hósdagur 31. juli 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 31. juli 2003
23
22
Nr. 141 - 31. juli 2003
Gøtumenn kendu ikki
sína vitjunartíð í 1.
hálvleiki, og sum frá
leið gjørdist tað
óreingiligur veruleiki,
at B36 hevði einstøku
spælararnar, ið vóru
førir fyri at avgera
finaluna
LØGMANSSTEYPIÐ
FINALA
Jóannes Hansen
Fyri aðru ferð í tvey ár
stóðu B36arnir ólavsøku-
dag sum steypavinnarar.
Tað verður ynskt teimum
hjartaliga tillukku við. Har-
við hevur B36 tryggjað sær
altjóða luttøku næsta ár, og
harvið hava teir rokkið
fyrra partinum av málinum,
sum er at endurtaka bragd-
ið fyri tveimum árum síð-
ani, tá ið teir bæði vunnu
steypafinalu og meistara-
skap.
B36 var stórfavorittur,
men tað gekk rúm tíð, áðr-
enn tað kom til sjóndar,
hvat var oddaliðið í lands-
kappingini, og GÍ var
ongantíð niðurspælt, so-
leiðis sum tað kundi rokn-
ast við, tá ið nummar sjey
skuldi stríðast ímóti odda-
liðnum.
Finalan fer ikki í søguna
sum ein av teimum. Ferðin
var einki serlig, neyvleikin
í avspælinum kundi havt
verið nógv betri, temjingar-
nar vóru ikki á tí støðinum,
sum tað kann roknast við
av spælarum, ið hava sent
allar hinir úr steypakapp-
ingini, og timingin í verju-
spælinum var ikki nóg góð.
Tað sást stutt sagt heilt væl,
at luttakararnir í tí, sum átti
at havt verið ein av aldu-
kambunum í føroyska fót-
bóltsárinum, ikki vóru í
nóg góðari dystarvenjing.
Gøtumenn, sum vóru
nógv skerdir at, at Pop-
czynski ikki var førur fyri
at vera ímillum teir fyrstu
ellivu, løgdu bragdligari
fyri, og teir hava alla orsøk
at iðra seg um, at teir ikki í
fyrra umfarinum av vanligu
leiktíðini skoraðu tvey ella
trý mál, áðrenn B36 hevði
havt nakað at bjóða uppá.
Tað er ikki víst, at GÍ
hevði havt vunnið, um teir
høvdu havt skorað fleiri
enn eina málið, sum Súni
Olsen tíggju minuttir undan
hvíldini við rimmar lang-
skoti úr 25 metrum og eitt
sindur til vinstru sendi flatt
og dygst inn við handaru
stólparót. Men tað hevði í
hvussu so er havt við sær, at
tað hevði verið nógv torfør-
ari hjá B36 at gingið niðan
á steypahæddina, enn tað
nú gjørdist. Og tað var iva-
leysa torført
Hesa ferð hevði GÍ spild-
urnýtt álop. Símun Samuel-
sen hevur fyrr í summar
verið undir liðini á Pop-
czynski, men heldur ikki
hann var nóg væl fyri at
vera við frá fyrsta bríksli.
Poul Andrias Jacobsen og
Bárður á Lakjuni vóru
fremstir, og í 1. hálvleiki
megnaðu teir og GÍ at seta
B36 undir so mikið at
trýsti, at tað væl sást, at
B36 verjan var at tosa við.
GÍ hevði fýra møguleikar at
fáa mál. Sera væl upplagdi
Bárður á Lakjuni hevði
tvær góðar royndir, Poul
Andrias Jacobsen eina, og
Henning Jarnskor fekk
besta møguleikan, tá ið
hann eftir langt innkast úr
høgru var púra leysur mitt
fyri, men royndin úr fýra
metum fór omanfyri málið.
At GÍ legði seg á odda
kom als ikki óvæntað. Teir
vóru í 1. hálvleiki betri
skipaðir, teir høvdu fleiri
royndir ímóti mótstøðumál-
inum, og B36 avrikið líktist
hesa løtuna avgjørt ikki tí,
sum undan summarsteðg-
inum bar oddasessin við
sær.
Snaraði nógv
Ofta er tað merkisvert,
hvussu tað vendir upp og
niður upp á spælið, tá ið eitt
lið fær mál. Beinanvegin
eftir at GÍ hevði lagt seg
framum,
broyttist
leik-
gongdin. Gøtumenn tóktust
hava hug at vera meiri varn-
ir, og B36 liðið fekk longu
undan steðginum meiri futt í
galosjurnar.
Í 2. hálvleiki øktist trýstið
beinanvegin á GÍ. Poul
Ennigarð og Bartal Eliasen
høvdu í 1. hálvleiki verið og
hildu á at vera brandar í
miðverjuni, men tað hevði
hug at slitna millum ketur-
nar, og B36 málið lá í luft-
ini.
B36
umskipaði
eftir
steðgin. Jens Kristian Han-
sen, sum hevði verið ytstur í
vinstru á miðvøllinum, fekk
meiri sentralan leiklut, og
tað var týdningarmikið.
Men tað var verjumistak av
teimum stóru, sum bar út-
javnandi málið við sær.
Jákup á Borg legði aftarlaga
úr høgru frísparksinnlegg í
brotsteigin, har Jens Krist-
ian ikki var ansaður, tá ið
hann rann í bóltin og
hegnisliga við høvdinum
stýrdi honum í handara
síðunetið.
Eftir málið trýsti B36 eina
løtu, men gassið var farið av
ballónini, tá ið teir fingu
hjálpandi hond frá mót-
støðumonnunum.
Royndi
Bartal Eliasen leyp framav,
tá ið hann og John Petersen
smáskumpaðust í sambandi
við frísparksstøðu. Linju-
verjin sá, at GÍ verjumaður-
in trýsti mótstøðumannin
niður, reyða kortið var á
lofti, og so átti B36 at havt
allar møguleikar at avgera.
Men B36 tók ikki av. Teir
hildu framvegis nógv fólk
aftanfyri bóltin, teir tóktust
stirvnir, tá ið teir royndu at
flyta bóltin, og tað gekk alt
ov seint. GÍ dúvaði upp á
langar sendingar til Bárður á
Lakjuni, og tað tóktist ikki
minni sannlíkt, at hann
skuldi avgera, enn at B36
álopið, har Heðin á Lakjuni
eftir steðgin og John Peter-
sen alla tíðina í vanligu leik-
tíðini ikki stóðu sterkir í
myndini.
Lyklaspælararnir
avgjørdu
Í longdu leiktíðini avgjørdi
John Petersen í síðsta álop-
inum í fyrra umfarinum.
Jákup á Borg sendi horna
innfyri úr vinstru, John rann
við fremra stólpan í bóltin,
snittaði hegnisliga í handara
síðunetið, og harvið var
avgjørt, at B36 skuldi vinna
løgmanssteypið.
GÍ tóktist fáa fatur aftur í
endan, tá ið Fróði Clement-
sen fimm minuttir eftir
steðgin sá reytt fyri at toga
mótstøðumann niður, men
tað var bara í lítla løtu. So
var GÍ aftur undirmannað, tí
troytti Henning Jarnskor
fekk annað gula kortið fyri
at toga í mótstøðuspælara,
og so setti Jákup á Borg síð-
sta naglan í. John Petersen
fór um koll og rópti hart,
eftir at langt fríspark var
sent í GÍ brotsteigin, dóm-
arin bríkslaði fyri brots-
sparki, og Jákup var sera
tryggur.
B36 er fyrsta felagið, sum
eigur tveir lutir í hesum
løgmanssteypinum.
Teir
fingu trý mál eftir tríggjar
deyðbóltsstøður, og tað vóru
royndastu spælararnir, sum
áttu avgerandi leiklutirnar.
Hjá GÍ sat týdningar-
miklasti lyklaspælarin
uttanfyri tað mesta av
tíðini. Vøddaskaðin
hjá Popczynski var so
mikið álvarsligur, at
hann var ikki førur
fyri at spæla. Hvussu
tað hevði verið, um
hann hevði havt verið
við, fæst ongantíð at
vita.
LØGMANSSTEYPIÐ
Finala á Tórsvølli, ólavsøkudag 2003, kl. 15.30
B36-GÍ
Úrslit:
3-1 eftir longda leiktíð
Eftir vanliga leiktíð 1-1 (0-1)
Dómarakvartett:
Lassin Isaksen, Jón Kári Frederiksen, Petur Hans
Joensen og Dagfinn Olsen
Áskoðarar:
3.300
Málskjúttar:
0-1: Súni Olsen, 35
1-1: Jens Kristian Hansen 51
2-1: John Petersen 105
3-1: Jákup á Borg br 117
B36:
16. Tróndur Vatnhamar – 3. Allan Mørkøre, 19. Pól
Thorsteinsson, 2. Rúni Elttør, 15. Kenneth Jacobsen
(6. Fróði Clementsen, 91.) – 9. Jákup á Borg, 14.
Niels Joensen (11. Bárður Mortansson, 46.), 22.
Klæmint Matras, 8. Jens Kristian Hansen (5. Sverrir
Kjærbo, 97.) – 10. John Petersen liðformaður, 18.
Heðin á Lakjuni
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. René
Tórgarð, 4. Sonny Johansen, 12. Tórolvur Poulsen,
20. Bergur Midjord
Venjari:
Ion Geolgau
Hjálparvenjari:
Dia Midjord
Liðleiðarar:
Gunnleif Danielsen og Rahm í Króki
Gult kort:
John Petersen 79.
Reytt kort:
Fróði Clementsen 110.
GÍ:
16. Jacek Przybylski – 3. Jónreid Dalheim (11. Símun
Samuelsen, 111.), 2. Bartal Eliasen, 5. Poul Ennigarð
liðformaður (8. Krzysztof Popczynski, 113.), 4.
Leivur Hansen – 17. Áslakur R. Petersen, 10. Súni
Olsen, 9. Zdzislaw Janik, 14. Henning Jarnskor – 15.
Poul Andrias Jacobsen (7. Hans Pauli Petersen, 80.),
6. Bárður á Lakjuni
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Mortan
Joensen, 12. Magnus Skoralíð, 13. Anton Skoradal
Venjari:
Krzysztof Popczynski
Hjálparvenjari:
Pauli Jarnskor
Liðleiðari:
Svenn Olsen
Fysioterapeutur:
Louisa Elendersen
Gult kort:
Áslakur R. Petersen 44., Bartal Eliasen 45. Henning
Jarnskor 72., Poul Ennigarð 77.
Reytt kort:
Bartal Eliasen 75. (beinleiðis reytt), Henning Jarn-
skor 116. (tvey gul)
Triðju steypafinalu á rað eydnaðist tað Jens Kristiani Hansen at skjóta mál.Bæði í steypafinalunum í 1999 og 2001 var Jens Kristian eisini á plettinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Dysturin á Tórsvølli var rættiliga harðligur til tíðir, og heili
tríggjar ferðir vórðu menn vístir av vøllinum. Fyrsta reyða
kortið í dystinum fekk Bartal Eliasen, eftir at hann gjørt seg
inn á John Petersen
Mynd: Álvur Haraldsen
Fyrri partur av málinum er rokkin hjá B36
C
M
Y
K
22