Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 31. juli 2003 21 Men eingin ivi var um næstfremsta plássið í ólavsøkuróðrinum og harvið tryggjaði Sílið sær meistaraskapin, sum teir komu so tætt at í Vágum. 5–MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Eftir Vestanstevnuna var lítil ivi um, at Sílið fór at vinna FM heitið. Sigurin í Vágum bar við sær, at tað skuldi vilja meiri enn illa til, um Sílið ikki á Ólav- søku skuldi endurvinna meistaraskapin frá í fjør, og soleiðis tørnaði tað eisini út. Men Sílið megnaði ikki at vinna í heimasjógvi. Harvið hongur 25 ára gamal langur døkkur skuggi yvir Sílinum við dreingjamanning. Havnar- dreingir umborð á Sílinum hava ikki vunnið á Ólav- søku síðani í 1978. Meist- araskapurin, sum Sílið vann ólavsøkuaftan, var tann fyrsti síðani 1992. Í 1978 var Sílið FM vinnari, og teir vunnu aftur í 1983 og so aftur í níggju ár seinni. Men hóast fleiri FM heiti eru komin innanborða, so hevur ikki eydnast nakr- antíð hesa seinastu fjórð- ings øldina at seta trumf á við sigri á Ólavsøku, og tað eydnaðist heldur ikki hesa ferð. Sílið var rættuliga sann- førandi næstfremst – tað vóru einar tvær bátslongdir aftur til Tjaldrið, sum vann bronsumerkini framman- fyri Blik – men avrikið hjá meistarunum var ikki nóg mikið at taka Havfrúnna. Vestmannadreingir, sum frammanundan høvdu vunnið á Jóansøku og á Varmakeldu, fingu ikki heilt tann besta startin. Tjaldrið, sum í fjør vann ólavsøkuróðurin framman- fyri meistararnar í Sílinum, tóktist fara ein hálvan skut framum kappingarneytar- nar í fyrstu tøkunum. Men tað var skjótt, at Sílið og Havfrúgvin løgdu framat, og í tí kappingini vóru vest- mannadreingir teir drúgv- aru. Teir løgdu seg skjótt eina bátslongd framum Tjaldrið, sum ikki megnaði at svara aftur og datt burt- urúr kappingini um fermsta plássið. Sílið tók Tjaldrið, áðrenn málið var hálvrógvið, og tá ið bátarnir komu á Molan, kundi kappingin um fremsta plássið á ongan hátt sigast at vera avgjørd. Sílið var bara ein stóran skut aftanfyri Havfrúnna, men so glapp hjá vestmanna- dreingjum, sum framman- fyri stóru og áhugaðu áskoðarafjøldini runnu frá Sílinum. Munurin var eina løtu fram ímóti at vera ein bátslongd og kanska reiði- liga tað. Men á síðstu metrunum royndu teir á Sílinum at svara aftur. Fjar- støðan til toppin minkaði, men á ongan hátt nóg nógv til, at sigurin hjá Havfrúnni kundi hóttast. – Tá ið vit fóru undir venjingina í januar, var málið hjá okkum at vinna FM heitið. Vit hava vunnið í Klaksvík, á Skálafjørð- inum, í Kollafirði og í Sandavági, og í hinum trimum róðrunum hava vit verið næstfremstir. Tí er tað, at vit hava fingið nóg nógv stig til at vera FM vinnarar, og tað eru vit sjálvsagt fegnast yvir, sjálvt um tað ikki skal dyljast, at vit eru vónbrotnir av, at tað ikki eydnaðist at vinna síðsta róðurin, sum jú var í okkara heimasjógvi. Men soleiðis er tað. Tað tykist næstan sum um, at Sílið er gandað á Ólavsøku, var viðmerkingin hjá teimum umborð á Sílinum, og teir heildu fram: – Teir umborð á Hav- frúnni vóru óførir, og vit ynskja teimum tillukku við ólavsøku sigrinum. Havfrúnni verður ynskt tillukku við sigrinum á Ólavsøku, og Sílinum verð- ur ynskt tillukku við FM heitinum. – Vit vóru bara nummar trý í Klaksvík. Síðani hava vit verið nummar eitt og tvey, men triðja plássið á Norðoyastevnuni hevur havt við sær, at vit ikki sjálvir høvdu møguleika at avgera FM kappingina okk- um til fyrimunar á Ólav- søku. Men vit eru sera fegnir um at hava vunnið lítla FM heitið, sum sigurin á Ólavsøku ofta verður kallaður millum róðrarfólk, var viðmerkingin hjá teim- um umborð á Havfrúnni. Sílið ongan sigur í heimasjógvi í fjórðings øld Óroyndu genturnar megnaðu fram um allar hinar manning- arnar hjá Havnar Róðrarfelag bæði at vinna á Ólavsøku og FM heitið 5–MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen Tað sum eingin annar av nógvu góðu manningunum og meistarunum hjá Havnar Róðrarfelag megnaðu, tað syrgdu genturnar umborð á Drekanum fyri. Hóast tær flestu teirra ikki hava ser- ligar royndir sum kapp- rógvarar, so stóðu tær royndina, tá ið trýstið var størst. Gentukappingin var tann mest intensiva. Umframt Drekan høvdu Sílið, og Blikur, sum lá best fyri, møguleikan at vinna FM, og stiga marginalirnir vóru smáir. Blikur var ongantíð á odda hesa ferð, men hann lá eina løtu best fyri í FM kappingini, tí í startinum og tann fyrra partin av mál- inum hevði hann bara Sílið frammanfyri seg. Men so fór at ganga hjá Drekanum. Framvið Molanum róðu tær ógvuliga sannførandi, og bæði Drekin og Blikur tóku Sílið. Síðstu tvey hundrað metrarnar var talan um uppvísningsróður av teim- um umborð á Drekanum, sum á málinum var gott og væl leysur av Bliki, ið vann tøttu kappingina um næst- fremsta plássið við Sílið. – Vit fingu einki serligan start. Men vit megnaðu at hanga í, og vit høvdu góðar vónir, tá ið vit komu á Molan. Framvið honum hava vit vant og aftur vant, og tað gekk sera væl á hesum teininum, søgdu tær á Drekanum, tá ið ólav- søkusigurin og harvið eisini FM heitið vóru komin innanborða. Í fyrstu kappingunum var tað einki, sum bendi á, at Drekin skuldi verða stóri vinnarin í hesum róðrar- árinum. Í Klaksvík vóru tær nummar tvey, á Skálafjørð- inum vóru tær nummar fýra, í Kollafirði vóru tær aftur nummar fýra, og á Jóansøku vóru tær nummar trý. Men síðani á Varma- keldu hava tær vunnið allar tríggjar róðrarnar. – Róðrarárið hevur verið rættuliga umskiftandi hjá okkum. Í fleiri av fyrstu róðrunum vóru vit noyddar at skifta fólk, tí vit vóru nógv skaðaplágaðar. Mitt í kappingarárinum fingu vit nýggjan bát, sum vit skuldu venja okkum við, men síðani alt kom í rættlag hevur gingið upp á stás. Viljin og samanhaldið hava verið framúr, og hetta eru fremstu orsøkirnar til, at tað nú hevur eydnast okk- um at vinna FM, sum sjálvandi smakkar serliga væl, nú vit eisini vunnu á Ólavsøku, var viðmerk- ingin hjá Dreka gentunum, sum undan hesum róðrar- árinum vóru rættuliga óroyndar í kappróðri. Teimum verður ynskt hjartaliga tillukku við sigrunum. At tað skuldi eydnast hjá Drekanum at vinna FM, hóast tær í fýra teimum fyrstu róðrunum ikki stóðu seg serliga væl, kemst av, at tað vóru fleiri aðrir bátar, sum býttu stigini ímillum sín. Blikur vann í Klaksvík og í Kollafirði, Sílið vann á Skálafjørðinum og á Jóan- søku, og Havfrúgvin var nummar tvey í Kollafirði, á Jóansøku og á Vestanstevnu og nummar trý í Klaksvík og á Skálafjørðinum. Á Ólavsøku endurtók Hav- frúgvin fjórða plássið frá Vestanstevnuni. Hesa ferð var tað í stórari kapping við Firvald, sum hevur roynt seg fyri fyrstu ferð í ár, og sum megnaði fimta plássið í FM kappingini. Drekin eyðkendur av vilja og samanhaldi Hóast Sílið fór við FM-heitinum í ár, so smæddist manningin á Havfrúnni ikki burtur á ólavsøku, og vunnu sín triðja róður í ár. Mynd: Jens Kristian Vang Manningin á Drekanum megnaði fram um allar hinar manningarnar hjá Havnar Róðrarfelag bæði at vinna á Ólavsøku og FM heitið Mynd: Jens Kristian Vang 21 20 Nr. 141 - 31. juli 2003 Fyri aðru ferð á rað settu tær FM vinnar- arnar umborð á Gongurólvi, sum fyrr í summar vóru suverenar, upp á pláss 6–MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Stóra málið hjá teimum umborð á Jarnbardi hevur verið, síðani tær fyrstu ferð bjóðaðu av í kappingini á Sundalagsstevnuni, at vinna ólavsøkuróðurin. Í Vágum vunnu tær so at siga frammanundan, at tær høvdu roknað við tí. Tað var hetta, sum vit eftir Vest- anstevnuna kallaðu fyri hjáveiðan. Á Ólavsøku vóru tær um- borð á Jarnbardi aftur sann- førandi. Tær fingu besta startin. Gongurólvur royndi at fylgja við, og tað var skjótt, at tað frá teimum báðum fremstu var ein bátslongd aftur til Páll Fanga og Smyril, sum eina løtu fylgdi við, og sum, tá ið málið var gott og væl hálvrógvið, varð avloystur á fjórða plássinum av Lómi. Tá ið málið var hálvrógv- ið, var munurin frá Jarn- bardi og aftur til Gongu- rólv, sum hevði otað seg framaftur, ein skutur, men á fyrsta teininum undir Mol- anum tóktist tað sum um, at fjarstøðan aftur longdist til at vera tað mesta av einari bátslongd. Gongurólvur royndi at leggja nógv í spurtin, og tær tóku seg eitt sindur inn aftur á Jarnbard, soleiðis at munurin á málinum ikki var meiri enn ein lítil hálv bátslongd. Men tað var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna. – Vit høvdu ongan møgu- leika at vinna FM, tí vit lut- tóku ikki í fyrsta róðrinum, og vit skiftu fleiri ferðir fólk, áðrenn vit høvdu ta manningina, sum nú hevur vunnið tvær ferðir. Vit ætlaðu at vinna á Ólavsøku, og vit eru sera fegnar um, at tað eydnaðist, men tað var strevið, segði bátsformað- urin og ídni, sigurssæli og málleysi stýrimaðurin um- borð á Jarnbardi, Jannie Dam Jacobsen. Hon rokn- aði ikki við, at hennara manning fór at gera seg galdandi í FM kappingini næsta ár. – Fleiri av gentunum búgva niðri, so tað er bara í summarfrítíðini hjá teim- um, at vit venja og kappast. Umborð á Gongurólvi vóru tær sjálvandi eitt sindur vónbrotnar av, at tað aftur hesa ferð ikki eydn- aðist at vinna. Eingin kann taka FM heitið frá Gongu- rólvi, sum var sannførandi vinnari í fimm teimum fyrstu kappingunum í ár, men tær ásannaðu, at tað var eitt sindur snópisligt, at tað ikki eydnaðist at vinna ólavsøkuróðurin. – Vit gjørdu tað, sum vit kundu, og vit høvdu vónað, at tað fór at vera nóg mikið. Vit royndu at taka tær aftur mitt í róðrinum og aftur í endaspurtinum, men vit mugu bara staðfesta, at tað eydnaðist ikki. Vit vistu frammanundan, at tær á Jarnbardi eru ógvuliga raskar, og vit ynskja teim- um tillukku við sigrinum á Ólavsøku, søgdu tær um- borð á Gongurólvi. Jarnbardi verður ynskt tillukku við sigrinum á Ólavsøku, og teimum um- borð á Gongurólvi verður enn eina ferð ynskt tillukku við FM heitinum. Um Gongurólvur næsta ár fer at verja FM heitið við somu manning er ikki greitt enn. Vágbingarnir ásann- aðu, at tað hevði verið strævnari at vinna meistaraheitið í ár, enn tað var í fjør 6–MANNAFØR MENN Jóannes Hansen Vágbingar eiga stinnastu manningina í størstu kapp- ingini. Tað varð staðfest í ólavsøku kappingini. Trett- an manningar bjóðaðu seg fram, og tá ið bátarnir í størsta róðrinum komu skúmandi framvið Molan- um var sjón fyri søgn, at Smyril var stinnari enn allir hinir. – Kappingin hevur verið sera tøtt, og tað hevur verið torførari at vinna meistara- heitið í ár, enn tað var í fjør. At fleiri manningar hava verið rættuliga góðar var róðurin hesa ferð gott prógv fyri, sigur Johan Sofus Müller, sum er báts- formaður umborð á Smyrli. Í fjør vann Smyril allar róðrarnar uttan á Norðoya- stevnu, tá ið Páll Fangi var fremstur. Í ár hevur Smyril vunnið fýra róðrar. Páll Fangi vann á Fjarðastevn- uni, og Jarnbardur vann bæði á Jóansøkuni og Vest- anstevnuni. Ætla tit at vinna FM triðja árið á rað? – Tað er púra ómøguligt at siga nakað um tað akkurát nú. Nú ræður um at spenna frá. Eftir nýggjár fæst at síggja, um mann- ingin verður heima, og um hugurin at leggja tað í, sum krevst fyri at vera við í kappingini um fremsta plássið, verður eins góður og hann hevur verið í ár. Ikki leyst Smyril hevur ikki hvørja ferð í ár havt serliga sann- førandi start. Um tað hesa ferð hevði sæð soleiðis út í startinum, sum tað fleiri aðrar ferðir hevur sæð, so kundi tað havt kostað sigur- in. Tað var Vestanstevnan gott dømi um. Tá var Smyr- il eitt lítið vet ov seinur at fara undir endaspurtin. Hesa ferð legði Smyril bragdliga fyri. Hann var beinanvegin millum teir fremstu. Á fyrstu metrun- um kappaðist hann við Sølmund, sum stóran part av málinum var drúgvur, og Hvessing, sum sær sjálvum líkur í fleiri av undanfarnu kappingunum legði bragd- liga fyri, men sum so dragnaði. Lómur var leingi við, og framvið Molanum var Strálan eisini heilt frammi og hótti Smyril. Jarnbardur, sum vann á Vestanstevnu, var alla tíðina við í kapp- ingini. Tá ið Smyril fór undir endaspurtin, tóktist tað sum um, at teir skuldu vinda burturúr allari mót- støðu, men tað vildu teir umborð á Jarnbardi ikki. Teir svaraðu aftur, og á síðstu hálvt hundrað metr- unum gekk tað so mikið væl hjá teimum, at møgu- leikin avgjørt ikki var burtur, at teir skuldu taka Smyril. Men tað eydnaðist akkurát ikki. Tíðirnar søgdu, at tað bara vóru gott og væl hálvt fjórða sekund millum Smyril, sum var fyrstur á mál, og Páll Fanga, sum hesa ferð var nummar seks. Tað vil siga, at munurin ímillum hesar báðar var ikki meiri enn ein stór bátslongd. At Strálan megnaði triðja plássið, hevði við sær, at teir rukku sama stigatali, sum Páll Fangi rakk, og so hevði betri endastøðan í ólavsøkuróðrinum við sær, at tað var Strálan og ikki Páll Fangi, sum rakk bronsuplássinum í FM kappingini. Lómur endaði á fjórða plássinum á Ólavsøku, og fyri teir umborð á Páll Fanga endaði róðrarárið, sum tað byrjaði. Á Norð- oyastevnu taptu teir í Klaksvík rættuliga óvæntað fyri nýggja Sundabátinum, og á Ólavsøku gekk tað á sama hátt. Hesa ferð var Sundabáturin nummar fimm, meðan Páll Fangi var nummar seks og ein skut aftanfyri grannabátin. Jarnbardur náddi stóra málinum Smyril stinnastur tá ið mest stóð á Jarnquinnurnar á sigursvanda Jarnbardi náddu sínum máli í ár, sum var at vinna á ólavsøku. Manningin á Smyrli endurvann føroyarmeistaraheitið á ólavsøku, men teir ásanna, at róðrarárið í ár hevur verið strævnari enn í fjør. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 20