborð á Jarnbardi, menninir um- borð á Kvívíkingi og so teir umborð á Nólsoyinginum. Teir umborð á Kvívíking- inum vunnu FM í fjør, men ta ferðina stóðu teir á Ólavsøkuni við kensluni av at hava vunnið FM, og samstundis at hava kiksað í ólavsøkuróðrinum, sum Argjabáturin vann. Havnarmenn vóru gestablíðir Fýra meistarar vóru settir upp á pláss Í heimasjógvi vunnu vertirnir í Havnar Róðrarfelag, sum samanlagt munnu hava staðið fyri besta avrikinum nakrantíð, bara eina FM kapping. 8-mannafarið Ørvur hevði undan ólavsøku vunnið allar róðrarnar, men ei heldur teir megnaðu at vinna á heimasjógvi Jens Kristian Vang C M Y K 18