Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 31. juli 2003 25 Tað var meira spenn- ingur enn gott fót- bóltsspæl, tá ið KÍ og HB spældu steypa- finaluna, sum favorittarnir úr KÍ vunnu, og sum HB hevði størstu mál- møguleikarnar í KVINNUFINALAN Jóannes Hansen Fyri einum ári síðani vant KÍ burtur úr havnarliðnum, men hesaferð var sera javnt og spennandi. Tað gekk báðar vegir alla tíðina, men dygdin í spælinum var sjáldan tann, sum serliga KÍ so ofta hevur víst. KÍ hevði í 1. hálvleiki leikliga yvirvág, men nakrar ferðir hótti HB av álvara í mót- álopum. Í seinna hálvleiki var HB væl við, og tær trýstu seinastu løtuna fyri at fáa útjavnandi málið. Men favorittarnir úr Klaksvík hildu tørn. Nú hava teir báðir aftur- vendandi finalistarnir sein- astu seks árini vunnið steypakappingina tríggjar ferðir hvør. KÍ liðið er farið at minna ikki sørt um tiltikna 66 liðið. Fyrstu ferð, at tær vunnu nakað sum helst, var í 1997, tá ið tær vunnu FM. Í 2000, 2001 og 2002 hava tær aftur vunnið FM, sum tær aftur í ár eru storfavorittar at vinna, og ólavsøkudag endurtóku tær steypa- sigurin frá í fjør og 2000. Hjartaliga tillukku við tí. Tað fleyt ikki KÍ hevur ongantíð tapt í hesum kappingarárinum, og oftast hava tær spælt mótstøðuliðini sundur og saman. Álopsspælið hevur verið gott, breitt og vanda- mikið, men soleiðis var ikki hesaferð. Tað tóktist vera eitt sindur strongt og nerva- kent. KÍ fekk ikki av álvara spælið at glíða úti í borð- unum, og Vivian Bjartalíð, sum hevur verið týdninga- mikil í gjøgnumbrots- spælinum í vinstru síðu, kom ikki so nógv upp í part, sum hon plagar. Á sentrala miðvøllinum spældi Una Olsen væl mesta av tíðini, og nógva av KÍ spælinum fór umvegis hana, tá ið tað gekk frægast í fyrra hálvleiki. KÍ hevur sjey landsliðs- spælarar, og tað er ikki komið burturúr ongum. Liðið hevur ongar sjónligar veikleikar, og spælararnir eru vanir við at vinna. Tað ger eisini mun í tættari finalu sum hesari, og tí lagaði tað seg, sum tað gjørdi, sjálvt um kunstner- iska avrikið hesa ferð ikki var, sum tað onkra ferðina hevur verið. HB vísti stríðsvilja Tað var eyðsýnt, at HB vildi gera alt fyri at basa teimum úr Klaksvík. HB hevði sett Lindu Jacobsen at mansverja Rannvá Andreasen, sum verður mett sum sterkasta álops- vápnið hjá KÍ, men hóast Linda stríddist væl, so var hetta ikki nóg mikið til heilt at fáa bilbukt við sigurs- vandu kvinnurnar úr Klaks- vík. Á miðvøllinum spældu Kristina Simonsen og ser- liga Rannvá Augustinussen væl, men Eyðfríð Kristian- sen hevði ikki ein av sínum bestu døgum í vinstru síðu, hóast tað júst var hon, sum skoraði málið hjá HB. Halltóra Joensen – topp- skjúttin í Oyggjaleikunum, sum venur saman við 3. deildarliðnum í Hvalba – var støðuga og stóra hótt- anin hjá HB, og hon hevði møguleikar at fáa mál, tí tvær ferðir var hon leys ímóti KÍ málinum. Sammett við tað, ið er farið av hesum árinum, hevði HB styrkt um liðið við tveimum verjuspæl- arum – Silju á Borg Madsen og Liljuni Peter- sen. Hetta var rættuliga munagott, og samanlagt var talan um heilt annað liðavrik hjá HB hesaferð enn fyri einum ári síðani, tá ið tær taptu stórt fyri KÍ á Ólavsøku. Báðar vegir Nærdystirnir vóru nógvir, fløkjurnar og tilvildin settu sín dám á, og tað var bara í løtum, at tað veruliga eydn- aðist at spæla rudduligt, reint og hugflogsríkt. Men tað var spennandi og intensivt, sum tað eigur at vera í finalu, har alt skal avgerast. Fyrstu løtuna gekk tað javnt á, og bæði liðini høvdu royndir. Halltóra Joensen stríddist og var um reppið at koma ígjøgnum nakrar ferðir, og hon hevði eini tvey góð skot úti frá. Hinumegin høvdu Ann Olsen, Malena Josephsen og Bára Klakstein royndir á málið. Størsta møguleikan í fyrra hálvleiki fekk tó Halltóra Joensen, tá ið hon var spæld leys miðskeiðis á KÍ hálvuni. Hon setti kós ímóti málinum, men tá ið hon kom inn í brotsteigin og royndi seg við skoti, var Ragna B. Andreasen komin aftur og fekk blokerað út til horna. Kortini var tað størri tyngd í hjá KÍ. Onkra ferðina var tað vandamikið eftir deyðbóltsstøður, men tann stóri og upplagdi møguleikin bíðaði leingi. Funnu vegin Í seinna hálvleiki mynd- aðist spælið fyrstu løtuna á sama hátt, og tað var ikki frítt, at ein kensla av frustratión kendist á KÍ, sum rættuliga ótolnaðist eftir málinum. Rannvá B. Andreasen fekk gult kort, men løtu seinni var tað hon, sum setti hol á. Hon sleyt seg leysa í høgru síðu, dróg inni í brotsteiginum og smekkaði bóltin í handara síðunetið uttan møguleika hjá sterka HB-málverja- num, Randi Wardum, at bjarga. Hóast KÍ leiðsluna gavst HB ikki á hondum, og tær vóru meiri enn einaferð tætt við at fáa mál. Halltóra Joensen hevði aftur opnan møguleika, tá ið støðan framvegis var 0-0, men Vivi Andreasen í KÍ mál- inum bjargaði. Tá ið eitt korter var eftir, økti KÍ um munin, og hesa ferð var talan um gott og beinleiðis álopsspæl. Una Olsen sendi út í høgru, haðani Bára Klakstein legði inn fyri til Malenu Josephsen, sum tamdi og skoraði. Hetta var besta KÍ- álopið av øllum. Støðan kundi havt bent á, at nú var liðugt, men bara tveir minuttir seinni var spenningurin bjargaður, tí tá minkaði HB um munin. Eyðfríð Kristiansen smekk- aði til úti frá, KÍ-málverjin, sum annars var sannfør- andi, átti helst at havt bjargað, men bólturin streyk framvið fingrunum á henni og í kassan. Málið gav av álvara HB blóð á tonna, og tær settu KÍ undir trýst. Eitt mótálop átti tó at havt at givið KÍ mál. Malena Josephsen dróg seg leysa í vinstru, og úr spískum royndi hon seg við skoti, hóast innskifta Elsa Maria Simonsen var púra leys mitt fyri mál- inum. Skotinum hjá Malenu bjargaði Randi. HB trýsti HB sendi meira fólk fram á vøllin seinasta korterið, og innskifta Malan á Dunga hevði gyltan møguleika at javna stutt undan leikloki. KÍ verjan kiksaði eftir inn- legg úr høgru, og so var Malan púra leys mitt fyri. Hon smekkaði til, men bólturn fór væl upp um málið. Onkrar aðrar tættar støður vóru frammanfyri KÍ málinum, men tað eydn- aðist ikki HB at skora. KÍ vann 2-1, sum var væl í tráð við leikliga býtið, men HB átti størstu mál- møguleikarnar. Tað tóktist kortini, sum um KÍ hevði neyðugu tyngdina og av- gerandi gearið til at vinna, og kenslan var, at um HB hevði havt fingið eitt mál afturat, so hevði KÍ ivaleyst megnað at svara aftur. Steypafinalan, kvinnur Ovari vøllur í Gundadali 29. juli 2003 kl. 13.00 HB-KÍ 1-2 (0-0) 0-1: Rannvá Andreasen, 53. 0-2: Malena Josephsen, 75. 1-2: Eyðfríð Kristiansen, 77. HB:Randi Wardum – Linda Weihe, Silja á Borg Madsen, Liljan Petersen, Linda Jacobsen (Vivian Unadóttir, 88.), Dagny Kristiansen (Malan á Dunga, 80.) – Gunn Müller, Kristina Simonsen, Rannvá Augustinussen, Eyðfríð Kristiansen – Halltóra Joensen. Gult kort: Eingin Venjarar: Andras Thomas- sen og Sigmund Mikkelsen KÍ: Vivi Andreasen – Paula Mikkelsen, Ragna Andreasen, Jensa Sirdal, Annelisa Justesen – Bára S. Klakstein, Ann Olsen (Elsa Maria Simonsen, 55.), Una Olsen, Vivian Bjartalíð – Malena Josephsen, Rannvá Andreasen Gult kort: Ragna Andrea- sen, Malena Josephsen, Rannvá Andreasen Venjarar: Jón Harald Poulsen og Ove Nysted Dómararkvartett: Rúni Gaardbo, Jan á Líðarenda, Jónleif Gerðisá og Dia Lamhauge Tað regnar framvegis við gulli í Klaksvík Hóast HB-kvinnur stríddust væl, so gjørdust tær ov stuttar ímóti sigursvandu KÍ-kvinnunum, sum vunnu steypakappingina annað árið á rað. 25 24 Nr. 141 - 31. juli 2003 Gøtumenn iðraðu seg um støðurnar, sum vóru avgerandi fyri, at teir ikki megnaðu at halda tørn LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Gøtumenn vóru sjálvandi harmir um, at tað ikki hevði eydnast teimum at vinna løgmanssteypið. Í 2000 vóru teir undirtippaðir ímóti HB. Ta ferðina vunnu teir 1–0 við máli, sum teir fingu í 1. hálvleiki, og sum teir megnaðu at verja. Hesa ferð komu teir á odda í 1. hálvleiki, og tá ið teir fóru at hvíla seg, vóru framvegis góðir møguleikar fyri, at teir skuldu vinna. – Lagið var gott í steðg- inum. Vit trúðu veruliga uppá, at tað skuldi eydnast. Vit vóru frammanfyri 1–0, og vit áttu at havt skorað í minsta lagið eitt mál afturat í 1. hálvleiki, heldur Bárður á Lakjuni, sum var fremsti maður, og sum stóð rættu- liga sterkur í myndini. Gøtumenn harmaðust um støðurnar, sum vóru rættu- liga avgerandi fyri úrslitið. Tá ið B36 javnaði til 1–1, var tað eftir hornaspark, sum var púra óneyðugt. Akkurát innskifti Símun Samuelsen toygdi seg eftir bóltinum, sum var á veg út av vøllinum til málspark. Hann rakk akkurát at nerta bóltin, harvið fekk B36 hornaspark, og John Peter- sen stútaði til 1–1. Hin avgerandi støðan var, tá ið Bartal Eliasen fekk reyða kortið, og Gí harvið varð undirmannað í um- dystinum. – Eftir at teir beinanvegin í 2. hálvleiki høvdu javnað, og vit høvdu verið undir stórum trýsti, tóktist tað, sum um vit høvdu fingið fatur á aftur endanum. Men tá ið vit í meiri enn ein hálvan tíma vóru undir- mannaðir, sigur tað seg sjálvt, at tað var rættuliga stríggið, heldur Bárður á Lakjuni. At GÍ misti bæði Bartal Eliasen og Henning Jarn- skor hevur við sær, at teir báðir verða leikbannaðir, tá ið GÍ sunnudagin fer at spæla ímóti FS Vágum. B36 venjarin hevði tapt tvær finalur í Føroyum og tvær í Rumenia, áðrenn hann og B36 kundu fegnast um steypasigurin LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Eingin í fótbólti hevur so stórt trýst á sær sum venj- arin. Tað er einki nýtt, og B36 venjarin, Ion Geolgau, hevur eisini í ár kent tað á sínum kroppi. Í bólkaspæl- inum var um reppið, at B36 ikki megnaði at spæla seg í fjórðingsfinaluna. Tað høvdu teir ikki havt gjørt, um EB/ Streymur í síðsta bólkaumfarinum ikki hevði havt javnað til 1–1 í Vági. Ólavsøkudag stóð Ion Geolgau saman við sínum monnum við løgmans- steypinum, og venjarin var ovur fegin. Síðani hann kom til Føroya, hevur hann tvær ferðir áður verið í finaluni, og hann hevur tapt báðu ferðirnar saman við HB. Í fjør taptu teir ímóti NSÍ, og fyri trimum árum síðani taptu teir júst ímóti GÍ. – Kenslurnar at standa við steypinum og at standa og hyggja at hinum, tá ið teir hava vunnið steypið, eru sjálvandi heilt ymiskar. Tað minnist eg eisini frá, tá ið eg var fótbóltsspælari. Í tey fimtan árini, sum eg spældi við Craiowa, vóru vit fimm ferðir í steypa- finaluni. Vit vunnu tríggjar ferðir, og vit taptu tvær ferðir. So nú havi eg verið partur av átta finalum. Fýra ferðir havi eg verið ímillum tapararnar, og fýra ferðir havi eg verið millum vinn- ararnar. Hvat kunnu tit brúka steypasigurin til? – Vit hava tryggjað okkum rætt til Europa Cup næsta ár, og tað er týdn- ingarmikið. Nú fara vit at spæla fyri at vinna FM, og nú verður ikki tað trýstið á okkum, sum tað hevði havt verið, um vit høvdu havt tapt finaluna. Tað hevur stóran týdning. Men tað tók sína tíð, áðr- enn tit komu á sigurskós? – GÍ var leikliga omaná í 1. hálvleiki. Tað var neyð- ugt at broyta í steðginum, og tað hjálpti væl, at Jens Kristian fekk meiri sentral- an leiklut. Eg var ikki mis- nøgdur við Niels Joensen, men tað var neyðugt at broyta, so Jens Kristian kom meiri við í spælið, og Jákup á Borg fyrstu løtuna av 2. hálvleiki meiri var høgri vongur, enn hann var miðvallari. Bárður Mort- ansson kom inn longri frammi á vøllinum, og Heðin á Lakjuni varð flutt- ur eitt sindur aftur, og hetta hevði stóran týdning fyri gongdina. Tað hevði stóran týdning, at tit høvdu nógvar royndar spælarar? – Tað kanst tú ætla. Eg haldi ikki, at yngru menn- inir spældu illa, men aftaná søgdu teir, at teir høvdu kent serligt trýst, nú teir høvdu spælt frammanfyri so mongum áskoðarum. Allan Mørkøre og Pól Thorsteinsson í verjuni, Jákup á Borg og Jens Kristian Hansen á mið- vøllinum og John Petersen og Heðin á Lakjuni í álop- inum hava spælt nógvar altjóða dystir, og tað hevur stóran týdning í sovornari uppgerð, sum steypafinalan var. Týdningarmiklar upp- gávur standa fyri framman hjá Ion Geolgau, sum í gjár fór undir fyrireikingarnar til ferðina norður á Mølina sunnudagin. Men kortini kennist tað, sum um tað nú er undanbrekka. – Eg var átta dagar heima í Rumenia í summarsteðg- inum. Familjan kemur henda vegin um tíggju dagar, tá ið skúlafrítíðin í Rumenia byrjar. Tey vera her inntil nýggja skúlaárið byrjar miðskeiðis í sep- tember, og so verður kapp- ingarárið liðugt her fyrst í oktober. Tá fert tú til hús aftur sum steypavinnari og meistari? – Steypasigurin kann eingin taka frá okkum. Vit eru oddalið í landskapping- ini, og vit fara at gera alt fyri at vinna meistaraskap- in. Um tað skal eydnast, so er tað týdningarmikið, at spælararnir eru greiðir yvir, at tað skal arbeiðast nógv, og tað haldi eg, at teir í steypafinaluni vístu, at teir vita. Kenneth Jacobsen bað um at verða tikin út, tí hann orsaka av sjúku upp undir finaluna, ikki kendi seg væl, og Jens Kristian hevði trupulleikar við hælinum LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Í søguni um løgmans- steypið, sum gongur aftur til 1989, er tað ikki komið fyri áður, at ein spælari hevur verið á vinnandi liðnum trý ár á rað. Men hetta gjørdist veruleiki ólavsøkudag. Pól Thorsteinsson var á B36 liðnum, sum vann ímóti KÍ í fyrraárið, hann var á NSÍ liðnum, sum í fjør vann á HB, og nú vunnu hann og B36 á GÍ. Eina ferð hevur Pól tapt steypafinaluna. Tað var í 1997, tá ið hann og VB løgdu rygg til størsta finalutapið higartil í kappingini um løgmans- steypið. Ta ferðina vann GÍ 6–0 á VB. – Tað var strevið í 1. hálvleiki, tá ið GÍ var leikliga omaná, men tað rættaði seg í 2. hálvleiki, tá ið eg skjótt var greiður yvir, at vit fóru at vinna, sigur Pól Thorsteinsson, sum sjálvandi var fegin um, at hann ikki taldist millum spælararnar, ið hesa ferð sóu reytt. Í fjør varð hann sendur av vøllinum, tá ið hann í 68. minutti fekk seinna gula kortið. Tá var støðan 1–1, men liðfelagarnir megnaðu at vinna 2–1, sjálvt um Pól sat uttan fyri og hugdi at. Var tað ongantíð upp á tal, at tú skuldi flyta longri fram á vøllin, tá ið GÍ hevði mist ein mann? – Í B36 eri eg í verjuni, og har tykist tað, at eg skal vera. Eg var verju- kendur miðvallari í VB, men síðani eg flutti norður um, havi eg bara verið verjuspælari, sigur Pól Thorsteinsson, sum ikki hevur hug at taka dagar ímillum teir tríggj- ar finalu sigrarnar trý tey seinastu árini. Kenneth Jacobsen var tikin av vøllinum, tá ið vanliga leiktíðin var far- in. – Eg skifti Kenneth út, tí hann bað um at verða útskiftur. Hann orkaði ikki meiri, tí hann í vik- uni upp undir finaluna hevði verið sjúkur, og tað var púrt eingin orka eftir, sigur Ion Geolgau. Tú tók eisini Jens Kristian Hansen út? – Hann bað eisini um at verða útskiftur. Eg var stak væl nøgdur við avrikið hjá honum, men hann hevði trupulleikar við hælinum, tí hann spældi í nýggjum skóm, sigur B36 venjarin. Pól tríggjar ferðir á rað Ion var ovurfegin Vágbingurin í B36, Pól Thorsteinsson, hevur nú vunnið steypakappingina tríggjar ferðir upp í slag, tvær ferðir við B36 og einaferð við NSÍ. GÍ kendi seg hava møguleikan Nú fara vit at spæla fyri at vinna FM, og nú verður ikki tað trýstið á okkum, sum tað hevði havt verið, um vit høvdu havt tapt finaluna, segði ein ovurfegin Ion Geolgau eftir steypasigurin ólavsøkudag. Mynd: Álvur Haraldsen Vágbingurin í B36, Pól Thorsteinsson, hevur nú vunnið steypakappingina tríggjar ferðir upp í slag, tvær ferðir við B36 og einaferð við NSÍ. C M Y K 24